mánadagur 14. januar 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Ítróttarstubbar
Manchester City viðhaldsfólk vístu sína ónøgd við at Arsenal
hevði sett prísin upp á atgongumerkjunum hjá vitjandi liðnum.
£62 ella áleið 600 krónur kostaði eitt atgongumerki til vitjandi
viðhaldsfólkini úr Manchester.
Manchester City lat 910 atgongumerki aftur, tí
viðhaldsfólkini noktaðu at gjalda ovurhonds stóra prísin fyri at
sleppa at síggja dystin millum Arsenal og Manchester City, sum
gestirnir vunnu 2-0.
Sum sæst á myndini, so vóru fólk óð um prísurnar, og tað
hava bretsku fjølmiðlarnir eisini tikið til eftirtektar.
Formaðurin í Premier League, Richard Scudamore, heldur
at tað er fínt, at viðhaldsfólkini siga frá, tá prísurin er ov høgur.
«Tey senda Arsenal eina greitt signal, sigur Richard Scudamore
við BBC.
Væntandi setur Premier League met í ár við at fylla
leikvøllir við áskoðarum. Áleið 95 prosent av øllum setrinum
eru seld í hesum kappingarárinum, og tað er eitt mál hjá
Premier League, at tað skal verða fullsett til allar dystirnar.
Hetta hevur Arsenal at síggja til útnytta ov nógv.
Her í Føroyum hava vit góð dømi um at dýr atgongumerki
ikki er ein gongd leið. FSF hevur gingið á odda og niðursett
prísin fyri landsdystirnar, og hygg hvat er hent. Tað er ikki
einasta orsøkin til at so nógvir áskoðarar eru, men ein stórur
partur av orsøkini.
Dagarnir við knap túsund áskoðarum fyri 150 + krónur
stykki er avloyst av trý til fimm túsund áskoðarum fyri í mesta
lagi 150 krónur fyri ein vaksnan.
Hygg hinvegin eftir Effo-deildini, har lið krevja upp í 80
krónur fyri ein dyst. Tað er langtsíðani, at so fáa fólk hava verið
til fótbólt í Føroyum. 80 krónur er stutt og greitt og dýrt, og av
tí sama so halda áskoðararnir seg eisini burtur. Rætt var, at tað
kostaði áleið 50 krónur at síggja ein fótbóltsdyst í Føroyum.
Eg tori at lova, at væl fleiri áskoðarar høvdu verið at sæð kring
vøllirnar fyri hálvleik um so var.
www.hvannrok.fo:
Eg síggi, at Daniel Raba og Niclas Niclasen dømdu dystin (Stjørnan
- Neistin, blaðm). Hesir báðir áttu heldur at dømt í Vági, og
so skuldi Hannis Wardum og Uni Wardum dømt í Klaksvík. Halt
mær til góðar, eg skilji ikki slíka avgerð frá Dómarafelagnum.
www.ab.fo: Rói Danielsen um at koma aftur til AB
– Eg eri argjamaður og føli meg væl til rættis her hjá AB«
www.eb-streymur.fo um at
Arnbjørn hevur longt sáttmálan:
Sterki framherji okkara kemur sostatt aftur komandi árini at spæla
í blá/svørtu troyggjuni, hóast fleiri fjølmiðlar í longri tíð hava roynt
at róð upp undir nakað annað.
www.if.fo um hjálparvenjaran Boga Lervig,
sum heldur fram:
Bogi er ein sera dugnaligur hjálparvenjari, ið dugir øll síni ting til
UG.
www.ki.fo: Jóhann Lutzen um
hví hann tekur seg úr nevndini hjá KÍ:
– Av tí at eg nú havi tikið sæti í Klaksvíkar býráð vil eg ikki koma í
møguligar tvístøður, tá mál koma fyri í býráðnum, sum hava við KÍ
og ítróttarøkið at gera.
www.tb.fo um Babacar Ndiour, sum kemur at
royndarvenja í næstum:
Tað kann nevnast, at hann longu hevur roynt seg í dysti móti Hugo
Rodallega og Radamel Falcao í dysti móti Kolumbia, og móti Javier
Hernandez, í dysti móti Meksiko.
www.ffgiza.com: Felagsliðið
Giza/Hoyvík hevur sett sær høgg mál
Seinasta kappingarár endaði 2. deild hjá Giza Hoyvík á triðja
plássið við sama stigatalið sum nr. 2, TB. Málið fyri kappingarárið
2013 er at betra um úrslitið í 2012, og harvið enda á einum av
uppflytingarplássinum.
www.fotboltur.dk Heimasíðan hjá
ÍF Føroyum um at Christian Høgni Jacobsen
er settur sum spæladi venjari:
Og tað er ikki eingongd lygn!
www.nordlysid.fo um tepra tapið
hjá Stjørnuni fyri Neistanum:
Sera spell fyri stjørnukvinnurnar, sum høvdu leikt nógv tann besta
dystin higartil í hesum kappingarárinum.
Heimasíðurnar siga:
Áskoðarar
gera vrøvl
klumman Tróndur ARge
Fyrstu seturni verða
nú niðurtiknir
Fótbóltur Arbeiðið at taka sunnara enda á
Tórsvølli niður, er nú av álvara byrjað, og væntandi
verður allur endin burtur fyrst í komandi viku
Tróndur Arge
Fyri viku síðani fóru menn frá
Articon og Skipasmiðjuni undir at
taka sunnara endan av Tórsvølli
niður, og í dag verða fyrstu rekkjur
nar av áskoðaraplássunum niður
tikin.
Arbeiðið higartil hevur gingið
væl, og sambært Torleif Waagstein,
projektleiðara, verður allur endin
burtur komandi fríggjadag, ella
fyrst í næstu viku.
– Í løtuni eru eini 7-8 mans til
arbeiðis, og vit miða ímóti, at allur
endin er burtur fríggjadagin, ella
fyrst í komandi viku. Um veðrið
heldur sær, og alt annars gongur
sum ætlað, so verður byggibúningin
liðug um sjey vikur, sigur Torleif
Waagstein,
projektleiðari
hjá
Articon við heimasíðuna hjá fót
bóltssambandinum.
Ætlanin er, at nýggi FSF-bygn
ingurin skal standa klárur til
HM-undankappingardystin ímóti
Týsklandi, sum verður á Tórsvølli
10. september.
trondur@sosialurin.fo