mánadagur 14. januar 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Góðu føroyingar og
fólk í Føroyum!
Árið ið fór, er longu farið.
Summi hildu, at nú fór enda
bresturin at vera. Nú flætt
aðist jørðin ikki við longur.
Brast ikki tann 12.12.2012,
hevði jørðin ein møguleika
aftrat at fara í hundarnar
níggju dagar seinni, tann
21.12.2012. Men jørðin helt
og tað var aftur ein dagur í
morgin. Summi vilja vera við,
at tað var nógv betur um tey
vistu nær tey skulu doyggja,
tí so høvdu tey heilt vist
brúkt sína tíð nógv betur.
Onnur ið vita tað, siga ofta,
at kanska hevði verið betur,
um tey ikki vistu tað kortini.
Deadlines fáa okkum ofta at
rakna við. Vit muga vita nær
vit enda áðrenn vit kunna
byrja – tíðin, má flyta seg
fyrst. Jørgen Niclasen, lands
stýrismaður náddi ikki tíðina.
Hann var ov seinur at svara
danska fíggjarmálaráðnum
tí tíðin rann undan honum
og ríkisveitingin fyri januar
og februar er tí seinkað. Á
Nýggjárinum gera vit nýggj
árslyftir og lova tíðini, at í ár
ferð tað at rigga. Í ár verður
alt øðrvísi. Tí í ár er hugburð
urin tann rætti. Ella vit útseta
til næsta ár, tí umstøðurnar
vóru ikki tær røttu kortini og
tíðin var heldur ikki til tað.
Á politiska leikvøllinum
skulu flest fólk samstundis
vera samd um, nær tíð er at
gera hvat. Og tað vísir seg, at
ofta er tað lættari at taka sær
tíð til at raðfesta tey hørðu
virðini, fram um tey bleytu.
Tey síggjast ofta skjótari aft
ur, taka styttri tíð og so hava
tey eina greiða deadline.
Bleytu virðini eru meira dif
fus og eru ofta tyngri at hava
við at gera, hóast tey viga
minni.
Menniskjuni, vit, fólki í
Føroyum, eru eitt bleytt virði.
Hóast vit gerast færri í talið,
og sostatt áttu at verið lætna
nakað, viga vit nógv. Og vit
orka tí kanska ikki so væl
at taka okkum av hvørjum
øðrum og okkara børnum.
Vit skrivaðu undir Barna
rættindasáttmálan
í
1992
og skulu eftir røttum lata
inn frágreiðing til ST fjórða
hvørt ár, ið greiðir frá, hvussu
støðan hjá børnum í Før
oyum er, í mun til henda sátt
mála. Vit hava einaferð latið
ST eina frágreiðing, tað var í
2008. Barnabati lat tá eisini
inn eina skuggafrágreiðing,
ið út frá samrøðum við børn
og ung vísti á, at fakfólk ikki
livdu upp til sína fráboðanar
skyldu og at kynslig misnýtsla
av børnum og ungum er ein
stórur trupulleiki í Føroyum.
Og í 2011 fingu vit áheitan frá
Barnarættindanevndini í ST
um, at bøta um millum annað
hesi viðurskifti; at gera eina
heildarætlan fyri at fáa rætt
indini hjá børnum sett í verk
og fáa hesi átøk inn í føroysku
lóggávuna, at seta barna
umboð á stovn, at áseta átøk
at fyribyrgja harðskapi, at
hera fráboðanarskylduna, at
kunnað um Barnarættinda
sáttmálan og at vísa á hagtøl,
ið vísa á barnafátakaradømi
og kynsligu missnýtsluna av
børnum í Føroyum.
Í nýggjársrøðu síni segði
løgmaður, at her er gott hjá
børnum at vaksa upp, men
satt er, at nógv børn ið Før
oyum hava tað ikki serliga
gott og hava havt ein ringan
uppvøkstur. Løgmaður segði
eisini, at vit eru mong vaks
in ið spyrja, um okkara børn
fara at fáa somu góðu lívs
kor, vit sjálvi hava fingið.
Men satt er, at tað eru mong
vaksin, ið ikki hava serliga
góð kor, heldur ikki tá ið tey
vóru børn.
Tóra Petersen, sálarfrøð
ingur, gjørdi í 2006 eina
kanning millum allar 8. floks
næmingar í fólkaskúlanum,
ið vísti, at eitt til tvey børn
í hvørjum flokki, søgdu seg
hava verið kynsliga misnýtt.
Dimmalætting skrivaði um
kanningina tá, men áhugin
frá politiskari síðu at fyri
halda seg til hana, var heldur
skirvisligur. Vit kunna tí bert
gleðast um, at tað aftur í fjørð
bleiv varpað ljós á kanningi
na. Og meginparturin av
børnunum, sum í fjør heyst
vendu sær til Tú og Eg Ráð
gevingina hjá Barnabata,
blivu enn aktivt kynsliga
misnýtt.
Nógv høvdu roynt at
melda, men vóru ikki hoyrd
ella tey kendu tilgongdina hjá
løgregluni og barnaverndini
so pínliga, at tey angraðu,
at tey nakrantíð meldaðu.
Onnur høvdu hoyrt ræðu
søgur um, hvat hendi, tá ið
onkur meldaði og vildu fyri
alt í verðini, ikki uppliva tað
sama.
Eingin skipan er fullkom
in. Men tora vit ikki at brúka
skipanina, kunnu vit ikki
vita, hvussu hon riggar og
ringt verður tá at bøta um
nakað. Tað eigur at vera rætt
at melda. Ti eiga vit eisini at
siga hetta við okkara børn.
Men vit muga eisini siga
teimum, at tað er ikki vist, at
tað verður betur av at melda,
tí tað vita vit ikki.
Føroyar er eitt lítið land og
tað slepst ikki undan einari
ávísari mongd av inhabiliteti.
Tí er tað lívsneyðugt, at løg
reglan og almenni myndug
leikin ikki lata tilvildir ráða,
tá ið fráboðað verður og mál
vera viðgjørd. Teir ymisku
myndugleikarnir
muga
duga at hava eftirlit við sær
sjálvum og tora at vera objek
tivir hvør við annan. Inhabili
tetur uttan eftirlit kann í
ringasta føri føra við sær til
vildarliga og skeiva viðgerð
av málum og tá er skjótt, at
munur verður gjørdur á fólki
og vandi fyri, at ótilvitað
sum tilvitað valdsmisnýtsla
sleppur framat. Hetta er
eisini galdandi í samkomu
høpi, har nógv børn og ung
siga seg hava veri illani mis
nýtt. Samkoman hevur sum
øll onnur í samfelagnum
skyldug at boða frá. Og sigur
eitt barn seg blíva misnýtt
ella ein feril av hesum var
huga er til staðar, so skal
máli fyri almennu skipanina
heldur enn at verða viðgjørt
innanhýsis í samkomuni. Vit
hugsa kanska, “mann tað
passað?”, “nei, hasum trúgvi
eg ikki um handan persónin”,
“hann ella hon hevur altíð
verið so fittur ella fitt”. Eingin
veit, hvussu tað ónda sær út.
Tað ið rekst í hinum rekur
eisini í okkum sjálvum. Tað
er almenni myndugleikin, ið
dømir og metir um, hvat er
sætt og hvat er ikki. Og vit
muga hava álit á, at fólkini,
ið umsita skipanina, gerða
tað tey kunna fyri soleiðis
at skipanin livir upp til sína
egnu lóggávu.
Týdningarmikið er eisini
at vita av, at tað eru børn,
ið gera seg kynsliga inn á
børn. Eitt nú vísa kanningar
úr Danmark, at 25 prosent
av øllum kynsligum ágangi
ið børn fremja, fer fram í
skúlanum. Skúlarnir hava
tí ein gyltan møguleika at
lofta hesum børnum, fáa teir
neyðugu hjálpina, stuðulin
og vegleiðingina til tess.
Men tað eru eisini børn,
ið ikki eru kynsliga misnýtt,
ið kortini hava tað av hund
anum til. Eitt nú oyðileggur
rúsdrekka - og rúsevnismis
nýtsla nógv børn og ung og
tað at tey eru tengd at hesum
ella hasum er ein vaksandi
trupulleiki. Nógv finna lítla
meining við lívinum og tíma
ikki at líva. Og av øllum
sálarligum sjúkum doyggja
flest fólk av etingarólag. Tað
er nóg ringt, at hava tað ringt
og vit muga ikki gloyma øll
hini børnini. Kanningin hjá
Tóru Petersen, sálarfrøðingi,
er uppá sín máta ein gáva.
Í henni finna vit eina ør
grynnu av upplýsingum um,
hvussu føroysk børn hava tað
og hvørjar sálarligar trupul
leikar tey dagliga stríðast við.
Vóru vit klók, tóku vit okkum
tíð til at eftirkannað úrslitini,
ognaðu okkum vitan og
førleikar og settu vit í verk
miðvís átøk, ið fyribyrgja
at fleiri børn fáa tað verri
og átøk, ið hjálpa teimum
børnum, ið longu hava tað
ringt, at fáa tað betri.
Tað er tí at fegnast um,
at tað á okkara politiska
leikvølli hevur verið tíð til,
at raðfesta okkum sjálvi - tey
bleytu virðini í samfelagnum.
Fráboðanarskyldan
er
herd, farið er í hernað ímóti
harðskapi í parløgum og
eitt óheft barnaumboð er á
veg. Fólk ið hava tað ringt
eru dýrari fyri samfelagið
enn fólk ið hava tað gott.
Og fólk ið hava tað gott fáa
fleiri glað børn, enn fólk ið
hava tað ringt. Og glað børn
hava tað lættari við at taka
ábyrgd og gerast persónliga
og fíggjarliga sjálvbjargin,
enn børn, ið hava tað ringt.
Vit hava tað best tá ið vit
hava tað gott. Og besta fyri
byrging ímóti øllum ágangi
og mannamuni er upplýsing,
opinleiki, at vita hvar markið
gongur og at duga at seta tað.
Vilja vit hava, fólkavøkstur,
jaliga menning og fíggjarligt
samfelagsligt avkast, muga
vit taka okkum tíð til at
raðfesta sálarligu heilsuna
hjá fólki og vera tilvitað um
okkara egna inhabilitet og
hvussu hann ávirkar okkum
– og samfelagið. “
The only thing necessary
for the triumph of evil is
for good men to do nothing,
Samhaldsfasti er eisini at
“blanda seg” - serliga tá ið
onnur bera seg býttisliga at.
Komandi fýra árini kunnu gerast tey mest spennandi í býráðsins søgu. Hetta verður setan, tá tað gerst
lættari og einfaldari hjá øllum at njóta tær tænastur, høvuðsstaðurin fer at bjóða. Aldri áður hava so
nógvar og spennandi uppgávur ligið fyri framman. Í høvuðsheitinum er breið semja um, hvat hevur
størstan týdning at fremja, so vit fara í góðum treysti undir bæði eitt nýtt ár og eina nýggja setu.
Birita
Lamhauge
Jóansdóttir
Forkvinna
Vegna Felagið Barnabati