Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 njál vil finna pápan Greinaheiti Njál Djurhuus hevur alt sítt lív havt eitt kall at hjálpa øðrum, og tað hevur hann gjørt við hepnari hond. Men alt sítt lív hevur hann kent eina pínu av ikki at kenna pápa sín, og hvussu nógv hann hevur hjálpt øðrum, megnaði hann ikki at hjálpa sær sjálvum Leo Poulsen Tað eru onnur enn Njál sjálv­ ur, ið halda tað vera áhuga­ vert, at fáa greiði á, hvør pápi Njál var. Forsøgan er, at á sumri 2011 hevði dóttir mín, Helena, skrivað inn til Tore Strømøy, ið framleiðir sendingina, Tore på sporet, og greitt honum frá mínari søgu, sigur Njál Djurhuus. Njál er føddur og upp­ vaksin í Havn, og um 9 ára aldur hevði hann funnið út av, at hann – í mun til onnur born – ongan papa hevði. – Eg vaks upp hjá ommu og abba, og tá eg spurdi tey, hvar pápi mín var, søgdu tey, at tey høvdu funnið meg aft­an fyri bilin hjá doktar Poulsen, sigur Njál Djur­ huus. Hann heldur, at hann var ein smádrongur, sum var rætt­iliga vaksin í hugaheimi. – Eg mátti so sláa meg til tols við hesum. Mamma var blað­ung, tá hon átti meg, og eg skilti, at hon ikki vildi tosa so nógv um hetta, sigur Njál Djurhuus. Hann var borin í heim 15. Apríl 1941, og systkinini hjá mamm­uni søgdu beinan­ vegin, at hendan taka vit til okk­um, hetta skal verða beiggi okkara. Soleiðis kom eg inn í eina familju, sum longu framman undan taldi 10 børn, sigur Njál Djurhuus. Hann hevur altíð havt tað gott í sínum uppvøkstri, og hann hevði í veruleikanum tvær mammur og ein abba, ið eisini virkaði sum pápi. – Men tað var nakað, sum manglaði. Eg vaks upp á Reyni, og har sá eg hini børn­ ini leiðandi pápa sín, og tað føldi eg manglaði í mínum lívi, sigur Njál Djurhuus. Royndi at leita Sum hann vaks til, royndi hann eftir førimuni at finna sín faðirs upphav. – Eg fór til Nepper- Christen­sen, ið tá var fúti í Før­oy­um, men hann vildi í fyrsta umfari ikki hjálpa mær. Seinni fekk eg tó eitt bræv við upplýsingum um navn­ið á papa mínum, men sjálvan Eg havi fingið frið við meg Njál Djurhuus og konan Erna heilsa upp á Harald kong, eftir at tey vórðu heiðrað við gullmedalju frá kongi