fríggjadagur 18. januar 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Avdúkaði ongan
Randi Jacobsen
Royndartíðin í sambandi við
ein annan dóm var ikki úti,
tá ið politiið í september 2011
handtók ein nú 27 ára gamlan
mann fyri stuldur.
Í rættinum mikudagin
játtaði hann seg sekan, sjálvt
um frágreiðing hansara ikki
var serliga samanhangandi.
Hann hevði á netinum
sæð eina lýsing um ein bil,
sum var til sølu fyri 14.000
krónur.
Tann
ákærdi
maðurin
ringdi
til
bileigaran
og
segði, at hann hevði áhuga
fyri bilinum. Teir møttust,
og maðurin vildi sleppa at
royndarkoyra bilin.
Hann steðgaði bilinum
yviri við Strond, tók stýri
boksina úr lænta bilinum og
setti eina aðra í. Hana hevði
hann í lummanum.
Stýriboksin er ein telda,
sum stýrir elektronikkinum
í bilinum.
Síðan ringdi ella sms-aði
hann til bileigaran og boðaði
frá, at bilur hansara var upp
steðgaður.
Tann ákærdi helt fast við,
at hann hevði ætlað at keypt
bilin.
Ákærin vildi vita, hví
hann so hevði eina stýriboks
í lummanum, men svarið var
ikki serliga greitt:
– Tað er so tað.
Riggaði ikki
Hann segði tó, at høvdu stýri
boksirnar verið eins, hevði
hann keypt bilin.
Hann fann útav á inter
netinum, at hann ikki kundi
brúka læntu stýriboksina.
Tað kom fram, at hann
átti fleiri stýriboksir til bilar
og hevði roynt at fáa hjálp
til at umprogramera onkra
teirra. Eisini ta, sum hann
tók úr lænta bilinum.
Ákærin spurdi, hví hann
ikki fór aftur við stýriboksini,
sum hann hevði tikið, tá ið
hann fann útav, at hon ikki
kundi brúkast.
– Tað var ov flovisligt,
segði hann.
Politiið kom eftir, at hann
hevði tikið stýriboksina úr
lænta bilinum og fór at leita
eftir manninum. Men hann
rann undan.
Eina náttina fór hann á
bústaðin hjá politistinum,
sum arbeiddi við málinum, og
legði boksina við úthurðina.
Maðurin nevndi í rættin
um, at hann hevði ikki verið
einsamallur um stuldurin,
men hann vildi ikki avdúka
nakran av hinum.
Umframt fongsulsrevsing
hevur
ákæruvaldið
reist
endurgjaldskrav móti mann
inum, 14.000 krónur, sum var
virðið á lænta bilinum, men
tað endurgjaldskravið vil
maðurin ikki kennast við.
Málið varð ikki gjørt
liðugt í rættinum mikudagin,
tí øll vitnini møttu ikki.
Haraftrat
er
maðurin
skuldsettur í einum øðrum
máli, sum ikki er liðugt kann
að. Tað er eitt mál um siða
misbrot.
Ein 27 ára gamal maður játtaði í rættinum mánadagin grovan stuldur,
tá ið hann royndarkoyrdi ein bil og stjól stýriboksina úr honum
tíðindi
Randi Jacobsen
Mikudagin hevði Helgi
Andreasen, sum ann
ars arbeiðir hjá Vest
manna kommunu, sín
fyrsta arbeiðsdag sum
aktingarmaður. Uppgáva
hansara verður at taka
upp djór, sum ganga
leys.
Seinasta hálva árið
hevur
Vestmanna
kommuna
verið
illa
plágað av hundum, sum
hava gingið leysir, og tí
helt kommunan tað vera
neyðugt at seta ein akt
ingarmann.
Fyrr
vóru
hundar
eingin trupulleiki í Vest
manna, men eftir at tveir
stórir
hundar
fluttu
til bygdina, kom ótti á
fólk, og starvsfólkini í
barnagarðinum
tordu
ikki longur at fara út við
børnunum.
– Fleiri fólk meldaðu
hundarnar til politiið,
men tað hendi einki. Nú
hava vit so gjørt eina
avtalu við politiið, sigur
Pauli T. Petersen, borgar-
stjóri í Vestmanna.
Avtalan er, at um fólk
melda leysgangandi djór
til politiið, ringir politiið
beinleiðis til aktingar
mannin, sum fer út eftir
djórinum.
Fer at hjálpa
Verður ein hundur tikin
upp, fær eigarin eina
rokning upp á 425 krónur
og meira legst aftrat fyri
hvønn dag, um eigarin
ikki beinanvegin kemur
eftir hundinum.
Pauli
T.
Petersen
væntar, at hetta fer at
hjálpa, tí fáa hundaeig
arar nakrar ferðir rokn
ing, fara teir at ansa bet
ur eftir.
– Vit kundu ikki hava,
at børnini ikki tordu út.
Fleiri onnur fólk hava
eisini verið bangin fyri
hundunum, sigur Pauli
T. Petersen, sum bara
hevur frætt frá takk
somum vestmenningum
um at seta aktingar
mann.
Hava
steðgað
hunda
óskilinum
Nú Vestmanna kommuna
hevur fingið aktingarmann,
tora barnagarðsbørnini aftur út
Janus er bitin av náttúruni
Randi Jacobsen
Janus á Húsagarði hevur
seinastu árini havt fleiri
listaframsýningar, tær flestu
í Havn, men hann hevur eis
ini sýnt fram í Klaksvík og á
Sandi.
Higartil hevur hann mest
gjørt vatnlitsmyndir, men nú
er hann farin at royna seg á
løriftinum við akryli.
Í dag letur hann upp eina
stóra framsýning við 25
akrylmálningum. Fleiri teirra
eru rættiliga stórir.
– Mær dámar nógv betur
at mála við akryli enn við
vatnlitum. Tað eru størri
strok, og haraftrat ber ikki
til at koma aftur um aftur
við vatnlitum, sigur Janus á
Húsagarði.
Hann hevur verið á skeiði
á einum listaháskúla í Dan
mark og fekk har góðan
íblástur til at mála.
– Har var eitt stórt ateliér,
og vit sluppu at svana, sum
vit vildu.
Framsýning hansara hev
ur einki heiti, men hon kundi
itið Brot úr Náttúruni, tí allar
málningarnir hava evni úr
náttúruni.
Har er grót, fuglar, fiskar,
rennandi vatn, sjógvur og
onkrastaðni er ein vættur ella
eitt trøll. Ein Erla kongsdóttir
er við og fleiri títtlingar.
– Eg eri so hugtikin av
náttúruni og gangi mangan
langar túrar í henni, sigur
Janus á Húsagarði.
Framsýningin letur upp
í dag klokkan 16. Opið er
frá týsdegi til fríggjadag frá
klokkan 15 til 17.30 og leygar
dag frá klokkan 11 til 14.
Framsýningin
hongur
uppi í tvær vikur.
25 málningar eru á framsýningini, sum Janus á Húsagarði
í dag letur upp Listaglugganum í Havn
Janus á Húsagarði er fullkomiliga fallin fyri at mála við akryli
Mynd: Ákvur Haraldsen