Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Huawei við bíligari Windows-telefon. Huawei Ascend W1 er heitið á sjeyndu snildfonini við Windows-stýriskipanini. Umframt Huawei hava Nokia, Windows Phone, HTC og Samsung eisini telefonir við stýriskipanini. Kinverski framleiðarin sigur, at Ascend W1 hevur eina standby-tíð upp á ikki minni enn 470 tímar, men hetta kunnu vit hvørki vátta ella avsanna í verandi løtu. Hartil verður sagt, at hendan telefonin verður at fáa fyri »rætta« prísin. So er bara eftir at fáa at vita, hvør rætti prísurin verður. Telefonin verður at fáa í Danmark í fyrsta ársfjórðingini í ár, og sambært framleiðarunum verður tað við hesum tekniskum data: ■ Stýriskipan: Windows Phone 8 ■ Vekt: 120g ■ Mát: 124.5 mm x 63.7 mm x 10.15 mm (4.9 tummar x 2.5 tummar x 0.4 tummar ) ■ Skermur: 4-inch IPS LCD 480 x 800 touch screen with OGS Technology ■ Grafikkur: Adreno 305 400MHz GPU ■ Geril: 1.2 GHz dual-core Qualcomm Snapdragon™ S4 MSM8230 ■ Battarí: 1950 mAh ■ Talu- og standbytíð: 630 minuttir 3G talutíð; 470 tímar 3G standby tíð ■ Myndatól: 5.0 MP AF við flash LED og 0.3 MP front-kamera ■ Video: 720p ■ Samband: WiFi 802.11b/g/n and Bluetooth 2.1 HS ■ Net: UMTS 900/2100, 850/1900/AWS og GSM/EDGE 850/900/1800/1900 MHz ■ HSPA+: DL 21 Mbps og UL 5.76 Mbps ■ Minni: 512 MB RAM og 4GB ROM ■ Goymsla: Micro-SD up til 32 GB ■ Litir: Fæst í bláum, reyðum, svørtum og hvítum Verður sæð burtur frá 4K-skíggjanum fyri 150.000 krónur, sum er 55HX955 avgjørt toppurin hjá Sony. Í øllum førum tann toppurin, sum vit »vanligu deyðiligur« hava ráð til.Hann fæst í 55 og 65 tummum – báðir í einum reinum minimalistiskum sniði við klænari rammu og heildekkandi glasfronti. Skíggin stendur á einum kraftigum fóti, sum tykist betri gjørdur enn teir, sum fylgja við heldur bíligari 7- og 8-røðunum frá Sony. Samanlagt tykist góðskan at vera góð. Skíggin er av Gorillaglasi, ið er sterkt og ikki letur seg skøvað, og sum eisini verður nýtt í iPhone og iPad. Hetta skal ikki bert megna at standa móti flákrandi Wiimotes og øðrum hóttandi lutum, men skal eisini stýra inn- og útláti av ljósi. Myndgóðska 55HX955 nýtir mest framkomnu bakljóstøknina hjá Sony. Saman við Sony X-Reality myndaviðgerðini gevur hetta stór lyfti um sterkar kontrastir og litríkar myndir. LED-bakljósið ger 55HX955 ført fyri at tendra og sløkkja ymsastaðni á skíggjanum, soleiðis ein munandi hægri kontrastur kann røkkast. Tað í sjálvum sær er ikki nakað nýtt, men í ár er tað eydnast at fáa eina munandi betran av, hvussu ljósið verður býtt. Vit hava ikki funnið útav, hvussu nógvar ljósdiodur ella – gruppur (LED-clusters) Sony hevur handan skíggjan, men vit kunnu vátta, at hetta riggar sera væl. Bakljósið verður stýrt bæði skjótt og væl. Har gamlar útgávur av bak-LED hava havt eina ávísa seinkan, sum hevur givið eitt sleipandi bakljós, arbeiðir Sony-skíggin somikið skjótt, at hetta mest sum ikki sæst. Sjálvt lítlir lutir á skíggjanum kunnu skína kritahvítt, uttan at hetta elvir til irriterandi gloriur ella ljóslekar í bakgrundini. Tað er ikki heilt á støðinum við eitt plasma- ella OLED-sjónvarp, men kortini er hetta tað besta, sum vit hava sæð við einum LED-sjónvarpi. Og tað ber væl til at síggja ein døkkan film uttan at hugsa um bakljósið, sum arbeiðir í bakgrundini. Sony-skíggin hevur hartil kanska bestu myndaviðgerðina, sum eg havi sæð. Hann klárar kynstrið at rudda óljóð og halda hvøssu kantarnar samstundis upp á ein nógv meira enn vanliga góðan hátt. Sjálvt komprimeraðar sv-myndir úr PVR- boksini tykjast hvassar og reinar uttan hinduna av óljóði, sum nógv sjónvørp við ídnari myndaviðgerð hava ein ávísan tendens til. 55HX955 býður okkum hartil javnar rørslur uttan aldur ella skuggar kring lutirnar. Ljóðgóðska Meðan risa 84-tummin kemur við sterkum síðuhongdum hátalarum við tíggju elementum í hvørjum, so mást tú taka til takkar við eini heldur einfaldari ljóðskipan í 55HX955. Sony hevur tó sett ein heldur sterkari talgildan forsterkara og góðar hátalarar í sjónvarpið. Tala hoyrist væl og fjølbroytt, so ljóðir er fínt til tíðindi og talkshow. Bassurin og fyllan er eisini nóg gott til at fáa brúkiligt ljóð í sjónvarpsrøðum og tónleiki. Men tá myndagóðskan er av slíkum slag, so er tað synd, at hetta ikki fylgist við einum eins góðum stero- ella surround- anleggi. Niðurstøða 55HX955 býður okkum kanska bestu myndagóðskuna, sum vit hava sæð í einum standrast LED LCD-sjónvarpi. 55HX955 er hartil serstakliga áhugavert hjá teimum, sum leggja størsta dentin á myndagóðskuna. Topmodellið hjá Sony innan LED tykist ikki heilt so imponerandi sum 4K-sjónvørpini frá sama framleiðara. Men tað er ikki langt frá. 55HX955 hevur snøgt sagt framúr myndagóðsku Sony KDL-55HX955 Løddur myndameistari ★★★★★★ Samlað meting Vegleiðandi prísur: 24.999 kr. Fyri: Framúr hvøss mynd Sera góður kontrastur Ímóti: Avmarkað tal av smart-tænastum Sony KDL-55HX955 55" 3D LED LCD, 1920 x 1080 4 HDMI, 2 USB MPEG4 Bravia netportal Skype videokamera