Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Oddbjørn Joensen Til reiðar at verða einsamallasti maðurin í Gundadali Hann er klaksvíkingur, sum skal standa á odda fyri HB. Hann er greiður yvir, at tað kann blíva eitt einsligt arbeiði um úrslitini ikki eru til vildar. Hann verður fimmti í næstum og hevur búð helvt um helvt í Klaksvík og í Havn. Hann gavst sum 27 ára gamal at spæla fótbólt, tá hugurin at gerast venjari tók yvir. Hann er nýggjur venjari hjá HB og eitur Oddbjørn Joensen Tróndur Arge Oddbjørn Joensen hevur ikki verið venjari síðani hann fekk fótin á Argjum í 2007. Í fjør játtaði hann at venja dreingjaliðið hjá HB. Lítið visti hann, at árið eftir skuldi hann standa á odda fyri besta liðnum hjá mátt­miklasta felagnum í land­inum. Hann ræðist ikki tank­an um at skula standa einsa­ mallur í Gundadali, um úrslitini ikki eru góð. Hann hevur fingið ein møguleika, sum hann ikki kann siga nei til. Oddbjørn er heldur ikki bangin fyri at leggja trýst á seg sjálvan og spælararnar í felagnum. Tað hoyrur við til at spæla við HB sigur hann. Uppvaksin í Klaksvík Oddbjørn er ein av tveimum miðlingum av seks syst­ kjum. Familjan hevur stór­ an áhuga fyri tónleiki, og tað hevur Oddbjørn sum so eis­ini. Men meðan fleiri gera nógv við tónleik, so er tað fót­bólturin, sum dregur ein ungan Oddbjørn. – Mamma plagar at siga, at eg spældi fótbólt áðrenn eg dugdi at ganga, heldur Odd­bjørn skemtiliga fyri. Hann hevur parkera ar­beiði sum hýruvogns­ før­ari eina løtu. Hann er í ar­beiðs­klæðum. Tað sæst á jakkanum, sum hevur eitt Auto merki á. Hann er skjót­ur at seta orð á, tá hann verð­ur spurdur um tor­føru uppgávuna sum stend­ur fyri framman. Hann er heldur ikki bangin fyri at viðurkenna mistøk, sum hann hevur gjørt fyrr. Ein­asta kravið fyri at seta seg nið­ur at tosa er, at kaffi er í kopp­inum. – Abbi stóð onkra hend­ inga ferð í mál fyri KÍ, men annars eru tað bara systkina­børnini, Delmar Joensen og Leif Olsen, sum hava spælt fótbólt í fam­ilj­ uni, greiður Oddbjørn frá, meðan hann heldur kaffi­ koppinum í hondini. Tað liggur væl fyri hjá honum at spæla fótbólt sum yngri. Hann spælir við teimum, ið eru eitt ár ella tvey eldri. Í 1979 vinn­ur hann greipuna í unglinga­ deildini saman við millum annað Beini Poulsen. Flott KÍ spæl gevur onki gull Á vøllinum er Oddbjørn ein miðvallari við góðum bólt­ førleika. Honum dámar best at hinir renna eftir bólt­inum og spæla til hann. Tíverri fyri Oddbjørn, so eru teir fleiri á KÍ, sum hava somu hugsan. Úrslitið er, at KÍ í løtum spælir fram­ úr fótbólt, og verða í blað­ grein útróptir til føroysku brasilianarnir, men tað eydn­asti ikki at vinna nakað. Góðan íblástur fáa teir frá Jørgan Markussen, sum er venjari í 1982. Hann er fyrr­verandi framherji hjá danska Vejle, har hann skjýt­ur yvir hundrað mál fyri felagið, og spælir tíggju lands­dystir. – Jørgen er tann venjarin, ið hevur givið mær mest. Hann vildi bara spæla bólt og tað passaði væl til mín. Tú kanst siga, at tankarnir hjá okkum líkjast nógv, greið­ur Oddbjørn frá. Hann leggur afturat, at Jørgen helst var fleiri ár framm­an­fyri sína tíð sum venj­ari, tá hann var í Klaks­ vík. Í átta ár spælir Oddbjørn við besta liðnum hjá KÍ, men tað blívur ikki til nak­ að gullheiðursmerki. Mið­ vall­arin er greiður yvir hví so er. – Vit vildu bara spæla góðan fótbólt. Vit mangl­ aðu onkran, sum bara vildi vinna. Hjá okkum var spæl­ ið avgerandi, sigur nýggi HB venj­arin. Í 1988 er ósemja millum Oddbjørn og leiðsluna í KÍ. Miðvallarin hevur fyrr fingið onkran fyrispurning úr Leirvík, og hesa ferð tekur Oddbjørn av. Hóast úrs­litini ikki eru av teimum bestu, so Oddbjørn glaður fyri tíðin í Leirvík. Mitt ár­inum flytur Oddbjørn til Havnar og finnur sær eina damu. Koyringini til Leir­víkar er ov drúgv, og mið­vall­arin velur at skifta felag. Klaksvíkingurin endar í HB Í Havn kemur Oddbjørn í eitt HB umhvørvi. Ver­fam­ iljan telur millum annað Niels Paula Jacobsen, sum um tað mundið spælir í HB. Odd­bjørn fær eisini starv hjá Poul Michelsen. – Eg hevði sikkurt verið sendur heim um eg fór til B36, sigur Oddbjørn við ein­ um smíli. Hann upplivir bara stuð­ ul heimani frá, nú hann hevur valt at umboða arva­ fíggindan hjá KÍ. Okkurt hiss­ini róp og onkur við­ merking er at hoyra frá áskoð­arunum, men annars er einki. HB hevur eitt gott lið, sum spælir líknandi fót­ bólt, ið Oddbjørn dámar. Eftir nógvu árini uttan eitt gull­heiðurs­merki, er tað ein stór løta, tá HB vinnur steypa­kapp­ingina hetta árið. Árið eftir skuldi vísa seg at verða seinasta árið sum fót­bóltsspælari hjá bólt­trygga spælaranum. Jógvan Norðbúð er nýggj­ur venjari, og hann er ikki eins sinnaður og tann undan­ farni at velja Oddbjørn. – Eg og Jógvan funnu altíð væl útav tí uttanfyri vøllin, men inni á vøllinum rigg­aði ikki, minnist Odd­ bjørn afturá. Hóast HB vinnur FM, so velur ein bara 27 ára gam­ al Oddbjørn at stilla gagg­ urnar á hylluna. Har hava tær staðið síðani. – Eg angri ikki at eg gavst. Eitt sindur løgið, men eg fekk heldur ongantíð hug at taka tær fram aftur, sig­ur Oddbjørn. Hann hevur júst keypt hús og fyrsta barnið er komið verðina. Tankin um at skula venja nógv, men ikki sleppa at spæla er eisini ein partur av orsøkini. Hinvegin, so fær Odd­ bjørn góðan hug at royna seg sum venjara. 30 ára gamal venjari Tvey tey fyrstu árini eftir at gaggurnar eru stillaðar hevur Oddbjørn onkrar smærri uppgávur í Fram og LÍF. Í 1993 flytur LÍF upp og av­gjørt verður at seta bara 30 ára gamla Oddbjørn til venj­ara. Tað gongur væl í fyrra hálvu, men tíðirnar eru