mánadagur 14. januar 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
atlantic airways deildin
Tróndur Arge
– Vit hugsa mest um okkara
spæla í dag. Vit gjørdu nakrar
avtalur, sum vit skulu halda.
Álopsspælið riggar ikki væl í dag,
men tá vit halda tær avtalur vit
hava gjørt, so gongur væl, sigur
Petur Mittún.
H71 var á odda við níggju mál
um í hálvleikinum, og tí valdi H71
at brúka fleiri av spælarunum,
sum ikki altíð sleppa framat.
– Neistin eru nakað skerdir
í
dag.
Teir
mangla
Teitur
Magnusson, og Blagoje Buha er
heldur ikki við. Vit hava hava
tveir steypadystir í næstum, so
vit valdu at skifta eitt sindur út,
greiður Petur Mittún frá.
Hann heldur tað vera óheppið,
at hansara menn nú skulu spæla
tríggjar dystir upp í slag móti KÍF,
sum hann metir er tað sterkasta
liðið í landinum.
– Skulu vit gera okkum nakrar
vónir um at geva teimum nakra
mótstøðu, so mugu aðrir bollar í
suppuna, staðfestur venjarin hjá
H71.
Stórskjúttin hjá H71, Bogdan
Florea, hevur verið svingandi
í sínum avrikum í seinastuni.
Leygardagin spældi hann ein
góðan dyst. Petur Mittún sigur,
at Bogdan hevur ein skaða at
dragast við í løtuni og tað ávirkar
avrikini.
Ongin Áki
Rani Slættanes stóð á odda fyri
Neistanum. Vanligi venjarin, Áki
Mørk, var sjúkur og kundi ikki
verða í høllini.
– Áki fekk forfall og heitti á
meg um at traðka til og tað geri
eg fegin. Tíverri fyri okkum, so
eydnaðist dagurin ikki heilt sum
vit ætlaðu okkum, sigur Rani
Slættanes.
Avrikið hjá Neista spælarunum
var óstøðugt í dystinum.
– Tað er nakað sum hevur
verið afturgangandi fyri liðið í ár.
Men tað er ikki óvanligt, at eitt lið
við nógvum ungum spælarum er
óstøðugt, sigur Rani Slættanes,
sum fyri fyrstu ferð hevur roynt
at staðið á odda fyri Neistianum.
trondur@sosialurin.fo
H71 - Neistin 31-25 (20-11)
H71: Bogdan Florea 7, Rúni Højgaard 6, Ári J. Olsen 4, Hallur Biskopstø 3, Rógvi Sørensen
3, Niels Viggo Niclasen 2, Andor Sivertsen 2, Hanus Norðberg 1, Høgni Olafson 1,
Sigmundur Nolsøe 1, Tróndur Arge 1
Neistin: Torstein Balle 6, Beinur Davidsen 4, Grímur Petersen 4, Jugoslav Djumic 3, Terji
Mørk 3, Andras Joensen 2, Rógvi Nolsøe 1, Rói Hansen 1, Kristian Dulavík 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen
Vit spæla ikki væl
Hondbóltur Tað sigur Petur Mittún, venjari hjá
H71. Hetta hóast H71 liggur á øðrum plássi og er í
hálvfinaluni í steypakappingini. H71 vann dystin móti
Neistanum uttan at tað veruliga bleiv spennandi
Myndir: Álvur Haraldsen
bleiv toppskjútti við ellivu málum
og eisini megnaði at skorað, tá VÍF
hevði útvístar spælarar og StÍF
royndi at mansverja Jojic.
Eisini miðskeiðis í seinna hálv
leiki blivu seks mál á muni, tá VÍF
fór upp á 22-16, men tá orkaði StÍF
ikki at vinna alt innaftur, men
fekk bara skorið munin niður í trý
mál, áðrenn VÍF syrgdi fyri at gera
arbeiðið liðugt og at enda vann
dystin við sínum fimm málum.
Í næstum skulu liðini møtast
aftur í hálvfinalunum í steypa
kappingini, og sum skilst á
strandingum, ætla teir at lesa væl
uppá og royna ikki at gera somu
mistøk sum í gjár, meðan teir í VÍF
hinvegin ætla at halda fram við
trúnni á egnan mátt og egna megi,
hóast Henrik Gerster væl dugir at
síggja, at júst slíkir steypadystir
kunnu vera tungir:
– Tveir hálvfinaludystir ímóti
StÍF kunnu vera óhugnaliga
torførir, tí hálvfinalur eru millum
ringastu dystir at spæla, tí
aftan á teir kemur finalan. Men
megna vit at halda fast í okkara
konsepti, hava vit ein rættiliga
góðan møguleika fyri at koma í
steypafinaluna, staðfestir VÍF-
venjarin.
hilmarjan@sosialurin.fo
H71 - Neistin 31-25 (20-11)
Myndir: Álvur Haraldsen