leygardagur 3. apríl 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 66 - 3. apríl 2004
Nr. 66 - 3. apríl 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Hósdagin 1. apríl fylti
umlættingarheimið
Dáin í Klaksvík 15 ár.
Ein rúgva av gestum
vóru komin í føðing-
ardag, har starvsfólk
og brúkarar bjóðaðu
køkur og kaffi. Og
sjálvandi sungu øll
við, tá Karl Martin
Samuelsen treiv í at
syngja "Tillukku til
Dáan."
MÓTTØKA
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Lívið hjá teimum brekaðu í
Norðoyggjum
er
nógv
broytt seinastu 15 árini. Og
tað er ikki minst teimum, ið
tóku stig til at byggja um-
lættingarheimið Dáan, fyri
at takka. Hendan byggiætl-
an, ið byrjaði í tí smáa, um-
fatar nú bæði umlættingar-
heim, búfelagsskap um-
framt sambýli fyri autistar.
Dáin hevur 4 dag- og 6
døgn
umlættingarpláss.
Brúkarnir av dagplássunum
hava vanliga ein fastan dag
um vikuna, meðan døgn-
plássini verða nýtt mest í
vikuskiftum og frítíðum.
Mesta virksemið í húsinum
er í vikuskiftunum, tá fólk,
sum annars hoyra til aðrar
stovnar, eisini ofta nýta
høvi at koma at vitja.
Í fremstu røð
- Tað er í grundini als ikki
so langt síðani, at tey brek-
aðu vórðu send av land-
inum, tí vit onki høvdu at
bjóða teimum herheima,
segði Jona Nielsen, for-
maður í stýrinum fyri
Dáan.
Fyri nógv av teimum
bleiv
Danmark
teirra
nýggja heim, og tey komu
ongantíð heimaftur. Av
teimum, sum komu heim-
aftur, máttu tey flestu til
Havnar at vera, tí har vóru
tey einastu tilboðini til tey í
Føroyum. Í so máta er eitt
stað, sum Dáin, onki minni
enn ein kollvelting, við tað
at tey, sum eru fødd í Norð-
oyggjum, sleppa at verða
verðandi har, sum teirra
familja eisini býr.
Jona tosaði eisini sum av-
varðandi.
Ommudóttir
hennara, Jona, hevur sína
dagligu gongd í Dáanum,
og tí veit omman av egnum
royndum, hvussu stóran
týdning eitt stað sum Dáin
hevur fyri trivnaðin hjá
teimum brekaðu.
- Í Dáanum koma Jona og
hinir brúkarnir í fremstu
røð, og tað eru tey brekaðu
jú ikki alt ov von við, segði
Jona. Sum avvarðandi ivast
vit onga løtu, í at umsorg-
anin og áhugin hjá starvs-
fólkunum
fyri
teimum
brekaðu kemur beint úr
hjartanum. Tað vísa tey dag
og dagliga, og tað merkja
okkara børn og ommubørn,
segði Jona Nielsen.
Flutt mørk
Jóna Olsen, leiðari á Verk-
staðnum á Brekku, nýtti
eisini høvi at bera Dáanum
eina føðingardagsheilsan.
Hon var fyrsti leiðarin á
Dáanum og mintist, hvussu
hugalig byrjanin var, tí við
Dáanum
gjørdist
ein
dreymur veruleiki fyri so
nógv.
- Tá størvini skuldu set-
ast, komu 150 umsóknir
inn. So eg var so heppin at
vera við til at velja tey
allarbestu út, og tað er ikki
minst teimum fyri at takka,
at heimið hevur ment seg so
nógv hesi árini, segði Jóna.
- Í fyrstuni var ikki so
nógv virksemi í Dáanum, tí
fólk dugdu ikki rættiliga at
venja seg við tankan um, at
eitt slíkt tilboð nú var veru-
leiki. Og tað sigur ikki so
lítið um, hvat tey brekaðu
og teirra avvarðndi høvdu
verið noydd at taka til takka
við.
- Dáin og Verkstaðið á
Brekku vóru byrjanin til
eitt nýtt tíðarskeið hjá teim-
um brekaðu í Norðoyggj-
um. Men stovnarnir hava
eisini verið við til at flutt
onnur mørk, soleiðis at tol-
semi
mótvegis
teimum
brekaðu er vorðið munandi
størri, enn tað var fyri 15
árum síðani. Tá vóru tey
ikki serliga sjónlig, tí tey
vóru goymd burtur ein
stóran part av tíðini. Nú eru
tey her saman við okkum
sum ein nátúrligur partur av
býarmyndini. Og soleiðis
eigur tað at vera, segði Jóna
Olsen.
Bussurin á veg
Umframt umlætting bjóðar
Dáin eisini brúkarnum at
luttaka í ymsum frítíðar-
ítrivum runt um í býnum.
Og um ikki so langa tíð
verður tað eisni lagaligari
hjá teimum at fara á útferð-
ir aðrastaðni í Føroyum.
Tey, ið varða av Dáanum,
hava nevniliga tikið stig til
eina innsavning til ein buss
til búfólkið. Innsavningin
gongur væl, so um ikki so
langa tíð hava búfolkini sín
egna buss standandi í
túninum uppi á Mýruvegi í
Klaksvík.
Tillukku Dáin!
Bæði brúkarar og avvarðandi vóru komin at ynskja Dáanum tillukku
Ommur og abbar vóru eisini komin í føðingardag
Jóna Olsen var fyrsti leiðarin
í Dáanum
Jona Nielsen, stýrisformaður
í Dáanum og omma at Jonu,
sum eisini er brúkari
Irena Pedersen, leiðari,
bjóðaði vælkomin
Karl Martin Samuelsen setti dám á løtuna við sangi og spæli.
Hann starvast dagliga í Dáanum
Á einum 15. ára føðingardegi hoyrir eisini ein rættur føðingardagssangur til
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
80 ár
Í dag, 3. apríl, verður Mia Hansen, Klaksvík, 80 ár.
Vælkomst verður í heiminum á Biskupsstøðgøtu frá kl.
16.00.
60 ár
Týsdagin 30. mars fyltu tvíburarnir Bjarni og Páll
Skorastein, Leirvík, 60 ár.
Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í dag, 3.
apríl, frá kl. 18.00.
Brúdleyp
Leygardagin 27. februar giftust Rannvá Biskopstø,
Klaksvík og Ian Leyni, Tórshavn á Ráðhúsinum í Keyp-
mannahavn.
Í dag, 3. apríl, giftast á Ráðhúsinum í Odense Elsa
Maria Petersen, Klaksvík, og Peter Møller, Odense.
Brúdleypsadressa: Karen Brahes Vej 8, st.th., 5000
Odense C.
Í dag, 3. apríl, giftast kl. 14.00 í Cafékirken, Tuomisvej
5, Frederiksberg, Teresa Johnsson, Kollafjørður og Tho-
mas Andersen, Keypmannahavn. Brúdleypsadr.:
Sonnerupgaard Gods, Tølløsevej 53, 4330 Hvalsø.
Í dag, 3. apríl, giftast kl. 15.00 í Laurbjerg Kirke,
Kirkevej, Jórun Højgaard, Tórshavn og Høgni av
Skarði, Laurbjerg. Brúdleypsadr.: Den Hvide Skole,
Skolevej 1, Laurbjerg, 8870 Langå.
Í dag, 3. apríl, kl. 12.30 giftast í Kristuskirkjuni, Klos-
terbakken 11, Odense C, Amalie Árnadóttir Helmsdal
og Morten Kühnrick. Brúdleypsadr.: Brúðarparið
Kühnrich, Lundekærsvej 70, 5250 Odense SV.
Í dag, 3. apríl, kl. 16.30 giftast í Stefanskirke Jónrid
Poulsen, Argir og Sørin Halling, Keypmannahavn.
Brúdleypsadr.: Kastanjevej Efterskole, Kastanjevej 2,
1876 Fredriksberg C.
Konfirmantar í Leirvíkar kirkju
pálmasunnudag 4. apríl 2004:
Kambsdalur
Jan Ólavsson Ellingsgaard, Guðrun Lervig
Fuglafjørður
Uni Reinert Petersen, Fróði Karlsson Hansen, Heri
Hansen Nesá, Karla Hansen, Borghild Juul, Guðrun
Henrysdóttir Thomsen
Leirvík
Jón Eliassen, Bjarni Jensen, William Quinn Olsen,
Janni Andreasen, Birna Dam, Anja Justinussen, Oddvør
Klein, Fríðhild Reinert Norðgerð, Rannvá Lava Olsen,
Laila Pætursdóttir, Esther Ryggshamar, Bodil
Tórolvsdóttir
Harald Haraldsen
50 ár
Sunnudagin 4. apríl fyllir
Harald Haraldsen í Hoyvík
50 ár.
Eftir lokna skúlagongd
fór Harald í læru sum bil-
mekanikari á bilverkstað-
num hjá P/F Vilhelm Niel-
sen í Havn. Har dámdi hon-
um best at umvæla Bedford
lastbilarnar, sum tað vóru
nógvir av í Føroyum tá.
Miðskeiðis í 70-unum fór
Harald at arbeiða hjá Super
Dekk Service, har hann var
í nógv ár. Hann koyrdi eis-
ini býbuss í nógv ár.
Síðan 2001 hevur hann
arbeitt sum lastbilaførari
hjá P/f Just Sivertsen. Inn-
an sítt starvsøki er Harald
kendur sum ein raskur og
arbeiðssamur maður.
Foreldrini hjá Harald
vóru: Johanna, f. Joensen,
ættað úr Kollafirði, og Ás-
mund Haraldsen, post-
maður, ættaður úr Havn.
Harald er elst av trimum
systkjum, systararnar hjá
honum eru: Ásla, sum býr í
Danmark og Lis, sum býr í
Hoyvík.
Ásla flutti til Danmarkar
fyrst í 70-unum og giftist
við Frits Skov, sum hevði
arbeitt í Mjørkadali. Tey
fingu sonin Ásmund, sum í
dag er 21 ára gamal.
Nakað síðan kom Ás-
mund út fyri einari álvars-
ligari ferðsluvanlukku á
motorsúkklu og misti ann-
að beinið, og í mars í ár
doyði maðurin, Frits, av
krabbameini.
Føðingardagin
verður
Harald burturstaddur.
Fríggjadagin 2. apríl kl. 14
læt Finn Thorsen upp máln-
ingaframsýning í Smiðjuni
í Lítluvík.
Finn Thorsen er dani,
føddur í 1936, og býr í Ny-
borg á Fyn. Hann hevur
arbeitt sum fangavørður og
seinnu árini sum hunda-
førari í fongslinum. Nú er
hann farin frá fyri aldur.
Hann er sjálvlærdur lista-
maður, og hevur málað
síðan hann var ungur.
Hann roynir ikki at hava
nakran ávísan stíl, men
hevur mest náttúrúruna
sum myndaevni. Hann hev-
ur havt fleiri framsýningar
bæði í Danmark og í Norra.
Seinnu árini hevur hann
eisini arbeitt við skurð-
myndum úr granitt.
Myndaevnini fær hann
úr náttúruni, har sum hann
ferðast.
Fyri 13 árum síðan var
Finn í Føroyum fyri fyrstu
ferð, og bleiv hann berg-
tikin av vøkru náttúruni við
teimum stóru mótsetning-
um, sum har eru.
Síðan hevur hann ofta
vitjað í Føroyum: Við tíðini
eru flestu av hansara máln-
ingum úr vøkru og spenn-
andi føroysku náttúruna.
Hansara listaverk eru olju
ella akrylmálningar, vatn-
litamyndir og ymisk sløg
av grafikki og skurðmynd.
Nakað av hesum verður
at síggja á framsýningini í
Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin er frá 2.
apríl til og við 7. apríl.
Opið er soleiðis: fríggja-
dag frá kl. 14-20, leygardag
frá kl. 10-16, og frá sunnu-
dag til og við mikudag er
opið frá 14-18.
Finn
Thorsen
verður
eisini á framsýningini, sum
Lions Club skipar fyri í
Runavík á páskum.
Dagurin
3. apríl. Nikaitas, deyður í 824. Abbati í Grikka-
landi. Í fornkirkjuni hildu teir, at 3. apríl var dagurin,
tá ið Kristus varð krossfestur.
4. apríl. Ambrosius, deyður í 397. Biskupur í
Milano, verður nevndur sum ein av kirkjufedrunum.
5. apríl. Irene, deyð umleið ár 300. Tikin av døgum
saman við tveimum systrum.
Finn Thorsen í smiðjuni
Mynd Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
13
12