mánadagur 14. januar 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nakrir dagar eftir, at eg varð
sett sum landsstýriskvinna í
almannamálum fekk eg høvi
at hitta táverandi forkvinnu
í danska barnaráðnum, Lis
beth Zornig Andersen. Í gávu
frá henni fekk eg bókina
”Zornig”, sum hon sjálv hevði
ritsjórnað um sítt egna lív. Eg
brúkti jóladagarnar at lesa
hesa lagnusøgu hjá Lisbeth,
ein lagna við misbrúki, van
røkt men eisini hepni við, at
tað vóru fólk , sum hon var
heppin at hitta, sum hjálptu
henni víðari í lívinum. Tá eg
hevði lagt bókina frá mær,
gjørdist tað heilt greitt fyri
mær, hvat mátti vera mítt
persónliga politiska mál sum
landsstýriskvinna í almanna
mál: At tryggja rættindi hjá
børnum í Føroyum. Søgan
hjá Lisbeth er sterk, og tíverri
ikki eitt eindømi. Tað finnast
nógvar líknandi søgur og
menniskjalagnur, og tíverri
eru tað eisini mong føroysk
børn, ið liva undir líknandi
syrgiligum umstøðum, og
her hava vit eina heilt serliga
uppgávu at lyfta.
Altjóða barnarættinda
sáttmálin
í 1992 tóku Føroyar undir við
barnarættindasáttmálanum,
og í 2010 vóru vit til ta fyrstu
próvtøkuna. Hóast onki var
at finnast at á fleiri økjum
vóru tað onnur øki, sum
Føroyar fingu ábreiðslur fyri
m.a.:
• Manglandi óheft barna
umboð, sum skal tryggja
rættindi barnaanna, og
at sáttmálin verður yvir
hildin.
• Manglandi hagtøl fyri
kynsliga misnýtt børn og
nøktandi karmar til við
gerð av børnum, ið hava
verið útsett fyri kynsligari
misnýtslu.
• Fylgisáttmálin um barna
prostitutión og keyp og
sølu av børnum
• Herd
fráboðanarskylda
var ikki sett í verk
• Manglandi
hagtøl
um
barnafátækradømi.
• Frálæra um barnarætt
indasáttmálan
• Hetta setti eg mær fyri
miðvíst at bøta um næstu
ferð Føroyar skulu til
próvtøku í 2015, og her eru
nøkur av teimum átøk
unum, sum verða framd í
næstum:
• Lóg um politiskt óheft
barnaumboð
kemur
í
Tingið í vár, sum skal vera
talirør og umboð barnanna
í Føroyum. Endamálið er
eisini at tryggja rættindi
hjá børnum og fylgja
við, at Føroyar liva upp
til altjóða sáttmálan um
barnarættindi
• Barnahús verður sett á
stovn í ár, sum hevur til
endamáls at tryggja kyns
liga misnýttum børnum
umframt
børnum,
ið
verða útsett fyri kropslig
an og sálarligan harðskap,
nøktandi viðgerð, avhoyr
ing, og hjálp og linna.
Somuleiðis er endamálið
eisini at fáa nøktandi
hagtøl og innlit í, hvussu
støðan
er
viðvíkjandi
kynsligari misnýtslu av
børnum í Føroyum.
• Fylgisáttmálin til barna
rættindasáttmálan, ið er
um barnaprostitión og
keyp og sølu av børnum,
er lagdur fyri Tingið.
• Herd
fráboðanarskylda
bleiv samtykt í vár, og
kunningarártøk
hesum
víðvíkjandi hava verið, og
í komandi døgum verður
ein
kunningarherferð
kring landið um m.a. herdu
fráboðanarskylduna.
• Heildarætlanin um harð
skapi í parlagi er víðkað til
eisini at fevna um børn, og
átøkini í hesi heildarætlan
verða nú stigvíst sett í
verk.
• Hagtøl um barnafátækra
dømi eru fingin til vega
og koma við í komandi
frágreiðing til ST.
Hóast tað er langt á mál til
vit kunnu siga, at øll børn í
Føroyum hava tað gott, so
eru batar at hóma og málið
er, at vit hava bøtt um allar
atfinningarnar, sum vit fingu
í 2010 til komandi próvtøku í
2015.
Gamalt var at taka til ”at
tungur er tigandi róður”,
men róður, har øll andøva
er sanniliga eisini tungur, tí
skal mín vón og áheitan vera,
at vit øll lyfta í felag til frama
fyri rættindi hjá børnum í
Føroyum.
kjak
Fari staðiliga at heita á
stýrið í ALS um at koma við
einari meira sannførandi
frágreiðing um orsøkina til
løgna gylta lógvatakið. Við
henni vit hava hoyrt frá
formanninum Alfredi Peter
sen ígjøgnum dagin, stendur
so ivasamur roykur, at eingin
endi verður á gitingunum.
Ongastaðni – hvørki hjá tí
almenna ella privata – fært
tú vanliga slíka luksusbukett
av dýrastu rósum, velur tú
sjálvur at siga teg úr starvi.
Sveitti seyrar av hvørjari
krónu, sum kemur inn í ALS.
Flestu okkara munnu tó
gjalda við gleði, við vissuni
um, at pengarnir fara til tey,
sum dagliga svølgja beiska
bitan at vera arbeiðsleys.
Hetta er á ongan hátt pengar,
stýrið kann gera við, sum tí
lystir.
Fyri fáum mánaðum síð
ani metti ALS-stýrið, lands
stýrismaðurin og samgongan,
at tað varð alneyðugt at
skerja útgjøldini til arbeiðs
leys ógvusliga. Í álitið til
málið skrivaði undirritaða
tá m.a.:
“ Hetta er ein niðurskurður
upp á 12,5% av einari ársinn
tøku, sum er eitt stórt høgg
at gera í einum. Tann, sum er
uttan arbeiði, hevur ikki bert
fíggjarligar trupulleikar at
stríðast við. Í okkara arbeiðs
fokuseraða samfelag er tað
fyri tey flestu ein stór sálar
lig ákenning at vera uttan
arbeiði.
Kontrastin er ógvuslig. Í
meðan politikarar og onnur,
sum hava góða løn, fáa fleiri
túsundkrónuseðlar meira um
mánaðin, so verður tikið frá
teimum, sum frammanundan
hava lítið.
Enn
einaferð
hongur
spurningurin tungur yvir
tingsalinum: Hvat er sam
gongan í ferð við at gera við
samhaldsfasta samfelagið?
....”
Tað var 27. apríl í fjør, at
minnilutin
mælti
tingin
um frá at samtykkja niður
skurðirnar, og vístu á aðrar
loysnir. Stutta viðgongutíð
seinni hevur stýrið ráð til
at geva einum stjóra fulla
løn, umframt aðrar dýrar
sersømdir, afturfyri sjálvur
at velja ikki at arbeiða í 14
mánaðir...?
Partarnir á arbeiðsmarkn
aðinum ”eiga” ALS, og hevur
tað tí verið ein óskrivað regla,
at politiska skipanin ikki
leggur seg út ALS-lóggávuna.
Hóast tað er Løgtingið, sum
viðgerð og samtykkir allar
lógarbroytingarnar. Hendan
siðvenja kemur nú undir
álvarsamt trýst. Tí Løgtingið
kann ikki sita hendur í favn
og lata stýrið gera, sum
teimum lystir við pening, tað
við lóg hevur álagt øllum,
sum arbeiða, at gjalda.
Mark má vera fyri, hvussu
langt kann vera ímillum
døkku og gyltu lógvatøkini
frá stýrinum fyri Arbeiðs
loysisskipanina.
Gylt og døkk
lógvatak frá ALS
Bjørt
Samuelsen
framsøgukvinna í
arbeiðsmarknaðar
málum
Tjóðveldi
Anja Wenningstedt
anja.wenningstedt@meyl.fo
Í Sosialinum, sum kom út í
gjár mikudagin 9. januar 2013
verður løgtingskvinna fyri
Sjálvstýrisflokkin
Kristi
anna Winther Poulsen, sum
altíð hevur virkað mær sum
eitt skilafólk, endurgivin
fyri at siga, at hon hevur
ætlanir at berjast fyri mál
inum um eina føroyska
fosturtøkunevnd.
Hetta
tí at hon er ímóti at fólk
við sínum fulla viti verða
tvungin til eitthvørt. Og at
eingin skal verða tvungin at
fara til eina ráðgeving, sum
hevur eitt ávíst endamál.
Nú er lógaruppskotið frá
Karsten Hansen ikki lagt
fram enn so tað er torført at
meta um júst, hvat tað fer at
innihalda. Men sum eg havi
skilt ætlaninar, so eru tær,
at hetta skal vera eitt tilboð
til foreldur, áðrenn tey taka
eina tunga avgerð, sum
ikki kann takast umaftur.
Geva teimum pláss og tíð
at tosa við eitt menniskja,
sum kann venda støðuni
saman við teimum. Vera
tað lurtandi oyrað, sum hjá
nógvum ikki er at finna
nakra aðrastaðnis, tí at ætl
anir um fosturtøku er nokk
hjá teimum allar fægstu
nakað, sum man fer at tosa
um við familju ella vinir. Tað
er tabu.
Og eg dugi altso ikki at
síggja, hví at hetta er nakað
at vera ímóti.
– Hvat er so galið við, at
onkur torur at taka kjakið
við foreldrini um tað ikki er
ein annar útvegur?
– Er tað ikki gleðiligt,
um nú foreldur eftir at
hava verið til samrøðu
við »fosturtøkunevndina«
broyta ætlan og velja barnið
ístaðin fyri fosturtøkuna?
Og nei eg tori persónliga
at standa inni fyri, at tað er
eingin trygd fyri at komm
unulæknin tekur tað kjakið.
Og at kvinnulæknanir á
Landssjúkrahúsinum so av
gjørt ikki taka tað.
Persónliga síggi eg ætl
aninar hjá Karsten Hansen
sum eitt frambrot og ikki
eitt afturstig fyri føroyskar
kvinnur. Vit vera nokk øll
samd um, at eingin fær fost
urtøku við gleði. Og tað er
har, at sterkar og skilagóðar
kvinnur á Føroya Løgtingi
kunna gera ein veruligan
mun. Gerið lógaruppskot
sum kunna betra um kor
ini
hjá
barnafamiljuni,
gerið lógaruppskot, sum
kunna hjálpa kvinnum at
hava eina trygga og góða
viðgongutíð.
Kvinnur hava uppiborið
betur enn fosturtøku.
Kvinnur hava uppi
borið betur enn
fosturtøku
Barnarættindi ovast á politisku dagsskránna
Annika
Olsen
Landsstýriskvinna í
almannamálum