Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk skulu taka, men øll taka í minsta lagi tríggjar ta­ blettir um dagin. Í trimum tablettum eru tilsamans 999 milli­gram av karnitintilskoti, sum tey umleið 150 fólkini hava fyri neyðini, tí tey hava fingið stað­fest sjúkuna Carni­tin Trans­porter Defekt, betur kent sum CTD. Afturat teimum koma so tey, sum taka karnitintilskot, sjálvt um tey ikki hava fingið staðfest CTD. Tey flestu keypa tilskotið í hondkeypi á apotekunum, men summi fáa tað upp á resept frá teirra kommunulækna. – Hetta verður ikki gjørt eftir viðmæli frá heilsu­ mynd­ug­leikunum, men av tí at karni­tin­tilskot ikki tykist hava nakra skaðiliga ávirkan, hava vit ikki mælt fólki frá at taka karnitin, sjálvt um tey ikki hava tað fyri neyðini, sigur Jan Rasmussen, lækni. Hann er hjálparlækni á Medi­ sinska Deplinum á Lands­ sjúkra­húsinum og Ph.d. les­ andi við verkætlanini: CTD í Føroyum 28.000 kannað Til fyri nøkrum fáum áru­m síð­ani var CTD eitt at kalla ókent fyri­brigdi í Før­oy­um. Barna­lækn­ar­nir á Lands­ sjúkra­húsinum høvdu tó gjørt vart við sjúkuna í longri tíð, og tosað varð um at gera í minsta lagi eina screening av ný­føðingum. Men einki spurdist burturúr tá. Tað var heldur ikki bara í Føroyum, at læknar vistu um CTD. Eisini á Ríkis­sjúkrahúsinum í Keypmann­ahavn vistu yvir­ læknar um sjúkuna. Men um summarið í 2009 kom vend í. Ein ung kvinna doyði av sjúkuni, og harafturat vísti tað seg, at ein ungur føroyingur var deyður av CTD í Keypmannahavn árið fyri,og at systir hansara var deyð av sjúkuni nøkur ár frammanundan. Hesir tilburðirnir vístu, at vaksin fólk kundu doyggja av sjúk­ uni, og sum ein beinleiðis av­leiðing av hesum og trýsti frá almenninginum fóru myndug­leikarnir undir eina stóra fólka­kanning á heysti í 2009. Tilsamans umleið 28.000 fólk lótu seg kanna við ein­ ari blóðroynd, sum varð tikin á sjúkrahúsunum, og ein rannsóknarstova í Hann­ over í Týsklandi kann­aði síð­ani, hvussu nógv frítt karnitin fólk høvdu í blóð­ in­um. Var nøgdin minni enn eitt vist, so varð tann, ið átti roynd­ina, innkallaður til eina ílegukanning fyri CTD, og var hon posotiv, hevði per­sónurin CTD og skuldi við­gerast við karntintilskoti. Umframt blóðkanningina vórðu sjúk­lingarnir kannaðir við hjarta­skanning og fyri hjarta­rútmuna. Serføroyskt Í sambandi við orðaskiftið um CTD hevur sjúkan ofta verið umrødd sum "tann før­oyska sjúkan". Heilt serf­ øroysk er hon ikki, men tað er ein sannroynd, at ongastaðni í heiminum eru tilburðirnir so nógvir saman­borið við fólkatalið sum í Før­oyum. – Vit plaga at siga, at um­ leið ein av hvørjum 300 í Føroyum hevur CTD. Aðra­ staðni tosa tey um ein av hvørj­um 40.000. Tað er eis­ ini staðfest, at millum 10 og 15 føroyingar eru deyð­ir av sjúkuni, sigur Jan Ras­mus­ sen. Tað er eisini greitt, at íleg­urnar fyri CTD stava frá fyrnd­ar­tíð, at tær tí eru spjadd­ar um alt landið. 10-15 fólk í Føroyum deyð av CTD Hvønn dag skulu umleið 150 fólk í Føroyum minnast til at taka tablettir við karnitini. Tað er snøgt sagt lívsneyðgt Tann kendi norski rithøvundurin Knut Hamsun hevði góða heilsu og gjørdist 92 ára gamal, og so er spurningurin, um tað kanska komst av hansara serliga viðgerðarhátti ímóti influensu. Fekk hann influensu, legði hann seg undir dýnuna í øllum klæðunum, og eftir tveimum ella trimum døgum hevði hann sveittað influensuna út og var væl fyri. Knut Hamsun helt, at eru skaðiligar bakteriur og basillur til, so er eisini ein "løgregla" teirra millum, og at ov nógv reinføri og vask kundu gera enda á "løgregluni", so tær skaðiligu bakteriurnar og basillurnar vóru eftir. Lagt til rættis: Árni Joensen Hvat er CTD? CTD stendur fyri Carnitin Transporter Defekt og er ein sjúka við niðursettum evnum at framleiða orku av feittforbrenning, eisini kallað beta-oxidation av fitisýrum, sum er tann týdningarmesta keldan til orku hjá kroppinum. Normala feittforbrenningin er bundin av einum høgum innihaldi av carnitini í kroppskyknunum. Carnitinið í kroppinum stavar frá føði (serliga kjøt inniheldur nógv carnitin) og verður eisini framleitt av sjálvum kroppinum. Fyri at tryggja eitt høgt støði av carnitini í kyknunum, hava nógvar av kroppskyknunum carnitin transportarar í kyknuveggjunum. Hjá persónum við CTD virka hesar pumpur næstan ikki, við tí úrsliti, at innihaldið av carnitini í kyknunum verður ov lágt, og harvið kunnu kyknurnar ikki forbrenna feitt. Hett a kann føra til orkutrot, og í øðrum lagi til blokadu av feittbrenning, umframt aðra órógv í kyknufunktiónunum. Hjá persónum við CTD, sum eta og drekka vanligt, kann kroppurin sjálvur skaffa sær ta neyðugu orkuna við at forbrenna serliga sukur og onnur kolhydratir, men um hesir persónar vegna t.d. spýggju ikki kunnu taka føði til sín, koma hesi skjótt í orkutrot, av tí at teirra kyknur ikki eru førar fyri at skifta yvir til fitisýruforbrenning, sum hjá frískum persónum. Hetta hevur við sær, at serliga tey gøgnini, sum brúka mest orku, fáa stórar trupulleikar við at dekka orkutørvin; hetta vil í praksis merkja heilin og vøddarnir, íroknað hjartað. Tað er staðfest, at børn við CTD ógvuliga skjótt kunnu koma í lívshóttandi orkutrot í sambandi við umfarssjúkur við spýgging. Ì hesum føru num er tað ógvuliga umráðandi, at tey skjótt kunnu fáa carnitin og sukur beinleiðis í blóðbanan við droppi, til tey aftur eru før fyri at halda upp á føði og vætu. CTD kann eisini við tíðini spakuliga ávirka hjartað, soleiðis at hjartavøddin veksur og annars tær kyknurnar í hjartanum, sum framleiða teir elektrisku impulsirnar, sum fáa hjartað at sláa. Hetta kann hava við sær bráðligan deyða orsakað av hjartaflimran. (Kelda: Fólkaheilsuráðið) Jan Rasmussen er hjálparlækni á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum og Ph.d. lesandi við verkætlanini: CTD í Føroyum Tað er ikki altíð neyðugt við teimum stóru fyrireik­ ing­unum ella teirri nógvu útgerðini, fyri at ein kann fáa eitt sindur av likam­lig­ ari venjing. Einar van­ligar trapp­ur eru væl egnaðar. Trappu­venj­ing gevur úrslit, men tað er umráðandi at hava eina fasta rútmu, og at fóturin steðgar so stutt sum gjørligt á hvørjum trini. Trappuvenjing ljóðar kanska ikki at vera ser­liga spenn­andi, men í roynd og veru e­r hes­in venj­ing­ar­hátt­ ur­in sera fjøl­broytt­ur. Tú kanst renna upp trapp­urnar við at seta fót­in á hvørt trin, og ert tú í hampil­iga góð­ari venj­ing, kanst tú leypa ann­ a­ð­hvørt trin um. Ein ann­ar háttur er at hoppa á báðum bein­um ísenn upp trapp­ urnar, og er venj­ingin nóg góð, kanst tú gera hetta við at leypa annað­hvørt trin um. Ein eitt sindur meiri krevj­andi háttur er at hoppa tvey trin upp, eitt niður og so tvey upp o.s.frv. Heldur tú tað vera nakað eins­ligt at venja í trappum, kanst taka ein vinmann ella eina vinkonu við tær, og so kunnu tit gera venjingina sam­an (synkroniskt), um trapp­an er nóg breið. Brúka trappurnar Grønt er gott Okkum føroyingum fellur lættast at drekka vanligt te, men tað kann eisini vera skilagott og harafturat heilsufremjandi at drekka grønt te. Sagt verður, at tey, sum drekka grønt te, fáa fleiri heilsuligar fyrimunir burturúr. Eitt nú gevur tað lægri kolesterol og minkar vandan fyri hjartasjúkum, gevur betri verju ímóti bakteriusjúkum og styrkir liðir og bein. (Kelda: Morgunblaðið)