Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt -Samstarvstrupulleikar er ein saklig orsøk til at siga fólki úr starvi. Men grund­ gev­ingarnar mugu vera í lagi. Tað sigur Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði, sum í sínum dag­ liga starvi á Fróð­skap­ar­setri­ num undir­vís­ir í, hvussu før­ oyska fyrisitingarlógin skal tulkast og brúkast. Aktuella málið um nú fyrr­verandi stjóran á ALS er eitt klassiskt dømi um, hvussu fyrisitingarlógin ikki skal brúkast, heldur Kári á Rógvi. - Man klárar ikki at seta orð á, hvat avgerðin er bygd á. Í staðin verður lagt út eitt royk­slør, ið einki atlit tekur til kravið hjá almenninginum um at fáa innlit í avgerðirnar og hvussu tær verða tiknar. Til ber ikki bert at siga, at “vit hava gjørt eina meting,” fyri­ sitingarlig meting skal bygg­ ja á saklig atlit, sum skulu kun­na nevnast og síggjast aft­ur í staðfestum ítøkiligum um­støð­um. Meting er ikki nakað, sum tú kennir á tær, met­ing kemur fram við “millum­rokni­ng­um,” sum jur­ist­ar kalla saklig atlir. Kári á Rógvi sipar til grundleggjandi út­gangs­ støði undir okkara fyri­sit­ing, nevniliga bæði at ein­stak­ ling­urin í málinum skal fáa rætta viðferð og al­menn­ing­ ur­in skal fáa innlit í alt, sum fyriferst. - Er eitt stýri ónøgt við sín al­menna stjóra, eitt nú av sam­starvstrupulleikum, so er kravið at hoyra partarnar og grundgeva fyri avgerðini, um stjórin skal sigast úr starvi. Tað nyttar einki at krógva veruleikan og í stað­ in royna at uppfinna ein nýggjan og oftast penari veru­leika, sigur Kári á Rógvi og heldur fram: - Vit síggja ofta, at al­ menn­ir arbeiðsgevarar vill­ ast í slíkum støðum. Í ALS- máli­num var fyrst ein støða, og síðani var støðan ein heilt onn­ur. Eftir stendur al­menn­ ing­ur­in spyrjandi um, hvat nú vendir upp og niður í máli­num. Meting krevur grundgeving Tað fellur Kára á Rógvi fyri bróst­ið, ferð eftir ferð at hoyra fólk við ábyrgd av al­ menn­um stovnum tosa um, at ”vit hava gjørt eina met­ ing.” - Og so steðgar argu­men­ ta­tión­in har. Einki meira kem­ur á borðið. Síðstu 20 ár­ ini hava vit havt eina lógar­ ásetta skyldu at grundgeva, hví metingin nú bleiv henda ella handa, sigur Kári á Rógvi og sipar til fyrisitingarlógina frá 1993. - Vit duga eftir øllum at døma ikki at seta orð á, hvat av­gerð­irnar byggja á. Tað er eitt eyðkenni fyri eina fyri­ sit­ing, sum ikki hevur fing­ið fyrisitingarlógina og inn­ lits­lógina inn í blóðið. Tvær lógir, ið eru natúrligir grund­ ar­steinar undir allari fyri­sit­ ing­ini. Brúka ikki amboðini Í aktuella málinum um nú fyrr­verandi stjóran á ALS er komið undan kavi, at ALS- stýrið valdi at gera sem­ju, fráfaringaravtalu, við Ernst Jacob­sen fyri at slep­pa und­ an eini slítandi upp­sagn­ar­ti­ l­gongd. - Hetta er í sjálvum sær í lagi. Hægstirættur hevur góð­kent, at slíkar avtalur verða gjørdar, um staðfest er, at partarnir ikki kunnu sam­starva, men annars at viðkomandi ikki hevur gjørt nakað revsivert ella so grundleggjandi galið, at við­kom­andi skal agarevsast. Tá ið hetta bara ikki er tann rætti stjórin longur, so er sak­ligt at velja avtalaða frá­ ferð heldur enn at fara und­ ir formliga uppsøgn, har við­kom­andi kortini ongan kjans hevur, tí hann kann ikki undir partshoyringini sann­føra nevndina um, at sam­starvi kann fáast at rigga aft­ur, sigur Kári á Rógvi og held­ur fram: - Men slík avtala má ikki goym­ast við orðingum um, at “alt er í lagi” og so aftaná føra til eitt reint karaktermorð, har sagt verður at “hann er óálít­andi og óbrúkiligur .” Kári á Rógvi leggur dent á, at ein slík avtala skal grund­ gevast sum er. - Fortel tá almenninginum, at viðkomandi er dugnaligur og hevur fakligar førleikar, men vit kunnu ikki saman, tí fara vit hvør til sítt undir eini skipaðari tilgongd, har vit sum frægast skipa yvir­ gongd­ina frá einum stjóra til ann­an. Kári á Rógvi ger saman­ ber­ingina við ítrótt: - Har duga tey at siga, hesin venjarin er dugir fót­ bólt, men er ikki longur tann rætti fyri okkum í Hulduvík, tí finna vit okkum nú ein ann­an. Tann frákoyrdi kann so vísa seg at vera tann rætti hjá einum øðrum liði. Setanarsáttmálin hjá Ernst Jacobsen vísir til á­set­ ing­ar­nar í lógini um starvs­ menn, skuldi talan verið um uppsøgn. Tann lógin tryggj­ ar fólki uppsagnartíð úr trimum upp í seks mán­að­ ir, alt eftir hvussu leingi tey hava verið í starvi. Í sama setanarsáttmála er har­aftur­ at ein áseting um gerðarætt, ið skal brúkast í samband við ósemjur millum stjóra og arbeiðsgevaran, sum er ALS-stýrið. Har stendur at ”allar ósemjur partanna millum í sambandi við starvs­viðurskiftini eftir hes­um sáttmála skulu fyrst og fremst loysast við samráðingum. Kunnu part­ ar­nir ikki semjast, verður ósemj­an avgjørd av gerð­ar­ rætti.” Her eru sostatt fleiri am­boð at nýta í samband við eina møguliga ósemju partanna millum. Kortini endaði málið sum kunnugt øðr­vísi. - Mannagongdir eru har fyri at verða brúktar. Ofta sígg­ja vit tó sonevnda “pro­ ces­for­drejn­ing,” at man slepp­ur sær undan manna­ gongd­um, man hvepp­ist við at brúka røttu am­boð­ini, sigur Kári á Rógvi og vísir enn einaferð á, at upp­sagn­ ar­til­gongd­in er til fyri at fáa grund­gev­ing­ar­nar uppá pláss. Er ivi um uppsagnartíð og treytir, so er at siga sum er – samstarvið endar og vit taka Fyrisitingin gloymir at grundgeva Í staðin fyri at hoyra og grundgeva, so verður alt ov ofta krógvað. Tað er eitt sjúkutekin við okkara fyrisiting, sum í 20 ár hevur havt lógarskyldu at grundgeva fyri øllum, ið verður gjørt. Tað sigur Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði og rithøvundur til bók um fyrisitingarlógina