leygardagur 3. apríl 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 66 - 3. apríl 2004
Fleiri velja miðnámsskúlar
Umsóknirnar til mið-
námsskúlarnar kring
landið eru fleiri í tali í
ár enn undanfarin ár.
Tað er ilt at siga, hví
talið er hækkað, men
Sámal í Skorini, rekt-
ari á Studenta – og
HF-skeiðnum á
Kambsdali, sigur, at
føroyska búskapar-
gongdin helst fær tey
ungu at velja mið-
námsskúlar heldur
enn vinnuna
ÙTBÚGVING
Hans Kárason Mikkelsen
mikkels@fas.harvard.edu
Tað eru meira enn hundrað
fleiri umsóknir til føroysku
miðnámsskúlarnar í ár, enn
tað var fyri einum árið síð-
ani. Í fjør var talið 931,
men nú í ár er talið hækkað
til 1061 umsøkjarar. Talan
er um eitt ordiligt lop, tí
undanfarin ár er umsøkj-
aratalið vaksið ógvuliga
spakuligt, ikki við meira
enn 20 næmingum hvørt
árið, og onkuntíð er talið
minkað.
– Talið hevur ikki hækk-
að spakuliga. Síðani 1996
hevur talið gingið stútt
niðureftir, men í fjør sóu vit
fyri fyrstu ferð í nøkur ár
eina lítla hækking í um-
søkjaratalinum. Men í ár er
vøksturin nógv størri enn
undanfarna árið, einir fýra
til fimm nýggir flokkar,
sigur Sámal í Skorini, rekt-
ari.
Spurdur hvat orsøkin
mann vera til nógvu um-
søkjararnar, sigur Sámal í
Skorini, at talan er sjálv-
andi um tann niðurgang-
andi konjunkturin í samfel-
agnum. Men Sámal í Skor-
ini sigur eisini, at marknað-
arføringin av skúlunum er
vorðin nógv betri seinnu
árini.
– Vit duga betri enn selja
okkum enn fyrr. Seinastu
tvey árini hava vit til dømis
havt útvarpslýsingar fyri at
tekkjast næmingum. Og í ár
hava vit bjóðað øllum fram-
haldsdeildunum inn á skúl-
an í Kambsdali, har tey
hava møguleika fyri at
kunna seg um viðurskiftini.
Tann týdningarmesti part-
urin er helst, at tey sleppa at
møta núverandi næmingum
og síggja, hvussu stuttligt
og áhugavert tað er at
ganga her, sigur Sámal í
Skorini um Studenta – og
HF-skeiðið á Kambsdali.
Skúlin á Kambsdali hev-
ur í ár væl fleiri umsøkjarar
enn undanfarin ár, og talan
verður helst um ein flokk
afturat.
– Men tað er ein spurn-
ingur um pengar. Ein flokk-
ur hjá okkum kostar umleið
kr. 600.000 um árið, so har
skal ein játtin til, sigur rekt-
arin.
Umsøkjaratalið til mið-
námsskúlarnar er tilsamans
vaksið við einum fýra til
fimm flokkum, og hetta
merkir, at Løgtingið má
játta meira pening, um hesi
skulu ganga í skúla.
– Talan verður helst um
hálva aðru milliónina hetta
árið, og so meira seinna,
sigur Sámal í Skorini.
Landsstýrismaðurin
í
skúlamálum,
Jógvan
á
Lakjuni, er burturstaddur,
og tað bar ikki til hjá Sosi-
alinum at fáa viðmerkingar
til, at meira pengar skulu
játtast til miðnámsskúl-
arnar.
Vit duga betri at selja okkum
enn fyrr, sigur Sámal í
Skorini, rektari á Studenta –
og HF-skeiðnum á
Kambsdali
Fríggjakvøldið 2. apríl
fer íslendska farma-
skipið "Skaftafelli" sín
fyrsta túr úr Klaksvík
til Immingham í Ong-
landi. Tað eru Farma-
leiðir hjá Strandfara-
skipum Landsins og
íslendska flutnings-
fyritøkan Samskip,
sum hava gjørt sam-
starvsavtalu um
nýggju farmaleiðina
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Hósdagin hevði íslendska
flutningsfyritøkan Samskip
móttøku í Skálanum í
Klaksvík, í sambandi við at
fyritøkan longu fríggja-
kvøldi byrjar at flyta fiska-
vørur úr Klaksvík beinleið-
is til Immingham og víðari
til Belgia og Noreg.
Nógv
vinnulívsfólk,
bæði úr Klaksvík og aðra-
staðni, vóru komin at
kunna seg um nýggju
møguleikarnar, íslendska
farmaleiðin hevur at bjóða.
Farmaleiðir og
Samskip.
1. mars í ár undirskrivaðu
Farmaleiðir og Samskip av-
talu um beinleiðis flutning
av frystum og saltfiskavør-
um millum Klaksvík og
Immingham. Tað var ís-
lendska fyritøkan sum fyrr
í ár vendi sær til Farmaleið-
ir við fyrispurningi um
samstarv.
– Okkara leikulutur verð-
ur at samskipa flutningin
frá øðrum bygdum til
Klaksvíkar umframt at taka
okkum av skipaavgreiðsl-
uni fyri Samskip í Klaks-
vík. Har hava vit avgreiðslu
frammanundan og nýtast tí
ikki at leggja nýggja orku í
tann partin. Vit hava longu
eitt landsumfatandi flutn-
ingsnet, sum vit allatíðina
royna at menna, so átakið
hjá Samskip var ein kær-
komin møguleiki hjá okk-
um at stimbra okkara tæn-
astur kring landið, sigur
Heini á Borg, stjóri á
Farmaleiðum.
JFK nýggjan
møguleika.
Hanus Hansen, stjóri á
JFK, er eisini sera spentur
uppá nýggja flutnings-
møguleikan.
– Sum er brúkar JFK
flutningstænastuna
hjá
Skipafelagnum og Eim-
skip. Báðar fyritøkurnar
veita ein góða tænastu, men
tað hevur allatíðina verið
ein vansi fyri fiskaflutning-
in hjá okkum, at hvørgin
teirra siglir beinleiðis til
Ongland, sigur Hanus.
– Tað er ongin loyna, at
okkara bingjur eru til ampa
fyri fólk og ferðslu her
norðuri. Tær, sum skulu
flytast við Eimskip, skulu
fyrst til Lorvíkar og síðani
víðari til Havnar. Bingjubil-
arnir fylla nógv umborð á
Dúgvuni og Sam og mugu
ofta bíða til pláss er fyri
teimum. Skipini hjá Skipa-
felagnum sigla úr Klaksvík,
men tey leggja leiðina fram
við Rotterdam, áðrenn farið
verður víðari til Ongland,
og tí tekur tað 1 viku, áðr-
enn okkara fiskavørur eru í
Immingham ella har um
leiðir. Við Skaftafelli tekur
tað ikki 2 døgn, og tað er
sjálvandi ein stórur fyri-
munur, sigur Hanus Hansen
Upplagdur møguleiki.
– Sum altjóða flutnings-
fyritøka halda vit alla tíðina
eygu og oyru opin fyri
nýggjum farmaleiðum og
tað er ikki av tilvild, at vit
hesuferð hava valt at bjóða
okkara tænastu fram í
Klaksvík, sigur Hinrik Ö.
Bjarnson, deildarstjóri í
Samskip.
– Vit hava kunnað okkum
um flutningstørvin her um
leiðir, og ongin ivi er um, at
serliga
fiskafyritøkur
í
bæði Klaksvík, Runavík og
Fuglafirði hava tørv á eini
beinleiðis flutningsleið til
Ongland. Í 2006 verður
landafast millum millum
Klaksvíkina og meginøkið,
nýggja góðshavnin í Klaks-
vík verður klár at taka í
nýtslu um eitt ár, so her er
góður gróðrarbotnur fyri
eini blómandi flutnings-
vinnu, vit fegnir vilja eiga
okkara lut í, sigur Hinrik Ö.
Bjarnason. Íslendska flutn-
ingsfyritøkan byrjaði sítt
virksemi í 1950 og hevur
nú deildir í 15 londum um
allan heimin.
Klaksvík fær nýggja farmaleið
Hinrik Ö. Bjarnason, deildarstjóri í Samskip
Heini á Borg,
stjóri á
Farmaleiðum
Nr. 66 • leygardagur • 3. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Seks dystir standa á
skránni seinasta
umfarið, men tað
tykist bara vera tann
eini, sum fólk tosa
um. Gullbrakið á
Hálsi
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinasta umfarið í hond-
bóltskappingini stendur á
skránni, og fyri spenningin
kundi kappingin ikki lagað
seg betri. Ein »Winner
takes it all« dystur millum
risarnar í føroyskum mans-
hondbólti, har meistara-
heitið verður avgjørt á sein-
asta leikdegi. Meira spenn-
andi enn tað sama verður
tað neyvan, og tí kann við
gleði staðfestast, at HSF
enn einaferð hevur havt
eina hepna hond við til-
rættisleggingini av lands-
kappingini.
Einki er at ivast í, at talan
verður um ein stúgvandi
fulla høll, sum fer at gera
sítt til, at karmarnir kring
stórdystin verða í topp, og
sum tað framgongur á
næstu síðunum, so eru tað
ikki bara áskoðararnir, sum
bíða í spenningi.
Neistin spælir fyri
møguleikanum
Men tað verða so eisini
fimm aðrir dystir leiktir
leygardagin, og fyri tey
mest optimistisku Neista-
fólkini kann ein teirra eisini
fáa avgerandi týdning fyri,
hvar meistaraheitið mans-
deildini endar.
Neistin hevur nevnliga
enn ein teoretiskan møgu-
leika at taka gullið. Hetta
um teir vinna við í minsta
lagi 22 málum meira enn
VÍF – um teir vinna – vinn-
ur á Kyndli.
Og sum skilst, so ætlar
Neistin sær eisini at spæla
fyri hesum.
- So leingi vit hava
møguleikan, so mugu vit
royna, so vit leggja nógv
fyri leygardagin. Men tað
sigur seg tó sjálvt, at vón-
irnar kanska ikki eru tær
bestu, vóru orðini, sum ein
av leikarunum segði eftir
venjingina hóskvøldið.
Seinasti dysturin leygar-
dagin verður á Skála, har
StÍF tekur móti KÍF. Á
pappírinum hevur hesin
dysturin lítið annað at siga,
enn at KÍF kanska kann
lyfta sær av niðasta sessin-
um, og við spælinum, sum
StÍF hevur sýnt seinastu
tíðina, so er hetta heldur
ikki heilt óhugsandi. Hin-
vegin vil StÍF helst sleppa
at enda kappingarárið á
virðiligan hátt, so við-
haldsfólkini hóast alt fáa
nakað at klappa at í seinasta
dystinum.
Avgreiðslumál
Hjá kvinnunum varð gullið
avgjørt fyri viku síðani, tá
Stjørnan vann útidystin á
VB, og leygardagin skulu
tær so gera seg til reiðar at
taka ímóti gullinum.
Tí er einki at ivast í, at
talan verður um eina full-
setta KÍ-høll, sum fer at
fagna lokalu stjørnunum,
og heldur eingin ivi man
vera um, at tær eisini vilja
vinna
hendan
seinasta
dystin.
Neistin hevur í sínum
lagi heldur einki annað enn
æruna at spæla fyri, og tí
kann talan væl gerast um
ein undirhaldandi dyst, har
bæði liðini kunnu spæla
púrasta frígjørt, og so
verður kanska rúm fyri
krási av onkrum slag til ás-
koðararnar.
Á Giljanesi skal VB reisa
seg eftir vónbrotið seinasta
vikuskiftið, og lítið er at
ivast í, at hetta er nakað,
sum liðið eigur at megna.
Styrkismunurin niður til
botnin hevur verið ovur-
stórur aftur í ár, og VB vil
uttan iva eisini enda árið á
rættan hátt.
Tað vilja kvinnurnar hjá
VÍF helst eisini, tá tær vitja
Kyndil í seinasta dystinum,
og sum alt hevur lagað seg,
so verður helst talan um
nakað nógv fleiri áskoðar-
ar, enn dysturin millum júst
hesi liðini annars bendir á.
Orsøkin
er
sjálvandi
eftirfylgjandi
mansdyst-
urin, og tí er lítið at ivast í,
at
vestmannakvinnurnar
fara at leggja nógv fyri í
royndunum at hita fjøldina
upp, soleiðis at menninir
kunnu fáa eitt flottari heið-
ursmerki enn bronsuna,
sum kvinnurnar fáa hand-
aða eftir dystin.
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 Stjørnan
11
10 -0 - 1
630
458
172
31
2 VB
11
10 -0 - 1
656
483
173
28
3 VÍF
11
7 -0 - 4
612
504
108
23
4 Neistin
11
6 -0 - 5
594
535
59
20
5 StÍF
12
2 -0 -10
551
678
-127
9
6 Søljan
11
3 -0 - 8
437
563
-126
8
7 Kyndil
11
1 -0 -10
372
631
-259
3
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 Kyndil
9
5 -1 - 3
564
527
37
20
2 VÍF
9
6 -0 - 3
541
483
58
18
3 Neistin
9
6 -0 - 3
540
503
37
18
4 StÍF
9
3 -0 - 6
492
482
10
13
5 H71
9
3 -1 - 5
484
548
-64
9
6 KÍF
9
3 -0 - 6
522
600
-78
9
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
Dagf. Kl.
Dystur
Dómarar
03.04 14.30 Kyndil-VÍF
Kristian Johansen &
Sámal Hansen
03.04 14.30 Søljan-VB
Jákup S. Simonsen
& Høgni M. Joensen
03.04 15.00 Stjørnan-Neistin Karsten Joensen &
Kristian Joensen
1. deild menn
03.04 16.00 Kyndil-VÍF
Kristian Johansen &
Sámal Hansen
03.04 16.00 H71-Neistin
Hannis Wardum &
Uni Wardum
03.04 16.00 StÍF-KÍF
Geir Wardum &
Gunnar Wardum
Fótbóltur
Kappingin um Løgmanssteypið
Bólkur 1
Dagf. Dystur
Dómari
03.04 KÍ-B36
Eiler Rasmussen
03.04 FSV-NSÍ
Lassin Isaksen
Bólkur 2
03.04 TB-ÍF
Oddmar Andreasen
03.04 GÍ-B68
Petur Skarðenni
Bólkur 3
03.04 Skála-EB/S Suni Johansen
03.04 VB-HB
Niklas á Líðarenda
Øll eygu vend
móti Hálsi
Kyndil-VÍF í manshondbólti. Tað tykist vera tað, sum alt snýr seg um seinasta umfarið, tó at
seks aðrir dystir eisini eru á skránni
C
M
Y
K
17
16