Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Eyðun Klakstein Myndir: Eydbii Myndir Tað fór eitt suð ígjøgnum Spaniastovu í Klaksvík, tá ið Bjørn Kalsø týskvøldið kunn­gjørdi hvør skuldi hava Mentanarheiðursløn Land­ sins hesaferð. – Tóroddur Poulsen, segði Bjørn Kalsø, og hann fekk tað at ljóða, sum kundi tað verið eitthvørt annað listafólk, sum fekk heiðurin, og ikki maðurin, sum fyri kort­um hótti við at taka ein vissan likamslut undan lands­stýris­ manninum. Tóroddur hevur í nógv ár verið ein profilur í føroyskum skaldskapi. Hann hevur ser­ liga skrivað yrkingar, og tær hava verið nýskapandi – bæði í bygnaði og málburði. – Tóroddur Poulsen hevur verið sera virkin, og nógv av tí, sum hann hevur givið út, er nýskapandi í føroyskum sam­an­hangi. So eg haldi, at hann er eitt gott boð til heið­ ur­slønina, sigur Bjørn Kalsø. Og hann hevði ongan hug at tosa um bersøgnu við­merkingina hjá Tóroddi í sjón­varpinum fyri nøkrum mán­aðum síðani. – Tað lata vit liggja í kvøld. Tað hevur ikki ávirkan á kvøld­ið – als ikki. Bjørn Kalsø ringdi sjálvur til Tórodd Poulsen og boðaði hon­um frá, at hann fekk heið­urslønina. – Eg havi nú tvær ferðir við til at handa heiðurslønirnar, og eg havi eisini verið við til at kontakta fólkini, sum skulu heiðrast, frá byrjan, og tey gerast øll sera fegin, so tað er ein hugalig uppgáva, sigur Bjørn Kalsø. Tóroddur Poulsen var ov­farin, tá ið lands­stýris­ mað­urin var í horninum og boð­aði honum frá, at hann skuldi heiðrast. – Eg bleiv bilsin, tá ið lands­stýrismaðurin ringdi til mín og segði, at eg skuldi hava mentanarheiðurslønina í ár. Eg helt fyrst, at hann skemt­aði. – Eg kenni tað, sum eg eri góðtikin ovast uppi, og at tað verður virt, sum eg fáist við. Og ikki minst, so fái eg nakað at liva av og kann keypa mær meira tilfar til at arbeiða við. Tóroddur Poulsen tók eis­ ini fegin ímóti heiðurs­lønini, sum var 150.000 krónur. – Eg umhugsaði ongan­tíð at takka nei til heiðurs­løn­ ina, og hví skuldi eg gjørt tað. At eg fanst at lands­ stýr­is­manninum í menta­ málum hevði einki við heið­ urslønirnar at gera. Tað var um Mentanargrunnin og er nakað heilt annað, sigur Tór­ oddur Poulsen. Umframt Tórodd vóru fimm onnur fólk eisini heiðr­ að. Mari­anne Clausen fekk heið­urs­gávuna, Silja Strøm fekk virðislønina til ung lista­ fólk, og Hanus G. Johansen, Guðrið Poulsen og Ebba Hentze fingu sømdargávu. eydun@sosialurin.fo Bjørn gleðir listafólk Virðislønir - Øll, sum fáa boðini um heiðurslønina, verða sera glað fyri tað, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum, sum sjálvur boðar listafólkunum frá um heiðurin Silja Strøm, myndlistafólk Virðisløn til ungt listafólk 50.000 kr. Í myndum sínum skapar Silja ein ævintýrkendan heim, har djór og menniskju koma saman í smáum dreymakendum søgum um tilveruna. Sterkur persónligur framburður og stórur tøkniligur kunnleiki eyðkenna listina hjá Silju Strøm. Tóroddur Poulsen, rithøvundur Mentanarvirðisløn Landsins 150.000 kr. Í yrkingum hansara síggja vit ein á føroyskum áður ósæddan hug og evni at geva kendum orðum nýggjar vendingar og samansetingar. Tóroddur er undangongumaður at skriva postmodernistiskar tekstir á føroyskum, og hann er virkin listamaður. Higartil eru 23 yrkingasøvn hjá honum givin út umframt prosaverk, myndlist og tónleikur. Ebba Hentze, rithøvundur og týðari Sømdargáva Landsins 20.000 kr. um árið restina av lívinum Ebba hevur virkað sum rithøvundur og týðari í eitt langt lív. Hon hevur týtt eitt ótal av bókum, stuttsøgum og greinum til føroyskt og úr føroyskum, og hevur á tann hátt breitt út kunnleikan til føroyskar bókmentir uttanlands. Hanus G. Johansen, tónleikari Sømdargáva Landsins 20.000 kr. um árið restina av lívinum Hanus rakar við sínum tulkingum av yrkingum hjá eitt nú skaldinum Poul F. Joensen beint inn í føroysku fólkasálina. Hann er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar. Guðrið Poulsen, yrkislista­kvinna Sømdargáva Landsins 20.000 kr um árið restina av lívinum Guðrið hevur verið ótroyttilig í arbeiðinum at fáa tað at bera til at liva sum yrkislistafólk í Føroyum. Virksemi hennara er víðfevnt og fevnir eisini um undirvísing, so hennara kunnleiki til leirlist kemur øðrum leik- og listafólkum til góða. Marianne Clausen, tónleika­frøðingur Heiðursgávu Landsins 75.000 krónur Marianne hevur gjøgnum mong ár gjørt granskingar­arbeiði í føroyskum siðbundnum tónleiki. Seinastu útgávur hennara eru niður­ skriving av upptøkum av kingosangi, kvæðum, vísum og skjaldrum. Umframt týdningarmikla arbeiðið við siðbundna tónleikinum, hevur Marianne gjørt munagott arbeiði við at niðurskriva løgini eftir Regin Dahl.