mánadagur 14. januar 2013síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gunnar Skúvadal
Tað er fyrsti arbeiðsdagur
hjá nýggja borgarstjóranum
í Vestmanna, Paula Trond
Petersen. Vit skriva 8.januar,
og Pauli er seinkaður nakrar
dagar, tí hann hevur hildið
frí saman við familjuni sunn
an fyri um jólini. Men hann
vissar um, at tað fer bara
at síggjast aftur uppá tann
góða mátan í nýggja arbeið
num, tí nú hevur hann løtt
battaríini.
– Eg eri fullur av orku og
hugskotum, og svangur eftir
at sleppa til arbeiðis. Hasar
dagarnar taki eg innaftur í
hinum endanum, sigur hann
sólbrendur og við einum
skálkabrosi, tá eg argi hann.
Á skivuni í kommunu
skrivstovuni liggur skatta
listin frammi til alment
eftirlit. Har stendur, hvussu
nógv fyritøkur og einstak
lingar hava spýtt í soltna
kommunukassan síðsta ár.
Við so góðari staðseting á
meginøkinum er arbeiðs
megin í Vestmanna mobil.
Arbeiðsloysið hevur tí ikki
rakt bygdina í tann mun, ein
kundi hildið, eftir húsagangin
hjá Faroe Seafood, sum var
størsta arbeiðsplássið í bygd
ini. Vestmenningar pendla,
og tað sæst aftur í komm
unukassanum. Sum starvs
maður hjá Føroya Lívstrygg
ing hevur Paulasa partur at
draga fremmandar krónur
til bygdina heldur ikki ligið
eftir. Men nú verður øðrvísi
í so máta. Kanska ber til at
siga, at borgarstjórin sein
astu 8 árini, Karl Olsen, sum
hevur verið í farloyvi frá
sínum starvi sum lærari við
Handilsskúlan í Kambsdali,
nú tekur á seg aftur ta upp
gávuna.
Trivnaður og
aftur trivnaður
Eitt gandaorð hjá nógvum
valevnum uppundir val er,
at veljarin skal fáa trivnað
afturfyri
krossin.
Pauli
brúkti eisini hetta agnið. Nú
er hann so valdur, og tí er
fyrsti spurningurin, á hvønn
hátt vestmenningar kunnu
vænta sær at fara at trívast
betur næstu fýra árini.
– Skuldin hjá kommununi
ger, at tær stóru ætlanirnar
mugu fara afturum. Men
fyri tað nýtast vit ikki at
setast upp afturá. Vit kunnu
raðfesta smærri átøk, sum at
fríðka um og ikki forsøma
viðlíkahald av skúlum og
barnagørðum. Vit mangla
eisini gonguteigar á nógvum
vegum, so fólk kunnu ganga
trygt. Men teir stóru peng
arnar brúka vit ikki í ár, tí
fyrst mugu vit hugsavna
okkum um at niðurgjalda
skuld, sigur borgarstjórin.
Hann minnir á, at orsøkin
til skuldina er spildurnýggja
røktarheimið, sum eisini er
við til at økja um trivnaðin.
Lækka skattin
Vestmenningar gjalda í dag
hægsta
kommunuskattin,
23 prosent. Og tað er kanska
ein orsøk til, at listin við
húsum til sølu er eitt sindur
størri nú, enn hann plagdi.
Men nývaldi borgarstjórin
lovar, at skattaprosentið skal
niður, so skjótt sum skuldin,
sum í dag er um hálvonnur
álíkning, er minkað niður
um eina álíkning. Tað verður,
eftir ætlanini sum nú liggur á
borðinum, miðskeiðis í 2014.
– Tá seta vit ferð á aftur.
Vetrarfriðing og breiðkan
av Niðaravegi standa sera
frammarliga í mínum huga
heimi, sigur Pauli Petersen.
Bygdarráðið er í samráð
ingum við hagarnar um at
gjalda tær fimm milliónirnar,
sum tað fer at kosta at
vetrarfriða, yvir fleiri ár. Og
ein breiðkan av Niðaravegi
er neyðug, so tunga ferðslan
skal sleppa út í bygdina, har
fiskavirkini eru.
– Ein lækking av komm
unuskattinum er neyðug,
skulu fólk flyta higar. Vit
hava so nógvar fyrimunir,
men høgi skatturin er ein
vansi, og hann skulu vit hava
niður, sigur borgarstjórin av
gjørdur.
Seta menningarleiðara
Íbúgvatalið í Vestmanna hev
ur verið á leið tað sama í nógv
ár, um 1200 fólk. Tá fólkatalið
í landinum annars minkar,
skal ein bygd, har fólkatalið
stendur í stað, kanska ikki
lata so illa at. Men sambært
Paula Petersen er hetta ikki
rætti mátin at hugsa. Fær
hann sín vilja, so verður ein
menningarleiðari settur í
kommununi at arbeiða við
øllum tí sum kann menna og
stimbra bygdina.
– Umsitingin hjá Vest
manna kommunu man vera
millum tær minstu í land
inum. Her eru bara trý fólk á
skrivstovuni umframt meg.
So tí er tað sera avmarkað,
hvat vit fáa gjørt. Men hetta
er enn bara ynski hjá mær,
sum eg ætli at leggja fyri ein
samansjóvingarfund sum vit
fara at skipa fyri í næstum,
sigur Pauli Petersen.
Havnin vunnið havnina
Frá náttúrunar hond er havn
in í Vestmanna nógv tann
besta á Streymoynni og mill
um tær allar bestu í Føroyum.
Nógv virksemi hevur altíð
verið á havnalagnum, men
nú eru bæði fiska- og laksa
virki stongd og sama er við
skipasmiðjuni. Til ber helst
at siga, at Kollafjørður hevur
tikið
yvir
leiklutin,
sum
Vestmanna einaferð hevði
sum havnin, har skipini leit
aðu. Spurningurin er so, um
Vestmenningar hava verið
nóg framsóknir, um teir hava
ligið sjóvarfallið av sær og
eru yvirhálaðir av granna
kommununi í Norðstreymoy.
Borgarstjórin í Vestmanna
ivast í, um veruleikin er so
einfaldur, hóast kanska eitt
vet av sannleika er í tí.
– Tú mást minnast til, at
nærum øll skipini vórðu seld
av bygdini, og tað er trupult
hjá einum bygdaráði at gera
nakað við tað. Fiskavirkið
er nú selt til lokalar kreftir,
frystihotel er á havnalagnum
og tað eru bara dagar síðani
at ein rúgva av svartkjafti
kom uppá land. So vit síggja
glottar.
Kvívík
Viðurskiftini millum Vest
manna og grannabygdina
Kvívík hava í ein mun verið
merkt av ósemjum seinastu
árini. Bygdirnar hava ligið í
sak um markið, í samband
við ein bátahyl sum Kvívík
fór undir innanfyri komm
unumark, á Válinum, men
sum Vestmanna fekk steðgað
við fútaforboði. Tað sakina
tapti Vestmanna. Spurdur,
sigur
Pauli
Petersen,
at
hann sær tað sum eina stóra
uppgávu fyri seg at slætta
sjógvin millum bygdirnar.
– Eg fari at biðja Dánjal
Petur (borgarstjóran í Kvívík,
red) um ein fund, har tað skal
gerast greitt at vit ynskja góð
viðurskifti og gott samband
millum bygdirnar. Vit hava
hóast alt so nógv felags
áhugamál, og koma heilt víst
nógv longri um vit arbeiða
saman.
Vestmanna
skal seljast
Nýggi borgarstjórin í Vestmanna viðgongur, at við
hægsta skattaprosenti í landinum verður trupult at
fáa fólk at flyta til bygdina. Men skattalækking hevur
høga raðfesting, sigur Pauli Petersen, sum eisini vil
hava ein menningarleiðara at økja um trivnaðin
Pauli Petersen, nýggi borgarstjórin í Vestmanna: Um hálvtannað ár er
skuldin komin niður um eina álíkning, tá skal skattaprosentið niður
Mynd Pauli Magnussen