Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. apríl 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 3. apríl 2004 19 Nýggja stjørnuskotið á besta mansliðnum hjá vestmenningum er 18 ára gamli Karl Johan Djurhuus. Í dag kann hann fyri fyrstu ferð nakrantíð vinna sær eitt gull- merki í hondbólti GULLBRAK Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hóskvøld er, og klokkan er júst farin av sjey. Í ítróttar- høllini í Vestmanna skal besta mansliðið hjá VÍF hava sína seinastu venjing í hesum kappingarárinum - ein venjingartími, har teir síðstu smálutirnir skulu fínpussast undan gullbrak- inum móti Kyndil í Havn tveir dagar seinni. Fyrsti maður úr umklæðingar- rúminum er nýggja stjørnu- skotið hjá VÍF, 18 ára gamli Karl Johan Djurhuus, ið vit hava gjørt eina avtalu við um eitt stutt prát. Ein undarlig kensla Dysturin móti Kyndli í dag er bert tann sætti hjá Karl Johan á besta liðnum hjá VÍF. Tað kann tó ikki sigast annað, enn at hann í hesum dystum hevur megnað at gjørt vart við seg, og mill- um annað skeyt Karl Johan ikki færri enn átta mál í dysti móti kollfirðingum herfyri. Manningin á besta lið- num hjá VÍF hevur seinnu árini verið at kalla óbroytt. Tískil er tað ikki uttan or- søk, at trúfasta áskoðara- fjøldin hevur eitt serliga vakið eyga við einum ungum og nýggjum spæl- ara, ið kemur á liðið, og tað merkir Karl Johan eisini. Hann sigur, at tá ið tað er so sjáldan, at nýggir mans koma á liðið, so følir man tað eisini sum eitt trýst, tí at fólk vænta okkurt serligt, tá ið ein ungur spælari kemur á liðið mitt í einum kapp- ingarári. Karl Johan Djurhuus dylur ikki fyri, at tað var ein undarlig kensla at fara á vøllin við besta liðnum fyri fyrstu ferð. Gamaní hevur hann vant saman við hesum monnum nógvar ferðir, men harfrá og so til at fara á vøllin saman við teimum var nakað heilt annað. At hann var ikki sørt fjálturs- stungin, er neyvan nakað at siga til, og Karl Johan væntar eisini sjálvur, at hann fer at hava nokk so fitt av nervum undan gullbrak- inum móti Kyndil. Øll snakka um hondbólt At Karl Johan er komin á besta liðið hjá vestmenn- ingum, hevur eisini merkt gerandisdagin hjá honum. Vestmenningar eru ógvu- liga hondbóltsáhugaðir, og Karl Johan sigur, at beinan vegin eftir, at hann var komin á besta liðið, komu øll møgulig fólk yvir til hann at tosa um hondbólt, og tað var hann als ikki vanur við. Í Vestmanna er hondbóltsfepurin uppi í topp, og tí er lítið at siga til, at Karl Johan og allir lið- felagar hansara fáa nógvar spurningar frá fólki um, hvussu tað fer at ganga í gulldystinum móti Kyndil. Sjálvur vil Karl Johan ikki gera nakrar gitingar um úrslitið, men hann væntar, at talan verður um ein javnan og spennandi dyst við nógvum áskoðarum. At úrslitið so fellur til fyri- muns fyri VÍF, hevði eisini komið væl við. Karl Johan Djurhuus er kanska ikki enn millum kendastu hondbóltsnøvn í Føroyum, men tað verður hann allarhelst um ikki so langa tíð. Evnini eru so av- gjørt til staðar, og enn hava trúfastu áskoðararnir hjá VÌF verið nøgdir við tað, ið teir hava sæð av áskoðara- plássunum. Leikandi venjarin hjá vestmenningum, Ingi Olsen, heldur Kyndil verða favoritt undan gullbrakinum í høll- ini á Hálsi í dag. GULLBRAK Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hann hevur roynt tað so mangan áður, Ingi Olsen, hesar altavgerandi dystirnar millum arvafíggindarnar VÍF og Kyndil, men nú er tað so fyrstu ferð, at hann stendur við róðrið hjá VÍF í einum slíkum dysti móti Kyndil. Ingi er sum vera man ógvuliga spentur upp á dystin í dag. Vánalig hagtøl í ár Sjálvur heldur Ingi Olsen, at tað eru kyndilsmenn, ið eru favorittar í gullbrakin- um á Hálsi í dag. Tær tríggjar ferðirnar, ið liðini hava hitst higartil í kapp- ingini, hava tað verið havn- armenn, ið hava verið við yvirlutan, og tí heldur Ingi, at tað eru teir, ið eru favo- rittar. Sum dømi um yvir- vágina hjá Kyndli mótvegis VÍF í ár, nevnir Ingi, at í tí eina dystinum var Kyndil tveir lyklaleikarar, Jacob Jónsson og Janus Einar Sørensen, fyri uttan, og álíkavæl blivu vit avsmurd- ir, sigur hann. Tískil eru tað havnarmenninir, ið hava sálarligu yvirvágina undan dystinum í dag, heldur Ingi Olsen. Ingi heldur tó ikki, at teir í VÍF í dystinum skulu leggja sítt spæl eftir, hvussu Kyndil spælir, men fyrst og fremst royna at fáa sítt egna spæl at koyra. Venjarin hjá VÍF sigur, at tað ikki er nakar serligur leikari hjá Kyndil, ið vestmenningar skulu leggja seg eftir at byrgja upp fyri, tí tað vísir seg, at Kyndil hevur ein breiðan hóp, har tað er ógvuliga skiftandi, hvørjir leikarar gera um seg í teimum ymisku dystunum. Fleiri hava ført fram sein- astu dagarnar, at Kyndil seinastu dystirnar hevur havt ein taktikk, har tað snýr seg um at verja rættu- liga hart og kontant fyrstu løtuna og harvið ræða mót- støðuliðið, og tað er ógvu- liga umráðandi, at vit ikki fella í hesa grøv, sigur Ingi Olsen. Spurdur hvønn týdning tað hevur, at bróður hans- ara, Áki Olsen, nú er við aftur hjá VÌF eftir drúgva skaðafráveru, sigur Ingi, at tað er sjálvsagt ein góður trumfur at hava, tí hóast venjingarstøði hjá Áka ikki er meiri enn næstbest, so er skotarmurin í lagi, og hann kann koma væl við móti Kyndil. Fyrireika seg sum vant Hóast talan er um eitt satt gullbrak á Hálsi, so tekur venjarin hjá vestmenning- um dystin júst á sama hátt sum allar aðrar dystir. Fyri- reikingarnar eru, sum tær plaga at verða, men sjálv- sagt er menn ógvuliga spentir, og tað verður ansað eftir undir venjing, at man ikki ger ov nógv av, og harvið ognar sær ein óneyðugan skaða beint undan dystinum, sigur Ingi Olsen. Tey flestu høvdu óivað avskrivað VÌF sum FM- kandidatar fyrr í vetur, men ein kombinatión av góðum úrslitum hjá VÌF og bland- aðum úrslitum frá hinum liðunum gjørdi, at brádd- liga vóru vestmenningar við aftur, har sum teir hoyra heima. Ingi Olsen sigur, at tað merkist sjálvsagt á motiva- tiónini hjá monnum, at teir nú aftur eru við heilt har frammi, men hinvegin hava menn verið óførir at møtt upp til venjingar alt kapp- ingarárið, sigur hann. Ingi Olsen, venjari hjá VÍF: Kyndil er favorittur Karl Johan Djurhuus, VÍF: Ongantíð vunnið nakað Liðskiparin: Halgir Dahl- Olesen, H71 Hvør vinnur gullbrakið leygardagin – og hví? Eg vænti, at Kyndil vinnur 27-25. Teir hava fingið blóð upp á tanna eftir dystin móti Neist- anum og ríða kanska víðari á tí bylgjuni leyg- ardagin. Hevur tú nøkur góð ráð til Kyndil? Tað er at verja hart og kontant móti vestmenn- ingum. Fáa teir so eisini steðga Sámal Joensen, er nógv vunnið. Og til VÍF? Fyrst og fremst er tað at steðga skjótálopunum hjá Kyndli, men eisini hjá vestmenningum ræður um at hava hart og kontant verjuspæl. Fáa vestmenningar brotið rútmuna hjá Kyndil, sær tað gott út hjá teimum. -tn Liðskiparin: Óla Christian Djurhuus, KÍF VÍF: Vinnið við einum máli! Hvør vinnur gullbrak- ið leygardagin – og hví? Eg vænti, at VÍF vinn- ur. Teir eru betri útifrá, og tað kann geva nakað. Og so er Áki Olsen eis- ini við aftur. Hann kann gerast trumfurin hjá teimum. Kyndil hevur ikki somu skotstyrki, sum VÍF, og tí mugu teir spæla seg ígjøgnum alla tíðina, og tað kann ger- ast sera tungt. Annars rokni eg við einum jøvnum dysti, har málverjarnir koma at hava sera stóran týdn- ing. Hevur tú nøkur góð ráð til Kyndil? Teir mugu lokka VÍF- verjuna út, so pláss verður at spæla á, og í verjuni mugu teir fáa fatur á Áka, Sámal og Inga. Og til VÍF? Teir skulu spæla sítt spæl. Fáa ferð á og satsa upp á skjúttarnar. Gera teir tað, so dugi eg ikki at siga, hvørji ráð eg skal geva teimum. -jm Tað nýggja stjørnuskotið hjá VÍF, Karl Johan Djurhuus Ingi Olsen heldur at Áki Olsen er ein góður trumfur at hava 19 18 Nr. 66 - 3. apríl 2004 Kyndils-venjarin tykist leggja størsta dentin á mentala partin av fyrireiking- unum, nú stórdystur- in móti VÍF stendur á skránni GULLBRAKIÐ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Vit gera einki óvanligt. Vit hava vant sum vit plaga hesa vikuna, tó at einki varð gjørt týskvøldið, og vit møta til vanliga tíð. Somikið greiður er venj- arin hjá Kyndli, Birgir Hansen, tá vit spyrja hann, hvørt hann og leikararnir hava fyrireikað seg serliga væl til dystin leygardagin, har Kyndil aftur kann trína ovast á hondbóltstrúnuna eftir átta ára drúgva frá- veru. - Vit vilja ikki, at leikar- arnir skulu kenna tað sum eina óvanliga uppgávu, at teir nú skulu spæla ein avgerandi dyst. Sjálvandi er dysturin serligur, men tað fær nógv at siga, í hvønn mun vit fáa skil upp á nerv- arnar, og tí er umráðandi, at uppleggið til dystin ikki víkir alt ov nógv frá tí, sum leikararnir eru vanir við, sigur Birgir. Triðja finalan Kyndils-venjarin var sjálv- sagt til staðar, tá VÍF týs- kvøldið vant burturúr StÍF, men hóast hetta, so heldur hann, at tað var ógvuliga avmarkað, hvussu nógv fekst burturúr hesum dyst- inum. - Sjálvandi sá man okk- urt, men hasin dysturin kundi ikki brúkast til so nógv. Vestmenningarnir fingu alt ov lætt spæl, so eg fái so ikki lagt nakran taktikk eftir tí. Og annars heldur Birgir, at tað taktiska uppleggið verður altavgerandi leygar- dagin. - Sum eg segði, so hava nervarnir nógv at siga. Megna vit at fáa skil upp á okkum sjálvar, so ivist eg ikki í, at vit hava møgu- leikan. Men ein fullsett høll við ýlandi áskoðarum. Kann tað ikki fáa leikararnar at øtast. Har eru jú nógvir leikarar, sum ikki hava spælt slíkar dystir fyrr? - Tað kann tað kanska, men vit hava longu spælt avgerandi dystir. Teir flestu vóru við í steypafinaluni í fjør, og undan dystinum móti KÍF søgdu vit, at vit nú høvdu tríggjar finalur eftir. So mentalt eru leikar- arnir klárir til hetta. Tað ivist eg ikki í. Eitt korter til trý leygar- dagin hittast leikararnir hjá Kyndli, og tá verður so seinasta prátið undan dyst- inum. Er hetta seinsta gerð- in hjá venjaranum, ella er nakað annað at gera, tá dysturin er byrjaður. - Sjálvandi kann bonkur- in altíð ávirka nakað. Tað týdningarmesta her er, at vit eru fyrireikaðir uppá, hvørjar broytingar kanska koma. Eg havi jú ikki óav- markaða tíð at greiða frá, tá dysturin fyrst er byrjaður, so tað er umráðandi, at leikararnir skilja, hvat meint verður við. Vit hava so eisini vant ymsar vari- antar í vikuni, og so er bara at vóna, at hesir fara at rigga eftir ætlan, sigur Birgir Hansen at enda. So leingi hugurin er til staðar, og eg meti meg kunna fylgja við, so spæli eg, sigur Jón- leif Sólsker. Leygar- dagin hevur hann at gerast føroyameistari í hondbólti fyri 10. ferð GULLBRAKIÐ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Longu undan endaspælin- um í fjør hevði Jónleif Sól- sker meira ella minni tikið avgerð um, at nú var slutt við hondbólti í fremstu før- oysku røðini. Heilt endaligt var tað tó ikki, tí til steypafinaluna móti StÍF vóru aftur boð eftir honum, men eftir tann dystin, kom staðfestingin. Nú skuldi talan bara um hyggehondbólt á øðrum liði. Ein maður hevur tó eina støðu, til ein nýggj verður tikin, og síðani í heyst hevur Jónleif Sólsker so verið partur av Kyndils-lið- num. Og leiklutur hansara á liðnum er vorðin alt meira týðandi. Somikið týðandi, at hann í dag kann gerast lyklaleikarin í dystinum, sum – um væl vil til – endar við einum tíggjunda meist- araheiti í 1. deildarhond- bólti fyri hansara viðkom- andi. Stuttleikin dregur Eftir venjingina hjá Kyndli hóskvøldið fingu vit orðið á Jónleif, og vit spurdu hann, hvørt møguleikin fyri 10. gullinum var tað, sm dróg mest, tá hann í heyst aftur kom upp í 1. deildar- hópin. - Nei. Tað hugsaði eg slettis ikki um. Eg fór við, tí eg helt meg framvegis kunna fylgja við, og ikki minst, tí tað er stuttligt. Hatta við 10. gullinum hava onnur tosað um, men tað skerst tó ikki burtur, at tað eisini er komið í tankarnar, so hvørt sum árið er liðið. Og nú er møguleikin so til staðar. Er tað ikki eisini okkurt við, at tað kann vera tungt at sleppa einari tilverju í hondbóltsoddinum, tá tú so leingi hevur verið partur av hesum? - Sjálvandi er tað tað. Eg havi verið partur av fyrstu- deildarhondbólti í 20 ár, og yvirhøvur hevur hondbóltur verið ein somikið stórur partur av lívinum hjá mær, at eg kanska ikki visti av, hvussu tungt tað fór at verða at sleppa hesum. Men verður talan um sig- ur leygardagin, og harvið 10. gullinum. Fert tú so endaliga at siga farvæl. - Nei, tað geri eg ikki. Tað havi eg sagt einaferð, og tú sært úrslitið. Nú spæli eg bara, so leingi sum eg tími og kann. Um eg gevist eftir dystin leygardagin, ella takið okkurt tørnið afturat. Tað ferð so bara tíðin at vísa, sigur altso Jónleif Sólsker at enda. Liðskiparin: Jón Rasmussen, StÍF Hvør vinnur gullbrakið leygardagin – og hví? Vestmenningar vinna við tveimum málum. Eg vænti ikki, at talan verður um nakran málríkan dyst, kanska endar hann 23-21 til VÍF. Tað hevur gingið væl í seinastuni hjá vest- menningum, og teir hava eina betur formkurvu enn Kyndil í løtuni. Hinvegin fær Kyndil sína verju at koyra, so er nógv vunnið hjá teimum. Hevur tú nøkur góð ráð til Kyndil? Tað er fyrst og fremst at steðga Sámal Joensen, tí hann er ein sera týðandi leikari hjá VÍF, sum kann avgerða dystir. Og til VÍF? Tað vísir seg, at tá ið tað veruliga stendur á hjá Kyndil, eru tað oftast Jacob Jónsson og Jónleif Sólsker, ið bera liðið, og tí er neyðugt hjá vest- menningum at hava eitt serliga vakið eyga við hesum báðum monnun- um leygardagin. Haraft- urat er tað umráðandi hjá VÍF, at teir ikki lata Janus Einar fáa ov gott pláss á strikuni hjá Kyndil. -tn Høvdið skal vera klárt Spælir til stuttleikar Liðskiparin: Heini Hanusar- son, Neistin Hvør vinnur gullbrakið leygardagin – og hví? Tað er svarta høpis- leyst at tippa slíkar dyst- ir. Men skal eg velja, so vil eg siga, at Kyndil er favorittur í mínum eyg- um. Teir hava havt við- rák í seinastuni, og sjálvt um VÍF vann greitt á einum skerdum StÍF liði, so fær tað meg ikki at broyta meining. Móti okkum spældi Kyndil í øllum førum nógv betri, enn VÍF gjørdi tað. Teir hava nógv meira variatión og yvirraskilsi í sínum spæli, og tað hevði VÍF so ikki í teimum dystun- um. Og so má eg siga, at tann parturin, sum megnar at vinna á síni egnu angist, nokk fer avstað við sigrinum. Tað sigst jú, at tað at vinna á sær sjálvum er størri enn at vinna á einum heilum býi. Mentala styrkin hevur ófatiliga stóra týdning í einum slíkum dysti. Hevur tú nøkur góð ráð til Kyndil? At allir menn spæla sítt spæl, og ikki hugsa um, at tað er ein finala. Fert tú at hugsa um týdningin av dystinum, og at hvør bóltur kann fáa avleiðingar, so gerst spælið ofta fastlæst. Og til VÍF? Ja. At vinnið við einum máli! -jm Birgir Hansen heldur tað ikki loysa seg, um fyrireikingarnar nú skulu víkja frá tí, sum leikararnir eru vanir við So leingi tað er stuttligt, so ætlar Jónleif sær at halda á fram við hondbóltinum C M Y K 18