mánadagur 14. januar 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
Hóast jólapyntið er pakkað saman
og perurnar sløktar fyri hesa ferð, so
eru kvøldini vorðin ljósari í nógvum
býum og bygdum. Eitt er at dagurin
síðani styttsta dag er longdur ein
tíma. Eitt annað er tað, at nú verður
ljós so at siga hvørt kvøld varpað
niður á fótbóltsvallirnar kring
landið alt
Tað verður nógv orka løgd í at
renna soleiðis, at spælararnir skulu
vinna konditiónina aftur, sum teir
høvdu, inntil teir fyrst í oktober
fóru í vetrarhi. Men tað verður
eisini kapprunnið við tiðina. Tað
er ongantíð komið fyri áður, at tað
longu annað vikuskiftið í mars
verður telvað um stig í føroysku
fótbóltslandskappingini. Soleiðis
verður tað í ár, og harvið eru tað
bara góðar átta vikur, inntil fyrstu
landskappingardystirnir verða á
skránni.
Venjingardystir
Hvat at leggja til rættis viðvíkur
er nógv broytt til tað betra sein
astu árini. Longu fleiri vikur und
an jólum høvdu fleiri feløg lagt
skránna fyri venjingardystir. Teir
fyrstu verða nú leygardagin. Mill
um aðrar verður dystur leygar
dagin millum EB/Streym og HB
við Margáir, og B36 fer at vitja 1.
deildarliðið hjá B68.
Ofta plagar allar fyrsta ábend
ingin um, hvussu feløgini eru fyri,
at vera í sonevndu Klaksvíkskapp
ingini, sum KÍ seinnu árini hevur
skipað fyri millum vertsfelagið og
trý tey fremstu í undanfarna kapp
ingarári. Tann kappingin plagar
at vera síðsta vikuskifti, áðrenn
so nevndi stórsteypadysturin er á
skránni, og soleiðis verður tað eis
ini í ár. Kappingin er løgd at vera
leygardagin 23. og sunnudagin 24.
februar, tá ið FM vinnararnir í EB/
Streymi, silvurvinnararnir í ÍF og
bronsuvinnararnir í HB saman við
KÍ, sum endaði á fjórða plássi í fjør,
fara at dystast í Klaksvík.
At tað í ár verður farið so tíðliga
undir landskappingina ber við
sær, at tað longu annan leygardag
verður skipað fyri kapping í Gunda
dali. Tað er venjarafelagið, sum
skipar fyri, og í tí kappingini fara
tólv feløg at taka lut. Harvið fer at
bera til longu um hálva aðru viku
at fáa fyrstu ábendingina um, hvat
tað kann roknast við í 2013 kapp
ingarárinum.
Øll liðini í bestu deildini uttan 07
Vestur, sum hevur borið seg undan,
fara at taka lut. Haraftrat fara B68,
FC Suðuroy og B71 úr næstbestu
deildini at luttaka. Feløgini eru
skipað í tríggjar bólkar, og hvør
dysturin verður 35 minuttir. Øll lið
ini spæla tríggjar dystir, og so verða
hálvfinalur og finala. Lagt verður
fyri klokkan 10.15, og finalan er sett
at vera klokkan 17.10. Spælt verður á
bæði ovara og niðara vølli í Gunda
dali.
Landskappingin
Fyrsta vikuskiftið í mars verður
stórsteypadysturin
millum
FM
vinnararnar í EB/Streymi og steypa
vinnararnar í Víkingi, og annað
vikuskifti í mars verður farið undir
landskappingina.
Leygardagin 9. mars verða fýra
dystir: FM vinnararnir í EB/Streymi
fáa vitjan av uppflytarunum í 07
Vestur, uppflytararnir í AB fara til
Fuglafirðar at vitja silvurvinnar
arnar í ÍF, grannauppgerð verður
í Gundadali millum HB og B36, og
KÍ fær vitjan av TB. Sunnudagin
10. mars verður grannauppgerð í
Sarpugerði millum steypavinnarar
nar í Víkingi og NSÍ.
Annað umfar verður spælt
fríggjadagin 15. og leygardagin
16. mars. Fríggjadagin spæla B36 -
Víkingur, og leygardagin 07Vestur
- TB, EB/Streymur-ÍF, AB - HB og
NSÍ - KÍ. So verður steðgur í lands
kappingini, meðan landsliðið verð
ur í Eysturríki, har HM undan
kappingardystur
er
á
skránni
fríggjadagin 22. mars.
Triðja umfar í landskappingini
verður hósdagin 28. mars, sum er
Skírisdagur. Henda dagin verða allir
fimm dystirnir á skránni: TB - NSÍ,
HB - EB/Streymur, KÍ - B36,ÍF - 07
Vestur og Víkingur - AB.
At tey bæði fyrstu umførini eru
løgd at vera fríggjadag og leygardag
og bara ein dystur sunnudag kemst
av, at tað ber við sær møguleika at
flyta dystirnar ein dag, um veðrið
skuldi spælt eitt puss. Einasta rokn
ingin, sum tað ber til at gera við
veðrinum her á landi er, at tað ikki
ber til at rokna við tí, og serliga so
tíðliga á árinum kann tað vísa seg
at vera svikaligt. Og so vísir tað seg
mangan, at um tað ein dag er ill
veður, so er næsti dagurin góður.
Í januar hevur tað ikki altíð verið
so hugaligt hjá fótbóltsspælarunum.
Hetta er tann tíðin, tá ið illveðrið
ofta plagar at leika í av tí ringasta,
men soleiðis hevur tað ikki verið í
ár. Heldur enn í kava og kulda og
kanska nógvum vindi hava fyrstu
og tungu venjingarnar higartil verið
í góðveðri, sum minnir um um
støðurnar, sum tað verður droymt
um skulu vera um mánaðarskiftið
mars-apríl, tá ið tað verða páskir,
og tá ið bæði triðja umfar og fjórða
(2. páskadag) verða á skránni. Hita
stigini hava seinastu vikuna verið
6-10 og onkuntíð hægri enn so, ofta
hevur tað verið mest sum stilli, og
avfallið hevur á ongan hátt verið
í teimum nøgdum, sum tað kann
roknast við, at tað er hesa árs
tíðina.
Fótbólturin kapp
rennur við tíðina
Fótbóltur
Leygardagin verða
fyrstu venjingar
dystirnir, og
annan leygardag
verður fyrsta
kappingin í hesum
kappingarárinum,
sum er sermerkt av,
at fyrsta umfarið
í landskappingini
bara er góðar átta
vikur burtur