fríggjadagur 18. januar 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gunnar Skúvadal
Tað er ein margháttlig støða.
Tín størsti og týdningarmesti
samstarvspartnari, sum tú
ikki kanst vera fyriuttan, er
samstundis tín størsti kapp
ingarneyti. Smápartafelagið
Vindrøkt (áður Røkt) í Vest
manna hevur í mangar mátar
gingið undan, tí teir blivu til
áðrenn lógarverkið, sum í
dag regulerar økið, bleiv til.
Men tíggju ár eftir, at
einasti privati veitarin á før
oyska elkervinum fór undir
sítt virksemið, er kappingin
um at veita føroysku brúk
arunum bíligari og grønari
elmegi ikki komin eitt fet
longri fram. Kanska tvørtur
ímóti. Gamaní eru lógar
broytingar framdar, og fleiri
veitarar eru undangóðkendir,
men í teimum útbjóðingun
um, sum hava verið, hevur
SEV drigið longra stráðið. Og
so er nærliggjandi at spyrja,
um talan er um javna og
rættvísa kapping.
Vónleys støða
Hann sigur tað ikki beinleiðis,
tá eg spyrji, men eygnabráðið
sigur tað. Eitt mark er fyri,
hvussu nógvar kreftir tú
orkar at brúka ímóti einum,
sum er nógv sterkari enn tú.
Og kanska verður avgerðin,
sum Jarðfeingi í næstum
tekur um, hvør skal byggja
Vindorkulundina oman fyri
Havnina,
í
veruleikanum
mønustingurin
hjá
smá
partafelagnum
Vindrøkt.
Tí hetta er eisini árið, tá 10
ára langi sáttmálin millum
Vindrøkt og SEV fer úr gildi.
Sáttmálin sum sigur, at SEV
skal keypa streymin, sum
vindmyllurnar
omanfyri
Vestmanna framleiða, frá
Vindrøkt. Og sum Vindrøkt
sambært stjóranum fekk
mest sum av tilvild.
– Teir vóru hvørki til at
høgga ella stinga í. Ongin
skuldi selja SEV streym og
so slett ikki, tá talan var
um vindmegi. Tíðin var ikki
búgvin, var ein umbering,
minnist Jóhan í Niðristovu.
Tað var eitt øgiligt togtogarí,
men at enda segði táverandi
landsstýrismaður við orku
málum, Eyðun Eltør, at nú
var nóg mikið, og so glapp.
SEV og Røkt gjørdu sáttmála
um, at SEV skuldi taka ímóti
orkuni, sum myllurnar hjá
Vindrøkt framleiða.
Men stjórin í Vindrøkt
stúrir fyri, at prísurin fyri
kilowatt tíman nú verður
trýstur so langt niður av
ójøvnu kappingini, at ein
nýggjur sáttmáli um myll
urnar á Mýrunum oman fyri
Vestmanna verður virðis
leysur fyri lítlu vindorkufyri
tøkuna. Tí dagsprísurin er
sambært tilboðnum hjá SEV
um at byggja vindorkulund
omanfyri Havnina 31,6 oyru
fyri kw/t. Nærum 6 oyru
bíligari enn tilboðið hjá Vind
røkt.
– Og so kunnu vit eins
væl takka fyri okkum. Tá
er spælið liðugt, og tá hev
ur kappingin um at veita
føroyingum grønan streym
eisini fingið eitt skot fyri
bógvin, sigur Jóhan í Niðri
stovu.
Áttu at vart teir smáu
Hann kundi ynskt sær eina
líknandi skipan innan el
veiting, sum leingi hevur
verið galdandi á teleøkinum.
Ein skipan við sonevndari
positivari diskriminering. Tá
ásannaðu myndugleikarnir,
at teir smáu veitararnir ong
an møguleika høvdu at kapp
ast, um teir ikki blivu vardir
móti ójavnari kapping frá
upprunaliga felagnum, sum í
gjøgnum nógv ár hevði bygt
sær eina munandi eginogn.
Men ongin slík verja er
fyri smá feløg, sum vilja upp
í part í kappingini um at
veita føroyingum elorku. Og
kanska júst tí er bert tann
eini veitarin, sum kappast við
SEV, men sum samstundis er
tvungin at semjast við SEV, tí
vøran skal seljast gjøgnum
netið hjá SEV.
– Fyri okkum hevur hetta
higartil merkt, at vit hava
brúkt yvir eina hálva millión
krónur uppá at gera tilboð,
sum vit í veruleikanum hava
nógv verri møguleika fyri at
vinna, enn okkara argasti
kappingarneyti, sigur Jóhan
í Niðristovu.
Standa ikki einsamallir
Tað er ikki tí, at ongin trýr
uppá teir.
Vindrøkt hevur megnað
at knýta afturat sær sam
starvspartnarar, sum hava
drúgvar royndir og vita,
hvussu tingini skulu gerast.
Norska NTE (Nord-Trøndelag
Elektrisitetsverk), sum eigur
og rekur sonevnd pump-
to-storage verk í Noregi, er
sinnað at byggja eitt slíkt verk
í Føroyum, og hevur eisini
víst áhuga at vera við sum
íleggjararnar.
Partafelagið
Varðin í Gøtu, Framtak, Effo
og Hoyvíksgarður eru allir
við sum íleggjarar í seinasta
tilboðnum um vindmyllu
lundina omanfyri Havnina.
Og Eik, Útnorðurgrunnurin
og
Íleggingargrunnurin
fyri Føroyar hava játtað at
fíggja.
Jóhan í Niðristovu heldur,
at útbjóðingin í 2010 vísir væl,
hvørjum teir eru uppi ímóti.
Vindrøkt var einasta felag
sum lat inn tilboð, áðrenn
freistin var úti. Men so longdi
Elveitingareftirlitið freistina
og broytti samstundis nakrar
fortreytir, so Vindrøkt mátti
gera ein part av arbeiðnum
av nýggjum.
– Tá kendu vit okkum
djúpt órættvíst viðfarnar,
og úrslitið var stórar eykaút
reiðslur fyri okkum, sigur
Jóhan í Niðristovu
SEV framíhjárætt
Og søgan sær út til at endur
taka seg. Í fjørsummar lat
SEV inn umsókn um at byggja
eina vindorkulund omanfyri
Havnina. Tað kann SEV gera,
uttan at nøkur útbjóðing
frammanundan hevur verið.
Men lógin krevur, at aðrir fáa
sama møguleika sum SEV at
bjóða uppá eina líknandi
verkætlan, áðrenn myndug
leikarnir geva nøkrum loyvi.
Vindrøkt boðaði frá áhuga, og
lat 17.desember inn eitt tilboð
uppá at byggja eina líknandi
vindorkulund. Men sama
dag lat SEV eisini inn nýtt
tilboð, og tað heldur Jóhan í
Niðristovu er í stríð við and
an í Elveitingarlógini.
– Orkupolitikkurin hjá
landinum leggur greitt upp
til, at onnur enn SEV skulu
framleiða streym í Føroyum,
fyri
at
tryggja
kapping
og gransking. Tá SEV nú
letur inn eitt nýtt tilboð,
so hevur SEV jú havt nógv
betri stundir enn vit. Teir
hava fyrst gjørt uppruna
liga tilboðið, tá vit so melda
okkum áhugaðar, fara teir í
holt við at tillaga sítt tilboð,
og tað er ikki jøvn og rættvís
kapping, heldur Jóhan í
Niðristovu.
Hann minnir á, at teir sum
teir fyrstu fóru at framleiða
elorku úr vindi í Føroyum á
vinnuligum grundarlagi, júst
tí SEV hevði valt vindin frá.
– SEV trúði ikki uppá
vindorku, men tað gjørdu vit.
Vit tóku váðan á okkum og
hava prógvað, at tað ber til.
Men tað hevur verið tungt,
og er ikki blivið lættari við
árunum.
Kappingin
fyri bakka
– Ein drúgv mótbrekka! Soleiðis lýsir stjórin í einastu privatu elveitingarfyritøku
í Føroyum, Jóhan í Niðristovu, seinastu 10 árini saman við SEV
Jóhan í Niðristovu
– Eg skilji
væl Vind
røkt
– Tað hevði verið rætt
ast, um elveitingar
økið varð regulerað við
skeivari diskriminer
ing. Men Elveitingar
lógin frá 2007 letur ikki
upp fyri hesum møgu-
leikanum.
Tað
sigur
Jóhan
Dahl, sum er landsstýr
ismaður við ábyrgd av
føroyska orkupolitikk
inum. Hví so er, heldur
landsstýrismaðurin
vera ein góður spurn
ingur, sum hann tó ikki
dugir at svara uppá.
Tá
fjarskiftisøkið
bleiv opið fyri kapping,
og aðrir, smærri veitar
ar sluppu framat, bleiv
lógarverkið
tillagað
soleiðis, at tað vardi
teir smáu ímóti ójavn
ari kapping, sonevnd
positiv ella skeiv dis
kriminering.
Fjar
skiftiseftirlitið hevði
uppgávuna at síggja til,
at smáu veitararnir ikki
vórðu tiknir av fótum
av lægri prísum og
herferðum við góðum
tilboðum til brúkaran
frá Føroya Tele.
Men ongin líknandi
skipan hevur verið á
orkuøkinum, og tey
sum hava bjóðað seg
fram at kappast við
SEV hava tí í stóran
mun samstundis verið
bundin av SEV.
Ein
arbeiðsbólkur
situr, sum hevur til
uppgávu at gera eina
nýggja
heildarætlan
fyri, hvussu alt tað
føroyska eløkið skal
skipast. Arbeiðsbólk
urin letur landsstýris
manninum álit í apríl,
og tá fara tilmæli eisini
at vera um, hvussu
bygnaður og eigara
viðurskifti hjá SEV eiga
at vera í framtíðini.
Landsstýrismað
urin sigur seg vilja
arbeiða fyri, at kapp
ing skal vera, eisini á
eløkinum. Hann minnir
tó á, at veitingartrygd
in hevur sera stóran
týdning tá vit tosa um
el.
– Tí vil eg fyrst
síggja álitið, sum eg fái
frá arbeiðsbólkinum í
apríl, áðrenn eg takið
nøkur stig, sigur Jóhan
Dahl.
Tað er Jarðfeingi
sum umsitur orkuøkið
fyri landsstýrismann
in.
FAKTA:
• Elveitingarlógin, sum
regulerar økið, kom í
2007
• Tá hevði Vindrøkt selt
SEV streym í fleiri ár
• Í fjør bleiv lógin
broytt, so øll kunnu
bjóða sær til at gera
vindorkuútbyggingar
• Eitt endamál við
lógini er at tryggja
kapping, gransking og
at økið verður ment