fríggjadagur 18. januar 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nevndin, sum er sett at
arbeiða við einum før
oyskum
fátækramarki,
skal gera eitt føroyskt
fátækramark, sum tekur
støði í føroyskum viður
skiftum.
Tað stendur í arbeiðs
setninginum, sum nevnd
in hevur at arbeiða eftir.
Talan skal sostatt vera
um eitt serligt fátækra
mark.
Í hesum verður á, at
eitt fátækramark er ikki
eitt eintýðugt hugtak.
Bæði OECD, Heims
bankin og ES hava allýs
ingar av fátækradømi,
men tað er ikki sagt, at
tey hóska til føroysk við
urskifti.
- Í teimum norður
londum og vesturheim
urin annars, sum hava
fátækramark, er eisini
ymiskt, hvussu tað verður
brúkt.
- Tørvur er at lýsa fá
tækradømi frá einum før
oyskum sjónarhorni, og at
lýsa tey serligu føroysku
viðurskiftini,
sum
eru
viðkomandi, tá talan er
um fátækradømi, stendur
í arbeiðssetninginum hjá
nevndini.
Eitt føroyskt fátækra
mark skal stuðla lands
stýrinum í at eyðmerkja
fátækradømi, og harvið
geva landsstýrinum betri
grundarlag at seta átøk
í verk at fyribyrgja fá
tækradømi.
Í hesum sambandi skal
nevndin eyðmerkja og
lýsa orsøkir til at fólk liva í
fátækradømi og nágreina,
hvat eitt fátækramark
skal brúkast til.
Samstundis skal nevn
din lýsa ymsar hættir at
áseta fátækramørk, um
framt at hon skal greina
og meta um, hvør háttur
og hvørjar dátur skulu
vera grundarlag fyri ein
um føroyskum fátækra
marki.
Útfrá
hesum
skal
nevndin gera eitt tilmæli
um, hvussu eitt føroyskt
fátækramark skal ásetast.
Tað sita fimm fólk í
nevndini, sum arbeiðir
við einum føroyskum fá
tækramarki.
Tey eru Heri Peters
en og Michael Feldballe
Hansen
í
almanna
málaráðnum,
Marjun
Berg frá almannaverki
num, Høgni Vilhelm av
Hagstovuni, Sonja Jóg
vansdóttir,
samskipari
í Samtaki og Jóannes
Jacobsen, búskaparfrøð
ingur.
Nevndarlimirnir
eru
ikki valdir, tí teir ávísa
ávísar stovnar ella myn
dugleikar. Men talan er
um eina fakliga nevnd,
har førleikarnir hava ver
ið avgerðandi.
Nevndin ætlar at vera
liðug við arbeiðið í apríl og
tá verður eitt tilmæli lagt
fyri landsstýriskvinnuna í
almannamálum.
Áki Bertholdsen
- Vit halda at vit eiga at
sleppa upp í part.
Arne Thorsteinsson, for
maður í Landsfelagi pen
sjónistanna,
hevur
spurt
landsstýrið um pensjónista
felagið ikki kann fáa umboð
í nevndina, sum er sett at
áseta eitt føroyskt fátækra
mark.
Men mkudagin fekk felag
ið at vita, at felagið fær onki
umboð í nevndina.
- Tað fáa vit ikki gjørt so
nógv við, so tað kunnu vit ikki
annað enn taka til eftirtektar
sigur formaðurin í felagnum,
eitt sindur vónbrotin.
Hann sigur, at orsøkin til,
at
pensjónistafelagið
vildi
sleppa upp í part, er at tað eru
heilt nógvir pensjónistar, sum
liva undir fátækramarkinum.
- Sama, hvør allýsing
verður brúkt, eru nógvir
pensjónistar undir fátækra
markinum og tískil vildu vit
fegin sleppa at fáa okkara
ávirkan á nevndararbeiði,
sigur hann.
Við hesum sigur hann
ikki, at hann stúrir fyri, at
úrslitið av arbeiðnum ikki
fer at vera nøktandi.
- Tað fáa vit at síggja, tá ið
úrslitið fyriliggur, sigur for
maðurin í Landsfelagi Pen
sjónistanna.
- Í nevndini kundu vit
víst á, at pensjónirnar eru
ov lágar og at tað tíverri er
blivið soleiðis, at Samhalds
fasti ikki bleiv tað ískoyti til
fólkapensjónina, sum ætlan
in var.
Hann staðfestir, at heldur
er
Samhaldsfasti
komin
ístaðin fyri pensjónina, tí
politikarar hava brúkt Sam
haldsfasta sum umbering
fyri ikki at hækka pensjón
irnar.
Arne Thorsteinson vónar
kortini, at úrslitið av nevnd
ararbeiðnum verður gagn
ligt og at tað verður til bara
fyri veikastu partarnar í
samfelagnum, sjálvt um tað
kanska fer at føra útreiðslur
við sær.
Áki Bertholdsen
- Hetta er er ein faklig nevnd
burturav.
Annika Olsen, landsstýris
kvinna í almannamálum,
sigur, at tað er orsøkin til,
at hvørki pensjónistar, ella
nakar annar áhugabólkur, er
við í nevndini, sum skal áseta
eitt føroyskt fátækramark.
- Skuldu pensjónistarnir
havt umboð í nevndini, vóru
tað so nógvir aðrir áhuga
bólkar, sum eisini skuldu
havt sama rætt, sigur hon.
- At áseta eitt føroyskt
fátækramark, er ein torskild
uppgáva og tískil hava vit
brúk fyri fakfólki við eini
hollari vitan um samfelags
viðurskiftini, í nevndini.
Annika Olsen sigur, at
tá ið hon fær tilmæli frá
nevndini, fer hon at gera eitt
lógaruppskot um eitt før
oyskt fátækramark og tað
verður síðani lagt fyri Løg
tingið til viðgerðar.
Men tað verður ikki fyrr
enn einaferð í heyst.
Tórfør uppgáva
Annika Olsen staðfestir, at
í Føroyum er ongin almenn
allýsing av fátækradømi. Tí
kann tað vera tórført at eyð
merkja, hvør er fátækur, og
hvørji átøk skulu til fyri at
stuðla undir, at fólk koma úr
fíggjarligari trongstøðu.
- Eg haldi, at tað er rætt at
allýsa fátækradømi í Føroy
um, tí tá ið 500 familjur søkja
um hjálp frá Í menniskjum
góður tokki, er tað eitt greitt
tekin um, at tað eru nógv,
sum ikki hava tað gott.
- Tað kunnu vit ikki venda
tað blinda eyga til, sigur Ann
ika Olsen.
Annika Olsen sigur, at tá
ið fátækradømið er allýst,
og vit hava fingið úrslitið av
Manntali, sum eisini gevur
okkum nógvar upplýsingar,
er politiski myndugleikin
betri brynjaður at taka støðu
til, hvørji átøk skulu setast í
gildi fyri at bøta um støðuna.
Og hon er sannførd um, at
talan verður ikki bara um at
hækka ymsar almannaveit
ingar.
- Eg eri sannførd um, at
tað loysir verri enn so allar
trupulleikarnar. Hvat við
familjuni í Hoyvík, við tveim
um góðum inntøkum, men
sum situr í so dýrum húsum,
at tey hava ikki ráð at keypa
børnunum mjólk?
-
Teir
trupulleikarnir
verða loystir við at hækka
pensjónir, tí har skal annað
til, sigur landsstýriskvinnan.
Serføroyskt
fátækramark
5
fólk
Faklig nevnd skal gera
føroyskt fátækramark
Pensjónistarnir
vildu sleppa við
FÁTÆKRAMARK Vit vildu fegin sleppa at gera okkara
ávirkan, men tað gekk ikki, sigur Arne Thorsteinsson
FÁTÆKRAMARK Pláss var ikki fyri pensjónistum í nevndini,
tí talan er um eina nevnd, har bara fakfólk sita