mánadagur 14. januar 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg síggi á portal. fo,
at tit ”eru vaknað við
kaldan dreym”, tað kann
í sjálvum sær vera hart,
men betur seint enn
ongantíð! Eg loyvi mær
stutt at kunnað tykkum
um
eitt
álvarsmál,
sum hendi, meðan tit
svóvu. Vón mín er, at
tit ikki sovna aftur,men
smoyggja upp um erm
ar- og fara til verka.
Álopið á limir
tykkara
Tað hendi seinasta vár,
í bestu várdøgum. Tá
gjørdi ALS stýrið seg,
miskunnarleyst og bru
talt, inn á limir tykkara,
sama stýrið, hvørs um
boð tit nú biðja leggja
frá sær. Stýrið heitti, ein
mælt, á løgtingið um, at:
minka útgjaldið (tvs. livi
grundarlagið hjá limum
tykkara),
innføra
karensdagar
(straffa limir tykkara,
sum ósekir enda í ar
beiðsloysi )
minka ovasta árliga út
gjaldið, sum limir tykk
ara kundu fáa til dagliga
húsarhaldið).
Hetta varð gjørt ístaðin
fyri at gjørt tað, sum
hevði verið mest upp
lagt, at hækka inngjald
ið, serliga frá teimum,
sum, m.a. vegna sokall
aða
flatskattin,
hava
ríkiligt ráð til tað. Tá
hetta hendi, royndi eg
og onnur úrslitaleyst at
fáa tykkum, fakfeløg og
umboð tykkara í ALS
stýrinum, at vakna, men,
burtursæð
frá
einari
ússaligari, og, skilji eg
nú, svøvntungari um
bering, varð svarið eitt
illsinnisgleps frá einum
av umboðunum tykkara
í stýrinum, og so tí altíð
betrivitandi juristinum í
Bøgøtu.
Hví vóru umboð
tykkara við í
hesum álopinum
á egnar limir?
Undrandi varð spurt-
hvat hendir? Hví ripaðu
fakfeløgini ikki nevan í
borðið, hví vardu tey ikki
sínar limir, hví heittu tey
ikki á umboð síni um at
fáa hetta broytt, ella at
fara úr stýrinum?
Eitt av svarunum vit
fingu var, at løgtingsmál
nr. 155 var gjørt við støði
í
einum
einmæltum
uppskoti frá stýrinum
fyri ALS, og tí skuldu
vit í Løgtinginum ikki
blanda okkum, men blint
fylgja. Hetta samsvaraði
við hesa viðmerking, ið
fylgdi við uppskotinum:
…. ” uppskotið er gjørt við
støði í uppskotinum frá
stýrinum fyri ALS, sum
er mannað við umboðum
fyri partarnar á arbeiðs
marknaðinum, og upp
skotið er tí eisini ein
semja millum partarnar
á arbeiðsmarknaðinum
um, at uppskotið eigur
at verða framt ”…
Góða eydnu
framyvir!
Tíverri eydnaðist okkum
ikki at steðga uppskot
inum í Løgtinginum.
Men nú tit eru vaknaði,
fari eg inniliga at heita
á tykkum, um beinan
vegin at fara til verka,
fyri at fáa gjørdu lógar
broyingarnar broyttar.
Við nýggjum stýrislim
um skuldi borið til, og
eg vænti eisini, at tað
fer at eydnast at fáa ein
meiriluta í løgtinginum
at rætta eina hjálpandi
hond, um á stendur.
Góðan
morgun góðu
fakfeløg!
Jenis av Rana
Eitt hvørt samfelag
er altíð á ferð
Eivin Jacobsen
Løgtingsmaður
Hóast lágættin er kørg við
sínari ljósglæmu hesa árs
tíðina, og dagsljósið mitt á
degi hoknar undir myrkri
num, so hava hesar vikur ver
ið fyltar við lívi og gleði um
at hava havt okkara útisetar
heima á klettunum aftur.
Fyri tann sum hevur alsk
fyri náttúruni, kundi hetta
verið ein samanbering í
myndatalu. Tíðin tá fuglurin
rímur og bergi tømist. Eftir
situr tann gamli búfuglurin
og kúrur. Hagin, fjøran, ja
øll náttúran ballar seg í sín
vetrarfrakka.
Men vit eiga at gleðast
um at farið er um stytsta
dag, og skjótt tognar dagur.
Náttúran vaknar úr sínum
vetrardvala, hvar alt lív aftur
stendur í sínum fagrasta
blóma.”Soleiðis eru vit altíð
á ferð”.
Nógv fokus hevur sein
astu tíðina verið sett á
trupulleika við fráflyting. Ein
trupulleiki, sum ikki eigur at
verða politiskt litaður.
Spurningurin
er
ikki
høgra vinstra, samband ella
loysing, tað er hetta alt av
týdningarmikið til. Málið eig
ur at verða, hvussu lyfta vit
hesa byrðu í felag.
Í bókini Exit Føroyar, sum
kom út undan jólum, verða
fleiri
trupulleikar
lýstir,
viðvíkjandi fráflyting. Men
nøkur einføld loysn er ikki at
fáa eyga á. Í bókini eru fleiri
áhugaverdir kapittlar, sum
ikki bara lýsa trupulleikan,
men eisini taka útgangsstøði
í okkara samfelag, sum tað
nú einaferð hevur ment seg.
Vit eiga at fyrihalda okk
um til henda trupulleika,
og seta út í korti hvussu vit
ætlað at loysa hann.
Ein afturvendandi setn
ingur í nærum hvørjum
kapitli í bókini er, at Føroyar
er ikki fremsta land, tá talan
er um at skapa møguleikar
fyri okkara ungdóm. So gott
sum allur hægri lesnaður er
uttanlands. Alt størri partur
av ungdóminum, sum fer av
landinum vendir ikki heim
aftur, tí okkum vanta bæði
útbúgvingarmøguleikar,
vinnumøguleikar
og
ikki
minst bústaðarmøguleikar.
At einstaklingar, vinnulív,
land og kommunur gjøgnum
allar tíðir hava verið á ferð
er einki nýtt. Soleiðis hevur
altíð verið, og ferð at verða.
Tað er okkara styrki.
At vit eru málrættað, tá
talan er um okkara sam
felagsmenning,
hava
vit
fleiri dømir um. Men um rað
festingin hevur verið røtt eru
nokk fleiri meiningar um.
Fyri at nevna okkurt úr
rúgvuni, og samanbera tað
við orðaskiftið um fráflyting,
og lýsa tað í einum longri og
stytri tíðarskeiði, og týdn
ingin av hesum, hevur infra
kervið fylt nógv í almenn
rúminum, seinastu øldina.
Breið semja hevur altíð
verið um, at skuldu vit
mennast, sum samfelag, var
týdningarmikið, at vit høvdu
eitt smidligt infrakerv.
Ein treyt fyri hesum var
at allar bygdir, oyggjar vóru
knýttar saman í eitt sam
ferðslukervi,
hetta
hevði
týdning fyri vinnulív, útboð
av arbeiðsplássum, bústaðar
møguleikar,
útbúgvingar
møguleikar og ikki minst tey
persónligu sambondini.
Um ikki komin á mál, so
hava 86% av føroyingum
vegasamband við høvuðs
staðin.
Onnur dømir, so sum
barnagarðsøkið,
eldraøkið
kundi eisini verði nevnd.
Her eru hundratals milliónir
brúktar bara tey seinastu 10-
15 árini. Vit skulu ikki longur
aftur enn til aldarskiftið, tá
bara havnin hevði barnagarð
ella vøggustovupláss.
Í dag er hetta økið so gott
sum fult útbygt. Tørvurin er
um at verða nøktaður um
alt landið. Sama er galdandi,
tá talan er um eldraøkið.
Talan er í báðum føri bæði
um útbúgvingar og arbeiðs
pláss.
Hetta skal ikki skiljast,
sum um vit ikki hava ein
álvarsliga avbjóðing tá talan
er um fráflyting, men meir
ein lýsing av samfelagnum.
Hvar hesi viðuskiftir fyri
bert fáum árum filti almenna
rúmi. Og vístu á trupulleikan,
og hvat skuldi til fyri at
samfelagið kundi mennast.
Eri samdur við teimum,
sum ivast um útbúgvingar
tilboðini einsamøll fáa trøðini
at vaksa inn í himmalin. Men,
sum áður nevnt, eigur hetta
at verða ein raðfesting, ikki
ein trupulleikið, longri eigur
tann søgan ikki at verða.
Í bókini Exit føroyar eru
allar frásagnir viðkomandi,
men summar eru meir bein
raknar enn aðrar. Ein hevur
ivirskriftina “ Vit mugu velja
og vilja” Viðhvørt kann tað
tykjast, sum um vit fyrigykla
okkum, at nøkur stór og
dýr tiltøk frá almennari
síðu við vissu fara at gera
undurverk og bjarga okkum
undan fráflyting, vantandi
tilflyting og framtíðar ar
móð. Veruleikin er ikki so
einfaldur.
Í tíðindasending fyri nøkr
um døgum segði formaðurin
í búskaparráðnum, at ein
fortreyt fyri fólkavøkstri
var búskaparvøkstur. Størri
vøkstur, størri eftirspurning
eftir arbeiðsmegi, minni frá
flyting.
Hvar er so lykilin til
vøkstur? Teir kunnu verða
fleiri, men serliga í fiskivinn
uni. Ikki eina í einum til
feingisgjaldið, men í einum
góðum, støðugun samfelags
búskaparligum vinningi.
Vit standa við eitt vega
mót, hvar stórar politiskar
avgerðir skulu takast. Hesar
avgerðir fara at vísa um vit í
frammtíðuni megna at loysa
tann trupulleika vit standa
ivir fyri.
Vit liva í einum tilfeing
is smørholi mitt í Atlantar
havinum, sum pr íbúgva ikki
kann sammetast við nakað
anna land. Men ivasamt er
hvussu vit hava umsiti tað.
Tilfeingi er landsins ogn og
eigur at verða umsiti, sum
landsins ogn.
Jú fleiri vit eru til at seta
sjóneykuna á trupulleikan,
betri verður hann lýstur.
Høvundarnir aftan fyri Exit
Føroyar eiga rós uppiborið
fyri teirra íkast við bókini.
Men lýsingar av trupul
leikum kunnu eisini tosast
uppí rúgvir.
Vit hava seinastu árini
savnað nógv tilfar um hvussu
vit røkka málinum við einari
samfelagsmenning.
Visjón
2015 mál og vegir skuldi verða
eitt arbeiðsamboð. Bókin Exit
Føroyar gevur sítt íkast.
Landstýrismaðurin
í
vinnumálum hevur sett ein
arbeiðsbólk, sum skal koma
við uppskoti um hvussu vit
loysa trupulleikan við fólka
fráflyting.
“Lat
okkum
koma
í
gongd, heldur enn at tosa
og lýsa okkara borgarar av
landinum”
Føroyar er einki “Liðugt”
land. Verður tað av trongt, er
tað ikki Føroyar ið skuldina
eiga, men íbúgvarnir sjálvir,
sum ikki áttu dugnaskap
og áræði og álit til, at landi
kundi lívbjarga teimum.
Vit hava enn einaferð lagt eitt ár afturum okkum. Soleiðis
er okkara lívsleið, duld. Ein ferð ímillum varðar. Seinastu
vikurnar hava okkara útisetar fylt tað heimliga bergi.