mánadagur 14. januar 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Nei – Jógvan skilir framvegis ikki
Hans Andrias Sølvará
Takk fyri viðmerkingina, Jógv
an, men eg noyðist at koma
við eini rættleiðing afturat. Tí
antin skilir Jógvan framvegis
ikki, at tað ber til at brúka
keldur á ymiskan hátt, ella vil
hann bara ikki skilja tað.
Staðfestar sannroyndir
Eg fari ikki at endurtaka tað,
sum eg skrivaði í seinastu
rættleiðing míni, men tað er
hugvekjandi, at Jógvan ikki
vil vera við, at tað er staðfest
sannroynd, at summi í Klaks
vík hildu Kjølbrofyritøkuna
hava ov stórt vald í Klaksvík
í árunum undan og kring
læknastríðið. Hetta er m.a
skjalfest í grein frá 1960, sum
snýr seg um trúarligar vek
ingar í Klaksvík í 1920 og 30
árunum, skrivað av Josiasi
Matras (f 1904), einum missi
ónskum
bygdamanni
hjá
Jógvani, ið liggur í síni grøv,
og sum Jógvan uttan nakað
prógv leggur undir at siga
ósatt. Her tekur Josias Matras
soleiðis til: “En betydningsfuld
faktor var, at J. F. Kjølbro, den
største arbejdsgiver i bygden,
var babtist, og i første række
gav arbejde til dem, der hørte
til babtistmenigheden. Det
førte tit til, at mange, også af
økonomiske grunde, lod sig
gendøbe”. Hetta at summi –
fyri ikki at siga nógv – hildu,
at Kjølbrofyritøkan hevði ov
stórt vald í Klaksvík, er eisini
so týðiligt í læknastríðnum,
at tað als ikki er til at koma
uttanum.
Jógvan kann samanbera
hesa søguna við skaldskapin
hjá Hans Kirk, men hvørki
Josias Matras ella tey, sum
settu seg upp ímóti Kjølbro
fyritøkuni í 1950 árunum,
skrivaðu ella hildu seg vera
leikarar í eini skaldsøgu. Sjálv
ur taki eg ikki støðu til, um alt
tað, sum Josias Matras heldur
uppá er satt - havi heldur ikki
gjørt neyvar kanningar, sum
kundu givið greiðari ábend
ingar um tað. Hinvegin havi
eg onga grund til at halda, at
Josias Matras bara fann uppá
hetta um Kjølbro - sjálvur man
hann hava upplivað tað so
leiðis. Josias Matras og Kjølbro
vóru báðir fólkafloksmenn og
undir læknastríðnum vóru
báðir 5 arar. Heldur ikki er
talan um eitt óumhugsað ill
sinnisgleps frá Josiasi Matras,
men talan er um grein í bókini
“Men Gud greb ind” (Munck,
John, ritstj.), sum var givin út
á Lohes Forlag í 1960. Í øllum
førum er greinin hjá Josiasi
Matras - einum eygnavitni í
Klaksvík frá umleið 1920 til
1960 - góð kelda til spurningin,
hvussu Kjølbro varð sæddur
av fólki uttanfyri brøðra
samkomuna. Eg kann eisini
upplýsa, at síðan Jógvan fór
at skriva um hetta evnið hava
fólk sett seg í samband við
meg við ítøkiligum dømum
um arbeiði hjá Kjølbro, har
brøður vóru valdir fram um
fólk, sum ikki vóru brøður -
enntá fram um ikki-brøður, ið
vóru nógv betri skikkaðir til
viðkomandi starv.
Jógvan roynir hinvegin
við beinleiðis óviðkomandi og
ósakligum tilsipingum, t.d. at
Josias Matras bara var “leik
fólk” og “bådejer”, og ongum
grundgevingum at sáa iva um
trúvirðið hjá Josiasi Matras.
Men Josias Matras var ikki
hvør sum helst. Eins og Jógv
an var hann virkin vinnulivs
maður, skipari, og sat í sóknar
stýrinum í 1951, 1952 , 1953 og í
1954 var hann sóknarstýrisfor
maður. Hann var kirkjuráðs
formaður í nógv ár og fekk
riddarakrossin, tá ið Christ
ianskirkjan varð vígd í 1963.
Tá Jógvan skrivar um
tekstin hjá Josiasi Matras, at
, “Tað gerst ikki meira satt,
Hans Andrias, fyri tað, um
hetta er skrivað og útgivið í
bók”, so er tað sjálvandi rætt,
men Jógvan prógvar bara enn
einaferð, at hann ikki hevur
skilt poengið: “Poengið, sum
Jógvan ikki tykist skilja er, at
tann sannroynd, at teksturin
hjá Josias Matras yvirhøvur er
til, prógvar, at tað vóru fólk í
Klaksvík, sum hildu, at Kjølbro
hevði ov stóra ávirkan á lívið í
Klaksvík.”. Tað er ikki meir at
siga um hetta.
Hetta uppáhaldið hjá mær
hevur einki við skaldskap at
gera. Hetta er staðfest søgulig
sannroynd.
Annars brúkti eg í fyrilestri
num hesa meira óheftu orðing,
tá eg metti um tann týdning,
sum Kjølbro hevði fyri lívið
í Klaksvík í 1930 árunum og
tann týdning, sum hann hevði
fyri, at brøðrasamkoman fekk
so stóra undirtøku í Klaksvík:
“Tað var serliga Kjølbro, tann
dugnaligasti vinnulívsmaður
in í Føroyum, sum kom at seta
dám á samfelagsgongdina í
Klaksvík. ... Kjølbro, sum í 1920
hevði latið seg doypa til læru
brøðranna, ið óivað eisini av
tí grund fekk óvanliga stóra
undirtøku í Klaksvík, fekk
ómetaliga
stóran
týdning
fyri alt lív í Klaksvík ... “. Hesa
orðing havi eg ikki hug til at
broyta.
Ógrundaðar illgitingar,
hall og søgufalsan
Hvørji orð um dóp eg brúkti í
eini knappari vending í send
ingini um brøðurnar minnist
eg ikki neyvt, - eg tími í veru
leikanum heldur ikki at eftir
kanna tað - men í fyrilestri
num bæði skrivaði og las eg,
“doypa til læru brøðranna”.
Um hendan orðingin sigur
nakað um, hvussu perifer
mín vitan um brøðurnar er,
so vil eg fegin fáa tað at vita,
heldur enn bara ógrundaðar
illgitingar frá Jógvani.
Eg kann ikki svara Jógvani
uppá ódámligar illgitingar,
men kann bara staðfesta, at
hevur Jógvan rætt í, at Josias
Matras sigur ósatt, so er hann
lítið betri sjálvur. Hann hevur
sjálvur roynt at sáa iva um
trúvirðið hjá mær við ógrund
aðum skuldsetingum um, at
mín gransking skal vera við
ávísum “halli”, vanta “objektivi
tet”, at keldurnar eru valdar
eftir “áhuganum hjá” mær
og “søgureingjan”. Hetta eru
einans leys uppáhald, spjadd
ymsastaðni í viðmerkingini,
uttan skugga av skjalprógvi.
Hetta kemur frá einum
manni, sum stríðist fyri at
strika skjalprógvað sjónarmið
úr søguni.
Skaldskapur og
søguskriving
Um skaldsøguna hjá Hans
Kirk, Fiskerne, sum Jógvan
onkursvegna vil hava við í
sítt svar, skrivar hann: “Alt
hetta kann vera vælskrivað,
høvundurin sær tað út frá
sínum upplivingum, gevur
ávísa mynd av tíðini, men
einfaldur og ævigur sannleiki
er hetta ikki. Tað kundi eg
hugsa mær, at Hans Andrias
gevur mær rætt í. - Her er aðal
munur á skaldsøgu og verulig
ari próvfastari søguskriving.”
Eg skal geva Jógvani rætt í, at
skaldsøgan hjá Hans Kirk ikki
er ”ævigur sannleiki”, men tá
hann tykist halda uppá, at m.a.
hetta skal vera aðalmunurin
millum skaldsøgu og veruliga
søguskriving, fari eg at loyva
mær at ivast eitt sindur. Í
fyrra lagi eru skaldsøgur
eisini søguligar keldur, sum
søgufrøðingar gera nýtslu av
til at lýsa ymisk viðurskifti.
T.d.
kunnu
skaldsøgurnar
hjá Hans Kirk vera ógvuliga
avgerandi keldur hjá einum
søgufrøðingi, sum skrivar
eina ævisøgu um Hans Kirk,
meðan tær óivað eru minni
góðar keldur til onnur søgu
lig viðurskifti. Soleiðis er tað
við øllum keldum, men hóast
eg royndi at greiða frá hesum
- t.e. at keldur eisini kunnu
brúkast sum leivdir - so greitt
sum eg kundi í míni fyrru
rættleiðing, so tykist Jógvan
framvegis ikki hava skilt tað.
Sum leivdir kunnu skaldsøgur
í veruleikanum vera heilt
góðar keldur um ta tíð, sum
tær eru vorðnar til í.
Í øðrum lagi er verulig
søguskriving
ikki
Ӿvigur
sannleiki”
ella
”próvfast…”,
sum Jógvan tykist vilja vera
við. Tann, sum hevur fingist
nakað við søgu veit, at tað
eru fleiri líkleikar millum
skaldsøgur og søguskriving,
men heldur Jógvan, at søgu
frøðingar skulu lesa greinina
hjá Josiasi Matras sum skald
skap, so hevur hann lítið og
einki skil fyri teimum ymsu
tekstasløgunum. Hetta ætlaði
eg mær kortini ikki at koma so
nógv inn á, men skuldi greinin
hjá Josiasi Matras verið ein
skaldslig stuttsøga, so hevði
hon framvegis avdúkað ein
hugburð
og
kunna
verið
brúkt til at skjalprógva, at
onkur í Klaksvík helt, at Kjøl
brofyritøkan hevði ov stóran
týdning. Her fari eg bert at
vísa á, at keldurnar hjá søgu
frøðingum altíð eru avmark
aðar í nøgd, - ikki minst, tá
talan er um eldri søgu - sera
ymiskar í dygd, ongantíð full
komnar, og at søgufrøðingar
við orðunum hjá danska
søgufrøðinginum Erik Arup
noyðast ”at yrkja yvir sann
royndirnar, ið veruliga kunnu
skiljast burturúr keldunum
sum álítandi, yvir tær allar,
ikki ímóti og ikki út yvir tær”.
Tað er v.ø.o. sjáldan, fyri ikki
at siga ongantíð, at søgufrøð
ingar koma tættari søguliga
veruleikanum enn at festa
á blað eina frásøgn, sum við
støði í ófullkomnum keldum
tykist teimum mest sann
lík. Søgufrøðingar seta ikki
fram
Ӿvigar
sannleikar”,
men royna at skapa ein størri
karm, sum greiðir frá sann
royndunum;
”próvfastari
søguskriving”
kunnu
teir
bert uppnáa í brotum, meðan
tann stóra myndin altíð er til
diskussión. Tá vit seta sann
royndirnar í læknastríðnum
inn í eitt størri høpi, har m.a.
mótstøðan móti Kjølbrofamilj
uni gjørdist týðandi dimen
sión í stríðnum, so tykist tað
tá samanum kemur rættiliga
sannlíkt, at tað, eins og Josias
Matras leggur upp til, var ein
ávís misnøgd millum ávísar
bólkar av klaksvíkingum við
leiklutin hjá Kjølbrofyritøkuni
í árunum undan læknastríð
num. Og at hetta var ein av
fleiri orsøkum til, at ein banal
læknasetan mentist til eitt
drúgt læknastríð Tað er í øllum
førum ein størri karmur, sum
samsvarar rættiliga væl við
sannroyndirnar. Ein karmur,
sum neyvan nakrantíð verð
ur ”próvfastur”, men ein karm
ur, sum tykist vera sannlíkur.
Tað verður í øllum førum
trupult at greiða frá gongdini í
læknastríðnum, m.a. at Rubek
Nielsen varð spiltur út og
ongantíð slapp til Klaksvíkar
at virka sum sjúkrahúslækni,
m.a. tí hann var svágur Evald
Kjølbro, um so er, at eingin
misnøgd var við Kjølbro
familjuni í Klaksvík í árunum
undan læknastríðnum. At
hendan misnøgdin eisini hev
ur verið til staðar í árunum
undan læknastríðnum - í
øllum førum implisit - sæst
eisini týðiliga í áganginum
móti Kjølbrofamiljuni frá 95
arum undir læknastríðnum,
sum síðan onkuntíð kom til
sjóndar í hesum orðunum frá
95 arum: “Tey” – t.e. Kjølbro
familjan – “ráða yvir okkara
lívi, skulu tey nú eisini ráða
yvir okkara deyða”, har tann
fyrri parturin er søgan, með
an tann seinni parturin sipar
til, at tað í apríl 1953 var Eivind
Rubek
Nielsen,
sum
var
svágdur við Evald Kjølbro,
ið hevði fingið læknastarvið
við sjúkrahúsið í Klaksvík
ístaðin fyri Halvorsen. Ivast
Jógvan framvegis í, um tað
var misnøgd í Klaksvík við
leiklutin hjá Kjølbro í 1930
árunum, so kann hann lesa
Norðlýsið frá 1938, har Kjøl
bro hóttir við at flyta part
av virkseminum á Kunoyar
nes, meðan sóknarstýrisfor
maðurin leggur hann undir
at hava havt ætlanir at flyta
virksemi til Funningsbotn.
Eg havi sum søgufrøðingur
onga ambitión um at skriva
”æviga sannleikan” um lækna
stríðið, men hevði eg megnað
at sett hetta stríðið inn í
ein sannlíkan søguligan og
samfelagsligan kontekst og
kanska lagt okkurt afturat tí,
sum vit frammanundan vita,
so hevði eg verið avbera væl
nøgdur.
Jógvan skilir
framvegis einki
Samanumtikið kann eg stað
festa, at Jógvan ikki tykist
hava skilt nógv av mínum
fyrilestri, tá hann tekur eitt
gamalt sitat úr heildini, uttan
yvirhøvur at skilja, hvussu tað
verður brúkt í fyrilestrinum,
og uttan at sipa til nakra aðra
keldu leggur Josias Matras
undir at reingja veruleikan.
Jógvan tykist rímiligvís heldur
ikki vita, at keldur kunnu
gagnnýtast á ymiskan hátt og
heldur ikki hevur hann nakr
an kunnleika um, hvat søgu
skriving yvirhøvur er fyri
nakað. Hansara illviljaðu og
ógrundaðu skuldsetingar um,
at fyrilesturin hjá mær kann
samanberast við skaldskap, tí
eg siteri ein av hansara farnu
bygdamonnum, sum hann
tykist leggja undir at lúgva,
fara fólk vónandi ikki at taka
í álvara.
Hetta er bara prógv um,
at Jógvan roynir at sannføra
sínar lesarar við skaldskapi -
uttan Keldu.