mánadagur 14. januar 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Danir kunnu vinna HM
HM hondbóltur 2013 Spania
Hondbóltur Tað, sum er farið av HM-kappingini í manshondbólti í Spania, staðfestir, at tann
endaligi vinnarin verður eitt av teimum liðunum, ið undan kappingini vórðu mett sum favorittar
Árni Joensen
Eydnast tað loksins Danmark at
vinna heimsmeistaraheitið í mans
hondbólti hesaferð, ella verður tað
Frakland? Ella kanska vertslandið
Spania? Ella kanska Ungarn? Boðini
eru fleiri, men neyvan nakað annað
enn hesi fýra.
Higartil hava danir spælt tveir
dystir í Spania. Tann fyrri, sum
var ímóti Qatar, var ikki stórt ann
að enn ein upphitingardystur,
men tann seinni, sum var ímóti
Russlandi í gjár, var ein rættiligur
hondbóltsdystur.
Russar
hava
eitt spennandi lið hesaferð, og við
nýggjum venjara spæla teir eitt
heilt annað slag av hondbólti, enn
teir hava gjørt í mong ár. Tað sást
eisini í gjár, at danir høvdu ilt við
at sleppa frá russum, sum hálaðu
seg innaftur hvørja ferð – uttan í
sjálvum endanum, og tí vann Dan
mark lutfalsliga trygt við fýra mál
um, tá saman um kom.
Við sigrinum á russum tók tað
danska liðið eitt týðandi stig ímóti
áttandapartsfinaluni og sum bólka
vinnari.
Ísland ov skert
Eingin stór kapping í manshond
bólti uttan Ísland, og soleiðis er
eisini í HM hesaferð. Men meðan
stríðvilji og stoltkeiki hava lyft
íslendska liðið onnur ár, eru hesir
eginleikarnir neyvan nóg mikið
hesaferð.
Dysturin ímóti russum, sum ís
lendingar taptu við fimm málum,
vísti, at tann íslendski hópurin
er ov smalur til eina so harða og
drúgva kapping. Skaðar hava gjørt,
at fleiri av teimum, sum plaga at
byrja inni, eru ikki við í Spania. Og
tá tað snýr seg um so kend nøvn
sum Ólaf Stefánsson, Ingimund
Ingimundarson
og
Alexander
Petersson, sigur tað seg sjálvt, at
tað má síggjast aftur.
Kanska fæst ein betri mynd av tí
íslendska liðnum, tá tað møtir døn
um seinni í vikuni.
Sum væntað
Hyggja vit at hinum bólkunum, so
hevur gongdin verið sum væntað.
Í bólki hevur Frakland lagt seg á
odda, og okkurt kundi bent á, at
tað verða tunesar, sum taka 2. pláss
í hesum bólkinum. Teir taptu ímóti
Fraklandi, men vunnu á einum
týskum liði, sum er rættiliga skaða
skert.
Teir báðir seinnu bólkarnir, C og
D, tykjast rættiliga javnir í ovaru
helvt. Í bólki C hava Slovenia,
Serbia og Pólland hvør síni tvey
stig, men Hvítarussland tapti bara
við tveimum málum ímóti Póllandi,
so her er einki avgjørt við plaser
ingum.
Vertslandið Spania er í bólki
D saman við Ungarn, sum er ein
av favorittunum, og Kroatia, ið øll
vunnu sínar fyrstu dystir.
arni@sosialurin.fo
nr.
lið
dystir vunni javnt
tapt
mál
stig
Bólkur a
1 Frakland
2
2
0
0
62-47
4
2 Týskland
2
1
0
1
56-48
2
3 Tunesia
2
1
0
1
52-53
2
4 Argentina
2
1
0
1
48-50
2
5 Brasil
2
1
0
1
47-53
2
6 Montenegro 2
0
0
2
46-60
0
nr.
lið
dystir vunni javnt
tapt
mál
stig
Bólkur b
1 Danmark
2
2
0
0
72-54
4
2 Makedonia
2
2
0
0
64-58
4
3 Ísland
2
1
0
1
63-52
2
4 Russland
2
1
0
1
57-56
2
5 Qatar
2
0
0
2
57-75
0
6 Kili
2
0
0
2
50-68
0
nr.
lið
dystir vunni javnt
tapt
mál
stig
Bólkur c
1 Slovenia
1
1
0
0
32-22
2
2 Serbia
1
1
0
0
31-22
2
3 Pólland
1
1
0
0
24-22
2
4 Hv.russland 1
0
0
1
22-24
0
5 Suðurkorea 1
0
0
1
22-31
0
6 Saudiarabia 1
0
0
1
22-32
0
nr.
lið
dystir vunni javnt
tapt
mál
stig
Bólkur d
1 Kroatia
1
1
0
0
36-13
2
2 Spania
1
1
0
0
27-14
2
3 Ungarn
1
1
0
0
32-23
2
4 Egyptaland 1
0
0
1
23-32
0
5 Algeria
1
0
0
1
14-27
0
6 Avstralia
1
0
0
1
13-36
0
Bestu málskjúttarnir higartil
1 Kiril Lazarov, Makedonia . . . . . 17
2 Anders Eggert, Danmark . . . . . 13
2 Gudjon V. Sigurðsson, Ísland . . 13
2 Amine Bannour, Tunesia . . . . . 13
5 Diego Simonet, Argentina . . . . 12
5 Jerome Fernandez, Frakland . . 12
5 Dejan Manaskov, Makedonia . . 12
5 Fernando Pacheco, Brasil . . . . . 12
5 Wael Jallouz, Tunesia . . . . . . . . 12
10 Rodrigo Salinas, Kili . . . . . . . . 11
Frá dystinum millum Danmark og Russland, sum danir vunnu við fýra málum
Tað er saknur í Alexander
Petersson á íslendska HM-liðnum