mánadagur 14. januar 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Næstan seks minuttir vóru farnir,
áðrenn fyrsta málið kom í dyst
inum millum VÍF og StÍF, og hetta
bleiv heldur ikki ein av málríkastu
upplivingunum í høllini í Vest
manna, tí tá avtornaði, vann VÍF 25-
20 og andar tí H71 í nakkan í kapp
ingini um at sleppa í FM-finaluna,
sum óivað verður ímóti KÍF. H71
hevur 18 og VÍF 17 stig, meðan StÍF
og Kyndil framvegis liggja á 15
stigum.
– Enn tosa vit ikki um finalu, tí
her er framvegis nógv, vit kunnu
gera betri. Vit eru næstan byrjaðir
umaftur fyri trimum vikum síðani,
og tað gongur rætta vegin. Men um
tað so røkkur í finaluna, er enn ov
tíðliga at siga nakað um, sigur venj
arin hjá vestmanningum, Henrik
Gerster, ið tó ásannar, at fær VÍF
alt at ganga upp í eina hægri eind,
eigur tað at vera nóg mikið til at
koma í finaluna.
Strandingar, sum bara vóru á
odda, tá teir skoraðu til 1-0, men
annars runnu aftan á vestmenn
ingum allan dystin, eru sjálvandi
við har frammi enn, men ásanna,
at tað krevst eitt sindur meira, skal
tað bera allan vegin í finaluna.
– Eg haldi, at VÍF hevði javnt
støði allan dystin, og tað kláraðu
vit ikki ordiliga at spæla upp til.
Teir eru sterkari nú, enn teir hava
verið hinar báðar dystirnar, tá teir
hava smurt okkum av, tí tá var tað
okkara støði, sum ikki var nóg høgt,
ásannar StÍF-venjarin, Alexandur
Johansen.
– Vit hava allíkavæl framvegis
samband við tey fremstu liðini, men
í næstu dystunum skulu vit spæla
ímóti Kyndli og hoyvíkingum, og um
vit ikki vinna teir dystirnar, so eru
vit neyvan við í finalukappingini
meira.
»Svenska verju«
Tað var serliga í verjuspælinum, at
VÍF hevði gott tak á dystinum, sum
StÍF ongantíð ordiliga fekk sett sín
dám á. Og tá tað so eydnaðist strand
ingum at sleppa inn um verjuna
hjá vertunum, var Eli Müller ofta
seinasti skansin, ið veruliga vardi,
so StÍF einki fekk burturúr allíka
væl. Henrik Gerster dylur heldur
ikki fyri, at verjuspælinum er hann
serstakliga errin av:
– Tað var ein fantastisk verja,
vit høvdu í dystinum í dag, og hetta
er tað, vit hava vant síðstu tvær
vikurnar. Við teimum spælarum,
vit hava til taks, kunnu vit manna
eina óhugnaliga 6-0 verju, og vit
sóu í dag, at vit fingu fatur í øgiliga
nógvum bóltum, og at vit eisini
bara fingu 20 mál ímóti okkum, er
óført, sigur hann, samstundis sum
hann grundgevur fyri, hví Sveinur
Justinussen ikki bleiv mansvardur
allan dystin, sum hann annars ofta
hevur verið tað í vetur.
– Jamen, vit mansverja ikki
Svein Justinussen, tí vit trúgva so
mikið upp á egnan mátt og egna
megi, at okkum ikki nýtist at gera
tað. Fólk minnast kanska svensku
6-0 verjuna í 90-unum, og teir
mansvardu heldur ikki nakran á
hinum liðunum, tí teir trúðu upp á
seg sjálvar, og tað gera vit eisini.
So løgið tað ljóðar, var tað kanska
eisini ein orsøk til tapið, at Sveinur
ikki hevði vanliga »yvirfrakkan«, tí
StÍF-venjarin helt tað síggjast aftur
í spælinum.
– At Sveinur slapp at spæla aftur,
var sjálvandi fónt, tí hann hevur
verið mansvardur allar dystirnar,
burtursæð frá tveimum hálvleikum
ímóti Team Klaksvík og tveimum
ímóti VÍF, men samstundis merktu
vit eisini, at hann mestsum ikki
hevur spælt í allan vetur, sigur
Alexandur Johansen.
Góða frástøðu
Bæði í fyrra og seinna hálvleiki
vóru løtur, tá VÍF fór eitt fitt petti
framum. Fyri steðgin vóru vest
menningar eitt skifti á odda 9-3,
men tá vóru tað teir ungu hjá StÍF,
ið fingu næstan vunnið munin
innaftur, tí málini ta løtuna skutu
Allan Norðberg, Pætur Joensen og
Teitur Nilssen, ið saman við eitt nú
málverjanum, Eyðfinni Poulsen,
fingu víst, at framtíðin hjá strand
ingum er í góðum hondum.
– Vit hava gott fólk, men trupul
leikin er, at vit ikki eiga neyðugu
skotstyrkina
í
álopspartinum,
burtursæð frá Sveini. Hinvegin
sóu vit í dag, at VÍF hevur nokk
so nógvar skjúttar, og tað fær av
gerandi, ásannar StÍF-venjarin, ið
serliga mundi sipað til Filip Jojic, ið
atlantic airways deildin
VÍF er
væl á veg
Hondbóltur Vestmenningar vístu bæði styrki og dygdir, tá teir í
gjár høvdu vitjan av strandingum. Serliga í verjuspælinum hevði VÍF
gott tak á dystinum, sum StÍF ongantíð ordiliga fekk sett sín dám á
VÍF - StÍF 25-20 (11-9)
VÍF - StÍF 25-20 (11-9)
VÍF: Filip Jojic 11, Sámal Joensen 4, Holgar Durhuus 2, Agnar Joensen 2,
Jákup Suni Andreasen 1, Andrias Eriksen 1, Joen Pauli Høgnesen 1, Rasmus Junker 1,
Magnus Müller 1, Martin Ritto 1
StÍF: Sveinur Justinussen 6, Pætur Joensen 5 (2), Borgar Danielsen 3, Teitur Nilssen 3,
Allan Norðberg 2, Jón Rasmussen 1
Dómarar: Thomas Juul Thomsen & Arnar Dam