mánadagur 14. januar 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tað er nú alsamt meira, sum bendir
á, at finalurnar um føroyameistara
heitið verða millum Mjølnir og SÍ.
Hóast nógvir dystir skulu spælast
afturat, áðrenn endaliga avgerðin
fellur, so eru tað hesi bæði liðini,
sum hava staðið seg best higartil,
og tað eru enn ongar ábendingar
um, at tað fer at broytast í bræði.
Í gjár hevði TB upplagdan
møguleika at blanda seg av álvara
í finalustríðið, eydnaðist tað at
vinna heimadystin á SÍ. Gestirnir
vóru væl upplagdar og lótu ongan
iva vera um, at munur er á liðunum.
Sørvágskvinnur vunnu 3-0, og so
misti TB mest sum sambandið við
ovastu liðini. Settúrslitini vóru 16-
25, 18-25, 17-25.
KÍF reistist
KÍF, sum ikki hevði vunnið seinastu
fimm
landskappingardystirnar,
reistist aftur og vann á fyri aðru
ferð í hesum kappingarárinum, tá
Ternan vitjaði í Kollafirði. Seinast
hesi liðini hittust, tað var tann 21.
november á Toftum, var sera tætt.
Tá vann Ternan 3-2. Dysturin hesa
ferð var eins javnur, men hesaferð
høvdu tær úr Kollafirði neyðuga
yvirskotið.
KÍF vann 3-2. Tað var annars
alt sum bendi á ein sigur til gest
irnar, tá fyrstu tvey settini vóru
avgreidd. Ternan legði bragdliga
fyri og var omaná fyrstu løtuna.
Men so dragnaðu tær, meðan KÍF
ressaðist. Heimaliðið vann tá trý
sett upp í slag, og so var sigurin
heima.
Flogbóltskvinnurnar
úr
Kollafirði hava ikki bitið stórvegis
frá sær hesar seinastu mánaðirnar,
og sigurin var tí teimum sera kær
komin.
Í Havn var eingin slingur í vals
inum, tá Fleyr tók ímóti botnliðnum
ÍF. Fleyr vann 3-0, og sigurin var
eik-ligan kvinnur
Tað er nú alsamt meira, sum bendir á,
at finalurnar um føroyameistaraheitið
verða millum Mjølnir og SÍ
SÍ er á
finalukós
FLOGBÓLTUR Á Tvøroyri vónaðu tey, at TB fór at bíta frá sær
og samstundis ota seg nærri finaluplássi. Tað miseydnaðist.
SÍ vann 3-0 í Trongisvági, og við sannførandi úrslitinum
hava kvinnurnar úr Sørvági beina kós í finalurnar
Flogbóltssambandið boðar um
vikuskiftið frá, at finalurnar um
føroyameistaraheitið hjá bæði
monnum og kvinnum, sum vant
er, verða spældar í mars.
Fyrsta FM-finalan verður í
einum av døgunum millum 11.
og 14. mars. Leygardagin 16. mars
verður seinni finaludagurin. Um
eingin vinnari er tá, so verður ein
møgulig triðja finala spæld 23.
mars.
Tað er tvey tey ovastu liðini
á
stigatalvuni,
sum
spæla
finalurnar
innanhýsis
um
føroyameistaraheitið. Har er tað
liðið, sum er best út av trimum,
sum verður føroyameistari 2013.
Avgerðin fellur í mars
Fleyr vann trygt á botnliðnum úr Fuglafirði