Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen - Eg hevði viljað, at málið um nýtt havrannsóknarskip var eitt sindur meiri ítøkiligt, áðr­ enn vit í Varðanum úttala okk­ um um, hvørt vit vildu ver­ið við ella ikki. Vórðu vit spurd­ir, høvdu vit eisini havt okkara metingar um slíka lut­tøku. Tað sigur Jákup Jacobsen, reið­ari hjá Varðanum í Gøtu, sum eigur uppsjóvarskipini, Trónd í Gøtu, Finn Fríða, Jupit­er og Saksaberg. Reiðarin vísir á, at um Jacob Vestergaard, lands­ stýris­maður, ikki fær undir­ tøku í landsstýrinum fyri, at privatir byggja hav­rann­ sókn­a­rskipið, sum síðan verður leigað út til hav­frøði­ lig­ar kanningar, er einki at tosa um - og ei heldur nakað at hava eina meining um. Kann ikki alt Jákup Jacobsen er tó onga løtu í iva um, at Magnus Hei­ n­a­son als ikki er egnaður til roynd­ar­veiði eftir eitt nú upp­sjóva­r­fiski. Hetta er eisi­ ni orsøk­in til, at Hav­stov­an sein­nu árini hevur leig­að eitt nú Finn Fríða og Christian í Gróti­num til royndarveiði. - Skip eru eisini leig­ að í samband við felags kanningar av makrel­stovni­ num og aðrar kann­ing­ar­ verk­æt­lan­ir, sigur Jákup. Reiðarin í Gøtu vísir á, at før­oysku uppsjóvarskipini eru so nógv betri útgjørd við eitt nú leititólum og hava nógv størri tóvmegi enn Magn­us Heinason. - Skuldi gamla hav­rann­ sókn­ar­skipið gjørt tær roynd­ir, sum uppsjóvarskip hava gjørt fyri Havstovuna, høvdu úrslitini eisini verið har­eftir. Keypa tænastur Jákup sigur, at hann í stuttu tíð­ini hjá Tórbirna Jacobsen sum landsstýrismanni í fiski­ vinnu­mál­um skifti orð við mannin um tær havfrøðiligu roynd­i­r, sum Havstovan ikki røkk­ur við einum minni hav­ rann­sóknarskipi. - Tað vil altíð vera soleiðis, at eitt havrannsóknarskip ikki megnar allar uppgávur, ser­liga tær uppgávur, sum krev­ja stóra tóvorku og bestu leititól. Tí hevur Hav­ stovan eisini keypt sær hes­ ar tænastur hjá upp­sjóv­ar­ vinnu­ni, sum náttúrligt er. Jákup Jacobsen sigur, at Varðin í Gøtu fer at taka mál­ið um møguliga luttøku í einum havrannsóknarskipi upp, um so er, at lands­stýris­ mað­urin fær undirtøku fyri eini privatari loysn í lands­ stýri­num og sa­m­gongu­ni. - Áðrenn málið er komið har til, hava vit sum so einki at røða um, leggur hann aftr­ at. Vilmund Jacobsen Livravirkið Biotech á Eiði keyp­ti í fjør 307 tons av livur til sína framleiðslu av rálýsi, ið verður seld av landinum, har lýsið verður reinsað og síðan selt sum tilskot til menni­sk­ju. Tað eru serliga manningar á partrolarum, sum hava tik­ ið livur, ið er seld Biotech, sum hevur latið 6 krónur fyri kilo. Tað loysir seg Í vikuni vóru partrolararnir, Bakur og Stelkur, inni við up­sa, og aftrat ráfiskinum hevði manningin hendan túr­in tikið stívliga 8 tons av liv­ur. Erlendur Johannessen, stjóri á Biotech, sigur, at virk­ið keypti livrina hjá Baki og Stelki fyri umeið 48.000 krón­ur, sum aftur gevur hvørj­um av manningini eitt fitt­ligt hýruískoyti. - Eg vil meta, at hvør mað­ ur við livatøkuni hendan túr­ in hevur tjent út við 3.000 krón­u­r eyka. Sum skilst, var megin­part­ urin av veiðini hjá Baki og Stel­ki stórur upsi, og stjórin á Biotech sigur seg hava skilt, at manningin hendan túrin kruv­di hvønn stert við hond - fyri at fáa livrina til høldar. Livranøgdin, sum Bakur og Stelkur landaðu, er helst hin størsta, sum nakað skip hev­ur landað til virkið á Eiði. Rávøra neyðug Øll framleiðsla krevur rá­ vøru, og soleiðis er eisini við liva­virkinum á Eiði. - Vit kunnu ikki liva við 300 tonsum um árið. Tað er ov lítið rávørugrundarlag at bygg­ja á. Okkara virki hevur stóra framleiðsluorku, og høv­du vit í minsta lagi fingið fat­u­r á 1000 tonsum í ár, hevði tað verið á einari leið. Erlendur Johannessen sig­ur, at Biotech á Eiði sakt­ ans kann keypa og virka 2000 tons av livur um árið. - Um okkara virksemi ikki var, høvdu skip og mann­ing­ ar ikki havt henda møgu­ leika, sum er í dag. Eyka fiskidagar Stjórin vísir á, at umframt at livratøka gevur eitt eyka í­skoyti til manningarhýruna, fær reiðaríið eisini eyka fiski­ dag­ar fyri livratøku. - Tey fyrstu 10 tonsini geva einum partrolara fýra eyka fiskidagar. Síðan fær reiðarí­ ið ein eyka fiskidag fyri hvørji fýra tons av livur. Tá flestu skip vanta fiskidagar, eig­ur hetta sjálvandi eisini at vera eitt gott ”trekkplástur”, um­framt at livratøka gev­ ur manningini eitt eyka hýru­í­skoyti, sigur Erlendur Johannes­sen, stjóri á Bio­ tech, sum fegnast um, at fleiri og fleiri partrolarar eru farn­ir at taka livur. Eingin kekkur úr Gøtu Jákup Jacobsen sigur, at Varðin í Gøtu fer at taka málið um møguliga luttøku í einum havrannsóknarskipi upp, um so er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær undirtøku fyri eini privatari loysn í landsstýrinum og samgonguni fiskivinna Livratøka Síðan Sosialurin og Rás2 síðsta heyst fóru at varpa ljós á møguleikan við livratøku, eru fleiri og fleiri partrolarar farnir at taka livur, sum gevur manningini eitt fittligt hýruískoyti - og reiðaríum nakrar eyka og tiltrongdar fiskidagar. Rávøra Tað er nú, at skipsmanningar, sum eru á ísfiskaveiði undir Føroyum, hava møguleikar at taka livur og selja livrina til Biotech á Eiði fyri 6 krónur fyri kilo. Í fjør keypti virkið stívliga 300 tons av livur, sum er alt ov lítið til lønandi rakstur Tjentu 3000 krónur eyka við livratøku Tá partrolararnir, Bakur og Stelkur, í vikuni vóru inni við upsa, høvdu skipini eisini stívliga 8 tons av livur, sum gevur hvørjum manni eitt eyka hýruískoyti á slakar 3000 krónur Tað er ikki ein kekkur, sum reiðarin í Gøtu rættir út til landsstýrismannin í fiskivinnumálum. - Vit taka spurningin um møguliga luttøku upp, um málið um nýtt havrannsóknarskip gerst eitt sindur meiri ítøkiligt Mynd: Vilmund Jacobsen Tað gevur eyka inntøku til manningina at taka livur, og hetta gevur eisini reiðarínum eyka fiskidagar