leygardagur 3. apríl 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 66 - 3. apríl 2004
Nr. 66 - 3. apríl 2004
9
140 skúlanæmingar mótmæltu:
Innrás á býráðsskrivstovu
- Vit hava fýra skúlar í
Runavíkar kommunu,
men í framtíðini er
ætlanin, at vit bert
skulu hava tveir.
Nýggjur skúli verður
væntandi bygdur í
Runavík, samstundis
sum skúlarnir í Rytu-
vík og Søldarfirði
verða niðurlagdir.
Men slíkar útbygging-
ar og broytingar á
skúlaøkinum henda
ikki frá degi til dags,
sigur Hans Petur
Ellingsgaard
MÓTMÆLI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stundisliga fríggjamorgun-
in klokkan 10 møttu einir
140 næmingar úr fram-
haldsskúlanum í Runavík
upp á býráðsskrivstovuni í
Saltangará at gera vart við
og mótmæla, at einki fríøki
er uttan um skúlan í Runa-
vík.
Hósdagin, 1. apríl, boð-
aðu næmingarnir býráðs-
formanninum, Rodmundi
Nielsen, frá, at teir komu
fram við fríggjamorgunin
at handa hetta skrivið, sum
einir 140 næmingar hava
skrivað undir.
Býráðssalurin var á trem-
ur og sitipláss var bert til
ein part av ungu fjøldini.
Næmingarnir høvdu eis-
ini teknað sær nøkur skelti,
sum settu sín dám á
tiltakið.
Tað vóru býráðsformað-
urin, Rodmundur Nielsen
og formaðurin í mentanar-
nevndini, Hans Petur Ell-
ingsgaard, sum tóku ímóti
næmingunum.
Katrin H. Petersen, sum
gongur í 8. flokki í Runa-
víkar skúla, las skrivið upp,
áðrenn hon handaði býráðs-
formanninum tað.
– Vit vilja gera vart við
og mótmæla, at einki fríøki
er um skúlan. Vit halda, at
eitt fríøki hevði gagnað
næmingunum, bæði til lik-
ams og sálar – og hetta
hevði sjálvandi eisini gagn-
að undirvísingini.
Í skrivinum vísa næming-
arnir á, at sum er, er einki at
gera í fríkorterinum.
– Tí finna næmingarnir
uppá ymiskt "stuttligt", eitt
nú at roykja, spýta inni,
keypa, skriva á veggirnar
og annars oyðileggja teir
fáu møblarnar, vit hava.
Næmingarnir siga seg
vóna, at skrivið verður
móttikið í sama góða anda,
sum tað er skrivað
– Men vit halda ikki, tað
er í lagi, at einki fríøki er
um skúlan.
Rodmundur
Nielsen,
sum frammanundan hevði
boðið øllum næmingunum
vælkomnum á gátt, takkaði
fyri skrivið og ásannaði, at
umstøðurnar við Runavíkar
skúla ikki eru nøktandi.
Hann segði, at býráðið
tekur ímóti brævinum og
fer at viðgera tað við virð-
ing. Hann lovaði eisini, at tá
ið næmingarnir nú eru
komnir við einum brævi,
skulu teir eisini fáa eitt svar.
– Fægstu av tykkum hava
verið her inni áður, og tit
eru altíð vælkomin at tosa
við okkum.
Býráðsformaðurin segði,
at tað tekur tíð at fremja tær
stóru broytingarnar, men
hann luftaði samstundis
tankan um, at kommunan
kanska fer at finna út av
eini loysn, sum kann bøta
um viðurskiftini, áðrenn
ein endalig loysn verður
framd á skúlaøkinum.
Formaðurin í mentanar-
nevndini greiddi síðan frá,
hvørjar framtíðarætlanir,
kommunan hevur á skúla-
økinum.
Hans Petur Ellingsgaard
vísti eina tekning sum lýsir,
hvussu skúla-og mentanar-
økið í Runavík ætlandi
kemur at síggja út í fram-
tíðini.
– Sum er, hava vit fýra
skúlar í kommununi, men í
framtíðini er ætlanin, at vit
bert skulu hava tveir.
Nýggjur skúli verður vænt-
andi bygdur í Runavík,
samstundis sum skúlarnir í
Rytuvík og Søldarfirði
verða niðurlagdir.
Men, legði hann aftrat:
– Slíkar útbyggingar og
broytingar á skúlaøkinum
henda ikki frá degi til dags,
segði Hans Petur Ellings-
gaard.
Tá ið løtan var umliðin,
fóru næmingarnir líka so
stillisliga avstað aftur, sum
teir vóru komnir.
Kappin liggur
svínabundin
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá ið manningin á rækju-
trolaranum, Kappanum,
kom aftur av Svalbards-
leiðini herfyri, fingu teir at
vita, at teir vóru upp-
sagdir, tí skiparaksturin
gongur ikki.
Sambært stjóranum á
Rækjuvirkinum, Hans Jó-
hannes á Brúgv, hevur
fiskiskapurin hjá Kapp-
anum verið nøktandi, men
prísurin á rækjunum eru
so lágur, at skiparaksturin
hongur ikki saman.
Sum skilst, fara í løtuni
samráðingar
fram
við
fíggingarstovnar
um,
hvussu berast skal at fyri,
at Kappin kann loysa aftur.
Tað er ikki eitt ár liðið,
síðan O.C. Joensen á Oyri
keypti Kappan fyri einar
20 miljónir. Skipið er bygt
í 1971 og er nútímansgjørt
fyri væl av peningi.
Í løtuni liggur skipið
svínabundið norðuri á
Oyri.
Kappin er fyribils lagdur, og manningin er uppsøgd
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sjáldan áður munnu so mong ungfólk hava verið á býráðsskrivstovuni í Saltangará í senn
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað var Katrin H. Petersen, sum las upp og handaði býráðsformanninum, Rodmundi Nielsen,
skrivið.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentanarnevndini,
greiddi frá framtíðarætlanum á skúlaøkinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sethús í Norðra-
gøtu til sølu
Um hóskandi boð fæst, verða hesi húsini í
Norðragøtu seld.
Stødd:
3 hæddir á 52 m2
Loft:
4 kømur
Miðhædd: Gongd, wc/bað, køkur og stova
Kjallari:
Kamar, stova og køkur í einum
Húsini, sum eru bygd í 1964, eru í góðum standi.
Tak v/ tróðri, klædningur og vindeygu eru nýggj.
Allar hurðar í húsinum eru nýggjar. Garður við
parkeringsøki er niðan fyri húsini.Kjallarin er inn-
rættaður í 2002.
Húsini standa í friðarligum umhvørvi og hava
gott útsýni.
Ring og hoyr nærri á tlf. 442169 eftir kl. 10.00
mánadagin tann 5. apríl 2004.
Fíggjarleiðari/
bókhaldari
Søkt verður eftir fíggjarleiðara/bókhaldara
til at byrja skjótast gjørligt.
Starvið umfatar alt fyrisitingarligt arbeiði innan
fíggjarstýring, bókhald og annað vanligt skriv-
stovuarbeiði.
Viðkomandi skal hava útbúgving og royndir
innan fíggjarstýring og bókhald, skal hava góðan
teldukunnleika og góð samstarvsevni.
Løn sambært avtalu.
Umsókn við prógvum og upplýsingum um
royndir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
19. apríl 2004 og skulu stílast til:
P/f Demich
Stiðjagøta 2 · Postboks 378
FO-100 Tórshavn
Sálarfrøðingur
• havi latið upp viðgerðarstovu
• arbeiði innan sjúkrakassasáttmála um
endurgjald við ávísing frá lækna
• eri at hitta gerandisdagar millum kl. 08-09
á tlf. 31 03 35
Kári Leivsson
autoriseraður kliniskur sálarfrøðingur
Hoyvíksvegur 65
boks 3134 · 110 Tórshavn
Sosialurin
Sosialurin
Visti tú ikki tað?
Visti tú ikki tað?
C
M
Y
K
9
8