mikudagur 16. januar 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Løgmaður hevur fingið enn
eitt álit á borðið, ið fortelir
honum, hvussu nógva løn
løgmaður og landsstýrisfólk
skulu hava. Tilmælið er
greitt: lønin skal upp, og so
skal afturfyri ruddast upp í
øðrum samsýningum.
Arbeiðsbólkurin,
sum
fekk til uppgávu at geva
løgmanni tilmæli um sam
sýning og eftirløn, hevur
skeitt eftir lønarlagnum í
privatu vinnuni, nú lønin til
landsins leiðarar skal ásetast
av nýggjum. Víst verður á, at
í november 2011 vóru 2,1 pro
sent av lønunum í privatu
tænastuvinnuni
omanfyri
60.000 krónur um mánaðin.
Hesi liggja tí omanfyri løn
ina hjá landsstýrisfólkum,
staðfestir nevndin.
Arbeiðsbólkurin
mælir
tí til, at lønin hjá løgmanni
hækkar úr 693.778 krónum
upp í 901.911 krónur um árið.
Grundgevingin fyri nýggju
lønini er, at løgmaður skal
lønast við 130 prosentum av
lønini í lønarflokki 40 hjá
tænastumonnum landsins.
Landsstýrisfólk fáa eisini
eina rímuliga lønarhækkan.
Lønin fer úr 590.294 krónum
upp í 763.156 krónur um árið,
svarandi til lønarhækkan á
smá 30 prosent. Eftir nýggja
leistinum skulu landsstýris
fólk lønast við 110 prosentum
av lønini í lønarflokki 40 hjá
tænastumonnum landsins.
Afturat lønini fáa løg
maður og landsstýrisfólkini í
dag eina skattafría upphædd
at ráða yvir til sonevnt borð
fæ. Borðfæ er definerað sum
»peningur, ið fólk embætis
síns vegna hevur at sýna
blíðskap fyri.« Løgmaður fær
í dag 85.411 krónur um árið til
at sýna blíðskap fyri, meðan
landsstýrisfólk fáa 28.470
krónur.
Einki eftirlit er við hesum
pengunum,
staðfestir
ar
beiðsbólkurin, sum tí mælir
til at allar útreiðslur til um
boðan verða tiknar við í van
ligu rakstrarjáttanina hjá av
varandi aðalráði.
SAMSÝNING Løgmaður fer 208.000 krónur upp í
løn, meðan landsstýrisfólkini fáa smáar 200.000
krónur omaná lønina. Kostnaðarendurgjaldið verður
broytt til skattafrían ráðharrabil. Afturfyri verður
gullrandaða eftirlønarskipanin broytt, soleiðis
at hon líkist meira tí hjá meiniga fólkinum
Løgmaður 30%
Afturat lønini fáa løgmaður og landsstýrisfólk í dag skattafrítt
borðfæ á ávíkavist 85.411 krónur og 28.470 krónur um árið.
í dag tilmæli
Løgmaður
693.778
901.911
Landsstýrisfólk
590.294
763.156
Løgmansstjórin
753.239
753.239
Aðalstjórar
691.389
691.389
ÁÐRENN OG AFTANÁ
0
300.000
600.000
900.000
1.200.000
1.500.000
Noreg
Danmark
Ísland
Grønland
Føroyar
(tilmæli)
Føroyar
(verandi skipan)
ráðharri
stjórnarleiðari
Eirikur Lindenskov
Við at taka gullrandaðu pensjón
ina frá landsstýrisfólkum og
viðgera tey sum vanlig fólk við 15
prosentum í pensjónsgjaldi sparir
landið nógvar pengar.
Gjøgnumskygni í skipanini
hevur verið høvuðsendamálið hjá
nevndini, sum hevur skrivað álitið
um samsýning og eftirløn lands
stýrismanna, sum varð lagt fram í
Tinganesi týsmorgunin.
Nevndin mælir til at kolvelta
ta gullrandaðu eftirlønarskipan,
sum landsstýrisfólk hava. Eftir
galdandi skipan upptjena lands
stýrisfólk sær fulla eftirløn, tá tey
hava sitið átta ár í landsstýrinum.
Tað merkir, at tey tá hava vunnið
sær rætt til eftirløn, sum er 60
prosent av lønini – og tað merkir
aftur, at eftir galdandi skipan fær
pensjóneraður landsstýrismaður
slakar 30.000 krónur um mánaðin
í pensjón.
Hesin landsstýrismaðurin
kostar landskassanum – um vit
siga, at hann fær pensón í 15 ár
– 5,4 milliónir krónur í dagsvirði
í pensjón eftir galdandi skipan.
Skuldi hann fingið pensjón í
25 ár – altso livað í 25 ár sum
pensjónistur, so kostaði hann
landskassanum 9 milliónir krónur.
Sambært álitinum mælir
nevndin til, at landið rindar lands
stýrisfólki 15 prosent av lønar
samsýningini afturat í eftirløn í
eina góðkenda eftirlønarskipan –
sama skipan, sum rættiliga nógvir
vanligir lønmóttakarar hava.
Rokna vit eftir hesum, so
kostar sami pensjóneraði lands
stýrismaður, sum vit nevndu
omanfyri, eftir nýggju skipanini,
har hann fær 170.000 meira í løn,
bara 15 prosent av lønini hesi átta
árini hann er landsstýrismaður.
Hesin landsstýrismaðurin kostar
nú landskassanum 915.000 krónur,
sum verða goldnar samstundis
sum lønin. Um hetta var galdandi
eftir lønini, sum landsstýrisfólk
fáa í dag, so kostaði hann eftir
hesi skipan »einans« 708.000
krónur.
Við at viðgera landsstýris
fólk sum vanlig fólk á pensjóns
økinum, fer landsskassin at spara
tíggjutals milliónir krónur í lands
stýrisfólkapensjónum.
eirikur@sosialurin.fo
693.778,-
901.911,-
1.027.881,-
681.065,-
1.439.892,-
1.458.214,-
590.294,-
763.156,-
832.604,-
615.517,-
1.170.748,-
1.166.571,-
Landið sparir tíggjutals milliónir
SAMANBERING VIÐ
GRANNALONDINI
Mynd: Álvur Haraldsen