mánadagur 14. januar 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Eg skilji væl, at fólk eru í
øðini um avtaluna, vit hava
gjørt við fráfarna stjóran í
ALS. Men hetta er ein gøla,
sum vit kundu verið sloppin
undan.
Tað sigur Ingeborg Vinth
er, limur í stýrinum fyri ALS.
Men hon heldur, at tey
kundu verið sloppin undan
undan allari hesari øsingini
í sambandi við ernst
Jacobsen, fór úr starvi.
Hon sigur, at í sambandi
við uppsøgnina, var avtalan,
at tað skuldi vera formaður
in, sum skuldi vera talsmað
ur hjá stýrinum og tað virdu
hinir stýrislimirnir.
Men hon heldur, at kunn
ingin til almenningin fór
heilt av sporinum og at tað
er hetta, sum hevur elvt til
misnøgdina allastaðni.
- Tað, sum om fram, var, at
stjórin hevði sagt upp sjálvur
og at hann fór úr starvi alt
fyri eitt, men at hann hevði
fingið 14 mánaðarlønir við
sær.
Stýrisformaðurin
av
sannaði, at stjórin var biðin
um at siga upp og sjálvur
slapp stjórin at føra seg fram
við, at ætlanin var ongantíð
at verða gamal á ALS og at
hann nú fór heim at mála og
at gera húsini liðug.
Koyrdur frá
Ingeborg Vinther sigur, at
øll vistu beinanvegin, at her
búði meiri undir enn tað, tí
tað hevði verið óhoyrt, at ein
stjóri, sum sjálvur segði upp,
fekk 14 mánaðarlønir við sær
sum takkarløn fyri gott av
rik, sum tað varð ført fram.
- Tað er heldur ikki rætt, at
stjórin segði upp sjálvur. Tað
vóru samstarvstrupulleikar,
sum elvdu til, at stýrið hevði
mist álitið á stjóranum og
vildi hava hann frá, sigur
Ingeborg Vinther.
- Tað skuldu vit havt for
talt almenninginum beinan
vegin, so høvdu vit sloppið
undan hesi gøluni.
Hon vil ikki siga, hvørjir
samstarvstrupulleikarnir
vóru.
Men hon váttar, at stóra
samkoman í Norðurlanda
húsinum í sambandi við 20
ára føðingardagin er eitt mál,
ósemja hevur verið um.
- Tá var útgjaldið til
arbeiðsleys skert og stjórin
varð biðin um at ikki at gera
so nógv burturúr føðingar
degnum.
Kortini varð umleið ein
hálv millión brúkt í tí sam
bandinum.
Er hent fyrr
Annars vísir Ingeborg Vinth
er eisini á, at tað er hent fyrr,
at stjórar eru uppsagdir í
ALS og hava fingið fráfar
ingaravtalur.
Í 1997 var eisini ein stjóri í
ALS (Sjúrður Horsdal) loystir
úr starvi upp á standandi fót
undir líknandi umstøðum,
sum Ernst Jacobsen, nú er
farin frá.
- Tann stjórin fekk eisini
eina fráfaringaravtalu, har
hann fekk løn í 13 mánaðar
eftir at hann var farin úr
starvi.
- Men ta ferðina varð al
ment boðað frá, at talan var
um
samstarvstrupulleikar
og tað hoyrdist ikki eitt orð
aftur um tað, sigur Ingeborg
Vinther.
Í sambandi við ALS-gølu
na, er tað komið fram, at
tann eini stýrislimurin
í ALS, Bjørgfríð Ludvig,
var farin úr stýrinum á
nýggjárinum, men at vara
maður hennara, Snorri
Fjallsbak, ikki er boðsend
ur í stýrið í sambandi við
fráfaringaravtaluna
við
Ernst Jacobsen.
Snorri
Fjallsbak
er
leiðari á lønardeildini í
Fíggjarmálaráðnum
og
ber orð fyri at vera ógvu
liga standhaftigur í sam
ráðingum og at ansa sera
væl eftir, at ongin óneyð
ug almenn króna fer úr
kassanum til lønir.
Tí eru tað summi sum
hava viðmerkt, at hevði
hann verið í stýrinum
hevði tað aldrin hent,
at Ernst Jacobsen hevði
fingið eina fráfaringarav
talu, sum hesa.
Snorri Fjallsvak váttar,
at hann hevur ongi fund
arboð fingið.
Men um tað hevði
broytt støðuna, má stan
da í tí óvissa, tí Snorri
Fjallsbak hevur hann als
onga viðmerking yvirhøv
ur til málið, hóast hann av
røttum átti at verið í stýri
num fyri ALS.
Áki Bertholdsen
- Eg ætli mær ikki at vaska
hendur og renna undan
ábyrgd, sjálvt um hetta var
ein beiskur biti at svølgja.
Tað sigur Ingeborg Vinth
er.
Hon er limur í stýrinum
fyri ALS og hevur rættiliga
staðið fyri skotum, nú Ernst
Jacobsen er farin frá sum
stjóri, men kortini skal hava
fulla løn í 14 mánaðir.
Tað hevur elvt til øsing, at
pengarnir hjá arbeiðsleysum
verða brúktir til at forgylla
ein stjóra, sum fer frá.
Men Ingeborg Vinther
sigur, at hon stendur við tað,
hon hevur gjørt.
- Eg havi gjørt tað, eg helt
gagnaði ALS best og tað stan
di eg við, sigur hon.
Ikki rætt
Hon heldur, at nú nyttar onki
at vaska hendur og siga, at
tey angra, at tey hava skrivað
undir.
Onkur hevur ført fram, at
tey mestsum føldi seg tving
að at skriva undir, tí siðvenja
er, at stýrið fyri ALS er samt
um tær avgerðir, sum verða
tiknar.
- Hetta er er heilt einfalt
ikki rætt. Tað eru mong dømi
um, at stýrið í ALS hevur ver
ið ósamt. Tað eru eisini dømi
um, at minnilutar í stýrinum
hava havt síni egnu tilmæli
um ymisk viðurskifti og tað
eru somuleiðis dømi um, at
ósemjur ímillum stýrislimir
eru feld í gerðarbókina hjá
ALS.
Ingeborg Vinther stað
festir, at ongin stýrislimur
varð trýstur til at skriva
undir
fráfaringaravtaluna
við stjóran.
- Lat meg leggja dent á, at
vit eru øll vaksin fólk og vit
hava øll okkara fría vilja. Var
tað so, at fráfaringaravtalan
beyð summum stýrislimum
so hart ímóti, sum tey nú siga
aftaná, kundu tey bara havt
latið vera við at skriva undir.
Kann verða dýrt
Kortini ásannar Ingeborg
Vinther, at sum fakfelagsfólk
var hetta ein beiskur biti hjá
henni at svølgja.
Men eg gjørdi tað, tí eg eri
sannførd um, at tað er hetta,
sum tænir ALS best
- Tað er als ikki ókent, at
tað kostar at sleppa av við
ein stjóra.
- Ernst Jacobsen hevur
ikki gjørt nakað ólógligt, ella
stolið úr kassanum.
- Hevði hann tað, kundi
hann verðið uppsagdur upp
á standandi fót.
Ingeborg Vinther stað
festir, at tað kann vera dýrt
at sleppa av við ein stjóra av
samstarvstrupulleikum.
- Tískil var neyðugt at
gera eina fráfaringaravtalu.
- Hin møguleikin var at
ganga eftir fyrisitingarlógini
við eini drúgvari uppsagnar
tilgongd, og kanska einum
rættarmáli. Tað kundi skjótt
kosta nógv meiri, umframt at
ALS hevði verðið lagt meiri
og minni lamið hesa tíðina.
- Vit vildu hava eina loysn,
har stjórin fór frá alt fyri eitt
og so at ALS kundi virka við
fullari styrki, uttan at verða
skert í eini drúgvari upp
sagnar-tilgongd, sigur Inge
borg Vinther.
- Tað, sum hevði størst
týdning fyri meg, var, at ALS
ikki varð skert í sínum virk
semi í eini uppsagn-artil
gongd í sambandi við stjóran
og tí var neyðugt, at stjórin
fór sum skjótast, leggur hon
afturat.
Eg skilji væl at
fólk eru í øðini
ALS-GØLAN Sannleikin um uppsøgnina av stjóranum í ALS, skuldi
verðið lagdur á borðið beinanvegin, so høvdu vit sloppið undan hesi
gøluni, sigur Ingeborg Vinther, sum sjálv er limur í stýrinum fyri ALS
Ongin viðmerking
Ein beiskur biti at svølgja
ALS-GØLAN Nú nyttar einki at angra tað, vit hava gjørt, sigur Ingeborg Vinther, limur i stýrinum fyri ALS
Tað skuldu vit havt
fortalt almenninginum
beinanvegin
- Vit eru øll vaksin fólk við okkara fría vilja og
ongin stýrislimur varð trýstur at skriva undir
fráfaringaravtaluna við stjóran í ALS, sigur
Ingeborg Vinther, sum sjálv er í stýrinum
Onki trýst