Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 5 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Fíggjarligar avleiðingar - Verður ferðaavgjaldið tikið av, ella lækkað, fær tað fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan. Tí er tað ein spurningur, vit taka upp í sambandi við samráðingarnar um játtanarkarmarnar hesi næstu árini, sigur Jørgen Niclasen. Áki Berthldsen Nú skal illa umstrídda ferða­ av­gjald­ið lækkast. Men tað verður neyvan lækk­að so nógv, sum mong høv­du vónað, í hvussu so er ikki í fyrstu syftu. Hvørja ferð ein ferðaseðil úr Føroyum verður keyptur við Atlantsflogi ella Norrønu, skulu 120 krónur rindast í lands­kassan í ferðaavgjaldi. Eftir ætlan skuldi hetta út­vega landskassanum eina inn­tøku á 16 milliónir krónur í ár. Men nú fíggjarlógin fyri 2013 varð samtykt, varð sam­ s­tund­is ásett, at inn­tøk­an hjá lands­kassa­num av ferða­ av­gjaldi í ár, skuldi lækk­ast tríggj­ar milliónir krónur, úr 16 milliónum, niður í 13 millión­ir. Hetta er ein lækking á sløk sløk 19%, ella góðar 20 krón­ur fyri hvønn ferðaseðil. Eftir hesum skuldi ferða­ av­gjaldið lækkast niður í slak­ar 100 krónur fyri hvønn ferða­seðil úr Føroyum. Jørgen Niclasen, lands­ stýris­maður í fíggjarmálum, hev­ur nú lagt málið fyri Lands­stýrið. Eftir upskotinum, sum nú fyriliggur, skal ferða­av­gjald­ ið lækkað 25 krónur fyri, hvønn ferðaseðil, ella úr 120 krón­um, niður í 95 krónur. Lægri avgjald um veturin Kortini staðfestir lands­ stýris­mað­urin, at enn er ong­ in endalig avgerð tikin. Hann hevur nú lagt spurn­ingin fyri ferða­vinnu­ na til ummælis og fyrrenn svar kemur haðani, verður ong­in endalig støða tikin tik­in. Tað er nevniliga als ikki sagt, at hetta verður endaliga úrs­lit­ið, at ferðaavgjaldið lækk­ar 25 krónur yvir ein kamb. - Tað eru eisini aðrir mátar at lækka ferðaavgjaldið upp á, sigur hann við Sosialin. Hann vísir á, at eyðvitað eru nógv ferðafólk í Føroyum um summarið, men at tað er meiri soltið, fyri ikki at siga, eiða­sørt, um veturin. Ferðavinnan hevur leingi víst á, at ein máti at menna ferða­vinnu­na, er at leingja ferða­vinnu­tíðina til eisini at umfata várið, heysti og kanska veturin við. Í hesum sambandi hava yms­ir møguleikar ver­ið um­ hugs­aðir, hvussu ferða­fólk kunnu lokkast til Før­oya uttan­fyri vanliga ferða­ vinnu­tíð. Og Jørgen Niclasen held­ ur, at í hesum sambandi kann ferðaavgjaldið verða eitt hent amboð. - At lækka ferðaavgjaldið 25 krónur fyri hvønn ferða­ seð­il, ger neyvan nakran mun, heldur hann. Tí hevur hann eisini hugs­ að møguleikin at hava eitt ymiskt ferðaavgjald, alt eftir, hvør árstíðin er. - Vit kunnu hugsa okkum, at ferðaavgjaldið verður ver­ andi 120 krónur um summ­ ar­ið, men at tað so afturfyri verð­ur avtikið heilt av um vetur­in, ella í øllum førum lækk­að munandi. - Tað kundi lokka ferða­ fólk higar, tí fer avgjaldið at lækka 120 krónur fyri hvønn ferða­seðil, fer tað av álvara at merkj­ast, sigur lands­stýris­ maður­in. Áki Bertholdsen - Vit eru ómetaliga fegin um, at poliski myndugleikin er far­in undir eina tilgongd at lækka ferðaavgjaldið. Tað sigur Gurðið Høj­gaard, stjóri í Ferða­ráð­num, nú Jørg­ en Nicla­sen ætlar, at ferða­av­ gjaldið skal lækka 25 krón­ur. Men tá ið stjórin í Ferða­ ráðnum fegnast um ætlan­ ina, staðfestir hon sam­stund­ is, at signalvirðið í polit­isku fráboðanini, hevur størri týdn­ing enn sjálvt krónu­ talið. - Í tí stóra og heila ger tað lítl­an og ongan mun at ferða­ av­gjaldið lækkar 25 krónur fyri hvønn ferðaseðil. - Tað verður ikki hetta, sum verður avgerðandi fyri, um ferðavinnan mennist, ella ikki. - Men vit eru ógvuliga fegin um signalivirðið í, at polit­iski myndugleikin nú hev­ur tikið spurningin upp, sig­ur hon. Hon dylir ikki fyri, at ferða­ vinn­an hevur ikki broytt áskoðan um, at skal ferða­v­ inn­an mennast, eigur av­gjal­d­ ið átti at verða av­tik­ið. - Hinvegin síggja vit eisini veruleikan í eyguni, at lands­ kass­in hevur brúk fyri inn­ tøk­um, Men nú er so hol sett á og tað fegnast tey um í ferða­ vinnuni og tey síggja fram til, at ferðaavgjaldið kann verða avtikið um nøkur ár. Ikki ymiskt avgjald Hinvegin er Gurðið Høj­ gaard ikki so forlipt upp í tankanum hjá um, at ferða­ av­gjaldið skal vera ymiskt summ­ar og vetur í eini roynd at lokka fleiri ferðafólk higar um veturin. - Vit taka ikki undir við, at ferðaavgjaldið verður ymiskt, tí tað fer leggja eina stóra, eyka umsitingarliga arbeiðs­byrðu á tey, sum selja ferða­seðlar, uttan at nakað ser­ligt úrslit fer at spyrjast burt­ur úr. - Harafturat er tað skjótt at mistøk kunnu verða gjørd, tá ið tey, sum selja ferða­seðl­ ar, skulu halda skil á, hvørji av­gjøld eru galdandi ávísar mán­að­ir í árinum. - Tí vil ferðavinnan helst hava sama ferðaavgjald alt ár­ið, sama hvussu høgt ella lágt tað verður. Hjørdis Højgaard vísir á, at tað er um summarið, at tey flestu ferðafólkini kem­ ur higar og hon væntar ikki, at tað fer at ávirka nakað ser­ligt, at ferðaseðlarnir kans­ka verða ein hundr­ aðkrónurseðil bíligari á há­ vet­ri, tá ið tað longu fram­ man­undan er bíligast at ferð­ast. 25 krónur bíligari at sleppa av landinum FERÐAVINNA Nú verður illa umstrídda ferðaavgjaldið lækkað Ger ongan mun FERÐAVINNAN Vit eru ómetaliga fegin um, at ferðaavgjaldið lækkar, men ein lækking á 25 krónur ger lítlan og ongan mun, sigur stjórin í Ferðaráðnum Lægri avgjald Illa umstrídda ferðaavgjaldið skal nú lækkast, men tankin um at hava ymiskt ferðaavgjald, alt eftir árstíðunum, fær ikki góða móttøku Skal strikast Gongst, sum Løgtingið vil, skal alt ferðaavgjaldið verður avtikið um nøkur ár. Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, heitti Løgtingið samstundis á Jørgen Niclasen um at niðurlagað ferðaavgjaldið so líðandi, til tað heilt er burtur. At lækka ferða­ avgjaldið 25 krónur fyri hvønn ferðaseðil, ger neyvan nakran mun Tí vil ferðavinnan helst hava sama ferðaavgjald alt árið Tað kundi lokka ferða­fólk higar