Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 har var eingin føðidagur við, og tí var vónleyst at spora hann, sigur Njál Djurhuus. Hann royndi eisini at setaz seg í samband við bretska konsul­in í Føroyum, Tunnas Hanus Dam, men heldur ikki tann vegin bar til at koma nærri einari staðfesting av, hvør og hvar pápin var. – Tað píndi meg alla tíð­ ina ikki at vita, hvør pápi mín var. Tað hevði einki við upp­ vøksturin at gera, tí eg hevði eina mammu, sum eg var ótrú­liga góður við, og eina ommu og ein abba, sum eg eis­ini var ógvuliga góður við, og sum eg veit elskaðu meg. Kort­in var tað alla tíðina nak­að, sum manglaði, sigur Njál Djurhuus. Seinni royndi hann at leita sær hjálp gjøgnum Frelsunar Herin og eisini gjøgnum norsku løgregluna, sum setti seg í samband við Scotland Yard, men alla staðni rendu tey seg í múrin, ið var bretska her­leiðslan. – Eg hevði ein góðan barn­dóm, og vaks upp sum ein beiggi til systkinini hjá mammu míni, og um tú í dag spyr tey, so kalla tey meg enn fyri beiggja sín, sigur Njál Djur­huus. Ikki við egnari hjálp So gekk tíðin, og hóast Njál royndi at tosa um hesi viður­ skifti við fólk, var tað eingin, ið læt seg upp fyri honum. – Tað var soleiðis í Føroy­ um tá á døgum, sigur Njál Djur­huus. Hann stovnaði so familju sjálvur og fór eystur til Noregs. – Eg havi ongantíð verið tann, ið prátaði um egnar trupul­leikar, teir helt eg fyri meg sjálvan. Hinvegin havi eg altíð havt eitt lætt sinni og verið positivur, men føldi tá, at eg hevði eitt kall at fara út at arbeiða millum folk, ið høvdu trupulleikar, sigur Njál Djurhuus. Men familjan kendi, at hann píndist av ikki at kenna nakað til papa sín. Tey vistu, at hann hevði roynt at finna fram til, hvør pápin var, men til onga nyttu. – Eg havi alt mítt lív roynt at hjálpa øðrum, og mær hevur altíð dámt at halda fleiri bóltar í luftini. Og kann eg fáa ein trupulleika beind­an av vegnum fyri ein ann­an, so var eg fegin. Men hvussu nógv eg kundi hjálpa øðr­um, megnaði eg ikki at hjálpa mær sjálvum, sigur Njál Djurhuus. Hetta fekk so dóttrina at taka sær um reiggj. – Hon ringdi til Tore Strømøy og spurdi, um hann ikki kundi hjálpa mær. Hetta ringdi dóttir mín og segði mær ein leygardag, og stutt eftir ringdi Tore og bað meg koma næsta morgun, so vit kundu tosa um hetta, sigur Njál Djurhuus. Sum sagt so gjørt, og Tore lovaði at taka avbjóðingina á seg. – Eg segði við hann, at hetta fór hann ikki at megna, men hann gjørdi tað á sín hátt og við einum úrsliti, soleiðis at eg nú havi frið á mær, sigur Njál Djurhuus, sum hevur bundið seg mót­ vegis NRK til ikki at siga, hvat úrslitið á sendingini verður. njál vil finna pápan Eg vaks upp hjá ommu og abba, og tá eg spurdi tey, hvar pápi mín var, søgdu tey, at tey høvdu funnið meg aft­an fyri bilin hjá doktar Poulsen tore på sporet Njál saman við Tore Strømøy, ið er vertur í sendingini, Tore på sporet. Fleiri enn 200 høvdu skrivað inn til Tore um at hjálpa sær, at finna onkran familjulim, og Njál gjørdist ein av teimum átta útvaldu »Gatas Gynt« var ein filmur um gøtufótbólt. Samstarvið millum Frelsunarherin og fótbóltin kom í lag, tí Njál Djurhuus var limur í Vålerenga Fodboldsklub. Samstarvið um gøtufótbóltin hjá heimleysum bleiv grundarlagið til filmin Mamma Njál, Sofía Jacobsen, á einum av hennara mongu laksatúrum við Leynavatn í 2008 Njál og dóttirin, Helena, sum skrivaði inn til Tore Strømøy, um at hjálpa Njáli at finna pápan Leitanin eftir pápanum førdi Njál og norska sjónvarpsliðið til Skotlands...