fríggjadagur 18. januar 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Eitt tað fyrsta eg minnist sum
smádrongur var, at eg ein
dagin møtti tveimum bros
andi hvíthærdum drongjum,
sum komu rennandi oman
eftir brekkuni hjá Hjørleif
Enni. Teir róptu ”hey kemur
tú at spæla” og síðan tann
dagin vórðu vit vinmenn
fyri lívið. Drongirnir vóru
brøðurnir Virgar og Arvid
Nilssen, sum búðu góðar 100
metrar uttanfyri húsini hjá
ogum á Tvørabakka. Tungt er
umleið 46 ár seinni, at skriva
minningarorð um mín kæra
barndómsvin, Virgar, sum
andaðist sjálvan nýggjársdag,
aftaná eina langa og møð
sama sjúkralegu, einans 50
ára gamal.
Virgar var ein fantastiskur
vinur, sum tú altíð kundi líta
á og sum ongantíð sveik, tá ið
eg hevði brúk fyri honum.
Okur høvdu nakrar sera
góðar upplivingar upp gjøg
num øll barna- og tannáringa
árini og seinni sum vaksnir
menn við konu og familjum.
Virgar var so nógv, og
tí er trupult at lýsa hetta
góða menniskja við orðum
ella myndum. Virgar var
ein lívligur og raskur smá
drongur. Altíð var hann líka
gávumildur
og
trúfastur
og hjálpsamur. Hetta helt
áfram alt lívið. Tú visti altíð
hvar tú hevði Virgar, og hann
segði akkurát tað, sum hann
hugsaði.
Okur vóru sum dreingir
flest, men kanska eitt sindur
meira buldraligir enn hinir,
men alt var óskildugt og
tað lá einki ónt aftanfyri
dreingjalótirnar. Fyrstu árini
gingu við at spæla á Tvøra
bakka ella har um leiðir.
Gingu nógv í mølini ella uppi
í haganum og kannaðu býin,
so hvørt sum okkara radius
gjørdist
størri.
Onkuntíð
varð farið á súkklu heilt
til Hvalbiar ella til gongu
framvið mølini heilt yvir til
Øravíkar. Heilt ofta varð farið
oman á kajuna at fiska ella
at vitja umborð á skipunum,
sum lógu inni fyri veður.
Hetta vóru serliga enskir
ella norskir bátar í 60´unum
og mitt í 70´unum. Man kann
siga, at okur vóru fríir fuglar
og sluppu at passa okum
sjálvar og gera tað, sum man
hevði hug til. Um kvøldarnar
vórðu spæld spøl úti og
inni. Um vetrarnar skreiddu
okur á træskoytum, og um
summrarnar vórðu bygdir
flakar ella tunnubátar, sum
silgdu heilt yvirum fjørðin.
Ótrúligt sum foreldrini tordu
væl, tí fleiri ferðir mundi
endað galið, men tíbetur
tað gjørdi tað ikki. Aftur
fyri fingu okur loyvi til at
mennast og ansa eftir okum
sjálvum.
Í skúlanum gingu okur
í sama flokki fyrstu 4 árini,
inntil okur, av einari ella aðr
ari merkiligari orsøk, vórðu
koyrdir í hvør sín flokk.
Kanska ikki so pedagogiskt
rætt, men hóast hetta varð
vinabandið líka sterkt øll
árini á Tvøroyri og eisini
seinni, tá ið báðir vóru fluttir
av Tvøroyri.
Virgar var av allar rask
astu dreingjum. Arbeiddi
nógv aftaná skúlatíð. Hann
var altíð fyrstur uppi, og
koyrdi mjólk út fyri Mejaríið
ella hann pakkaði margarin
á Mejarínum. Okur samlaðu
fløskur í hópatali, egndu
fyri línubátarnar á Tvøroyri
og seinni, sum tannáringar,
arbeiddu okur á flakavirk
inum.
Men lívið var ikki bara ar
beiði, tí mangan var stuttligt
um kvøldarnar ella at fylgja
við TB í 70´unum. Okur
vóru skótar í skótaliðnum
FLØTT og fóru at rógva
kapp við Huldu og seinni
við Tvørabátinum, har okur
mundu blivið føroyameistar
í 1980. Eg havi ofta hugsað,
at um nakar umborð gav alt,
so var tað Virgar. Hann var
seigur, sterkur og úthaldandi
og gav alt hann átti, bæði so
og so.
Tá ið fólkaskúlatíðin var
liðug, fóru okur til sjós. Eg
minnist fyrsta og einasta
túrin við línubátinum, Blá
fossi. Okur lógu sera ringir
av sjóverki í fleiri dagar og
orkaðu hvørki at eta ella
ganga uppi, tá segði Virgar
”je seti aldrin tvøran fótin
umborð á skip aftur". Men
stutt aftaná fóru báðir við
hvør
sínum
starshipping
fraktbáti, og Virgar gjørdist
av allar bestu sjómonnum,
sum elskaði sjólívið. Eg fór
í land, ímeðan Virgar fekk
siglingstíð og fór á stýri
manskúla, og nú var hann
brádliga millum teir dugna
ligastu í flokkinum, sum
eisini fekk virðisløn. Hann
kundi alt tað, hann tímdi og
vildi.
Um hesa tíðina á Sjómans
skúlanum møtti hann einari
fittari gentu Súsannu, vanliga
nevnd Systi av Strondum.
Hon bleiv hansara trúfasta
kona og góði vinur. Vegirnir
hjá okum báðum skiltust. Eg
fór seinni til Danmarkar á
skúla og Virgar fekk familju
og gjørdist pápi, tá ið tey
fingu sonin Rók. Seinni komu
Svanna og Teitur. Sum pápi
var hann fyrimyndarligur
og gekk eisini her hundrað
prosent uppí at taka sær av
børnunum, tá ið hann var
heima.
Sum vaksnir hittust ok
ur av og á, tá ið Virgar var
heima. Altíð hava tey bæði
duga óalmindiliga væl at fáa
øll at føla seg væl inni, tí blíð
skapurin heima á Strondum
var altíð stórur og hjartaligur.
Seinni árini plagdu okur at
vitja Virgar og Systi, serliga
til kappróðrarstevnurnar á
Strondum ella á Skála. Av og
á kom Virgar at vitja í Havn
og altíð var tað so hugnaligt
og gott at práta við hann.
Virgar var gubbi til okkara
son Hanus, og eg var gubbi
Svannu. Hann gloymdi aldrin
at senda okkara børnum eina
gávu á jólum, sjálvt um hann
var langt av landi skotin.
Gávumildni og trúðfesti var
ein so stórur og natúrligur
partur av honum.
Virgar var sum sagt ein
góður maður og kærleiks
fullur pápi. Hetta kundi
okur eisini merkja, tá ið tann
herviliga sjúkan rakti hesa
kempuna tíðliga í 2009. Við
hansara lið stóð hansara
góða og sterka familja, sum
takkaðu fyri alt tað, hann
hevði givið teimum og øllum
hann var góður við.
Eg minnist tann dagin í
2009 at Virgar ringdi og segði
"eg eri vorðin sjúkur og skal
beinanvegin til Danmarkar
til kanningar og viðger”.
Hetta var eitt sjokk fyri øll.
Men beinanvegin var hann
róligur og segði, at tað nokk
fer at ganga, og hann skuldi
nokk skuldi blíva frískur
aftur. Fá kunnu skilja hvussu
róligur og ærligur hann var
allatíðina um sína sjúku.
Hann vildi hava alt at vita
frá læknunum, og fortaldi
øllum sínum nærmastu akku
rát hvussu støðan var. Hetta
gjørdi hann av kærleika fyri
at fyrireika tey nærmastu
um, hvat kundi henda um
viðgerðin
ikki
eydnaðist.
Ongantíð var hann beiskur
ella negativur ella tók synd í
sær sjálvum, tí hann hugsaði
bara um hini, og hvussu
tey mundu hava tað. Hann
troystaði heldur hini og fekk
okum øll at skilja, at tá ið man
hevði gjørt tað man kundi, so
var ikki meira at gera enn at
góðtaka støðuna, sum hon
var og hyggja frameftir, og
fáa so nógv gott burturúr
degnum sum gjørligt. Tað
vóru eisini gleðiboð, tá ið
hann bleiv sagdur at vera
frískur og hann aftur kundi
fara út at sigla. Henda gleðin
vardi tó bara eina stutta tíð,
tí sjúkan kom aftur og Virg
ar og Systi fóru aftur til Dan
markar at kempa víðari.
Tá ið øll vón var uppi, var
hansara stóra ynski at upp
liva jólini 2012 saman við
sínum kæru fyri seinastu
ferð. Hesi jólini vórðu hildin
á
Lanssjúkrahúsinum
og
eisini dugdu tey at venda
eina sorgarsøgu til eitt gott
upplivilsi saman.
Eg farið altíð at hava
Virgar hjá mær. Tá ið eg hugsi
um Virgar og Systi og børnini,
so er lívið her á foldum gott
og fult av kærleika, og tað
finst altíð ein vón og vegur
úr neyðuni.
Virgar, tú hevur gjørt
meira enn tey flestu náða
eitt langt lív. Tú hugsaði
fyrst og fremst um, at hini
skuldu hava tað gott. Tú
var eisini so heppin at hava
eina góða familju og nógvar
vinir. Tú gleddist um alt
tað, sum var at gleðast um,
enntá í svartasta myrkri sá
tú eitt ljós fyri framman.
Serliga glaður varð tú, tá ið
Svanna fekk lítlu Vár í juni
og tá ið tað gekk øðrum væl.
Abbadótturin Vár hjá Svannu
er sjálvandi uppkallað eftir
abbanum.
Tú hevði í Brynjolfi ein
góðan pápa og stuðul, sum
tíverri doyði stutt áðrenn tú.
Eisini fekk tú góðan stuðul
frá brøðrunum. Tú mátti
fara illa sjúkur suður til
jarðarferð, sum eingin hevði
væntað, tí Brynjolvur gekk
vanliga so spelkin og lættur
sum ein unglingi á Tvøroyri
80 ára gamal. Hvør skuldi
trúð, at tú skuldi fylgja hon
um, tí øll høvdu væntað,
at
tað
gjørdist
umvent.
Aftur her vendi tú sorgini
til nakað positivt, tú segði,
at Brynjolvur hevði havt
eitt gott lív og slapp undan
at gerast gamal og óhjálpin
einkjumaður.
Takk fyri at tú vildi vera
vinur mín, og takk fyri alt tað
tú og familjan hava lært meg,
at sjálvt í svartasta myrkri er
gleði og kærleiki. Sorgin er
stór hjá øllum, men serliga
hjá
tykkum
Systi,
Róki,
Svannu, Teiti og brøðrunum
Arvid, Sverra og Bergur. Gud
styrki tykkum í sorgini.
Hvíl í friði kæri vinur. Eg
veit at tú hevur tað gott, og at
pínan endiliga fekk ein enda.
Tú gjørdi alt tað tú kundi.
Vinur tín Fróði
Minningarorð um vinmannin
Virgar Nilssen
Føðingar
27.
november
fingu
Bára Jákupsdóttir og
Jógvan Kristoffersen,
Keypmannahavn, eina
dóttur. Hon var 48 cm
long og vigaði 2645 gr.
7. januar fingu Randi
Næss Lisberg og Tor
bjørn A. Lisberg, Tórs
havn, tvíburðar, gentur.
Onnur vigaði 2790gr.
og var 48 cm long og
hin vigaði 2800 gr og
var 48 cm long.
Hamferð í Havnar kirkju
Nýbrot verður gjørt í før
oyskari
tónleikasøgu,
tá
tungmálmsbólkurin
Ham
ferð í kvøld, fríggjakvøldið,
kl 20.30, fer at framføra
sín hugvekjandi og sorgar
bundna tónleik í dómkirkjuni
í Tórshavn, Havnar kirkju.
Til konsertina verða nakrar
serstakar gestaupptraðkanir.
Mattias Kapnas spælir upp á
kirkjuorglið, og Tórshavnar
Manskór verðir ein partur
av konsertini saman við
Hamferð.
Konsertin í Havnar kirkju
verður einasta konsertin hjá
Hamferð í Føroyum í vet
ur, og er tað samstundis
fyrstu ferð, at Hamferð trín
ur á pall í Føroyum, síðan
bólkurin vann altjóða tón
leikakappingina
Wacken
Metal Battle 2012. Dyrnar lata
upp kl 20.00, og konsertin fer
í gongd kl 20.30.
Tiltakið er ókeypis, og
atgongumerki kunnu fáast
hjá Tutl í miðbýnum í Havn.
Tiltakið er avmarkað til 250
atgongumerki, og tí ber bert
til at heinta atgongumerki til
sín sjálvs.