mikudagur 16. januar 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Hvør heldur eygað
við pressuni?
Á
hugavert er at hoyra fjøl
miðlafólk kjakast í Kring
varpi Føroya. Eisini um
nýggjárssendingina í sjónvarpinum,
sum eitt felag uttanfyri húsið legði
navn og vertskap til.
Pressan var hesaferð mannað av
fimm journalistum, og spurningar
um trúvirði, loyalitet og javnbjóðis
kapping sveimaðu í luftini, tá stjór
in tók samanum og segði, at gamla
árskvøld verður ikki vanliga ikki
farið í boksihandskarnar.
Nei, tað skuldi ikki verið neyð
ugt?! Ein leiðsla í einum almennum
tíðindabera má hava álit á, at tíðindi,
mentan og undirhald liggja í góðum
hondum. Og tey stóru bløðini eiga
eisini at vísa góðan fjølmiðlasið.
Gævi at so var.
Frælsa orðið og trúgvin eru grund
arsteinarnir í okkara fólkaræði. Og
tørvur er á sakligum og óheftum
fjølmiðlum. Men vit búgva í
Føroyum. Viðurskiftini eru smá.
Nærum øll kenna øll. Og jantilóg,
øvundsjúka og fordómar trívast
allastaðni. Eisini millum tíðinda
fólk, teknikarar og programfólk av
ymsum slagi.
Vit siga, at pressan er vakthundurin
í samfelagnum. Hetta gevur tign
og vald. Tey góðu og ábyrgdarfullu
tíðindafólkini hava amboðini og
duga handverkið. Og neyvan gong
ur dagur uttan áhugaverdar send
ingar og viðkomandi lesnað.
Men føgru orðini um journal
istiskan integritet og public ser
vice hvørva altsamt meira í tíðar
táminum.
Vit eru eru 48.000 fólk og tíð
indaflutningur er treytaður av,
hvør er handan mikrofonina ella
telduna. Redaktiónirnar skulu meta
um hvørjar søgur hava týdning og
raðfesta hareftir. Men alt ov ofta
uppliva vit brot á journalistiskar
meginreglur.
Nógv mál verða tagd burtur.
Aðrar søgur verða blástar upp til
stórtíðindi.
Onkustaðni
verður
leitað væl eftir mistøkum. Aðra
staðni verður blinda eygað og deyva
oyrað lagt til. Nógv verður gjørt
burturúr ongum. Og onki verður
gjørt burturúr nógvum.
Hvør er varðhaldi, tá ið tíðinda
fólk fara yvir um mark? Hvar er
pressan, tá miðlafólk skiftast um
at interwieva hvønn annan, út
rópa seg sum dómarar, eru ósaklig í
sínum yrki, reklamera ella diskrimi
nera, og einvegis agera sum serfrøð
ingingar og talsfólk fyri okkara fólk
og mentan.
Men at berjast við fjórða statsvaldi
er sum at rætta tong við illamann.
Og klagar tú til fjølmiðlanevndina,
er tað meira ein dystur um prin
sippir og jura, enn um góðan moral
og tíðindaetikk. Leiðslurnar í før
oysku fjølmiðlunum verja sum regul
seg og síni og viðganga treyðugt
nakað mistak, men flyta fegnar
fokus á manglandi fíggjarorku og
deadline. Ella gera diskussiónina
persónliga.
Tá vit einans hoyra tíðindafólk
kjakast um leiklutin hjá miðlunum
í dagsins samfelagi er líka so undir
haldandi, sum tað er vandaleyst.
Í flestu førum er talan um somu
debatørar, sum eisini hava egin
áhugamál í fjølmiðlaheiminum. Og
sum lurtari kanst tú fáa kensluna
av, at talan gert meira um ein pro
fessionellan vinaklubb, sum situr í
fjálgu útvarpsstovuni og prísar seg
sjálvan og sítt yrki.
Um somu redaktørar, afturvend
andi og uttan kvalifiserað mótspæl,
sleppa at eftirmeta fjølmiðlayrkið,
so er okkurt okkurt grundleggjandi
og journalistiskt galið.
Ein samanrotting av miðlafólki
er minst líka so vandamikil, sum
einhvør politisk samgonga. Og
ironiskt nokk, so eiga flestu jour
nalistar eisini ein politikara í búkin
um.
Tíðin er búgvin at spyrja, hvør er
veruliga dagsskráin hjá fjølmiðl
unum her á landi? Eru dagligu tíð
inda og mentanarberarnir fremj
andi fyri fólkaræðið, trivnaðin og
livikorini hjá fólkinum, sum her
býr? Er tað viljin og hugsjónirnar,
ella eru tað størvini og maktin, sum
frameftir skulu dríva verkið?
Spurningur er, hvør ella hvat tað
er, sum tryggjar demokratiið í Før
oyum. Er tað góða gamla pressan
ella nýggju elektronisku miðlarnir,
har vit øll sleppa uppí part? Hvat
verður øðrvísi, um vit gjalda tað
dupulta í kringvarpsgjaldi og stuðla
útbering av pappírpressuni?
Um vit ikki hava álit á politikarun
um, so kunnu vit, um ikki annað
fjórða hvørt ár, skifta teir út. Meðan
valdmiklir redaktørar, miðlafólk,
sjálvprofilerandi ummælarar og
tónleikaráð, eru, orsakað av innan
hýsis journalistiskum loyaliteti,
mestsum friðað at byggja upp síni
veldi. Og hetta gagnar og byggir
ikki nakað land.
Tað er ov lítið framkomið og nærum
ein vanlukka fyri almenna Kring
varpið og fyri trúvirði á teimum
stóru føroysku bløðunum, um ávísir
persónar sleppa at nýta fremstu
miðlarnar til egna fyrimun, og um
spurningur skal seta við nepotismu
í dagliga tíðindaflutninginum.
Ongantíð meira enn nú er neyðugt
at kjakast verður opið um ein veru
ligan miðlapolitikk, og um hvussu
almennar skattakrónur skulu nýt
ast fyri at upplýsa og tryggja før
oyingum eitt livandi og rættvíst
samfelag, har øll eisini eru líka
fyri lógini. Um vit frameftir skulu
keypa bløð og gjalda fyri kringvarp,
so eigur innihaldið og trúvirðið í
søgunum vera í samsvari við veru
leikan.
Steintór Rasmussen
Um somu redaktørar, afturvendandi og
uttan kvalifiserað mótspæl, sleppa at
eftirmeta fjølmiðlayrkið, so er okkurt okkurt
grundleggjandi og journalistiskt galið