fríggjadagur 18. januar 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Tað er ein øðrvísi leikur,
sum fer at hava frumsýning
á Tjóðpallinum 9. februar.
Kristina S. Hansen hevur
skrivað leikin.
Leikurin hevur fingið
heitið Sár í sál, og hann er
sprottin úr ræðuligu hend
ingini, tá ið synir Kristinu,
Niklas og Teitur, og vinmað
ur teirra Martin lótu lív.
Síðan
vanlukkuna,
í
sorgarprosessini,
hevur
Kristina verið serliga við
kvom um, hvussu umhvørv
ið hevur samskift við hana
eftir hendingina. Hon hevur
merkt, at onnur hava hildið
seg aftur við at tosa bein
leiðis við hana. Summi hava
tosað uttan um hana heldur
enn beinleiðis við hana.
Hetta er nakað, sum onn
ur, ið hava verið fyri ógvus
ligum hendingum, kunnu
tosa við um.
Kristina er útbúgvin sjón
leikari, og síðan vanlukku
na hevur hon nomið sær
útbúgving á masterstigi í
teatur- og dramapedagogikki,
vi serligum denti á sjónleik.
Útbúgvingarnar
hava
givið henni serligar førleik
ar til at lýsa eitt slíkt evni,
seta orð á kenslurnar.
Leikurin er bygdur upp
av brotmyndum við yrk
ingakendum hugleiðingum,
sum kensluliga skera inn á
bein.
Við øðrum orðum er leik
urin, uttan at verða senti
mentalur, sum eitt litband
av øllum menniskjansligum
kenslum, og lýsir klárt og
beinrakið eina støðu, sum
flest øll, ið hava mist kenna
seg aftur í, eins og tey, ið
kenna seg hjálparleysan
í slíkum støðum, kunnu
finna amboð at samskifta
við, sigur Tjóðpallurin.
Leikurin
leggur
upp
til kjak og kann tí eisini
verða eitt gott íkast til øll,
ið starvast innan heilsu- og
umsorganarøkið.
Tveir leikarar
Leikarar eru tvær útbúnar
sjónleikarkvinnur, Annika
Johannesen,
sum
hevur
drúgvar royndir og Sofía
Nolsøe, sum nýliga er út
búgvin men longu er komin
í Kongliga Leikhúsið í Keyp
mannahavn.
Tær báðar búva í Keyp
mannahavn, og tað ger
Kristina S. Hansen eisini.
Kristina leikstjórnar, og tí
hevur borið til at vant eina
tíð har.
Í næstum koma tær heim
at venja víðari, til sýningar
nar byrja 9. februar
Hansina Iversen, mynd
listakvinna ger pallmynd
ina.
Sár á Sál er ein beinrakin, poetisk og kensluborin lýsing
av einari ólukkuligari støðu, sum vit ongantíð hugsa fer
at raka nakran, men, sum tá ið tað hendir, vísir, hvussu
sárbar vit øll eru.
Sár á Sál lýsir eisini, hvussu týdningarmikið tað er, at
vit samskifta rætt, eisini, tá ið vit eru hjálpsom og vísa
samkenslu.
Sár á sál er ein søga um miss, ið ikki bøtist aftur.
Sár á sál lýsir vónir, kontra veruleikan, í eini sorgarstøðu.
Sár á Sál setir orð á okkara egnu ómegd.
Sár á sál kann vónandi loysa upp tað tabu, ið er ein svár
avleiðing í øllum samskifti eftir ógvusligar hendingar.
Randi Jacobsen
Tað var mánanáttina, at óbod
nir gestir brutu inn á Tjóðpall
Føroya í Sverrisgøtu í Havn og
framdu umfatandi herverk.
Teir ella tey kutaðu kaðalar,
skræddu dúkar, knústu og
brutu og lótu vatn renna.
Støðan gjørdist ikki betri,
tá ið oljufýrið 1. november sló
niður, og sót fór um alt húsið.
Líka
síðan
herverkið
hendir, hevur virksemið í
húsinum verið skert, tí gólvið
í salinum mátti takast upp og
turkast, og alt annað mátti
vaskast og reinsast.
- Oljusótið var næstan
tað ringasta, tí tað fór um
alt húsið og heilt yvir í
Margarinfabrikkina, sum av
tí sama varð stongd í nakrar
dagar, meðan tey vaskaðu,
sigur Jenny Petersen, stjóri á
Tjóðpalli Føroya.
Sótið hevði ógvusligar av
leiðingar, tí øll útgerð mátti
takast sundur. Sumt er sent
til Danmark til umvælingar,
og ikki alt kann brúkast aft
ur. Allir ljóskastararnir eru
tiknir sundur og reinsaðir.
Tað sama við búnunum,
sum allir ikki kunnu reinsast
til at brúka aftur
Tað er ikki rættiliga greitt
enn, hvussu nógv av tí ymis
ka, ið má skiftast út.
Tryggingin tekur við eftir
sótskaðan, men ógreitt er
framvegis
við
skaðanum
aftan á herverkið, tí politiið
bíðar framvegis eftir úrslit
unum av DNA-royndunum,
sum tiknar vórðu á staðnum
í september. Næstan fýra
mánaðir eru lidnir, síðan
herverkið varð gjørt, men tað
tekur longri tíð at fáa roynd
irnar kannaðar, tá ið eingin
skuldsettur er í einum máli.
Eingin er skuldsettur fyri
herverkið á Tjóðpallinum.
Jenny
Petersen
hevur
alla hesa tíðina kunnað sitið
á skrivstovu síni á Tjóðpalli
num, men tað hevur hvørki
borið til at vant ella spælt í
húsinum hesa tíðina.
Nú er komið so væl undir
land við umvælingunum, at
tey í seinastu viku kundu
fara inn aftur í høllina, har
venjingar til ein nýggjan leik
byrja í næstu viku.
Tjóðpallurin bíðar framvegis
Umvælingarnar eftir herverkið og síðan alt sóti á Tjóðpallinum eru
við at koma undir land, og í næstu viku verður farið aftur at venja
á pallinum, men einki er enn at frætta frá DNA-kanningunum
Leikur um sorg og kenslur
Kristina S. Hansen, sum misti báðar synir sínar, hevur skrivað leikin Sár
á Sál, sum í februar verður framførdur á Tjóðpallinum
Tað var ein verri sjón, Jenny Petersen møtti, tá ið hon
mánamorgunin 24. september í fjør kom til arbeiðis. Alt
var endavent, og fleiri káplar og leidningar vóru kvettir
Nú kunnu tey aftur
venja á Tjóðpallinum