mánadagur 14. januar 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
5. november í 2012 doyði heimsins
elsti fótbóltsvenjari, walisiski Ivor
Verdun Powell aftaná stutta sjúkra
legu. Ivor Verdun Powell kom
ongantíð at spæla við toppliðum
í Bretlandi, ella at venja topplið í
Bretlandi, men hann endaði í søgu
bókunum, sum heimsins elsti fót
bóltsvenjari nakrantíð. Hetta hendi
tá Ivor Verdun Powell varð 90 ára
gamal í 2006. Tá var Ivor Verdun
Powell hjálparvenjari hjá einum
liðnum “Team Bath”. Talan var um
eitt universitetslið, sum hoyrdi til
lærda háskúlan í tí søguríka, enska
býnum Bath. 90 ára gamal fekk Ivor
Verdun Powell heiðurin at koma í
metbókina hjá Guiness, sum tann
elsti fótbóltsvenjarin nakrantíð. Tá
walisarin varð 92 ára gamal var hann
heiðraður av Elisabeth drotningi,
og sligin til riddara av tí bretska
samveldinum. Tá Ivor Verdun Powell
varð givin, sum venjari átók hann
sær at verða formaður í Team Bath.
Í 2004 gjørdist tann tá 88 ára gamli
walisarin partur af tí walisiska
“Sports Hall of Fame”.
Venjari gjøgnum 53 ár
Í meir enn eina hálva øld, í heili
53 ár var Ivor Verdun Powell fót
bóltsvenjari við útbúgving frá FA,
tí enska fótbóltssambandinum. Í
2010 stovnaði Ivor Verdun Powell
“The Ivor Powell Sports Scholar
ship Fund" , sum skal hjálpa, stuð
la fíggjarliga og vegleiða ungum
talentum innan ymiskar ítróttar
greinar. Ivor Verdun Powell byrjaði
at spæla fótbólt í walisiska heim
býnum Bargoed. Sum unglingi
arbeiddi hann í kolanámunum í
Bargoed, áðrenn hann fekk boðið
at gerast yrkisspælari. Árini 1937 til
1948 spældi walisarin við London-
liðnum, Queens Park Rangers.
Yrkisleiðin varð tó avbrotin krígs
árini 1939 til 1945, tá Ivor Verdun
Powell, sum so mangir aðrir mans
á hansara aldri mátti gera sítt til,
at Bretland kundi vinna kríggið
ímóti Nazitýsklandi og Japan.
Krígsárini var Ivor Verdun Powell
staddur í India, har hann enntá á
einum sinni møtti tí kenda indiska
frælsisstríðsmanninum, Mahatma
Gandhi. Undir krígnum spældi
hann nógvar dystir við einum fram
sýningarliði hjá tí bretska herinum,
sum spældi rættiliga nógvar dystir í
India tey seinnu krígsárini.
Hevði sølumetið í 1948
Við Queens Park Rangers spældi
Ivor Verdun Powell 110 dystir og
skeyt tvey mál. Árini 1948 til 51 spæl
di walisarin við Aston Villa, har
hann skeyt fimm mál í 79 dystum.
Tá walisarin varð seldur til Aston
Villa í 1948, var tað fyri 17.500 bretsk
pund, sum tá var sølumet í bretsk
um fótbólti. Àrini 1951-1952 tók Ivor
Verdun Powell eitt stutt tørn við
Port Vale og síðani við Barry Town,
áðrenn hann endaði yrkisleiðina
sum fótbóltsspælari í Bradford City,
árini 1952 til 1954, har hann skeyt 9
mál í 83 dystum. Millum 1946 og 1950
fekk Ivor Verdun Powell heiðurin at
spæla átta landsdystir fyri Wales. Í
Port Vale og í Bradford var walisarin
leikandi venjari.
Vandi eisini í Grikkalandi
Í 1954, 38 ára gamal stillaði Ivor
Verdun Powell gaggurnar, og kapp
ingarárið 1954-1955 var hann venjari
burturav hjá Bradford City. Árini
1960 til 1963 vandi walisarin Carlisle
United. Í 1964 fór hann at venja Bath
City. Ì 1968 vóru boð eftir honum
úr Grikkalandi at venja PAOK
Saloniki, men har hann sekkjaður
aftaná nakrar fáar dystir. Aftaná
tað stutta ævintýrið í Grikkalandi
gjørdist Ivor Verdun Powell partur
av venjaratoyminum hjá Leeds
United undir leiðslu av tí kenda
Don Revie, sum førdi Leeds United
til tað enska meistaraheiti í 1974. Ì
1973 gjørdist Ivor Verdun Powell
partur av venjaratoyminum hjá
Team Bath, har hann var ein kveikj
andi og hugvekjandi venjari, sum
tey ungu altíð høvdu tokka til, og
stóra virðing fyri. Sum spælari var
størsta løtan hjá Ivor Verdun Po
well at vinna ensku 3. deild saman
við Queens Park Rangers í 1947, og
sum venjari var fremsta avrikið at
vinna uppflyting úr 4. deild upp í 3.
deild við Carlisle United. Talan varð
um ta fyrstu uppflytingina nakran
tíð hjá Carlisle United.
Heimsins elsti fótbólts
venjari doyði í november
Walisiski fótbóltsspælarin og fótbóltsvenjarin, Ivor Verdun Powell gjørdist 96 ára gamal. Hann varð heili
93 ára gamal, tá hann gavst sum fótbóltsvenjari, sum er staðfest heimsmet í Guiness metbókini