mikudagur 16. januar 2013síða 35
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
ringar í landinum. Felagið
missur fleiri spælarar og
tað endar við niðurflyting.
Komandi fýra árini er
hann venjari hjá næstbesta
liðnum hjá HB, umframt at
hann eisini tekur sær av 3.
deild og unglingum. Eitt
skifti í 1997 er hann høvðus
venjari, tá hann tekur yvir
eftir Jóhan Nielsen.
Í 1998 er hann venjari hjá
næstbesta liðnum hjá B68,
áðrenn hann í 1999 verður
venjari á Argjum. Felagið
flytur upp í 2.deild og Odd
bjørn er venjari fram til
2001.
Í 2003 og 2004 er Odd
bjørn hjálparvenjari hjá HB,
sum bæði árini vinnur FM.
Árið eftir tekur Oddbjørn
á øðrum sinni yvir í einum
felagið mitt í einum kapp
ingarárið, tá Ove Flint Bjerg
verður koyrdur í Klaksvík.
– Eg havi næstan gjørt
upp við meg sjálvan, at eg
ongantíð aftur taki við mitt
í einum kappingarárið. Tað
er ikki akkurát eg, at taka
við einum liðið, sum ein
annar venjari hevur lagt
grundina undir, ásannar
Oddbjørn.
Oddbjørn tekur í 2006
A-venjara prógv. Eitt sindur
tilfeldigt endar hann sum
venjari hjá TB. Í 2007 verð
ur hann høvðusvenjari á
Argjum fyri aðru ferð. AB
er akkurát flutt upp, men
Oddbjørn verður koyrdur
eftir 11 umfør.
Dreymastarvið
Eftir at hava havt steðg í
fýra ár velur Oddbjørn at
blíva ungdómsvenjari hjá
HB í fjør. Í oktobur fær hann
eitt tilboð frá felagnum,
sum hann ikki kann siga
nei til. Tað stendur honum
í boðið at blíva høvðusvenj
ari hjá felagnum. Eitt sam
døgur seinni er sáttmálin
skrivaður.
– Tað er eitt sindur
undarligt, at brádliga stend
ur tú við ábyrgdini av helst
størsta felagnum í land
inum, sigur Oddbjørn og
kallar tað fyri eitt »dreyma
starv«.
– Fyri uttan at verða
landsliðsvenjari,
so
er
hetta tað besta starvið í
føroyskum fótbólti. Tað
hevði eisini verið stuttligt
at verið venjari hjá KÍ, men
tað hevur víst seg at verið
torført hjá einum klaks
víkingi at venja KÍ, sigur
Oddbjørn.
Oddbjørn Joensen er 13.
venjari hjá HB síðani 2002.
Tað er ein heitur sessur,
sum ongin hevur megnað
at havt í longri enn hálvt
annað ár. Tað er Oddbjørn
greiður yvir.
– Eg eri ongin ganda
kallur og veit, at verða úrs
litini vánalig, so er lættari
at koyra venjaran heldur
enn allar spælararnar. Men
verið eg uppsagdur, so eri
eg
framvegis
Oddbjørn
Joensen, sigur Oddbjørn.
Ongin í felagnum hevur
sett eitt neyvt mál fyri
komandi kappingarár, men
Oddbjørn metir, at felagið
skal vinna minst eitt gull
heiðursmerki, tí nú eru tvey
ár síðani HB vann nakað.
– Eg havi verið í felag
num leingi nokk til at skilja,
at tað skulu úrslit til, sigur
nýggi HB venjari víðari.
Starvið
sum
venjari
kann
eisini
verða
eitt
einsamalt starv. Tað hevur
Oddbjørn sjálvur upplivað
tær ferðirnar hann er upp
sagdur millum annað á
Argjum.
– Eg havi eisini lært, at
tú sum venjari kann verða
ein einsamallur maður, tá
úrslitini ikki eru til staðar,
greiður Oddbjørn frá.
Trýstið á ein HB venjara
kann verða stórt og eirinda
leyst. Tað veit Oddbjørn.
Hann hevur sjálvur staðið
bakkanum í Gundadali og
luttikið í prátinum millum
kritisku HB røddirnar.
Tað skal tó ikki steðga
klaksvíkinginum í at gera
sítt arbeiði í nýggja starv
inum, sum hann metir er
hansara størsta fótbóltsav
bjóðing nakrantíð.
– Eg eri til reiðar at verða
einsamallasti maðurin í
Gundadali, sigur HB venj
arin at enda.
trondur@sosialurin.fo
Oddbjørn
Joensen
Føddur: 12. feburar 1963
Foreldur: Karl André Joensen
og Hjalma Joensen
Kona: Hansina Jacobsen
Børn: Allan Oddbjørnsson
Jacobsen, 23 og Hans
Oddbjørnsson Jacobsen, 18
Starv: Hýruvognsførari hjá Auto
Yrikisleið:
1980 – 87 KÍ
1988 LÍF
1989 - 90 HB
Venjarar:
1993 LÍF
1994 – 97 HB (Hjálparvenjari)
1998 B68 (Næst besta liðið)
1999 – 2001 AB
2002 B36 (Hjálparvenjari
í stutt tíðarskeið)
2003 – 04 HB (Hjálparvenjari)
2005 KÍ (Tekur við eftir
Ova Flintbjerg)
2006 TB
2007 AB (Koyrdur)
2012 HB (Ungdómsvenjari)
2013 - HB
Eg hevði sikkurt
verið sendur heim
um eg fór til B36
2002:
Ion Geolgau (koyrdur)
2002:
Jóannes Jakobsen
og Kári Nielsen
2003:
Frank Skytte
2004 - 05: Heine Fernandez (Koyrdur)
2005:
Julian Hansen
2006 - 07: Krzysztof Popczynski
(Koyrdur)
2007:
Heðin Askham (1 dyst)
2007:
Albert Ellefsen
2008:
Rúni Nolsøe
2008 - 09: Sámal Erik Hentze
2010:
Kristjan Guðmundsson
(Koyrdur)
2010 - 11: Julian Hansen (Koyrdur)
2011 - 12: Sigfríður Clementsen
2013:
Oddbjørn Joensen
Venjarar hjá HB síðani 2002:
– Tað er eitt sindur undarligt, at
brádliga stendur tú við ábyrgdini
av helst størsta felagnum í land
inum, sigur Oddbjørn Joensen
Mynd: Álvur Haraldsen