Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi upp í løn Álitið leggur upp til, at løgmaður fer 208.000 krónur upp í løn, meðan landsstýrisfólkini fáa 173.000 krónur í árligari lønarhækkan. Við nýggju skattaskipanini gevur tað eisini landsins leiðarum ein flatskattalætta, umframt skattafrían ráðharrabil. Frían bil Skipanin við kostnaðar­endur­ gjaldi, har landsstýrisfólk kunnu fáa upp til 163.000 krón­ur skattafrítt árliga, alt eftir hvar í landinum tey hava adressu, verður strikað. Í staðin skulu løgmaður og lands­stýrisfólk fáa ókeypis og skattafrían ráðharrabil at ráða yvir. Nevndin heldur, at tað al­menna eigur at útvega »hóskandi bilar« til løgmann og lands­stýrisfólkini, og skal hvørt aðalráð sær bera allar kostn­aðir av hesum bilum. Tó fær løgmaður eis­ini heimild til at játta lands­ stýris­fólkum endurgjald fyri ú­treiðslur til bústað í høvuðs­staðnum. Gjøgnumskygni Nevndin mælir eisini til greið­ari reglur, tá lands­ stýris­fólk fara úr starvi. Hevur landsstýrisfólkið aðra lønar­inntøku í fráfaringar­ tíðarskeiðnum, so skal tað kunna mótroknast, soleiðis at tað almenna bara rindar munin. Verandi eftirlønarskipan, har løgmaður og lands­ stýris­fólk tjena sær fulla eftir­løn, sum er 60 pro­sent av lønini eftir átta ar­beiðs­ár í Tinganesi, skal broyt­ast. Í staðin skal land­ið rinda løg­ manni og lands­stýris­fólkum 15 prosent av lønini í eina góð­kenda eftirlønar­skipan. Meira um hetta í aðrari grein. Maria á Dul (forkvinna), Jóhan J. Lamhauge og Miriam Haraldsen manna nevndina, ið Kaj Leo Holm Johannesen í mai í fjør setti at smíða eitt álit við tilmælum um, hvussu løgmaður og landsstýrisfólk skulu lønast. Nevndin heldur, at til­ mæl­ini eiga at verða sett í verk sum ein samlað loysn. Verða bara ávís tilmæli fylgd og onnur ikki, er vandi fyri at ótil­ætlaðir skeivleikar koma í, sigur nevndin. skattafrían ráðharrabil Eirikur Lindenskov Treytin fyri at fáa løgmanspensjón er, at tú hevur verið løgmaður. Men tað er ikki ásett, hvussu leingi, tú hevur verið løgmaður. Hevur tú t.d. verið landsstýrisfólk í sjey ár og løg­maður í eitt ár, so hevur tú rætt til fulla løgmanspensjón. Ein skipan er eisini við, at starvs­aldur úr løgtinginum telur við. Tveir løgmenn eru farnir frá við fullari eftirløn eftir galdandi skipan. Teir eru Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard. Teir fáa fulla løgmanspensjón, sum er 60 prosent av løgmanslønini – 60 pro­sent av 693.778 krónum, sum er 416.267 krónur um mánaðin, ella slak­ar 35.000 krónur um mánaðin. Liva teir í 15 ár sum pensjón­ist­ ar, so kosta teir landskassanum 6,3 milliónir krónur. Liva teir í 25 ár sum pensjónistar, so kosta teir lands­kassanum 10,4 milliónir krónur. Kaj Leo Johannesen klárar eis­ ini fullan pensjónsaldur, um hann situr hetta samgongu­skeiðið. Men hetta kann løgtingið broyta. Og broyta tey skipanina so­leiðis, sum nevndin mælir til, so fara kom­andi løgmenn, sum sita í sæt­inum í átta ár, »bara« at kosta lands­kass­anum eina millión krónur. Sambært løgmanni fer lands­ stýrið nú at viðgera málið polit­ iskt. Hetta kemur sjálvandi at ávirka tey átta, sum sita í landsstýrinum. Seks teirra hava eftir galdandi skip­an longu spart sær upp til fulla lands­stýrispensjón, tá hetta val­skeiðið er av. Tey seks eru: Kaj Leo Johannesen Johan Dahl Bjørn Kalsø Jørgen Niclasen Jacob Vestergaard Karsten Hansen Anfinn og Jóannes teir fyrstu við fullar løgmanspensjón Løgmaður og landsstýrisfólk ...upp eftir stiganum Inntøka Skattur 2011 Skattur 2012 Flatskatta- lætti 1.000.000 493.871 429.871 64.000 950.000 466.656 404.156 62.500 900.000 439.441 378.441 61.000 850.000 412.226 352.726 59.500 800.000 385.011 327.011 58.000 750.000 357.796 303.796 54.000 700.000 330.581 280.581 50.000 650.000 303.366 257.366 46.000 600.000 276.151 234.151 42.000 550.000 248.936 210.936 38.000 500.000 221.721 187.721 34.000 450.000 194.506 167.006 27.500 400.000 167.291 146.291 21.000 350.000 140.076 125.576 14.500 300.000 112.861 104.861 8.000 250.000 85.646 84.146 1.500 200.000 64.431 63.431 1.000 150.000 43.216 42.716 500 100.000 23.201 22.001 1.200 50.000 5.686 4.286 1.400 17.500 kr. eyka í løn um mánaðin