mikudagur 16. januar 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Barnaváttanin er ikki í lagi.
Hon er bara ikki í lagi
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
»Eg sussi, tí eri eg«. »Eg geri
kenslur, tí eri eg«. Nei, Rigmor
Dam,
uppskotsstillari
og
bestakvinna hjá barna- og
samfelagsetsandi
»barna
váttanini«, eigur ikki orðini.
Men hon eigur hesi: »Og
so síggja vit, at tey hava
hvønn sín bókstav í hond
ini. Og teksturin, sum kemur
fram, er »TØGNIN ER BROT
IN«. Hetta vóru 14 persónar,
sum stóðu har. Og eg fór at
hugsa, »Hvat eru hatta fyri
fólk?«, »Hví eru hasi har á
pallinum?«, »Hvat vilja tey?«,
»Hví hava tey eitt sovorðið
pappír?«. Allir teir tankarnir,
sum ganga runt uppi í høvd
inum á einum, tá man sær
slíkt, og ljósið er dempað, og
tað er friðarligt inni, og so
fara tey fram, ein og ein, og
taka sín bókstav, og skræða
hann, og koyra hann í skrell.
Og tá Fangaði Eg Poengið!!!«.
Og hennara løn er betald
av tær, skattgjaldaranum.
Tað er skeivt at fara í song
við børnum, og tað er synd í
teimum — wauski, ikki eiti á
opinbering.
Tá ið hon ikki kemur við
innbilskum útsagnum, fæst
hon við ‘begrebir og heild
arætlanir’,
so
ópolitiskar
og ósamansettar, at eisini
tornæmar,
Pilates-íðkandi
bindimammur forstanda tað.
Og flogskiparar.
Við at hugsa vetið djúpari
enn Hoyvíkstjørnin er grunn,
tá finnur tú skjótt útav, at
barnaváttanin hjá Rigmor,
Janus og hinum dullunum
er ring fyri børn. Rigmorsa
óklóka tosarí um, at váttanin
bert er ein partur av eini
størri ætlan, eini forboðsligari
og atburðarstýrandi einari,
og at annar hvør føroyingur
nú skal prógva, at hann
er ósekur... at hann ikki er
sekur, ikki er pedofilur, hvat
gongur beint ímóti einum
siðmentum og fólkaræðis
ligum
rættarforstáilsi,
er
júst tað: heildarsligt tos.
Men vit onnur eru væl varug
við, at mannamoralur og
rættargrundreglur
betýða
bara nakað fyri upphevjaða
vinstravongin,
tá
hesar
tæna honum, ella hann tørv
á teimum.
Tað er ikki bara tann
»falska trygdin«. Jú, hon ger
meiri harm enn gott. Hon
ger, at børn ikki bara kenna
seg, men eru minni trygg og
meiri útsett enn uttan ráða
ríka uppáfinnilsið hjá pedo
filroksandi Malenu og einum
flogskipara. Men tað er ein
ørgrynna av øðrum fyri
brigdum, bæði persónligum
og samfelagsligum, ið voldar,
at í minsta lagi fleiri børn, og
ikki færri, verða fyri misbrúki
við einum »hygg!-eg eri ikki
pedofil-pappírslepa«.
Grundir og fyribrigdi, eg
í embætinum sum liberalt
leikfólk so ofta fyrr havi
endavent. Seinast í Rættar
nevndini, sum tó meiri var
eitt útinnilsi í at »síggja út at
gera tað rætta« — tú veitst, at
láta sum um, tú ert víðopin
fyri kjaki, enntá djúptøknum
og fløkjasligum hugskotum
og motivum — enn at »gera
tað rætta«.
Tó, um hatta var ringt, tá
var »viðgerðin« í Løgtingin
um, á degnum mannað av
følilsisligum áhugafólki og
Hanus Samró, so fátøk og
avmarkað, so dølsk og sjálv
roynd, so lítið tendrandi og
óavbjóðandi, at tað hevði
loypt minni ans og hvøkk,
hevði Kaj Leo umrøtt seg
sjálvan í 3. persóni, »í kraft av
embætinum sum løgmaður«,
bara einaferð afturat.
At hoyra politikarar lippa
um kapp um ein, tá ið tað
kemur til stykkis, full-on
banalan setning, »Tøgnin er
brotin« — um hvussu áh so
hjartaskerandi tað er at vitna
fólk traðka fram í Norður
landahúsinum fyri at, ja,
tað er so tað (!)—fær meg
at kreppa tær og fylla uppí
sherry-glasið.
Er alt ok, solongi sum
tú roynir at fremja ótøgn,
bróta tabu? Eg haldi ikki.
Modernaða rákið, at »bróta
tabu«, tað veri seg sex,
pseudodiagnosuna
ADHD
ella aðra sálarsjúku, at heiðra
sjálvmorð, sum enn er hin
mest sjálvsøkni gerningurin,
eisini tá ið vit tala fólk, ið hava
givið tónleik út, og serliga tá
ið tað er av tilráddum huga,
‘self-absorption’ er tað enska
orðið, í mun til trúliga hótt
andi vónloysi, ella barna
lokkarí við seksuellum anda,
kann lættliga enda í hinari
veitini... sum reklama: at
tað knappliga verður glori
fiserað og moralskt at taka
synd í sær sjálvum, at myrða
seg sjálvan, og soleiðis vísa
longutong til lívið og av
varðandi, at vitna ungdóm
uppaldan at halda seg vera
eitt slag av mini-Gud, hvørs
narsisistiski sálarkvølur og
ilska altíð skal takast í rám
asta álvara (sum, forrestin,
saman við einum óhugna
ligum
»yvir«-forbrúki
av
Ritalin og Prozac er ein væl
sannlíkari grund til skúla
skjótarí í Amerika enn nøkur
lin vápnalóg, sum hevur verið
til í meiri enn tvær øldir, tá
ið slík nihilisma ikki var kul
turur), ella vera dekan ov
brilliantur at fortelja øðrum
um títt pedofili-illgrunasemi
og tí teppibumba lívið hjá
óskyldigum medmenniskj
um.
Tabu, altso, er ikki bara
ringt, tí moralur er lutvíst
treytaður av honum.
Við góðum styrki frá eini
sálarblottandi
David-kam
panju hava hesir vitkroystu
og sjálvfeitu miserablistar
í Løgtinginum billað sær
sjálvum inn, at hetta alt er
í »barnsins tænastu« — at
føroysk børn fara at njóta
gott av barnaváttanini. Men
tann veruligi njótarin av hesi
bíligu tráan eftir at illgruna
alt Føroyar og lýsa seg sjálvan
sum forsprákara numero
uno vegna føroysk børn, øll
eitt møguligt offur fyri øll
um hasum pedofilunum, er
pedofilurin; tann dømdi sum
ódømdi.
Hin njótarin er hasin for
myndaraklumpurin, ið vil
hava okkum at halda tað
versta um okkara medmenn
iskju. Hava, at okkara ítrótt
arfeløg og barnagarðar blíva
so samkenslustívir og tømdir
fyri mannakærleika, at vit
eins væl kunnu spara okkum
ómakin. Tí tað, at pedagogar
nú gardera seg, hvat bæði
er sjúkligt og vælskiljandi,
er sjálvandi eitt úrslit av
øktum misáliti og illgruna
manna millum, ikki bara
til pedagogar, men lærarar,
venjarar og fólk annars, sum
aftur er eitt beinleiðis úrslit
av misálitsskapandi politikki
sum »barnaváttanin« hjá Rig
mor og hennara hysterisku
hønumammum.
Í Danmark búgva skjótt
6 milliónir fólk, og bert ein,
ein!, dómfelling hevur verið
seinastu fimm árini. Altso,
vit hava onki problem. Og
í Føroyum, ella Havn, spyrt
tú Trivnaðarstjóran í komm
ununi? ȯh, vit vita ikki um
nakað dømi í Tórshavnar
Kommunu enn«… nei, sjálv
andi gera tit ikki tað, men tó
heldur tú tað vera eitt pro
blem, og tí tekur tú undir við
barnaváttanini og er við til at
økja um misálitið til enn eina
professión — go figure!
At vit skulu uppalast og
stuðlast í at halda, at verð
in sokkar, vísir seg at vera
aðalboðskapurin hjá innan
tómu, ønskriligu og sjálv
profilerandi Verjið børnini og
Steðga pedofili í Føroyum.
Tá ið av tornar, ynskja
Rigmor og hennara barna
váttanar-lærlingar hetta: ein
og hvør, líka frá sjarmørinum
til stásið, tó serliga hasin
háli og ullinti fanin, eigur
at verða roknaður sum ein
møguligur barnamisbrúkari.
At illgruna onnur fólk, at
hugsa ilt um onnur fólk, er
ikki meira bara ein óvani hjá
teim pedofili-fikseraðu. Nei,
tað er tann mest Almáttuga
dygdin. Pedofilurin kann jú
vera hvør sum helst.
Stendur tað til Rigmor
Dam og Janus Rein og teirra
»Tøgnin er brotin«-kenslu
humbukk, eiga vit at hava tað
gott við at ákæra hvønnannan
fyri barnafølarí hóast tað bert
er »eitt fornemmilsi«. Fuck
álit, inn við misálit, ljóðar
boðskapurin frá pedofil-præ
dikufólkunum!
Men hví skal tað, at
ákæra eitt annað vaksið fólk
fyri at føla upp á børn so
fagnaðarliga stuðlast? Hví
skal sokallað »eftiransni« í
mun til kynsligan ágang ímóti
børnum síggjast sum nakað
gott, eitt tekin um fram
gongd? Og hví skal »ivi«, tá ið
tað kemur til sannlíkindini
fyri, at eitt annað vaksið fólk
er ein pedofilur, síggjast sum
nakað ringt, eitt tekin um
afturgongd?
Vissuliga, vit vilja væl
heldur eitt samfelag, har vit
stevna ímóti at líta á hvønn
annan enn eitt samfelag, har
vit illgruna onnur at vera
ein latent, barnamisbrúk
andi hóttan. Akkurát hvussu
tænir tað okkara børnum
systematiskt at misteinkilig
gera hvønn borgara og, upp
í saman, tosa um eina yvir
gjørda »pedofili-hóttan«, sum
í øllum lutum er eitt ekstremt
minnilutabrotsverk, serliga
uttan fyri heimið? Henda for
eldranna tráseting av einum
ógvusligum, men, í tølum,
pikkalítlum problemi, er at
hopa eftir hæli.
Barnaváttanin er partur
av einum kryplandi og sosialt
tærandi ráki, ið eisini er farið
at eyðkenna stórar partar av
føroyska hvønndegnum. Hon
eggjar okkum automatiskt,
og í uppaftur størri mun, at
illgruna onnur fyri at hava
ónormala atferð við børn. Og
sum við so nógvum øðrum
ráðaríkum lorti, læra vit av
dønum: at alt snýr seg um teg,
at øll samfelagslig viðurskifti
skulu taka útgangsstøði í
tær, at øll sosial atlit mugu
trumfast av tí, tú »følir« — tá
ið vit í flestu førum eiga at
skíta á tað.
Hvussu tú so víkur og
vendur, tá er tað ein óhugna
lig verð, tá ið tað at hava
grundliggjandi misálit á onn
ur, er endað sum nakað virtu
øst, meðan hitt, at trúgva
upp á tín næsta, verður sett
fram sum býttisskapur og
góðvarni og ókærleiki til
barnið.
So tað er henda tráset
ingin av barnamoggaríi, eitt
statsfostrað klima við illgit
ingum og illgruna, har tað
nú er ein borgaraskylda at
sáa iva um motivini og allar
gerningar hjá vælmeinandi
og sakarleysum menniskjum,
ið er tað veruliga problemið
her. Ikki nøkur tiltosað sam
ansvørjing um eina fastlæsta
tøgn um eitt sera álvarsamt
mál, ið fer way handan vitið
hjá
amatørfelagsskapum
sum KRIS og Verjið børnini.
Sjálvandi, hvørt dømi um
siðamisbrot er sera seriøst.
Men at brúka hesi dømi, hesi
erfáu dømi sum umbering
fyri at fáa okkum at vera
meiri »pedofil-ansin«, at vera
meiri illgrunandi og minni
álítandi, hevur væl vanda
miklari avleiðingar fyri okk
ara børn, okkum vaksin og
samfelagið sum heild enn
gerðirnar hjá onkrum ønskri
ligum pedofili — hvussu
synd tað so enn er í offrinum.
Trúliga.
– men hví hava vit brúk fyri donskum dagstovnaerfaringum at sanna, at
barnaváttanin hjá Rigmor Dam er barnamisbrúkandi?
At vit skulu uppalast og
stuðlast í at halda, at
verðin sokkar, vísir seg
at vera aðalboðskapurin
hjá innantómu, ønskri
ligu og sjálvprofilerandi
Verjið børnini og Steðga
pedofili í Føroyum