fríggjadagur 18. januar 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyrisitingarlógin, løgtingslóg
nr. 132 frá 10. juni 1993
§ 23. Ein grundgeving fyri eini avgerð, skal hava eina
tilvísing til tær rættarreglur, sum avgerðin er grundað
á. Í tann mun, avgerðin eftir hesum reglum hvílir á eini
fyrisitingarligari meting, skal grundgevingin eisini tilskila
tey høvuðsfyrilit, ið hava verið avgerandi fyri útinningina
av metingini.
Stk. 2. Grundgevingin skal eisini um neyðugt hava
eina stutta frágreiðing viðvíkjandi teimum veruligu
umstøðunum, sum hava havt stóran týdning fyri
avgerðina.
Stk. 3. Grundgevingin kann verða avmarkað í tann mun
áhugi partanna í at kunna nýta kunnleika til hesa til røkjan
av sínum tørvi má metast at eiga at víkja fyri avgerandi
umhugsni fyri honum sjálvum ella øðrum privatum ella
almennum áhugamálum, jbr § 15.
Í aktuella málinum um ALS skuldi grundgevingin víst á
rættarreglur, høvuðsatlit og umstøður, sum tilsamans
gjørdu, at samstarvið mátti enda og til hvorjar treytir.
Fakta
eina sak um sømdirnar og
so gjalda vit tað, sum sorin
skrivarin saman við tveim
um øðrum fakfólkum koma
til eftir at hava hoyrt báðar
partar í málinum.
Kári á Rógvi vísir á sera
óhepnar
avleiðingar,
ið
standast av at snúgva sær
undan føstu mannagongd
unum.
- Fyrst fekk almenning
urin at vita, at stjórin sjálvur
valdi at fara. Síðani fekk
almenningurin at vita, at
samstarvstrupulleikar vóru
orsøkin og at ALS-stýrið
hevði mist álitið á hann.
Men grundgevingarnar eru
ongantíð lýstar, og eftir
hongur ein gruggut mynd av
einum nú fyrrverandi stjóra,
sum fekk ein posa av pengum
við sær úr stjórastólinum.
Harvið er endin tann ringast
hugsandi fyri báðar partar.
Fyri stovnin, sum møguliga
hevur goldið ov nógv. Men
eisini fyri stjóran, tí stjórar
og aðrir topembætismenn
liva av sínum góða navni og
umdømi. At fáa nakrar mán
aðarlønir meira er ikki tað
vert fyri at missa umdømið.
Hevur stjórin ikki gjørt nak
að, sum ger at hann skal
burturvísast ella á annan
hátt revsast, so hevur hann
krav uppá virðiliga at verða
uppsagdur.
- Hvussu long uppsagn-
artíðin skal vera, hvørt hann
skal frítstillast, hvør hoyring
er neyðug, eru alt viðurskifti,
sum krevja nærri innlit at
meta um. Men tú kanst ikki
gera bæði. Ikki bæði siga,
hann fer og vit koyra hann.
Bæði siga, hann var fínur og
hann nyttar onki. Grund
gevingin skal vera saklig,
verulig, grundað á lóg, atlit
og umstøður, sum skulu lýs
ast rætt í grundgevingini
bæði yvirfyri viðkomandi og
okkum øðrum, sigur Kári á
Rógvi.
Eftir hansara tykki er
aktuella málið enn eitt dømi
um, at almenningurin fær
eina rekonstrueraða søgu.
Ein sannleika, ið so við og
við verður lagaður til um
støðurnar.
- Tað er lætt at ímynda
sær, at maðurin altíð kemur
at líða undir hesum, hann
verður
stemplaður
sum
maðurin, sum fekk eina
rúgvu av pengum við sær úr
ALS. Men her hevur eingin
instansur lýst og mett um
málið, soleiðis at vit aftaná
kunnu siga, at soleiðis hekk
hatta málið saman. Ístaðin
verða gitingarnar hangandi í
luftini, og skipanin líðir und
ir hesum, sigur Kári á Rógvi.
Dømi eftir dømi
Men ALS-málið er bara eitt
av fleiri málum um almennar
stjórar, ið verða koyrdir frá
á henda hátt, uttan neyvar
grundgevingar, men við eini
fráfaringarløn.
- Vit hava dømi eftir dømi
um almennar stjórar, ið verða
koyrdir frá uttan at almenn
ingurin fær innlit í grund
gevingarnar fyri avgerðini,
sigur Kári á Rógvi og nevnir
sjúkrahússtjóran og stjóran á
Landsverki sum dømi.
- Í báðum førum var tað
tí at ein landsstýrismaður
segði seg hava mist álitið á
stjóran, og síðani hendi sum
so ikki meira. Almenningurin
hevur rætt til at vita neyvt,
hví ein almennur stjóri ikki
longur skal vera stjóri, og
hvat tað hevur við sær, til
dømis hvørjar skyldur liggja
á almennum stjórum í sam
band við at halda játtan.
Kári á Rógvi vísir á, at álit
sum grundgeving er eisini
sera subjektivt. Betri er sum
oftast at staðfesta ítøkilig
brot á skyldur ella ítøkiliga
orsøk
til,
at
samstarvið
ikki riggar. Sakligt er ikki
at leingja uppsagnartíðina
fyri at sleppa undan at siga
sum er ella at sleppa undan
mannagongdum.
Í kjalarvørrinum á ALS-
málinum spyr Kári á Rógvi,
hvat tað almenna ætlar at
gera fyri at fáa fyrisitingina
at fylgja grundtankanum í
fyrisitingarlógini um at allar
avgerðir skulu grundgevast.
-Vit mugu duga formliga
fyrisiting. Annars koma vit
framhaldandi at síggja dømi
eftir dømi um avgerðir, ið
verða tiknar, men har grund
gevingarnar eru krógvaðar í
roykslørum av ymsum slag,
sigur Kári á Rógvi.