Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. apríl 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 66 - 3. apríl 2004 Heðin Z. Davidsen, guitarleikari, er høvuðsmaður aftanfyri Tjant, ið hevur fingið góð ummæli í Svøríki TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Borås Tidning hevur rós- andi orð at bera bólkinum Tjant, sum hevur givið út fløgu við sama navnið. Heðin Ziska Davidsen er maðurin aftanfyri bólkin og tónleikin og afturat sær hevur hann Brand Jacob- sen, trummur, Mikael Blak, bass, og svian Anders Hag- berg, ið leikar blásiljóðføri. Talan er um jazzkendan tónleik og føgru orðini í blaðnum vera seinni eisini at síggja í Lira, sum er svenska blaðið fyri heims- tónleik. „Med en befolkning som i antal motsvarar en normal svensk småstad frodas litteraur, konst och musik av högsta kvalitet. När- heten till havet och fåglarna sätter ofta sin prägel på musiken. Även om den är tydligare hos andra färöiska musiker finns naturen närvarande i Hedin David- sens musik". Soleiðis sigur svenska blaðið og víðari verður sagt: " Davidsen tillhör de gitarrister som gärna står i bakgrunden till förmån för gruppen. Ibland stiger han dock fram och bjuder på solon som får mig att rysa av välbehag. Anders Hag- bergs sopransax spelar en framträdande roll och vackrare än så här blir det inte. Det är tretton starka melodier och en spelglädje det sjuder om. Tre färingar och en göteborgare har tillsammans skapat en skiva som samtidigt är spirituell, djup och lättill- gänglig och som med ett avspänt sväng helt enkelt är ett litet mästerverk", skriv- ar Mats Palmquist í Borås Tidning. Frelsunarherurin í Vági hevur sum vanligt barnamøtir um páskirnar og hesaferð er eisini undirhald í stórum stíli og væl skuldi ligið fyri í nýggju hølunum í Vági BARNAMØTIR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Frelsurnarherurin í Vági skipar vanliga fyri barna- møtum um páskirnar og eru hesi vælvitjaði og ein árlig og kærkomin hending hjá mognum av teimum yngru suðuroyingunum. Í komandi viku vitjar kendi danski multikunstn- arin Hans Jørn Østerby í Suðuroynni. Hann hevur givið út 6 fløgur, er kendur sum stand-up komikari, búktal- ari og gandakallur. Saman við honum kemur eisini partur av Skjern Gospel-kids hagar. Hvønn dag í komandi viku verða tey við á barna- møtunum í nýggju hølun- um hjá Frelsunarherinum í Vági kl. 17. Umframt hetta verður Hans Jørn í: • Missiónshúsinum í Sumba mánakvøldið kl. 20 til ungdómsmøti • Hotel Øravík týskvøldið kl. 20 til hugnakvøld • Hotel Bakkanum í Vági mikukvøldið kl. 20 til hugnakvøld • Café One-Way á Tvør- oyri hóskvøldið kl. 22 til kafe-kvøld • Frelsunarherinum í Vági fríggjakvøldið kl. 22 til kafe-kvøld Øll tiltøkini eru almenn. Meira fæst at vita á heimasíðunum hjá teimum: www.hjo.dk www.hansjornosterby.dk www.skjern-gospelkids.dk Tjant góð ummæli í Svøríki Frelsunarherurin í Vági: Barnamøtir við gandi og búktalara Snotuligu nýggju hølini hjá Frelsunarherinum í Vági C M Y K 22 Nr. 66 • leygardagur • 3. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Næstakærleiki er drívmegin Samrøða við Olgu Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum Lesið síðu 8–9 UMMÆLI Eyðun Nolsøe Hóast nýggja fløgan hjá Enekk kallast "Meðan vit nærkast jørðini," so fóru teir rættiliga á flog í Bryggjuni leygarkvøldið. Uppi á fimtu hædd bjóð- aðu teir okkum innar til eina hugnaliga og intima konsert við eini langari røð av teirra heilt egnu og eyðkendu løgum. Í bólkinum hesuferð vóru góðir menn sum Brandur Jacobsen á trummum, Agnar Lamhauge var aftur at hoyra á kontra- bassinum, Óli Olsen sat sum vanligt við klaveri, Heðin Z. Davidsen stóð við el. guitarini og so sjálvandi rosinan í pylsu- endanum Kári Sverrisson akk. guitar og sang. Tað er Kári sum myndar bólkin úteftir og sum skapar mesta tilfarið hjá Enekk, sum tað skilst í samstarvi við Óla. Men eisini vórðu løg hjá Óla og Agnar framførd, og sigast má, at tey ikki stóðu aftanfyri restina av materialinum. Tað er ein heilt serligur stemningur yvir tónleik- inum hjá Enekk, sum ein og hvør veit, ið hevur lurtað eftir honum. Tað er sum eitt etniskt rák gongur aftur í stílinum, um tað so er eitt skjaldur ella ein rock sálmur teir framføra. Orðini eru ein undarlig blanding av nærveru og alheimi, av tí tú sært út gjøgnum vind-eyga ein vakran várdag og torskildum filosofiskum hugleið-ingum. Alt samalt blanda saman í hesum sermerkta Enekk pottinum. Røddin hjá Kára megnar sum fáur at bera hesum stemn- inginum uppi, bæði tá hann syngur inniligt og stilt, men eisini tá hann veksur um orkuna og improviserar sínar eyðkendu skalair út í rúmið. Kári upp- traðkar afturhaldandi, nærmast smæið og undirspælt, men tað klæðir bæði honum og Enekk sera væl. Tað er sum um ein gerst góður við hendan fitta, heita persónin á pallinum, uttan at kenna hann. Uttan himpr traðkar hann niður av pallinum fyri at geva pláss fyri hinum tónleikarunum og stillisliga trínur hann framm aftur og fevnur allan salin. Áhoyrarnir vóru rættiliga forkelaðir hetta minniliga kvøldið í Bryggjuni, tí ikki var spart uppá krútið á pallinum. Vit vórðu leidd heilt aftur til tey fyrstu Enekk fetini, umboðandi ta fyrstu fløguna "Andlit hins tigandi," og blivu samstundis eisini vartaði upp við spildur- nýggja tilfarinum av nýggju fløguni. Sjálvur havi eg altíð dámt fyrstu útgávuna serliga væl, men tað sum eg hoyrdi av nýggja tilfarinum stóð ikki eitt vet aftanfyri, heldur tvørturímóti. Her er talan um nakrar sera vakrar sangir, sum heilt nátúrliga leiða Enekk tónleikin longur fram í tíðina. Serstakliga ein sangur við heitinum "Her má vera meira" hugtók undirritaða. Russisk orð, egið lag og sera vakur tónleikur. Nærum eitt sindur Paul Simon inspirera. Eisini sangir úr teimum báðum fløgunum í millum "Fýra nætur fyri jól" og "Ver sterk mín sál" vóru á skránni. Tað er í botn og grund hugtakandi, so fjølbroytt og rúgvusmikið tilfar ið liggur eftir Enekk. Hesir mennirnir eru ungir enn og hava nógv góð ár frammanfyri sær. Tónleikarnir hava júst verið ein lítlan tour saman í Finlandi, Føroy- um og Danmørkini. Hetta hoyrdist væl á saman- spælinum, sum var rætti- liga sannførandi. Serliga væl riggaði skiftini frá sveimandi og óbundnu passagunum yvir í tann harðara, rútmiska tón- leikin. Hetta gav fram- førsluni lív og vísti dirvið hjá Enekk at ganga plankan heilt út. Tað er torført at seta fingurin á nakað negativt við konsertini, uttan so at hon var einar 20 minuttir forsinka. Men tað eru vit føroyingar so vanur við. Aftaná smáar tveir tímar rungaðu lógvabrestirnir í Bryggjuni sum takk fyri eina frálíka konsert, og tónleikarnir vóru bornir inn aftur til tvey eykaløg. Vit vóru nøkur sum ynsktu og vónaðu at hoyra perluna "Rakiya," men hana hava vit so til góðar næstu ferð. Eg haldi Enekk er ein unikkur bólkur við einum genialum frontfiguri í Kára Sverrison. Tá andin er yvir teimum og løtan er til tað, verða vit leidd inn í eitt hugtakandi og spennandi univers, sum kann røra okkum djúpt í kensluhavinum. Hetta er tónleikur sum krevur nakað av lurtaranum og tískil ikki kann saman- líknast við lættan popp tónleik. Onki ringt um poppin, men hann glíður nú heldur lættari niður og fer helst skjótari framvið. Soleiðis er ikki við Enekk. Ert tú follin fyri Kára og co. er tað ein longri kærleikssøga, sum setur síni spor. Her er sál og andi, sveittandi akkustiskur tónleikur og orð, sum festa seg í medvitið og hita um nakrar kaldar, einsamar sálir á strætum og gøtum í Keypmannahavn. Enekk í hæddini 23 MENNINGARLEIÐARI VIÐ VISJÓNUM Visjónin hjá Føroya Sparikassa er at vera brúkaravinaligasti peninga- stovnur í Føroyum. Í Sparikassanum starvast 172 fólk á 16 deildum kring um í landinum. Á deildunum veita vit ráðgeving og selja fíggjarligar tænastur, har aðalvirðini eru tryggleiki og brúkaravinsemi. Á menningardeildini, Yviri við Strond 2, starvast 8 fólk. Reproz Vit sóknast eftir leiðara til nýggju menn- ingardeild okkara. Menningarleiðarin gerst partur av einari fyritøku við hugsjónum og málum innan prosess- og produktmenning. Fyritøkan skal støðugt mennast, so Sparikassin eisini í framtíðini megnar at veita kundunum framúr góða fakliga og persónliga ráðgeving. Fyri at røkka hesum málum krevst ein góður og sjálvstøðugur menningarleiðari við hóskandi útbúgving og royndum á KT- og fyrisitingarøkinum. Ynskiligt er at um- søkjarar hava royndir frá peningastovni, projekt- og leiðsluroyndir. Uppgávurnar hjá menningarleiðaranum verða at hava dagligu leiðsluna og at skipa arbeiðið á KT- og fyrisitingarøkinum. Menningardeildin mennir og røkir tøkni- liga samskiftið, virkisgongdir og tænastur í tøttum samstarvi við stáps- og rakstrar- deildir Sparikassans. Menningarleiðarin hevur, við tilvísing til stjórnina, ábyrgdina av KT- og fyrisitingar- politikki Sparikassans – herundir strategi, bygnaði, virkisgongdum og trygd innan økið. Trivnaðurin og arbeiðsgleðin millum starvsfólkini hevur avgerandi týdning fyri Sparikassan, og á hesum økjum skal menningarleiðarin vera virkin. Evnini at samstarva, samskifta og virka í einum umhvørvi, sum støðugt broytist, mugu vera góð. Vit ynskja okkum eina eldsál, ið eggjar øðrum til og torir at ganga á odda. Umsøkjarin skal vera sinnaður at menna seg bæði fakliga og persónliga. Starvið verður lønt sambært avtalu. Áhugað eru vælkomin at venda sær til Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðara, tel 348510 marjun.eystberg@sparikassin.fo ella til Marner Jacobsen, forstjóra, tel 348571. Umsóknir skulu verða Sparikassanum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 7. apríl 2004. Tær skulu stílast til: FØROYA SPARIKASSI Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari Yviri við Strond 2 FO-100 Tórshavn