mikudagur 16. januar 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Mikudagin 16. januar fyllir
Kári Egholm Jacobsen, Glyv
rar, 50 ár. Kári varð føddur 16.
januar 1963. Hann vaks upp á
Sýnini á Glyvrum og hevur
búð á Glyvrum næstan alt
sítt lív. Í 1984 giftust Kári
við Onnu Hansen, ættað av
Hellunum. Tey eiga trý børn
og 2 barnabørn.
Í 1983 tók hann fiskivinnu
útbúgving í Noregi (Statens
Fagskole for Fiskeindustri
Vardø).
Kári hevur havt fleiri leið
arastørv í privatu vinnuni
tey seinastu 30 árini. Kári
hevur í sínum størvum víst
ágrýtni og arbeiðssemi, og
hevur verið við til at skapt
fleiri góð úrslit í vinnuni.
Í dag er Kári virkisleiðari á
Bakkafrost. Har hevur hann
ábyrgd av allari portións-
framleiðsluni.
Í 2008 stillaði Kári upp til
kommunuvalið í Runavíkar
kommunu, og varð hann
valdur í kommunustýrið. Í
2012 stillaði hann aftur upp
og varð hann afturvaldur.
Hesi árini hevur hann m.a.
verið formaður í mentanar
nevndini, verið nevndarlimur
í SEV og eitt skifti formaður
í nevndini fyri Fjarhitafelag
ið.
Á ungum árum kom Kári
til persónliga trúgv á Jesus.
Trúgvin hevur øll árini verið
natúrligur partur av hansara
lívi. Hann hevur verið virkin
í samkomurabeiði alt sítt
vaksna lív. Kári var saman við
øðrum eldhugaðum fólkum
við til at stovna samkomuna
Lívsins Orð í Runavík.
Kári er familjukærur og
hevur altíð givið sær tíð
til familjuna. Hann hevur
ótroyttiliga stuðlað okkum,
børnunum, í skúla, tónleiki,
ítrótti og ikki minst á kristnu
lívsleið okkara.
Vit eru sera takksom fyri
alt tað, tú hevur verið fyri
okkum. Tú hevur verið og ert
okkara trúfasti stuðul ígjøg
num alt. Tú ert altíð klárur
við góðum ráðum og einum
uppmuntrandi orði. Heitir
man á teg, ert tú altíð fúsur
at hjálpa. Hjá tær er tað altíð
“ídag”, tí til “ímorgin” er alt ov
leingi at bíða.
Vit eru glað og errin av,
at hava ein pápa, verfað
ir og abba, sum er so fyri
myndarligur og elskandi.
Hjartaliga tillukku við
føðingardegnum ynskja vit
tær.
Pætur, Filip, Noomi, Rúni,
Rakul Maria og Sámuel
Kári Egholm Jacobsen
50 ár
Tí hava vit demokratiskt undirskot
Helgi Abrahamsen
Nógv verður í hesum døg
um tosað og skrivað um før
oysku kjakmentanina. Í tí
sambandinum hevur serliga
verið funnist at tinglimum í
samgonguni, sum ikki taka
orðið í øllum málum, sum
verða viðgjørd í løgtinginum.
”Tað eru bara landsstýris
fólkini og framsøgufólkini
fyri flokkarnar sum siga nak
að, meðan restin tigur,” sigur
blaðstjórin á Dimmalætting,
og onkur hevur eisini kallað
hetta ”demokratiskt undir
skot” og ”larmandi tøgn”.
Alla ta tíðina eg havi ar
beitt í politisku skipanini,
havi eg bara hoyrt tað
øvugta. Kritikkurin hevur
altíð verið vendur ímóti tí,
at í løgtinginum taka øll
orðið í øllum málum. Í okk
ara grannalondum er tað
soleiðis, at flokkarnir hava
framsøgufólk, sum umboða
allan flokkin, og tað kemur
næstan ikki fyri, at onnur
taka orðið. ”Her fer alt upp
at geila”, hoyrdi eg einaferð
ein irriteraðan tingmann
gremja seg.
Floksdisiplin eitur
nú demokratiskt
undirskot
Fyrr varð floksdisiplin rokn
að fyri at vera ein dygd, men
nú verður tað kallað ”demo-
kratiskt undirskot”. Kravið
tykist vera, at vit skulu hava
flokkar, sum ikki eru flokkar,
og samgongur, sum ikki
hava áralag. Øll skulu bara
umboða seg sjálvan og ikki
tann flokkin, tey eru vald at
umboða, og fjølmiðlarnir tala
at, um samgongan er blivin
samd um málini, áðrenn tey
verða løgd fyri í tingið.
Vit hava sæð fleiri dømi
í Føroyum um flokkar og
samgongur, har hvør dró í
sína ætt. Tað spældi sjáldan
væl av.
Nei sjálvandi eru ikki øll
19 í samgonguni samd um
alt. Tað skulu nakrir kamelar
svølgjast, og onkur uppskot
verða eisini broytt á vegnum.
Men skal nakað skil vera á,
so má samgongan gera eitt
gott forarbeiðið, soleiðis at
landsstýrisfólkini
kunnu
vita, um undirtøka er fyri
uppskotunum, sum verða
løgd fyri løgtingið.
Lítið sigandi orðaskifti
Hvat er tað so fyri orðaskifti,
sum fjølmiðlarnir eftirlýsa?
Tað sum vit uppliva í
løgtinginum fyri tíðina er, at
fólk taka orðið undir fyrstu
viðgerð, og tey taka aftur
orðið undur aðru viðgerð, har
tey siga júst tað sama, sum tey
søgdu undir fyrstu viðgerð.
Og aftur undir triðju viðgerð
fáa vit enn eina útgávu av
somu røðu. Tá røðarin er
liðugur (bæði undir fyrstu,
aðru og triðju viðgerð), biðja
partafólkini hjá røðaranum
um eina viðmerking, har
tey takka røðaranum fyri
hesa fantastisku røðuna, og
so spyrja tey røðaran, um
hann ikki er samdur í tí at...
(og so kemur ein leiðandi
spurningur). Røðarin fær
so ein minutt til at svara, at
hann er samdur. Síðani reisist
tann næsti sum takkar og
spyr, og røðarin fær enn ein
minutt at siga, at hann aftur
hesaferð er samdur.
Soleiðis ganga heilir dagar
í tinginum, so tað er kanska
ikki løgið, at tingfólk trívast
illa í tingsalinum. Tey koma
inn at halda (ella endurtaka)
sína røðu, og fara so útaftur.
Aftaná klokkan hálvgum
seks, sløknar Tingvarpið, tí
tá skal sjónvarpssendarin
brúkast til at vísa barna
sendingarnar ”Pingu” ella
”Kúgvin Konny”, so tá eru tað
stórtsæð bara tey fáu sum
sita eftir í tingsalinum sum
hoyra orðaskiftið.
Ikki motiverandi
Nei tað er ikki serliga moti
verandi at halda røður fyri
einum tómum tingsali. Eg
haldi í hvussu so er ikki, at
tað sum verður sagt á løg
tingsins røðarapalli er tað
sum tryggjar tað demokrat
iska yvirskotið í Føroyum.
Harafturímóti havi eg altíð
hildið, at tingfólk áttu at
gjørt meira við at skriva í
bløðunum, fyri á tann hátt at
greitt frá teirra politikki.
So heldur enn at eftirlýsa,
at samgongulimir taka orð
ið í øllum málum, so áttu
fjølmiðlarnir at eftirlýst, at
tingfólk gjørdu meira vart
við seg aðrastaðni, har fólk
hava størri møguleika at
fylgja við.
Má gevast her
Eg kundi hugsað mær at sagt
nógv meira um hetta evnið,
men eg má heldur gevast
her, tí eitt av hesum bløð
unum, sum hava eftirlýst,
at samgongufólk úttala seg
meira, hevur eisini givið
mær harraboð um, at mínar
greinir mugu ikki vera longri
enn í mesta lagið 6.000 bók
stavir, tí annars sleppa tær
ikki við í blaðið.
Eg undrist bara á, at onn
ur, sum kalla sínar greinir
”kronik” ella ”politisk tíðar
grein”, fáa heilt aðrar treytir
frá sama blaði. Eg veit ikki,
hví treytirnar eru so ym
iskar, men kanska hevur
tað okkurt við demokratiskt
undirskot at gera ???
Kjak