Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Stjørn var um reppið at gerast fyrsta liðið í hesum kappingarárinum, sum knúgvaði stinnu kvinnunum hjá Neistianum. Stjørnan var á odda 27-22, tá tíggju minuttir rest­ aðu í. Tá tók Stjørnan eitt time out. Eftir hetta kom av álvara vend í og Neistin vann 31-29. – Time Out'ið við støðuna 22-27 bjargaði okkum, tá vit fóru á vøllin aftur vístu spælararnir endiliga hvat tær veruliga duga, greiðir Kári Horn, venjari hjá neistakvinnum frá. Kári Horn er alt annað enn nøgdur við tað, sum hendi gjøgnum teir fyrstu 50 minuttirnar í dystinum, men hann fegnast kortini um, at hans­ara spælarar fingu eina áminn­ ing um, at ein má stríðast allar 60 minuttirnar av dystinum. Svein Rógvi hevði onki val Svein Rógvi ásannar, at dysturin vendi eftir steðgin tíggju minuttir fyri tíð, men hevði gjørt tað sama um­aftur um hann fekk møgu­ leikan. – Eg hevði einki val. Okkara ork­ aðu ikki meir og battaríini vóru fløt, staðfestur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein. Sostatt metir hann ikki, at tað var sjálvur steðgurin, ið vendi dyst­ inum, men heldur at orkan var uppi hjá Stjørnuni. Hetta er aðru ferð í hesum kapp­ ingarárinum, at Stjørnan gevur Neist­anum skarpan gang. Tað gjørdu tær eisini í dystinum í Havn. Lykilin til góðu avrikini skal finnast í upp­taktini til dystirnar. – Í báðum førum hava vit havt fólk til venjing undan dystunum móti Neistanum, og tað hevur verið munurin í mun til hinar dystirnar, sigur Svein Rógvi. Tað hevur gingið illa við at fáa fólk at møta upp til venjing, men síðani ársskiftið hevur gongdi verið beint uppeftir. – Vit hava havt somu spæl­ar­ arnar til venjing í eina tíð og tað sært tú aftur á vøllinum í dag. Eg trúgvi upp á, at Stjørnan kann vinna á Neistanum, sigur Svein Rógvi víðari. Stjørnan er steypalið Stjørnan er steypalið burturav og tær eru aftur í hálvfinaluni. í steypa­kappingin í ár. Spurningurin er so um Stjørnan er einasta liðið, ið kann geva Neistinum skarpa gang í eini møguligari steypafinalu. – Halda spælararnir fram við at venja sum tær gera nú, so gongur tað bara ein veg, sigur venjarin hjá stjørnuni. Tær skulu møta VB og fyrra hálv­ finalan er komandi leygar­dagin. Fleiri av spælarunum hjá Stjørn­ uni hava góðar royndir í steypa­ kappingini, so tað er ikki óhugsandi, at Stjørnan ger bart har. Sterkar verjur Tað var sterkt verjuspæl, sum var eyðkendi dystin í Vági millum VB og Kyndil. Støðan í fyrra hálvleiki var 4-7 til Kyndil. Tað má sigast at verða heldur sjálvsamt, at eitt lið í bestu deild­ini bara megnar at skora fýra mál í einum hálvleiki. Millum annað brendi VB øll fýra brotskøstini liðið fekk í dystinum. Kyndil hevur nú sett seg tung á annað plássið við 15 stigum, meðan VÍF/Tjaldur, sum tapti fyri StÍF, framvegis bara hevur átta stig á triðja plássi. trondur@sosialurin.fo VB - Kyndil 14-19 (4-7) VB: Rannvá Johannessen 5, Tamara Radic 5, Andrea Nielsen 2, Gurið Mortensen 1, Helga Eyðunsdóttir 1 Kyndil: Simona Iacob 7, Randi S. Wardum 4, Anja Heinadóttir 3, Guðrið G. Eysturberg 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Bjarta Johansen 1 Dómarar: Uni og Hannis Wardum Stjørnan - Neistin 29-31 (16-18) Stjørnan: Ella Petersen 9, Simona Petersen 7, Ema Bezanovic 6, Lovisa Lassen 3, Una Olsen 3, Eyðvør Klakstein 1 Neistin: Barbara Brauer 11, Nicoleta R. Hansen 5, Marjun Danberg 4, Bára Hansen 4, Rakul Augustinussen 3, Unnur Danielsen 2, Birita Jacobsen 1, Eir Berg 1 Dómarar: Daniel Rapa og Niclas Niclasen VÍF/Tjaldur - StÍF 20-28 (9-15) VÍF/Tjaldur: Liljan Durhuus 7, Eilin Hansen 4, Tóra Seloy 4, Ansy Sevdal 3, Amanda Kristensen 2 StÍF: Fríðrún Danielsen 7, Oddrún Danielsen 5, Rebekka Justinussen 4, Birna Tummasardóttir 4, Paula Høgnesen 3, Bára Berthelsen 2, Guðrið Poulsen 1, Mariann Petersen 1, Lena Weihe 1 Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin M. Petersen fremsta deildin kvinnur Fremsta deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 11 349 255 94 22 2 Kyndil 12 275 265 10 15 3 VÍF/Tjaldur 10 237 265 -28 8 4 VB 10 233 248 -15 7 5 Stjørnan 11 252 274 -22 6 6 StÍF 10 245 284 -39 6 Eg hevði gjørt tað umaftur Hondbóltur Tað sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, venjari hjá Stjørnuni, um steðgin í dystinum, sum vendi gongdini fyri Neistan – Time Out'ið bjargaði okkum, sigur Neista venjarin, Kári Horn – Eg hevði einki val. Okkara ork­aðu ikki meir og battaríini vóru fløt, staðfestur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein Myndir: Noðlýsið