mikudagur 16. januar 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Løgmaður ætlar at arbeiða skjótt
SAMSÝNING Hetta er annað álitið, ið Kaj Leo Holm Johannesen fær handað, um lønir og samsýningar hjá
løgmanni og landsstýrisfólkum, og hann ætlar at taka hetta málið upp á fyrstkomandi landsstýrisfundi
Nevndin, sum hevur gjørt álit um
lønir og samsýningar, mælir til at
avtaka kostnaðarendurgjaldið og
í staðin fyri at veita landsstýris
fólkum og løgmanni ráðharrabilar.
– Høvuðsboðskapurin hjá
okkum er, at vit mæla til eina ein
faldari skipan, sum samstundis er
gjøgnumskygd.
Tað sigur Maria á Dul, sum
hevur verið forkvinna í nevndini,
sum løgmaður setti at endurskoða
lønir og samsýningar hjá lands
stýrisfólkum og løgmanni.
Hini í nevndini eru Jóhan J.
Lamhauge og Miriam Haraldsen.
– Vit hava eina lóg at arbeiða
eftir, har vit skulu hava atlit tilt
a tygn, ið liggur í at vera lands
stýrisfólk og løgmaður, og vit
skulu hyggja at samanberiligum
skipanum í Føroyum og hinum
Norðanlondunum, sigu Maria á
Dul.
Londini, ið nevndin hevur hugt
at, eru Grønland, Ísland, Noreg og
Danmark.
– Tað er rættiliga ymiskt,
sum lønir og samsýningar eru
skrúvaðar saman. Í summum
forum líkjast vit nógv og í øðrum
forum als ikki, so tað er trupult
at samanbera, men har tað ber
til, hava vit funnið loysnir, ið eru
samanberiligar, sigur Maria á Dul.
Nevndin mælir til at avtaka
stóran part av teimum skattafríu
ágóðunum, sum landsstýrisfólk
og løgmaður hava í dag.
– Tað gera vit við atliti til, at
tað skal verða gjøgnumskygt.
Vit mæla til, at tær útreiðslur,
sum standast av at vera lands
stýrisfólk, skulu vera útreiðslur,
ið skulu verða skipaðar í fyri
sitingini, og annars í lønini. Tað
skal verða klárt fyri fólki, hvat
fyri løn landsstýrisfólkini fáa, og
at hendan lønin verður skattað,
sigur Maria á Dul.
Roknað verður við, at hendan
umskipanin fer at kosta 800.000
krónur meira enn vferandi skipan.
– Tað, sum vit siga, er, at tað, at
hækka lønina og strika borðfæið,
fer at kosta 800.000 krónur meira.
Men tá hava vit ikki tikið við, at
tað við tíðini verður bíligari við
teirri eftirlønarskipan, sum vit
mæla til, sigur Maria á Dul.
Nevndin mælir eisini til at taka
kostnaðar endurgjaldið av og
veita ráðharrabilar í staðin.
– Har ber ikki til at rokna
út, um hetta verður dýrari ella
bíligari, sigur Maria á Dul, sum
vóænar at tey hava gjørt eitt so
gott arbeiði, at álitið verður tikið
upp til politiska viðgerð, heldur
enn at enda í onkrari skuffu.
leo@sosialurin.fo
Leo Poulsen
Talan er um annað álitið, ið
Kaj Leo Holm Johannesen
fær handað sum løgmaður,
so spurningurin er, um hetta
fær somu lagnu, sum fyrra
álitið.
– Ja, tað er rætt, men fyrra
álitið fekk ikki politiska
undirtøku í landsstýrinum
undir táverandi samgongu.
Men nú er so nýggja álitið
lagt fram, og tað tykir mær
at vera eitt gott arbeiði,
ið er gjørt, sigur Kaj Leo
Johanesen.
Enn hevur løgmaður tó
ikki lisið álitið, og tí er hann
eitt sindur varin við at úttala
seg.
– Nú skal álitið so lesast av
landsstýrisfólkunum og mær
sjálvum, men síðani kemur
tað til politiska viðgerð í
landsstýrinum. Tað, sum vit
øll ynskja, er at fáa eina meira
gjøgnumskygda skipan, tá tað
kemur til lønir og eftirlønir
hjá
landsstýrisfólkum
og
løgmanni, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Alt skal so gjøgnumgang
ast í politisku skipanini hvat
viðvíkur koyripeningi, løn,
eftirløn og líknandi. Men
løgmaður beit ikki serliga
merki í nakað ávíst undir
framløguni.
– Nei, ikki sum so. Men
eg havi nevnt tað á Tingsins
røðarapalli, at tað kann ger
ast talan um upp ella niður í
løn. Mín uppgáva er so at fáa
eina semju um málið, so vit
kunnu táa eitt lógaruppskot
fyri Tingið, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Hann heldur, at tey skulu
vera varin við at broyta nak
að í álitinum.
– Eg vil ikki áseta mina
egnu løn, tað vil eg hava so
langt burturi frá mær sum
gjørligt, so eingin kann seta
spurnartekin við tað, sigur
Kaj Leo Johannesen.
Gildiskoma
Spurningurin er so, nær ein
broyting í lønum og sam
sýningum til løgmann og
landsstýrisfólk skal koma í
gildi.
– Skal hendan broytingin
koma í gildi nú, ella skal
bíðast til eitt nýtt landsstýri
tekur við. Tað er støða ikki
tikin til í sjálvum álitinum, og
at lóggeva fyri sær sjálvum
er kanska eitt sindur óheppi,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Hetta er so ein spurningur,
ið støða skal takast til, um
broytingin skal koma í gildi,
tá uppskotið hevur verið fyri
í Løgtinginum, ella tá eitt
nýtt landsstýri er valt.
Sjálvur ætlar løgmaður at
arbeiða skjótt við málinum.
– Nú fáa landsstýrisfólkini
álitið at lesa ígjøgnjum, eins
og embætisfólkini, og so er
ætlanin at taka málið upp á
landsstýrisfundi beinanvegin,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Nevndin
hevur
hugt
eftir
skipanunum
kring
um okkum, eins og lutfallið
millum løgmann og lands
stýrisfólkini er tikið við í
álitinum.
– Eisini er tikið við hvat
er rímiligt í dag í mun til fyri
30 árum síðani við teirri út
bygging, sum samferðslu
kervið hevur fingið. Tað er
slíkt, ið hevur verið høvuðs
prinsippið í álitinum, og tað
var altíð roknandi við, sigur
Kaj Leo Johannesen.
Alt um skattin
Men okkurt heilt nýtt er
eisini tikið við í nýggja álit
inum.
– Nevndin mælir til, at so
nevndir ráðharrabilar verða
útvegaðir, og tað er heilt nýtt.
Men eg havi onkuntíð nevnt,
at landið hevur einar 450
bilar, og landsstýrisfólkini
og løgmaður eru nærum tey
einastu, ið ikki hava bil frá tí
almenna. Øll londini rundan
um okkum hava ráðharra
bilar, so eg veit ikki, um tað
er so órímiligt, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Hetta er tó uttan førara, og
løgmaður heldur, at tað vigar
upp ímóti tí koyriendurgjaldi,
ið er galdandi í dag.
– Tað svarar nøkurlunda
til tað, sum er galdandi í dag,
pluss onkunstaðni og minus
onkunstaðni. Lagt verður
aftrat lønini, og so verður
tað, ið nevnist borðfæ, tikið
av. Borðbæið er skattafrítt,
og so verður tað lagt oman á
lønina í staðin, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Hann fegnast annars um,
at skattafríu samsýningarnar
verða avtiknar, tí tað er nak
að, ið folk argast inn á.
– Ja, tað er positivt, tí so
sum menningin hevur verið,
eru skattafríu samsýningar
nar í veruleikanum verið
ein løn, og tað, sum nevndin
mælir til, er, heldur at koyra
hesar samsýningarnar yvir
A-skattaskipanina,
tí
tað
haldi eg, at folk eru nógv fegn
ari um, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður.
leo@sosialurin.fo
Mæla til ráðharrabilar
Kaj Leo Holm Johannesen fekk handað alit um lønir og samsýningar til landsstýrisfólk og løgmann í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen
Maria á Dul hevur verið forkvinna í nevndini, sum hevur gjørt
alit um lønir og samsýningar til landsstýrisfólk og løgmann
Mynd: Álvur Haraldsen