mikudagur 16. januar 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
móti
Jógvan Hansen verður enn einaferð
at síggja í íslendska grand prixnum.
Hann luttekur við sanginum Til tín, sum
hann syngur saman við Stefanía.
Eftir ein átta ára langan steðg gevur amerikanski
gentubólkurin Destiny´s Child aftur út tónleik. Í
næstum kemur teirra uppsamlingsfløga, sum
inniheldur nýggja lagið Nuclear.
Fronsku bakaríini eru tiltikin
fyri at gera lekkurt søtmeti,
og ofta selja tey bæði bakstur
og góðgæti. Og tað er júst
sama kenslan, tú fært, tá tú
trínir inn í eitt slíkt bakarí,
sum tú fært, tá tú gongur inn
í ein Make Up Store handil í
hesum døgum.
Litirnir eru líkir øllum
søtmeti - líka frá sjokuláta litta
eygnaskugganum “Cupcake”
til gylta “Cinnamonbread”
til ljósareyða “cotton candy”.
Sum sukur og krydd verður
nógv glimmur nýtt.
Summir av litunum inn
an nýggja Bonbon-lookið
eru sindur dempaðir, meðan
aðrir litir eru meira skríggj
andi. Tað stuttliga við hesum
lookinum eru júst litirnir og
samansetingin – til ber at
blanda ymiskar skuggar, sum
síðani gevur eitt fantastiska
flott litspæl. Av tí at litirnir
eru so ymiskir er eisini
lættari at finna ein skugga
sum passar til júst hvønn
einstakan persón.
Bonbon-lookið
verður
galdandi fram til uml. Apríl/
maj, men man ikki festiliga
og litríka lookið fer at liva
eitt sindur longri í okkara
minni og hjarta...
Bonbon er stóra hittið!
Bonbon er franskt og merkir søtmeti. Tað er
haðani, at íblásturin handan lookið Bonbon,
ið er hægsti móti í hesum døgum, stavar