mánadagur 14. januar 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
KÍF var favorittur at vinna á Kyndil
sunnudagin. Liðini møttust í vikuni
í steypakappingini og har vann
KÍF greitt. Hesa ferð var munurin
minni, men tá samanumkom var
breiddin, og harvið orkan, munurin
á liðnum
– Vit orka betri og tí vinna vit,
er niðurstøðan hjá Ása Dam, sum í
løtum røkti plássið á miðjuni. Hann
var ein av fleiri spælarum, sum van
ligt spæla fast, men sum fekk fleiri
høvi at hvíla seg.
– Vit byrja við tveimum nýggjum
spælarunum í mun til seinast, og
teir gera tað eins gott. Vit hava ein
breiðan hóp og kunnu koma langt.
Vit fáa nýggjar kreftir inn seinastu
løtuna, meðan fleiri av teirra hava
spælt allan dystin, sigur Ási Dam.
– Vit velja at byrja øðrvisi enn vit
hava gjørt hinar dystirnar. Eg haldi
tað sæst, at bæði liðini eru troytt
eftir eina strævnan steypadyst í
vikuni, sigur spælfordeilarin.
Tað gongur væl hjá kollfirðingum
í løtuni, sum eru heili fimm stig
fremst í landskappingini.
– Tað gongur væl í løtuni, men
vit hava eisini havt minni góðar løt
ur, so vit taka einki fyri givið, leggur
Ási afturat.
Komandi tríggir dystirnir hjá KÍF
eru allir móti H71. Tvær hálvfinalur
í steypakappingini og ein dystur í
landskappingini. Í Kollafirði ætlar
teir at raðfesta steypakappingina
høgt.
– Vit taka steypakappingina
seriøst nú, tí vit hava eitt sindur at
geva av í landskappingini, sigur Ási
Dam at enda.
Tapt yvirtalsstøða
er avgerandi
Venjari
hjá
Kyndli,
Bárður
Johannesen, er ikki í iva nær Kyndil
tapur dystin.
– Tá fimm minuttir eru eftir
eru vit í yvirtal í tveir minuttir,
men tapa við tveimum málum.
Tað kostar okkum, sigur Bárður
Johannesen.
– Vit spæla ein góða fyrra hálv
leik og eru óhepnir at vera aftan
fyri, men vit byrja illa upp á seinna
hálvleik og brenna fýra 100 prosent
møguleikar, meðan teir fáa skjót
álop, sigur venjarin víðari.
Bárður Johannesen vísur eis
ini á, at tað er nakað tunt í hóp
inum. Umframt at íslendski striku
spælarin er farin aftur til Íslands,
so vóru fleiri spælarar ikki við
sunnudagin.
– Vit mangla fleiri spælarar í
dag. Ein er skaddur, ein er hálvur og
ein blívur skaddur í fyrra hálvleiki,
meðan tveir eru í arbeiðsørindum
uttanlands. Tí blívur tað nakað
tunt á bonkinum, og tað er nokk ein
orsøk til at vit tapa, ásannar venj
arin hjá Kyndli.
Hann er tó við gott mót og metir,
at tað er ikki móti KÍF, at Kyndil
kann tryggja sær eitt FM finalu
pláss.
– Hetta er fyrsta tapi hjá okkum
í seks dystum, so tað er á góðari
leið. Tað er ongin katastrofa at tapa
hendan dystin. KÍF er toppliðið. Tað
eru hinir dystirnir vit skulu vinna.
Klára vit, so eru vit aftur heilt ovar
laga, sigur Bárður at enda.
trondur@sosialurin.fo
KÍF heldur fram
Hondbóltur KÍF vann 31-28 á Kyndil í høllini í Kollafirði, meðan
H71 vann greiðan sigur á Neistanum í Hoyvíkshøllini
KÍF - Kyndil 31-28 (14-13)
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Andrias Nielsen 5, Niclas Selvig 5, Teitur Joensen 4,
Ási Dam 4, Tony Weyhe 3, Poul Finnur Egholm 2, Rógvi Weyhe 2
Kyndil: Finnur Hansson 9, Ludvík Sùnason 6, Birgir Poulsen 6, Andrias Sólsker 3,
Høgni Klein Olsen 2, Thorvald Abrahamsen 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen
KÍF – Kyndil 31-28 (14-13)
atlantic airways deildin
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
14
417
319
98
23
2 H71
14
391
349
42
18
3 VÍF
14
380
345
35
17
4 StÍF
14
352
315
37
15
5 Kyndil
14
356
350
6
15
6 Neistin
13
301
329
-28
8
7 Team Klaksvík
13
242
432
-190
0
Mynd: Álvur Haraldsen