leygardagur 3. apríl 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2004
21
Fyrrverandi føroyski
fótbóltsbossurin er
boðin til aðalfund á
Cypern, har hann
ætlandi skal fáa eina
gávu fyri drúgva
arbeiði sítt innan
fótbólt
FÓTBÓLTSHEIÐUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Um tríggjar vikur verður
aðalfundur hjá UEFA á
skránni, og her er vanligt,
at føroysk umboð eisini eru
við.
Tann føroyingurin, sum
ivaleyst hevur verið til
flestar av hesum, er Torleif
Sigurðsson, og tó at hann
ikki longur er fótbóltsboss-
ur her heima, so verður
hann eisini við á fundinum.
Herfyri
fekk
Torleif
nevnliga eina persónliga
innbjóðing til fundin, og
sum skilst, so er ætlanin við
hesum at heiðra føroyingin-
um fyri virksemi sítt innan
bæði føroyskan og altjóða
fótbólt.
- Sjálvur var eg so als
ikki kunnaður um hetta,
áðrenn brævið kom. Eg
havi bara fingið at vita, at
grundgevingin fyri hesum
er, at eg havi sitið í 12 ár í
ymsum UEFA nevndum.
Fyrst í Fair-Play nevndini,
og síðani í ungdómsnevnd-
ini, sigur Torleif Sigurðs-
son, ið sum vera man tykist
eitt sindur rørdur av, at
UEFA soleiðis vil sýna sær
ein serligan heiður.
Spurdur, hvørt hann er
kunnaður um, at hann
ætlandi eisini skal heiðrast
á fundinum, sigur hann, at
hann ikki veit stórt meira
enn tað, sum stendur í
brævinum.
- Eg havi so fingði at
vita, at teir ætla at geva
mær onkra lítla gávu, men
um talan verður um nakran
serligan heiður, dugi eg
ikki at siga. Men tað er
sjálvsagt, at eg eri fegin um
hetta, sigur Torleif Sigurðs-
son at enda.
Umframt tey 12 árini,
sum Torleif sat í UEFA-
nevndum, var hann eisini
tann av europeisku fót-
bóltsformonnunum, sum
hevði sitið longst, tá hann
fyri tveimum árum síðani
gjørdi av at leggja frá sær.
Tá hevði hann verið FSF-
formaður frá oktober mán-
aði 1981 til februar mánað í
2002. Altso í góð 20 ár.
Undan hesum hevði hann
eisini verið kassameistari í
FSF í eitt ár.
Torleif fær heiðurs-
gávu frá UEFA
Umframt 20 ár sum føroyskur fótbóltsbossur, sat Torleif
Sigurðsson eisini í UEFA-nevndum í 12 ár
21
20
Nr. 66 - 3. apríl 2004
Eitt stríðsval kann
gera tað ógvuliga
tungt at arbeiða
frameftir. Tað heldur
Torleif Sigurðsson,
sum heldur hevði sæð
eina semju í føroyska
fótbóltsheiminum.
Eina semju, har alt
kjak um Havnina
kontra bygdunum,
Tórsvøll kontra
Svangaskarð og leik-
lutin hjá aðalskrivar-
anum varð lagt á
hillina
FSF-FUNDURIN
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Flestum kunnugt, so verður
aðalfundurin hjá FSF vænt-
andi endaliga avgreiddur
um vikuskiftið. Tvær reisur
er seinasti parturin av fund-
inum útsettur, tí stríð hevur
verið um formansvalið,
men leygardagin verður
eftir øllum at døma greitt,
hvørt tað verður Christian
Andreasen ella Óli Holm,
sum skulu røkja formans-
sessi komandi tvey árini.
Vend komin í
Ein av teimum, sum uttan
iva fer at fylgja væl við,
hvussu valið tørnar út, er
Torleif Sigurðsson, sum tó
neyvan verður við á sjálv-
um fundinum hesaferð.
- Eg var á fyrsta aðal-
fundinum í ár, men eg rokni
so ikki við, at eg havi
møguleika at vera við hesa-
ferð.
- Men eg dugi í øllum
førum at síggja, at vend er
komin í. Vit broyttu á sinni
reglurnar fyri nevndarval-
inum, soleiðis at uppskot til
valið skuldu vera inni
nakrar dagar undan fundin-
um. Hetta varð gjørt, tí vit
hildu tað vera óheppið, at
valevni komu skramblandi
inn í seinastu løtu, og tí at
vit heldur vildu geva fe-
løgunum nakrar dagar til at
tyggja upp á hetta, sigur
Torleif, og leggur afturatt,
at tað so ikki hevði nakað
við egnu støðu hansara at
gera.
- Tað hugsaði eg als ikki
um. Gaman í var ongan tíð
nakað mótvalevni til mín
sess, men um so var, so
hevði tað ikki verið nakar
trupulleiki fyri meg per-
sónliga.
- Í dag er støðan knapp-
liga koppað á høvdið. Val-
evni eru stillað upp, og
hava síðani trekt seg aftur,
og yvirhøvur virkar hetta
skilið, sum nú hevur verið,
eitt sindur tragiskt upp á
meg.
Og við hesum sipar fyrr-
verandi ikki minst til tað
stríðið, sum hevur verið um
formansvalið. Eitt stríð,
sum Torleif eisini áður hev-
ur víst á sum verandi sera
óheppið fyri felgagsskapin.
- Tað tykist í løtuni, sum
eru feløgini í ferð við at
koyra á tveimum vengrum,
og tað í sjálvum sær er
óluksáliga óheppið. Tað er
ein stórur trupulleiki, um
spjaðing soleiðis skal koma
í, tí FSF er í dag ein stórur
felagsskapur, sum hevur
framt ótrúliga nógv og stór
avrik. Tí er tað stórt spell,
um tað verður soleiðis, at
spillan skal koma innanífrá.
Nakað sum skjótt kann
henda í slíkum førum. Fólk
vilja kanska leita eftir
vinnarum eftir valið, men í
veruleikanum verða vit øll
taparar, um føroyskur fót-
bóltur við hesum skal fara í
tvíningar.
FSF vil hava Tórsvøll
Nakað, sum hevur verið
nevnt fleiri ferðir í val-
stríðnum – tó ikki av kandi-
datunum sjálvum – er, at
talan partvíst eisini skal
vera um eitt slag av makt-
stríðið millum Tórsvøll og
Svangaskarð, men hesum
søgunum
tykist Torleif
Sigurðsson hava ilt við at
taka í álvara.
- Sjálvandi skulu vit hava
tveir atljóða fótbóltsvallir í
Føroyum. Minst.
- Í mínari tíð í FSF var eg
tvær ferðir um reppið at
leggja frá mær. Seinna
ferðin av hesum var, tá
feløgini í fyrstu syftu vrak-
aðu ætlanina um at bygn-
ingin við Tórsvøll.
- Og eg kann eisini leggja
afturat, at Tórsvøllur als
ikki hevði verið av nøkrum,
um FSF ikki var við. Vit
fingu greitt at vita frá bæði
Landsstýrinum og Tórs-
havnar Býráð, at um FSF
ikki var við í ætlanini, so
var hetta av ongum, og vit
gjørdu tá av at fara við.
Fyrru ætlanina um Tórsvøll
var støðan tann sama, men
ta ferðina bakkaðu vit út, tí
vit kendu okkum koma út,
har vit ikki gryntu.
- Seinnu ferðina var eis-
ini um reppið, at vit bakk-
aðu út, men vit funnu so
fram til eina loysn, sum vit
hildu okkum kunna arbeiða
eftir. At talan so nú hevur
verið um eina útvarpssend-
ing, sum beinleiðis koyrir
upp á leiðsluformin hjá
Poul Michelsen, og tað er
so ikki mennandi fyri ar-
beiðið.
- Nú kenni eg sjálvandi
søguna aftan fyri alt hetta,
men fyri at siga tað, sum
tað er, so er talan blivin um
ov nógv misálit og ov
nógvar keðiligheitir av
ymsum slag.
- Og ikki minst hevur tað
verið keðiligt, at eingin
savnandi megi hevur verið í
øllum hesum. Tórsvøllur er
eitt somikið stórt átak, at
vit mugu øll standa saman
um tað. Sjálvandi kann
tosast bæði fyri og ímóti,
men tað var og er mín
fatan, at vit mugu hava tveir
leikvøllir í landinum, og tað
var tað, sum gjørdi, at vit
fóru við í ætlanina, stað-
festir ein avgjørdur Torleif
Sigurðsson.
Og so leggur hann aftur-
at, at tað er okkurt, sum
vendir heilt skeivt í øllum
hesum kjakinum.
- At siga at FSF er ímóti
Tórsvølli, er púrasta burtur-
við. Vit hava nýtt 20 milli-
ónir krónur í verkætlanini,
og tað eru so ikki smápeng-
ar. Eisini hava vit gjørt
okkara umsitingarbygning
við vøllin, og sjálvt um
hann helst hevði verið væl
bíligari, um vit gjørdu hann
aðrastaðni, so hava vit valt
hesa loysnina, tí vit meta, at
hetta kann koma øllum
føroyskum fótbólti til góð-
ar. Eitt nú er møguleiki fyri
bæði gisting og eting á
staðnum, tá føroysk feløg
fyrireika seg til altjóða
uppgávur, og fyri tann saks
skuld, so er hetta nakað,
sum kann koma øllum før-
oyskum ítrótti til góða.
- Men hetta tykist bara
ikki at vera tað, sum liggur
fremst í huganum. Talan er
ístaðin vorðin um mis-
teinkiliggering av ymsum
slag. Kanska serliga eftir at
eg fór frá, sigur hann hálv-
gum flennandi.
Fái skil á
Um valið sjálvt, sum altso
verður leygardagin, sigur
Torleif, at í hansara huga-
heimi er tað týdningar-
mesta, at talan verður um
eina breiða semju.
- Eg ætli mær so ikki at
leggja meg út í nakað stríð.
Havi altíð sagt, at teir, sum
skuldu
hava
leiðsluna
framyvir, skulu sjálvsagt
sleppa at arbeiða, uttan at
eg leggi meg út í hetta.
- Nógv eru eisini, sum
hava spurt, hvørt eg stuðli
Óla ella Christiani, men tað
fari eg so ikki at taka dagar
ímillum. Á aðalfundinum
eru tað hvørki eg ella
nevndin - men feløgini,
sum hava orðið, og tað
verða tey, sum gera av, hvør
formaðurin verður.
- Men tá tað er sagt, so
má eg siga, at tað kann
gerast óluksáliga keðiligt,
um talan verður um tepran
meiriluta. Verður talan t.d.
um eina 11-10 atkvøðu-
greiðslu, so er tað eitt sera
ótrygt grundarlag at ar-
beiða eftir. Tað er eingin
loyna, at eisini nevndin
hevur verið spjadd í hesum,
og tí haldi eg, at tað vildi
verið munandi skilabetri,
um fari varð út í felag eftir
onkrum heilt øðrum kandi-
dati, heldur enn at seta tveir
nevndarlimir upp ímóti
hvørjum øðrum. Og eg
kundi ynskt mær, at Dánjal
(Andreasen, blðm.), hevði
verið meira aktivur í at
funnið ein felags kandidat,
sum semja kundi verið
fingin um.
- Ístaðin er talan vorðin
um heilt aðrar spurningar,
og tað er nakað lort, fyri at
siga tað pent.
Óviðkomandi
stríðsspurningar
Og so eru eisini tveir aðrir
spurningar, sum hava verið
drignir fram.
Annar er, at talan skal
vera um eitt stríð, har
Havnin og bygdirnar berj-
ast um valdið, og tað haldi
eg vera vandamikið. Sjálv-
ur sigur Torleif um hetta, at
hann ofta hevur flent at
hesum tosinum, og hann
sigur seg ikki hava merkt
nakað til hetta.
- Tað einasta, sum eg
fekk at vita í so máta, var,
at eg gjørdi alt ov lítið fyri
KÍ. Tað havi eg so valt at
taka sum eitt herðaklapp
fyri, at eg havi arbeitt fyri
landið. Í so máta hevur tað
verið ein fyrimunur hjá
mær, at eg ongantíð havi
spælt fótbólt sjálvur, og
havi heldur ikki so mikið
sum verið limur í KÍ.
Triði spurningurin, sum
ofta hevur frammi, er leik-
luturin hjá aðalskrivaran-
um, og eisini hesum tykist
Torleif bert hava hug at
flenna at.
- Aðalskrivarin hjá Fót-
bóltssambandinum er at
meta við stjóran í eini fyri-
tøku. Sjálvandi eru tað
nevndirnar, sum standa við
ábyrgdini, men tær skulu
ikki leggja seg út í um-
sitingarlig
viðurskifti.
Nevndin hevur ábyrgd av at
seta leistin fyri framtíðar
arbeiðinum. At stjórna hes-
um er so ein aðalskrivari
settur, og hann hevur so
umsitingarligu viðurskiftini
um hendi. Nevndarlimirnir
í eini fyritøku fara jú ikki at
leggja seg út í umsitingar-
ligu viðurskiftini, og tað
skulu teir í FSF heldur ikki
gera, sigur Torleif, áðrenn
hann at enda gevur til
kennar, at hann framvegis
hevur eina lítla vón um, at
ein semja kann finnast.
- Teir hava so ein dag
afturat til at gerast samdir,
men sum landið liggur, so
verður talan so helst um
stríðsval, og tað má so
verða tað.
Ein semja skuldi verið funnin
Gloymið stríðsmálini millum feløgini og finnið eitt felags stev – og allar helst eisini ein felags formann. Tað er høvuðsboðskapurin
hjá Torleifi Sigurðsson undan aðalfundinum hjá FSF
C
M
Y
K
20
Heimarøktin í Eysturoynni
Summarfrítíðar-
avloysarar
Søkt verður eftir frítíðaravloysarum fyri sjúkra-
røktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálp-
arar í tíðarskeiðnum mai-august 2004. Søkt
verður eftir fólki, sum vilja arbeiða í skiftandi
vaktum.
Heimarøktin fevnir um alla heimahjálp og heima-
sjúkrarøkt í øki 3, sum er allar kommunurnar í
Eysturoynni undantiknar Eiðis og Sunda kommuna,
umframt 2 eldrasambýlir.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum alt døgnið.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn saman við avriti av prógvum, autorisatión
og upplýsingum um arbeiðsroyndir verður at
senda til
Heimarøktin Eysturoy
Økisleiðarin · Postbox 47 · Heilsumiðstøðin
FO-620 Runavík · Tlf. 449249
Umsóknarfreistin er 14 apríl.