leygardagur 3. apríl 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 66 - 3. apríl 2004
3
2
Sosialurin Nr. 66 - 3. apríl 2004
Kendi suðurafrikanski erkabiskupp-
urin Desmond Tutu (f. 1931) segði,
at vit mugu taka eitrið úr orma-
bitinum við sannleikanum, men vit
mugu grøða sárið við fyrigevingini.
Sannleikin sterkari enn lygnin
Jósef hevði ein dreym, sum ikki kundi
avlívast við eini lygn. Sannleikin vann á
lygnini, men tað kostaði líðing, stríð og
áhaldni.
Søgan um Jósef er søgan um, hvussu
sannleikin verður gjørdur til lygn, og
hvussu seiglívað og oyðileggjandi lygnin
er. Lygnin verður harafturat til lívslygn.
Men hetta er eisini søgan um, at
sannleikin at enda vinnur á lygnini. Tá
krevst tó meir enn bara sannleikin til at
vinna sær megi til at koma burtur úr mis-
álitinum - til tað krevst hin nýskapandi
mátturin, sum gevur seg til kennar
gjøgnum fyrigeving og náði.
Danski religiónsfilosoffurin og
teologurin Knud Ejler Løgstrup (1905 -
1981) greinar sambandið millum
sannleika og lygn. Hann sigur, at tú kanst
ikki lúgva uttan fyrst at hugsa um
sannleikan; men tú kanst saktans siga
sannleikan uttan fyrst at hugsa um at
lúgva. Sannleikin upplivist altíð fyrst í
samvitskuni, so kemur lygnin. Lygnin
snultar - hon livir av sannleikanum.
Sannleikin er primer uppliving, lygnin er
sekunder uppliving.
Kærleikin bjargar tí góða lívinum
Dreymur Jósefs var so sterkur, at hann
mátti avnoktast. Dreymurin um, at Jósef
einaferð fór at bjarga allari ættini undan
hungursneyð og deyða mátti avlívast.
Hann var ov hugmóðigur, kravdi ov stórt
sjálvsálit, var so eyðmýkjandi. Tí mátti
dreymurin drepast. Tað kundi bert gerast
við at drepa Jósef sjálvan. Men
sannleikans máttur í samvitskuni hjá
brøðrum Jósefs vann at enda. Teir seldu
Jósef, men søgdu við pápan, at eitt djór
hevði dripið hann. So var dreymurin
avlívaður við eini lygn, hildu teir. Men
hvussu er dagliga at liva lívið við eini
lygn? Brøðurnir søgdu: " Komið latið
okkum nú drepa hann…" Tað ber til at
drepa droymaran, men ikki dreymin.
Nógvir sannleikans droymarar eru vorðnir
dripnir, men dreymurin um sannleikan
doyr ongantíð. Bert ein óvæntað
hungursneyð kundi nú tvinga sannleikan
fram. Lygnin var sterk, men kortini ov
veik til at tola hungursneyðina. Í hungurs-
neyðini er tað sannleikin, sum er hin
sterkari mátturin, men tá eru tað kortini
bert kærleikin og fyrigevingin, sum kunnu
bjarga tí góða lívinum at halda á.
Sannleiki og fyrigeving vinna á lygn og
órættvísi
Brøðurnir lugu fyri Jákupi, pápanum, so
at hann segðí: " Í sorg skal eg fara niður í
deyðaríkið til son mín". Nógv ár seinni
mitt undir hungursneyðini søgdu teir beint
upp í eyguni á sjálvum Jósefi, sum teir
ikki kendu aftur: "Vit eru ærligir
menn….Jósef er ikki til longur". Ikki fyrr
enn hungursneyðin hóttir teirra egna lív,
siga brøðurnir: "Sanniliga, nú mugu vit
bøta… vit sóu sálarangist hansara… tí
kemur henda neyð á okkum." Seinni sigur
Juda við Jósef: "Hvussu skulu vit
rættvísgera okkum! Gud hevur funnið
misgerð tænara tína!". Kortini heldur Juda
á at lúgva: "Ja, vit eiga ein gamlan
faðir…bróðir (Jósef) henda sonin
(Benjamin) er deyður…"
Men so koma vit til tað etiska
hæddarpunktið í stríðnum millum
sannleikan og lygnina. Tað er, tá Jósef
sjálvur sigur brøðrum sínum sannleikan
um seg sjálvan. Teir vóru deyðaræddir, nú
trúðu teir síni egnu lygn, at Jósef var
deyður, í minsta lagi horvin. Teir droymdu
ikki um at síggja Jósef aftur. Nú stendur
sannleikin persónifiseraður beint fyri
eygum teirra og sigur: "Eg eri Jósef!
Bróðir tykkara, sum tit seldu til
Egyptalands." Nú kundu dómurin og
hevndin lættliga avgjørt stríðið. Men Jósef
transsenderar enn einaferð, hann flytur
sakina av tí juridiska pallinum yvir á tann
etiska, andaliga pallin, so at kærleikin fær
síðsta orðið. Jósef sigur við brøður sínar:
"…til at bjarga lívum hevur Gud sent meg
higar undan tykkum….Tit høvdu ilt í
huga móti mær; men Gud hevði í huga at
venda tað til gott - fyri at lata henda tað,
ið nú hevur hent, og halda nógvum
fólkum á lívi." So leyp Jósef um hálsin á
bróður sínum Benjamin og græt, og
Benjamin græt í ørmum hansara. Og hann
kysti allar brøður sínar." Hetta var ikki
lagnutrúgv, men gudstrúgv, tí Jósef hevði
tikið ábyrgdina av sínum egnu dreymum.
Í Suðurafrika dugdi Desmond Tutu at
síggja, at hatrið eftir apartheid bert kundi
temjast við sáttargerð, bygd á sannleika
og fyrigeving. Tí varð Desmond Tutu
valdur til formann í "The Truth and
Reconciliation Commission". 7 000 fólk
komu fram fyri nevndina og søgdu
sannleikan um teir ræðuleikar og
brotsverk, tey høvdu framt, og bóðu um
amnesti. 14 000 offur søgdu frá síni
líðingarsøgu. 3 500 síður vórðu skrivaðar
um sannleikan og fyrigevingina. Hetta var
við til at bjarga landinum undan
borgarakríggi.
Jósef bar ikki í bøtuflaka fyri lygn og
órættvísi, hann vann á lygn og órættvísi
við sannleika og fyrigeving.
Hugleiðingar um Jósef og dreymar hansara
Mundi Jósef fara at drukna ella læra at
svimja í mótstreyminum?
Sum unglingi hevði Jósef dreymar, sum
vaktu øvund og hatur. Pápin var betri við
hann enn við hinar brøður hansara og gav
honum litfagran, fótsíðan kyrtil;
samstundis deildi og skeldaði hann Jósef,
tí hann droymdi hugmóðigar dreymar,
sum hann ikki kundi dylja. Øvundin og
hatrið hjá brøðrunum bara vaks. At enda
hataðu og øvundaðu teir hann so, at teir
ætlaðu at drepa hann. Teir blakaðu hann
ístaðin fyrst í brunn í oyðimørkini, men
síðani seldu teir hann til Egyptalands fyri
20 seklar av silvuri. Potifar, hirðmaður og
høvdingi yvir lívvakt Faraos, keypti hann
sum træl. Kona Potifar lokkaði, snýtti og
baktalaði hann, so at Potifar at enda setti
hann í fangahús. Alt, sum hendi, var
óvæntað, óútrokniligt, ófatiligt. Hetta var
ikki tað, Jósef hevði roknað við, og als
ikki tað, hann hevði droymt um. Hetta var
tað øvugta, og so var tað møguliga als
ikki hent, um hann bara ikki hevði
droymt. Var lívið ikki órættvíst? Var tað
ikki meiningsleyst? Hevði lív hansara
kortini onki endamál? Nú vóru allir
dreymar brostnir. Alt tyktist sum ein
óloysilig gáta í fongslinum og
myrkrinum. Jósef mátti spyrja hví.
Franski rithøvundin og heimspekingurin
Jean-Jacques Rousseau (1712-1778)
segði: "Lutur okkara er líðing í øllum
lívsins leiklutum".
Mundi Jósef fara at læra, at líðingin er
ein partur av lívinum, at vit verða fødd
gjøgnum líðing, at lív sprettur av deyða?
Ella fór hann at gerast offur fyri
absurditetinum? Skuldi hann sleppa øllum
sínum dreymum? Ella fór hann, sum
finski heilsugranskarin og professarin dr.
Katie Eriksson sigur, "at skapa eina
symfoni í dur og mol við gleði, lívi,
líðing, sorg og pínu"? Kanska fóru onnur
at lurta eftir symfoniini, kanska fóru tey
at lurta meir, av tí at hon ikki bara var í
dur, men eisini í mol.
Kanska fór onkur at tora at droyma og
trúgva uppá, at tað ber til at liva lívið við
dreymum hóast øvund, hatur, svik og
kaos. Kanska var veruleikin fjaldur í
dreyminum.
Men uttan trúgv á dreymin hevði Jósef
onga framtíð. Hóast fortíðin lá í knúsi í
fongsli og myrkri, tordi Jósef kortini at
trúgva upp á dreymin. Fyri Jósefi var
dreymurin ein veruleiki í framtíðini,
sum vann á øvund og hatri í nútíðini.
Longu 17 ára gamal upplivdi Jósef
lívsins torføru gátu. Hví skuldi hann
droyma um framtíðina, dreymar,
sum góvu honum trupulleikar, sum
vaktu øvund og hatur? Tað hevði
verið lættari ikki at sagt nøkrum frá
dreymunum, og tað lættasta hevði
verið ongar dreymar at havt.
Lívið - ein gáta at loysa
Eyðmýkjandi upplivingar - ein fyri og
onnur eftir - noyddu Jósef at spyrja, hví
lívið var so órættvíst, fløkt og óútrokniligt
- ein óloysilig gáta. Kortini var tað ein
avbjóðing, at lívið hóast alt hevði so
nógvar fløktar gátur at loysa. Tað, sum
hendi, var kanska ikki bara tilvild. At
lívið var absurd, fáfongd ella tómleiki,
noktaði hann at trúgva. Tað var skapanin
ov stór og ov hugtakandi til. Tað vóru
dreymarnir ov ríkir og spennandi til. Hann
kendi ov væl setningin, at í upphavi
skapaði Gud kosmos úr kaos, at í upphavi
var logos. Ein gáta er jú ikki ein gáta, um
hon ikki hevur eina loysn. Tað gjørdi
kanska onki, um hann ikki visti svarið
beinanvegin. Lívið var jú ein verulig
gáta. Jú torførari, jú betri. So hevði
lívið eins og gátan eisini eina loysn, eitt
svar. Hann slapp sjálvur at vera við at
skapa loysnina, at gita gátuna. Hann kendi
tað sum sína egnu ábyrgd at loysa sína
egnu lívsgátu.
Lívsins gáta - ein eksistentiell avbjóðing
Jósef hugsaði: "Hví gav pápi mær litfagra
dreymakotið? Eg bað
ikki um tað! Hví hata
brøður mínir meg fyri
tað? Eg kann ikki gera
við tað! Eg fari kortini
við mati til teirra at
hjálpa teimum. Eg skilji
ikki øvund og hatur, nú
eg eri á veg at hjálpa.
Hví er alt so rangvørgt?"
"Hví skal eg lúgva fyri
mær sjálvum og øðrum
og ikki siga nøkrum frá
mínum dreymum og
hugsjónum, hóast eg
ikki veit sjálvur, hvørjar
líðingar hugsjónirnar
leiða meg útí?"
"Hví taka teir meg og tveita meg í
brunnin í oyðimørkini? Hví siti eg í
myrkrinum, einsamallur og hjálparleysur?
Er tað tí, eg var ærligur og segði frá
mínum dreymum? Tað skuldi eg kanska
ikki havt gjørt! Hetta er ein óloysilig
gáta!"
"Hví selja mínir egnu brøður meg til
Egyptalands? Hvør er meiningin? Hví
vilja teir mær so ilt? Eg skilji onki av
nøkrum. Hví hevur øvundin slíkt vald?
"Hví verði eg seldur sum trælur? Hví
skuldi júst eg møta eini kvinnu, sum
snýtti meg? Sum eggjaði Potifar at blaka
meg í fongsul? Hvussu langt niður ber til
at søkka?"
"Hví gloymdi yvirskeinkjarin meg,
hóast eg hjálpti honum í neyðini í
fongslinum"?
Alt var ein gáta. Lívið sjálvt var ein
gáta fyri Jósefi! Men tað var gott, at lívið
kortini var ein gáta, tí so visti hann
eisini nakað meir - at gátan mátti og
kundi loysast. Tað var spennandi! Og
dreymurin gav honum neyðugu orkuna
at halda á at loysa gátuna!
Politikarin og juristurin
Thomas Jefferson (1743 -
1826), sum gjørdist triði
amerikanski forsetin, og sum
í 1776 skrivaði Amerikansku
Frælsisyvirlýsingina, segði:
"Mær dámar betur dreymar
um framtíðina enn søguna
um fortíðina."
Ger dreym til veruleika
Jósef er kendur fyri gjøgnum
dreymin at síggja ætlan og
endamál fyri framman í royndum
og líðing. Ígjøgnum dreymin at
broyta søguna. Hansara
filosofiska grundarlag byggir á
hugsanina um, at í upphavi
skapaði Gud himmal og jørð,
tvs. kosmos. Orðið "skapan"
merkir at gera kosmos burtur úr
kaos. Tað var henda skapandi
mátt, hann sá og sjálvur brúkti at
vinna á tí kaos, hann so mangan
upplivdi. Hann sær hin guddóm-
liga máttin aftan fyri og í øllum.
Mátturin vinnur á óndskapi og
órættvísi. Sum trælur tók hann
ábyrgd og vann sær so stórt álit
og ávirkan, at hann enntá kundi
broyta givnu umstøðurnar og
venda gongdini hjá Potifar,
hirðmanni og høvdinga yvir
lívvakt Faraos. Í næstu løtu
verður hann kortini órættvíst
blakaður í fongsul, men aftur her
ger hann seg galdandi ínnanífrá í
fongslinum, aftur fær hann
avgerandi ávirkan. Hann er sum
ein annar Nelson Mandela,
sum ger dreym til veruleika.
Dreymarnir - dramatiskur
veruleiki
Við sínum egnu dreymum hevði
Jósef eisini serligt sálarfrøðiligt
innlit í loynivitskuna hjá sínum
medfangum. Ein morgun í
fongslinum sær hann, at tveir av
fangunum hava mist alla vón. Tá
sigur hann við teir: "Hví síggja
tit so sorgarbundnir út í dag?"
Teir svaraðu: "Vit hava droymt,
og ongin er, sum kann týða tað!"
Jósef tekur dreymaverðina í
loynivitskuni hjá sínum med-
fangum í fullum álvara. Men
dreymarnir eru so torførir at
tulka, at Jósef má transsendera,
fara út um tað vanligu fysisku,
materialistisku tilverutulkingina,
og sigur: "Hoyrir tað ikki Gudi
til at týða dreymar! - Latið meg
hoyra tað, ið tit hava droymt!"
Aftur síggja vit, at hann hevur
eitt náttúrligt samband við hin
skapandi máttin. Hann týðir
persónligu dreymar bakarans og
skeinkjarans. Dreymarnir gerast
dramatiskur veruleiki.
Dreymar broyta framtíðina og
veruleikan
Jósef er eisini kendur fyri at týða
politisku dreymar Faraos. Tí
telist hann millum mest týðandi
økonomisku ráðgevarar í forn-
søguni og verður mangan enn
brúktur sum fyrimynd. Í dreymi
sær Farao fyrst 7 feitar og vakrar
kýr koma upp úr Nilá, síðan sær
hann 7 ljótar og rak kýr koma
upp. Tær 7 rak ótu tær 7 feitu.
Farao vaknar í døpurhuga. Ongin
er førur fyri at týða dreymarnar
uttan Jósef. Men tað áhugaverda
er, at Jósef aftur sigur: "... tað, ið
Gud ætlar at gera, hevur hann
latið Farao vita..." So heldur
Jósef á og sigur: "Tað koma 7 ár
við ovurnøgd um alt Egyptaland.
Men aftaná koma 7 hungursár...
Tí er best hesi góðu árini, ið
koma, at savna saman korn.
Kornið skal so vera til at taka hjá
landinum tey 7 hungursárini, so
at landið skal ikki ganga til
grundar av hungrinum." Hetta er
realistiskur, økonomiskur poli-
tikkur, hetta er framrokning
næstu 14 árini. Hann roknar við
ringast møguligu afturgongd ein
part av tíðini og setir neyðugu
fyribyrgjandi tiltøkini í verk,
meðan tíð er. Hetta kundu Før-
oya Landsstýri og Fíggjarmála-
ráðið lagt sær í geyma. Dreym-
arnir broyta framtíðina.
Kendi stríðsmaðurin fyri
borgararættindum teirra svørtu
og nobelfriðarprísvinnarin
Martin Luther King (1929 -
1968) segði: "Eg havi ein dreym,
at einaferð ....... fara synir
trælanna og synir trælaharranna
at sita saman sum brøður um
borðið..." King livdi og doyði
fyri dreymin, tí gjørdist
dreymurin veruleiki.
Jósef setir dreymarnar inn í eina
størri, kosmiska lívsheild, sum
gevur meining, hóast atsókn,
kaos, líðing og deyða. Orsøkin
er, at hann roknar við, at hann
livir í tí guddómliga, skapandi,
kosmiska máttinum, sum hann
sjálvur er ein partur av, men sum
hann eisini kann ávirka.
Dreymurin er ein veruleiki fyri
framman, sum verdur er at
liva og doyggja fyri. Dreymurin
broytir framtíðina og tí eisini
veruleikan.
Róland í Skorini
Jósef – dreymar
í dur og mol
Sveisiski psykoanalytikarin Carl Gustav Jung (1875 - 1961)
segði:"Menniskjað líður, so leingi tað ikki torir at svimja í lívsins
kaotiska streymi."
Jósef – dreymur og lívsins gáta
Jósef – dreymurin ein veruleiki í framtíðini
Jósef – tað ber til at drepa
droymaran, men ikki dreymin
C
M
Y
K
25
24