Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Lazio hálar inn á Juventus, sum aftur hetta vikuskiftið misti stig. Oddaliðið tapti púra óvæntað fyri Sampdoria farna vikuskiftið. Hetta vikuskiftið spældu teir 1-1 móti Parma á útivølli. Parma hevur framvegis ikki tapt á heimavølli. Lazio vann 2-0 á Atalanta og er nú bara trý stig aftanfyri Juventus. Málini komu ikki fyrr enn seint í dystinum. Sampdoria, sum stóð fyri óvæntaða úrslitinum seianst, fekk enn eitt gott úrslit, tá teir spældu málleysan javnleik móti AC Milan. Annars er søgan í Italia, at Wesley Snejider er ferdigur í Inter Milan. Felagið vil hava hann at leingja sáttmálan við einum árið, men fyri somu samlaðu løn, sum hann longu fær. Liverpool og Tottenham eru sett í samband við miðvallaran, men tað ljóðar, at Galatasaray er favorittur at keypa hann. Lazio hálar inn á Juventus Týska landskappingin byrjar aftur komandi vikuskiftið. Borussia Dortmund vinnur neyvan týsku kappingina triðju ferð á rað, nú Bayern Munchen er heili 12 stig framman fyri týska meistaraliðið. Bayern Leverkusen er nærmasti kappingarneyti hjá Bayern Munchen, men eisini teir hava langan veg upp til toppin – níggju stig. Fyri Borussia Dortmund kemur tað væl við, at teir hava leigað Nuri Sahin frá Real Madrid. Turkiski miðvallarin hevur seinasta hálva árið verið útleigaður til Liverpool, men hevur havt ilt við at vinna sær fast pláss. Nuri Sahin spældi við Dortmund frá 2005 til 2011, áðrenn hann var seldur til Real Madrid. Hann er nú aftur har sum alt byrjaði. Leigusáttmálin er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum og komandi kappingarár. Vinna neyvan triðju ferð á rað Barcelona er í einum serflokki í Spania. Teir eru 11 stig frammanfyri Atletico Madrid á øðrum plássi, og 18 stig frammanfyri Real Madrid. Katalanska stórfelagið hevði um vikuskiftið, á pappírinum, eina av torføru uppgávunum, tá teir vóru gestir í Malaga, sum liggur nummar fimm. Men Barcelona er í einum flokki fyri seg, og vann uttan stór­ vegis hóvasták 3-1. Real Madrid spældi málleysan javnleik móti Osasuna. Cristiano Ronaldo hevði leikbann eftir fimm gul kort, meðan Kaka varð útvístur. Atletico Madrid greiddi sína skyldu og vann 2-0 á Real Zaragoza. La Liga er nú komin í helvt og Barcelona hevur vunnið allar dystirnar uttan ein, sum endaði við javnleiki. Barcelona í serflokki Manchester United staðfesti sína oddastøðu við einum 2-1 sigri á arvafíggjandanum Liver­ pool. Robin Van Persie og Nemanja Vidic løgdu Manchester United á odda, men bara tríggjar minuttir eftir 2-0 málið minkaði inn­skifti Daniel Sturridge fyri Liverpool. Ma­n­chester United vann uppiborið, emn Liverpool skuldi stolið eitt stig við heim við eitt sindur av hepni. Manchester City vann 2-0 á Arsenal. Av­ gerandi løtan kom aftaná 10 minuttir, tá Laurent Koscielny varð útvístur fyri neyð­ brems­una. James Milner og Edin Dzeko skoraðu málini fyri gestirnar. Annars stóð Reading fyri einum ordans »comeback«, tá teir vendu 0-2 til 3-2 átta teir seinastu minuttirnar í dystinum móti West Bromwich. Fótbóltur kring Evropa nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Manchester United 22 18 1 3 56-29 55 2 Manchester City 22 14 6 2 43-19 48 3 Chelsea 21 12 5 4 43-19 41 4 Tottenham 22 12 4 6 39-27 40 5 Everton 22 9 10 3 35-26 37 6 Arsenal 21 9 7 5 40-24 34 7 West Bromwich 22 10 3 9 31-30 33 8 Liverpool 22 8 7 7 35-28 31 9 Swansea 22 7 9 6 31-26 30 10 Stoke 22 6 11 5 21-24 29 11 West Ham 21 7 5 9 24-27 26 12 Norwich 22 6 8 8 24-34 26 13 Fulham 22 6 7 9 33-38 25 14 Sunderland 22 6 7 9 24-29 25 15 Southampton 21 5 6 10 28-38 21 16 Newcastle 22 5 6 11 27-39 21 17 Wigan 22 5 4 13 23-40 19 18 Aston Villa 22 4 7 11 17-42 19 19 Reading 22 3 7 12 26-42 16 20 Queens Park R. 22 2 8 12 17-36 14 nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Bayern München 17 13 3 1 44-7 42 2 Bayer Leverkusen 17 10 3 4 33-22 33 3 Dortmund 17 8 6 3 35-20 30 4 Eintracht Frankfurt 17 9 3 5 33-27 30 5 Freiburg 17 7 5 5 24-18 26 6 Mainz 05 17 8 2 7 24-21 26 7 Schalke 04 17 7 4 6 27-25 25 8 Mönchengladbach 17 6 7 4 25-26 25 9 VfB Stuttgart 17 7 4 6 21-28 25 10 Hamburger SV 17 7 3 7 18-21 24 11 Hannover 96 17 7 2 8 32-31 23 12 Werder Bremen 17 6 4 7 28-29 22 13 Fortuna Dusseldorf 17 5 6 6 20-22 21 14 FC Nürnberg 17 5 5 7 17-22 20 15 Wolfsburg 17 5 4 8 17-27 19 16 Hoffenheim 17 3 3 11 23-41 12 17 Augsburg 17 1 6 10 12-29 9 18 Greuther Fürth 17 1 6 10 11-28 9 nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Barcelona 19 18 1 0 64-20 55 2 Atletico Madrid 19 14 2 3 40-18 44 3 Real Madrid 19 11 4 4 45-20 37 4 Betis 19 11 1 7 30-29 34 5 Malaga 19 9 4 6 29-16 31 6 Rayo Vallecano 19 10 1 8 27-34 31 7 Valencia 19 9 3 7 27-27 30 8 Levante 19 9 3 7 24-27 30 9 Real Sociedad 19 7 5 7 28-25 26 10 Valladolid 19 7 4 8 27-25 25 11 Getafe 18 7 3 8 22-28 24 12 Sevilla 19 6 4 9 23-28 22 13 Zaragoza 19 7 1 11 21-28 22 14 Athletic Bilbao 19 6 3 10 23-39 21 15 Celta Vigo 19 5 3 11 19-24 18 16 Espanyol 19 4 6 9 20-30 18 17 Mallorca 19 4 5 10 18-33 17 18 Granada 18 4 4 10 14-27 16 19 Deportivo La Coruna 19 3 7 9 23-40 16 20 Osasuna 19 3 6 10 14-20 15 nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Juventus 20 14 3 3 41-14 45 2 Lazio 20 13 3 4 30-19 42 3 Napoli 20 13 3 4 40-18 40 4 Inter 20 12 2 6 32-22 38 5 Fiorentina 20 10 5 5 37-24 35 6 Roma 20 10 2 8 43-34 32 7 AC Milan 20 9 4 7 36-27 31 8 Udinese 20 7 9 4 32-27 30 9 Parma 20 8 6 6 28-26 30 10 Catania 20 8 5 7 27-27 29 11 Chievo 20 7 3 10 21-33 24 12 Torino 20 5 9 6 23-24 23 13 Atalanta 20 7 3 10 18-30 22 14 Bologna 20 6 3 11 25-26 21 15 Sampdoria 20 6 4 10 22-28 21 16 Pescara 20 6 2 12 17-37 20 17 Cagliari 20 5 4 11 19-36 19 18 Genoa 20 4 5 11 21-32 17 19 Palermo 20 3 6 11 16-32 15 20 Siena 20 4 5 11 19-31 11 Premier League 1. Bundesliga Primera division Serie A Tróndur Arge United staðfest oddastøðu