leygardagur 3. apríl 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 66 - 3. apríl 2004
Nr. 66 - 3. apríl 2004
11
Orðaskiftið um fíggjarlógina 2004 gav eina rættiliga
greiða heildarmynd av tí, sum skilur andstøðu og
samgongu. Heildarmyndin vísti eisini eina and-
støðu, sum støðugt var í álopi, meðan samgongan
meira ella minni var í verjustøðu. Tað vil so vera,
fyri tað fyrsta tí, at tí samgongan er nýggj og valla
hevur funnið síni bein. Fyri tað annað tí, at fíggjar-
lógaruppskotið veruliga hevur nakrar veikleikar,
sum gav andstøðuni høvi til at loypa á. Hinvegin
eigur andstøðan sum kunnugt ein stóran part av
fíggjarlógaruppskotinum, sum í stóran mun er arvur
frá gomlu samgongu. Sostatt vóru álopini ikki uttan
eitt vet av hykli, og orðaskiftið gjørdist mangan eitt
slag av politiskum arvastríði.
Tað var andstøðan, sum støðugt var í álopi. Stundum
tóktust álopini púra grundleys og ósamskipað og
stundum hevði andstøðan grein í sínum máli. Tað,
sum kundi virkað ósamskipað, var orðadrátturin
kring blokkniðurskurðin. Stóri andstøðuflokkurin
tvíhelt um tað skilagóða í at skerja blokkin og
serstakliga fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin harm-
aðist um, at ikki allar blokkurin var burtur. Hetta er
skilligt, tí hetta er Tjóðveldisfloksins politikkur. Tað,
sum ikki hekk saman hjá Tjóðveldisflokkinum her,
var tann samstundis áhaldandi atfinningin, um at ov
nógv var spart. Eftir situr lurtarin við spurninginum:
hvar hevði verið skorið, um allur blokkurin var
burtur?
Hinvegin hevur hesin flokkur rætt í sínum atfinning-
um til sparingarnar á mentanar- og granskingar-
økinum. Hesar sparingar tykjast tilvildarligar og
ógrundaðar, so mikið meira sum at núverandi
stjórnarflokkar í valstríðinun eins og stóri andstøð-
flokkurin løgdu stóran dent á júst hesi øki. Tí mugu
vit tíverri geva Tjóðveldisflokkinum rætt í, at her er
lopið á, har garðurin er lægstur, og fer hetta at koma
serstakliga Javnaðarflokkinum aftur um brekkur,
um ikki økið verður raðfest hægri á fíggjarlógini
fyri 2005. Ásannast má, at samgongan ikki kundi
koma við skilagóðum grundgevingum fyri sparing-
unum á granskingar- og mentanarøkinum. Her var
størsti veikleikin hjá samgonguni undir orða-
skiftinum, og hetta eigur at geva samgonguni nakað
at hugsa um.
Vit mugu heldur ikki gloyma, at júst núverandi
løgmaður undir valstríðnum legði stóra áherðslu á
tann týdning, sum eitt nú granskingin hevur fyri at
kunna menna vinnuna uppá longri sikt. Tað var
skilagóð tala tá og átti at verið eins skilagóð tala nú,
tá tað ræður um at seta orðini í verk. Vónandi hevur
samgongan tikið atfinningarnar til eftirtektar,
soleiðis at broytingar verða gjørdar í fíggjarnevndar-
viðgerðini og til ta næstu fíggjarlógina.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Politiskt arvastríð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Føroyskur blíðskapur
Jens Chr. Carlsson
Tórshavn
Mikið rumbul stóð um
starvssetanina av lands-
fornfrøðinginum, sum m.a.
hevði við sær, at bran-
eggjaða landsstýriskvinnan
fekk sekkin, fyri ikki at
hava fylgt almenna starvs-
setanarpolitikkinum
hjá
landsstýrinum. (Sum um
nakar politikkur yvirhøvur
var!) Maðurin varð starvs-
settur.
Harragud, hann hevði
søkt starvið, fekk tað og
byrjaði at arbeiða. Tað lá
eingin ábyrgd á honum fyri
tann hurlivasa, sum stakk
seg upp í kjalarvørrinum av
tí politisku avgerðini, sum
tikin var.
Hann hevði og hevur
krav upp á rættvísa viðferð.
Uppaftur meira áttu vit at
vanda okkum, tá tað ræður
um ein mann, ið tímir at
koma uttanífrá til klettarnar
at arbeiða við føroyskari
fornfrøði. Hvar bleiv okk-
ara blíðskapur sum fólk av,
sum vit ofta erpa okkum
av?
Eg skal ikki gera meg
klókan uppá, um avgerðin
at seta hann fram um ein
føroyskan fornfrøðing var
røtt út frá førleikanum hjá
teimum báðum. Tað er ikki
relevant longur. Tá maðurin
er settur, er hann settur, og
hevur krav uppá, í friði og
náðum at sleppa at vísa,
hvør dugur er í honum. Er
hann sloppin tað? Nei, so
langt ífrá!
Hugsa tær at byrja í ein-
um nýggjum starvi sum
almennur stovnsleiðari, har
móttøkan er so kaldlig, at
starvsfólkini nóg illa siga
góðan dag og vælkomin.
Onkur vendir reyv, onkur
mutlar í ópleygaða skeggið,
meðan illviljin lýsir av
øðrum. Ikki er hetta júst til
nakran sóma fyri okkum
føroyingar.
Ein
stór
skomm, serliga fyri Forn-
minnissavnið.
Sum um tað ikki var nóg
mikið við hesi móttøkuni.
Nú stendur at lesa í bløð-
unum,
at
starvsfólkini
framvegis ikki binda frið.
Nú hava tey kært sín leiðara
fyri Mentamálaráðið. Gud-
arnir skulu vita fyri hvat.
Eingin kann taka hetta fyri
fult og ein spyr seg sjálvan,
hvat tað næsta tiltakið verð-
ur hjá teimum.
Hvussu skal maðurin
yvirhøvur sleppa at arbeiða
undir slíkum korum? Hava
vit havt tað so fram úr gott
fornfrøðiliga sæð undir
undanfarna landsfornfrøð-
ingi, sum hevði starvið í 20
ár ov leingi og hvørs aðal-
merki var, at einki hnedi og
einki skuldi henda. Hann
snorksvav og fekk einki av
skafti. Nú sigst at hann fyri
fyrstu ferð, síðani hann
kom á Fornminnissavnið at
arbeiða, er vaknaður til
»dåd« og stendur á odda í
herferðini at rudda hendan
»formastelige« danskaran
burtur, tí harra Thorsteins-
son ikki fekk »sín« eftir-
mann settan sum landsforn-
frøðing.
Nei, honum eigur í
hvussu so er ikki at verða
lurtað eftir. Helst er hann
sovnaður
við
onkrum
gomlum fornluti á skrivara-
borðinum. Lat hann bert
sova í friði, so ger hann í
minsta lagi ikki fortreð.
Eini ráð til lands-
fornfrøðingin
Landsfornfrøðingurin sigst
nú vera farin í holt við at
kanna, um eitt gamalt,
ússaligt hús í miðbýnum
skal friðast.
Vælsignaður, lat teg ikki
lokka til slíka býtta avgerð,
tí tað er ein fjald dagsskrá
aftanfyri at fáa teg til slíkt
tvætl. Tað hevur einki við
Anton Degns hús at gera,
men hugskotið er at fáa
landsfornfrøðingin at vassa
út í óføri, so tað slepst av
við hann.
Tað skuldi ikki undrað
meg, at »medarbeiðarar-
nir« á Fornminnissavninum
við heilum huga taka undir
við tær, at her má friðast.
Lat teg heldur ikki mis-
nýta av onkrum óseriøsum
býráðspolitikara í Havn,
sum hoyrir til »gadens
parlament«, og hvørs ein-
asta endamál er at útvega
sær nakrar atkvøður, so
sessurin er tryggjaður eisini
eftir næsta val og nøkur
oyru koma í kassan tey
næstu 4 árini.
Býráðið hevur løgfrøði-
liga ongan møguleika fyri
at sýta byggiloyvi ti leitt
nýtt hús og at tað gamla
verður niðurrivið.
Hvat er so til ráða at taka,
tá lógin forðar býráðspolit-
ikaranum og hann slotar, at
her eru nakrar atkvøður at
heinta til komandi val.
Vit mugu fáa landsforn-
frøðingin inn á vøllin, so
eru vit fríir fyri hesum
máli. Málið steðgar so um-
sitingarliga í býráðnum, tí
tað er í hondunum á frið-
ingarmyndugleikanum.
Helst arbeiðir hann so
seint, at avgerðin hjá hon-
um kemur eftir valið og tá
er tað fullkomiliga líka-
mikið, hvør niðurstøðan er.
Eitt hús, sum einki er
eftir av av fornum, stendur
har og gløðir. Um nakar
yvirhøvur veit hvør Anton
Degn var, er í dag kanska
líkamikið, men hví eitt hús
bert skal friðast, tí at Anton
Degn hevur búð har, nei,
tað skilja vanlig fólk ikki, tí
har er einki fornfrøðiligt
virði í hasum »umvældu«
húsunum. Tak og flyt tey út
á Reyn ella annað stað, um
tit veruliga halda at nakað
virði er í teimum yvirhøvur.
Umhvørvið har á staðnum
er langt síðani oyðilagt og
eitt nýtt hús hevði bert
fríðkað miðbýin. Einki
fornfrøðiligt atlit er at taka.
Fari tí at geva okkara
landsfornfrøðingi tey ráð,
at hann vandar sær í hesum
máli, at hann ikki dansar
eftir nøkrum látipípum,
sum hann ikki veit hvør
blæsur í. Tað finnur hann
helst ikki útav, fyrr enn ov
seint er.
VIÐMERKINGAR
Ein heilsan til tey góðu og reinu í samfelagnum
Rógvi L. Svøðstein
Hvørjir eru møguleikarnir
hjá samkyndum, sinnis-
veikum, rørslu- og sein-
mentum at stíga á eitt há-
tignarpláss, har allur rættur
er komin frá teimum rætt-
indum, sum í 17. øld vórðu
ritað við vápnum, ið stolt
vórðu havd upp í loftið til
tess at verja rættin hjá tí
einstaka menniskjanum til
lív, kyn, samvitsku, talu- og
samkomurætt, ið eru innan
teim siðum og skikkum,
sum ikki eru næstra henn-
ara ella hansara til bága. Og
tó, hvar er hesin samhugin,
ið er sagdur at renna í
æðrum okkara? Tí fyri tíð
síðan var at hoyra og síggja
í prent- og loftmiðlunum, at
fólk høvdu savnað saman
undirskriftir til tess at
nokta, at ein verkætlan, ið
var til tey, ið ikki eru eins
og tey mongu í samfelagn-
um, skuldi steðgast. Tað
ræðuliga, ið var ætlað at
byggja beint við teirra
sjálvsøgdu
halguhúsum,
var ikki annað enn eitt bú-
felag til tey, ið eru borin í
henda heim við teim –
heilum? – ið ikki eru eins
næmir sum teir, ið eru
meira vanligir at síggja hjá
algóðum og sera, sera
gløggum menniskjum, t.d.
teimum, ið savna inn undir-
skriftir til tess at prísurin á
húsunum ikki skuldi falla í
botn av teirri eini grund, at
fólk við einum IQ undir
miðal møguliga skuldu seta
búgv í teirra grannalagi. So
eitt hjartaliga tillukku til
tykkum øll, ið so væl
megnaðu at sýta hesum
menniskjum eina tekju yvir
»tómu høvdum« teirra. Og
er nøkur »vón«, at nøkur
menniskju, ið búgva ´her á
teim 18 klettunum, síggja,
at hættirnir her tæna tí sera,
sera kalda málinum, sum
arbeiðir á ein slíkan kaldan
hátt, ið sigur, at gudur
penganna (mammon) hevur
nógv størri virði menn-
iskju, ið ikki eru so mikið
gløgg, at nakar tilfarsligur
dugur kann koma undan
»teirra dølsku hondum«.
So helst áttu vit lagt eitt
uppskot fram fyri teir
fólkavaldu – her verður ser-
stakliga hugsað um Mið-
flokkin, ið er ein f... ! – at
eingin mamma skal meira
eiga tann grundleggjandi
rætt at bera barn undir belt-
inum (her verður ikki hugs-
að um ta kanning, ið ein
mamma fær í boði til tess at
síggja til tað fyribrigdi, ið
eitur down syndrom), uttan
tó at søkt verður um loyvi
at fáa eitt barn. Og um
loyvi verður givið, skal hon
– mamman – verða tvingað
at fara undir eitt hav av sár-
um og eymum kanningum
til tess at tryggja, at barnið
er heilrunnið! Tí her skulu
ongar sjúkur meira oyði-
leggja tað góða og reina
menniskjað, sum betalir
nógvar krónur í skatti til
samfelagið (Gud). Samfel-
agið má so at siga rudda alt
av vegnum, ið kallast kann
ein sjúka, t.e. øll, ið eru
samkynd, sinnisveik, ja, og
eisini tey við manglandi
IQ, stutt sagt alt tað, ið
víkur frá tí »vanliga«.
Vit, ið eru »rein og góð«,
kastið teir fyrstu steinarar,
er ein setningur, ið væl
kann verða nýttur til tess at
vísa á hesa heldur vanligu
mynd, ið er farin fram her á
teim 18 klettunum í teirri
sokallaðu 20. og 21. hundr-
að manngóðum øldum okk-
ara. Tó vónandi vil onkur
her á klettunum »geva mær
eitt hjartans svar uppá«, hví
vit menniskju eru so »ónd«
ímóti hvørjum øðrum? Og
um vit ætla at skapa eitt
nýtt einavald, ið er líkt tí, ið
var at síggja undir 2. heims-
bardaga í tí triðja ríkinum,
tá ið 6 milliónir jødar
doyðu og av hesum 6 milli-
ónum vórðu uml. 3 millión-
ir ella so gassaðar av læru-
sveinunum hjá tí góð- og
reinlynta harravaldsmann-
inum, Adolf Hitler. Ein
annar, ið er vorðin ein sera
væl kendur maður, eftir at
2. heimsbardagi var av, er
læknin í tí mest kendu og
óttaðu fangalegu, ið hevur
verið at sæð í søgu heims-
ins. Og er hann – læknin –
vanliga nevndur »deyðans
eingil«. Ja, er hann nevndur
er hann kendur. Men tó er
tað alment viðurkent, at
hann »var og er« ein so-
nevndur
»miðvillingur«,
um ein kann nýta eitt orð,
ið ikki er alment gildugt
enn! Men ein kann altíð
hava ta vón, at tað í tíðum,
ið eru at óra í sjónarringin-
um, verður eitt gildugt orð.
So er nakar, ið megnar at
geva mær eitt svar uppá,
hvaðan hesin óndskapur
kemur, ið vil at vit menn-
iskju skul líða nógv meira
enn neyðugt er hjá nøkrum
vanligum ella óvanligum
menniskum! Og er nøkur
grund til at trúgva, at nakar
megnar at steðga tí ljóta
munninum hjá miðvilling-
unum, ið bróta ta avtalu,
sum vit, Føroya fólk, skriv-
aðu undir fyri tíð síðan –
ein avtala, ið bindur okkum
at virða øll menniskju, ja
sjálvt tey, ið miðvillingar
sýta at síggja sum heilrunn-
in menniskju! Teir so-
nevndu kynsvillingar, ið
hava alt annað í felag við
okkum »vanligu«, enn júst
tað, ið verður gjørt kynsliga
teirra millum. So miðvill-
ingar hava møguliga sæð,
hvat tað er og eru farnir at
dáma tað, ið teir sóu í
myrkrinum? Tí eitt so sterkt
hatur má hava eina grund,
og grundin til hatrið kemur
vanliga frá kærleikanum,
v.ø.o. hjartað, ið er gingið
sundur í girndanna eldhav.
Tó eg skal ikki loypa fylgi
einglanna upp í varg, ið ger
tað alneyðuga arbeiði at
halda okkum menniskjum
burtur frá teim sáru og
holdligu hugunum.
P.S. Tann, ið dømir, skal
verða dømdur!
Jonna Justinussen
Er hatta mátin, Ábraham
Mikladal, at gera tað
meira liviligt hjá fólki á
útoyggj? Skriva ljót les-
arabrøv um sakir, sum
ikki viðkoma tær? Spilla
fólk út?
Í Mikladali búgva so fá
fólk, og tað er ongin
loyna, at har er næstan
vónleyst at fáa nakað
gjørt, tí har er onki fólk at
fáa. Sjálvandi skal Mikla-
dals Kommuna leggja
saman við Klaksvíkar
Kommunu,
tá
verður
Mikladalur ein "býar-
partur", har fólk kunnu
flyta til, líka so væl sum
Trøllanes eisini verður ein
"býarpartur".
Hetta
ynsktu Trøllanesfólk, tá
eg búði og var lærari í
Mikladali. Annars haldi
eg ikki, at har er so nógv
at tosa um, tí fleiri fólk í
Mikladali, og onkur á
Trøllanesi, búgva longu í
Klaksvík.
Eg haldi eisini, at tú
skyldar øllum lesarum at
fortelja teimum, at tú ert
maður Olgu Biskopstø,
sum er forkvinna í Út-
oyggjanevndini. Tástani
gevur títt skrivarí mein-
ing, tí nú kann ein og hvør
rokna út, hvussu tit, topp-
arnir í Útoyggjanevndini,
arbeiða fyri at gera tað
liviligt hjá fólki á útoyggj.
Eg veit, hvat eg tosi um,
eg eri nevniliga flutt hað-
ani, og eg vóni ikki, at
landsstýrismaðurin í út-
oyggjamálum (og harvið
vit øll) gevur tykkum
nakra
samsýning
fyri
tykkara "arbeiði".
Útoyggj ella
útdoyggj?
Tá ein ungur drongur
í fjør doyði av løstun-
um hann fekk, tá
hann rendi á við
prutli sínum, ynsktu
foreldrini, at fólk
kundu lata Ferðslu-
trygd eina peninga-
gávu. Peningurin er
nýttur til eina sjón-
varpslýsing um at
nýta fallhjálm
FERÐSLUTRYGD
Tíðindaskriv
– Alt ov ofta síggja vit fólk
á skutara ella á prutli, sum
ikki eru í hjálmi, og hetta er
sera vandamikið. Hagtøl
sýna, at í mun til at koyra í
bili, er tað 75 ferðir vanda-
miklari at koyra á prutli ella
skutara.
Hetta sigur Ferðslutrygd,
sum er farið undir eina her-
ferð til tess at fáa fólk at
nýta fallhjálm og trygdar-
belti.
Søgan aftan fyri sjón-
varpslýsingina er, at ein
ungur drongur á heysti
2003 doyði av løstunum,
sum hann fekk av ferðslu-
óhappi. Hann koyrdi á
prutli og rendi frontalt í ein
garð. Í stoytinum fekk
drongurin stóran skaða í
høvdið. Umframt tað, fekk
hann eisini opið beinbrot.
Hendingin fór fram um
náttina og av tí at drongurin
fall í óvit, var hann ikki
funnin fyrr enn góða løtu
seinni. Eftir 11 daga langa
sjúkralegu andaðist hann á
Ríkissjúkrahúsinum
í
Keypmannahavn. Drongur-
in átti hjálm, men tá ið
óhappið hendi, var hann
ikki í honum. Um hann
hevði verið í hjálmi, hevði
talan »bara« verið um eitt
opið beinbrot.
Undan jarðarferðini boð-
aðu foreldrini frá, at tey
sum vildu senda eina heils-
an, kundu geva Ferðslu-
trygd eina peningagávu.
Ferðslutrygd gjørdi av, at
nýta innkomna peningin at
gera eina sjónvarpslýsing.
Framleiðsluna
hevur
Kovboy Film við Hans Pet-
ur Hansen og Thomas Koba
staðið fyri.
Týsdagin hin 13. apr-
íl, í vikuni eftir pásk-
ir, verður aðalorða-
skifti løgtinginum um
Nullhugsjónina. Í
hesum sambandi fer
Ferðslutrygd at gera
upplýsingarátak í
fjølmiðlunum
FERÐSLUTRYGD
Tíðindaskriv
Umframt
innsløg,
sum
leggja dent á Nullhugsjón-
ina, verða tvær nýggjar
sjónvarpslýsingar at síggja.
Onnur er um at nýta hjálm,
tá ið tú koyrir á prutli ella
skutara og hin um trygdar-
belti og ov nógva ferð.
Upplýsingarátakið verður
eisini í útvarpi og í bløðum.
Í komandi viku verður fald-
ari borin til øll húski í
landinum.
2 sekund - minst til
trygdarbeltið
Kanningar vísa, at rennur
ein bilur á við 50 km/t, skal
eitt fólk, sum er í bilinum,
tola eina megi, sum er heili
4 tons, og tað sigur seg
sjálvt, at tað megnar eingin.
Jú meiri ferð, jú verri
verður.
Trygdarbeltið er besta og
mest einfalda trygdartiltak,
sum bilurin higartil er út-
gjørdur við og minkar um
vandan fyri at verða dripin
ella løstaður við 50%.
Hetta merkir, at annaðhvørt
menniskja, sum er deytt í
ferðsluni, og ikki nýtti
belti, hevði verið bjargað,
um tað sat í belti.
Í ársfrágreiðing lands-
læknans 2003 stendur, at í
tíðarskeiðinum 1986 til
2002 doyðu 63 fólk í
ferðsluni í Føroyum. 41 av
hesum vóru ikki í belti, og
hevði
bilbeltið
kunnað
bjarga um 20 av hesum.
Umframt at sita í belti, eru
góð ráð altíð at sita upp-
rættur, so at høvdið er so
tætt nakkastuðlinum, sum
til ber. Nakkastuðulin skal
stillast soleiðis, at hann er á
hædd við kríllin. Sjón-
varpslýsingin er uppruna-
liga úr Avstralia. Føroysku
tillagingina hevur Sjón-
band staðið fyri.
Hjálmur bjargar mannalívum
Ferðslutrygd: Upplýsa um fallhjálm og trygdarbelti
C
M
Y
K
11
10