Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Android-teldil fyri 1.000. Acer byrjar nú eitt veruligt prískríggj innan teldlar (tablets). Við at senda Acer Iconia B1-A71 fer Acer beint eftir teimum ungu og nýggjum brúkarum, eins og hetta er ætlað teimum, sum vilja keypa ein teldil til børini. Iconia B1 er lættur at halda og nýta við einari – ikki minst takkað verið tríkantaða haldaranum niðast vinstrumegin. Iconia B1 hevur 1.2 GHz- geril við 8GB goymslu, og hetta kann víðkast til 32GB við microSD-korti. Teldilin verður á danska marknaðinum í februar, og kostar hann kr. 999 – íroknað mvg. ■ Android 4.1 Jelly Bean stýriskipan ■ Mediatek dual-core 1.2GHz geril (MTK 8317T) ■ 7” diagonal WSVGA kapacitiv multitouch- skermur við upploysingi á 1,024 x 600 ■ 8 GB flash-goymsla ■ Tráðleyst samband: WiFi 802.11 b/g/n, Bluetooth® 4.0 og GPS ■ 3.5mm jack ■ Innbygdur hátalari ■ microSD-inngangur, sum stuðlar upp til 32GB ■ Frontmonterað 0.3-megapiksel webkamera ■ 2,710 mAh-batteri ■ micro-USB (løðing og PC- íkopling) med USB 2.0 ■ Stødd: 197.4 mm x 128.5 mm x 11.3 mm ■ Vekt: 320 g Tey bæði topmodellini eru full upp undir lúkurnar av útgerð og snildum funkum. Við ikki færri enn fimm HDMI- inngangum er tørvurin hjá teimum flestu fyri tilkopling av talgildum keldum væl og virðiliga nøktaður. Bæði hava MPEG-4 tunara, og tey hava tríggjar USB-inngangir til spælan og upptøku av video. Og tráðleysa netið gevur atgongd til smart-portalin hjá Philips. Tað, sum vantar, er eitt innbygt skype-upptøkutól, men tað kann keypast fyri á leið 749 krónur. Til sammetingar hevur Samsung innbygt skype-kamera frá 8-røðini og uppeftir. Í útsjónd eru Philips-skermarnir rættiliga minimalistiskir við bustaðari stálrammu og hvítum baki, umframt ein tunnan sokkul, sum kann snarast. Hvørki kassin ella ramman kunnu sigast at vera kløn – eitt myndapanel, sum er fult av ljósdiodum er sjálvandi tjúkri enn kant- LED varianturin – men tá tað er sagt, so er helst eingin, sum vil kalla Philips- tólini klossut. Tað eru fleiri munir á myndunum enn bara støddin. Meðan 60-tummin nýtir standard glas á frontinum, hevur 46-tummin eitt serligt kontrast-filgur – sonevnd Moth Eye filter – sum minkari um reflektiónir frá umhvørvinum, samstundis sum tað betrar svartstøði og kontrast. Vansin er, at hetta kostar, og sambært Philips loysir tað seg ikki fíggjarliga at hava hetta filtrið sum part av 60-tummanum. Point & Click fjarstýring Tá tú tosar um smart-tv, so er stýringin alfa og omega. Takkað verið knappaborðinum á baksíðuni er fjarstýringin hjá Philips góð til surfing á netinum, men vit hava áður eftirlýst ein betri hátt at leita í smart-tænastunum. Hetta roynir Philips at loysa í 9000-røðini við Point & Click. Hetta er ein innbygdur sensor í fjarstýringini, sum ger, at tú kanst stýra músini við einføldum rørslum. Myndagóðska Meðan fleiri framleiðarar hava skift til kant-LED, roynir Philips framvegis at menna bak-LED tøknina, sum gevur betri myndagóðsku. Nýggju útgávurnar hava eina myndaflatu við hundraðtals ljósdiodum handan LCD-lagið. Hetta gevur møguleika fyri skiftandi ljósstyrki ymsastaðni á skerminum, og tað gevur eina framúr øking í kontrastinum. Fyrimunurin er eyðsýndur. Eisini um sammet verður við bestu kant-LED hjá Samsung, t.v.s. 75ES9005: Philips- skíggjarnir kunnu vera kritahvítir onkrastaðni og krunkasvartir aðrastaðni. Í praksis merkir hetta, at myndirnar verða meira dynamiskar og fullar av lívi. Scenurnar úr litríkum actionfilmum – eitt nú Predators – næstan raka hyggjaran, og tá fólk og rúmdarverur stríðast sítt harðliga stríð, kennir tú næstan hitan frá loganum í andlitinum. Ljósstyrkin hjá Philips má tí sigast at vera nøktandi – og nakað væl afturat… Serliga er hetta gott, um hugt verður at 3D-filmum. Saman við Philips- skíggjunum fylgja tvær aktivar 3D-brillur, og varpingin av 3D-filmur sum Prometheus er imponerandi hvøss og lívlig. Einamest takkað verið mest sum óavmarkaðu ljósstyrkini hjá skíggjanum. 3D-effektin kann stillast, alt eftir frástøðu frá sjónvarpinum og tí, sum tú finnur fyri gott, og tað er sjálvandi ein fyrimunur, um hugt verður leingi. Hinvegin eydnaðist okkum ikki at sleppa undan eitt sindur av crosstalk millum vinstru og høgru, men tað skal nevnast, at hetta hevur verið galdandi fyri mest sum øll 3D-sjónvørp, sum vit hava roynt higartil. Tí noyðist Philips at lata sær lynda, at tá um ræður 3D, so eru teir aftan fyri VT50 plasma hjá Panasonic. Tey bestu hjá Philips koma seint – men væl: Vit hava testað minsta og størsta sjónvarpið í ekslusivu 9000-røðini Philips 46PFL9707 og 60PFL9607 high-end LCD-tv Sterkir tvíburar ★★★★★★ Samlað meting Fyri: Framúr kontrastur Kolasvart svartstøði Ímóti: Bakljósið kundi verið skjótari 46PFL9707 46" 3D LED LCD, 1920 x 1080 5 HDMI, 3 USB MPEG4 Vegleiðandi prísur: 21.999 60PFL9607 60" 3D LED LCD, 1920 x 1080 5 HDMI, 3 USB MPEG4 Vegleiðandi prísur: 29.999 Niðurstøða Við dagførdu 9000-røðini heldur Philips fast um støðuna sum av kongunum innan sjónvarp. Hetta hóast kappingin er harðari enn nakrantíð. Ert tú ein veruligur entusiastur, so er tað 60-tummin, sum skal veljast. Við nærum 70% størri flatu er hesin í nógvar mátar ein XL-útgáva av 46-tummanum, sum hinvegin hevur eitt effektivar frontfiltur, um tú hevur rúm við truplum ljósi. Men stórskíggjasvakir, sum vit eru, halda vit, at 60-tummin er betra keypið.