Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Printari til snildfon. LG kemru nú við einum printara, sum kann koplast til snildfonir umvegis NFC ella Bluetooth. Prentað verður á serligt pappír við hjálp av ZINK-tøkni. Hetta er pappír, har litirnir longu eru á, og har myndin verður gjørd við at hita papirið. Í USA kostar prentarin $170,og tá eru tíggju ørk við. Skalt tú brúka meira pappír, kosta 10 ørk $13. Ein Android-app finst sjálvandi eisini til printaran. Enn er ikki greitt, um lítli printarin verður at fáa á norður­ lendska marknaðinm. Nýggi stórskíggin hjá Samsung hevur avgjørt ein høgan wow-faktor! 75 tumma stóri 3D smart-skíggin er best útgjørda, størsta og uttan iva eisini dýrasta sjónvarið hjá Samsung, um sæð verður burtur frá UA55ES9500 við OLED-tøkni. Nýggja 9-røðin er útgjørd við einum myndapaneli, har ljósdiodurnar eru vertikalt hvør sínu megin skermin, heldur enn horisontalt undir og yvir. Ljósið verður stýrt til ávísu partarnar av skíggjanum við hjálp av speglum. Hetta er sama tøknin, sum verður nýtt í 8-røðini hjá Samsung, men við 9005 verður kabinettið eitt vet tjúkri. Helst fyri at geva rúm fyri betri ljósi. 75ES9005 er kortini væl tynri enn plasma-kappingarneytarnir og nóg lætt til at heingja á veggin. Í útsjónd gera koparlitta ramman og sokkulin eitt munandi meira ekslusivt og náttúrukent look enn kromvarianturin. Mest imponerandi av øllum er tó tunna ramman. Hon er bert fáar millimetrar, g tað kennist næstan, sum hongur myndin í leysum lofti. Brúkaravinarligheit og snildir Í útgerð er nógv við 75ES9005, sum minnir um 8-røðina hjá Samsung, sum longu telist millum tær mest framkomnu á marknaðinum. Tú fært netportalin hjá Samsung, Smart Hub, møguleika fyri røddar- og rørslustýring, internet og video-spps sum YouTue, Netflix og HBO umframt innbygd kykmyndatól til Skype-chat. Á 9-røðini sita bæði kykmyndatól og rørslusensor í einum fjaldum konsolli, sum reisist úr bakinum, tá eindin verður aktiverað. Júst sum í 8-røðini hevur 9-røðin bæði vanliga fjarstýring og eina trýst- stýrda fjarstýring, sum hevur innbygda mikrofon til røddar-stýring. Sum vit áður hava skrivað er tað einasta, sum vit veruliga sakna frá Samsung, ein betri point & click-stýring eins og Magic Remote hjá LC, sum eftir okkara tykki er lættari at stýra við enn hond-rørslur. Myndagóðska Hinvegin er tað »thumbs-up«, tá vit síggja, hvussu góðari myndagóðsku Samsung-skíggin kemur við, tí hendan er veruliga nakað serligt. Tað fyrsta, sum mann skal venja seg við, er ógvusliga formatið. Sjónleikarar eins væl og tíðindavertir fáa eina veruleikakenda mest sum livandi stødd, og bæði sjónvarpsrøðir og náttúrusendingar geva eina heilt aðra uppliving enn tað, sum tú ert vanur við frá meira »vanligum« stórskíggjum á einar 55-60 tummar. Tá eg spældi fyrsta Blu-ray-filmin uppdagi eg, at býr nógv meira data í einum HD-signali, enn tú skuldi trúð. 75ES9005 hevur kanska ikki somu hvøssu detaljur sum ein veruligur 4K-skíggi – so er tað sagt. Men tað má kortini sigast at rigga imponerandi væl við vanligum 1080-materiali. Sjálvt við 75 tummum og sitifrástøðu upp á bara tríggjar metrar er trupult at síggja nakra pixelering ella korn á myndini. Tvørturímóti: Her leggur mann til merkis smálutir, sum annars hvørva í mongdini á smærri skermum. Sjálvt við testmyndum, sum eg havi sæð hundrað ferðir fyrr, upplivdi eg at síggja smálutir, sum eg ikki hevði lagt til merkis áður. Sera góður kontrastur Samsung-skermuin er ein vanligur LCD- skermur við LED-síðuljósum. Vit tosa altso ikki um nakra serstaka framkomna tøkni ella aðra dýra útgerð sammet við bak-LED, har túsundtals dioder eru bólkaðar fyri at fáa besta kontrastin. Tað er tó eydnast hjá Samsung at trimma teirra Edge LED-tøkni til eitt støði, sum er sera nøktandi. Svartstøðið er betri enn væntað, og tað er bert í allar-døkkastu myndunum at tú sært, at talan ikki er um bak-LED ella plasma. Myndagóðskan er eini tvey stig betri enn í 8-røðini hjá Samsung. Hon er ikki plágað av gráum rípum í erva og neðra, og tað er bert í hornunum, at vit síggja ein lítlan ljósleka frá bakpanelinum. Á einum somikið stórum skíggja er tað serliga týdningarmikið, at myndin eisini er hvøss í rørslu. Her hevur Samsung- skíggin sera flótandi rørslur, og rykkini eru færri enn við samsvarandi plasma- skíggjum, sjálvt tá báðir skíggjarnir hava rørslukompensering/interpolering virkna. 3D Við tilvísingarfilminum, Prometheus, í Blu-ray-skuffuni hevur Samsung av hav av smálutum, og blandingin av hvassleika og friði í myndini er imponerandi. Tíverri er Samsung- skíggin – eins og flestu aðrar LCD- skíggjar – eisini plágaður av crosstalk, har myndirnar høgru- og vinstrumegin glíða saman. Hjá summum er hetta lætt at venja seg við, meðan tað hjá øðrum gerst strævið at hyggja at heilum filmi. Samsung-LED’urin er tí ikki á heilt sama støði sum bestu plasma-skíggjarnir, tá vit tosa um 3D-góðsku, men hann vinnur kortini nógv, tí hann hevur somikið góða ljósmegi, og tað er ein sjálvsagdur fyrimunur, tá hugt verður gjøgnum tær ljósminkandi 3D-brillurnar. Niðurstøða Hetta er størsta og dýrasta sjónvarps-beistið, sum vit nakrantíð hava roynt, og tí er hetta ikki eitt tól fyri øll. Men tá sjónvarpið stendur á stovugólvinum hevur mann vónandi gloymt bæði sár á rygginum og tómu bankakontina: Tað tekur ikki meira enn fimm sekund at venja seg við stóru í veruleikakendu myndina, sum Samsung-skíggin gevur. Myndagóðskan er nakað av tí besta, sum vit hava sæð við einum vanligum LED LCD- sjónvarpi, og tað er fáum unt at fáa eina somikið góða innliving í bæði 2D og 3D. Einasta kærupunktið, sum vit hava, er faktiskt prísurin: Tí fyri 65.000 krónur kanst tú keypa bæði ein góðan projektor og eitt gott sjónvarp við síðurnar av. Men so er tað jú hatta við í posa og sekk… Ert tú tann, sum altíð skal hava okkurt størri enn grannin, so les víðari! Vit hava roynt størsta og dýrasta sjónvarpið hjá Samsung. 75ES9005 vekir ein samsvarandi stóra má-eiga-trongd... Samsung 75ES9005 3D-tv Stórur og sterkur Samsung ★★★★★★ Samlað meting Vegleiðandi prísur: 65.000 kr. Fyri: Risastór, hvøss og livandi mynd Ímóti: Prísurin. Nakað av crosstalk við 3D Samsung 75ES9005 3D-tv Samsung 75ES9005 75" 3D LED LCD, 1920 x 1080 3 HDMI, 3 USB Smart Hub netportal Vegleiðandi prísur: 65.000 Lagt til rættis: Audun Hage – Lyd & Billede