fríggjadagur 18. januar 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Sjónvarpið má gera
sær størri ómak
Vit báðar gleða okkum á
hvørjum ári til Nýggjárskon
sertina. Í ár fingu vit ikki
verið í Norðurlandahúsinum,
men upplivdu í staðin kon
sertina umvegis sjónvarpið.
Hetta gav okkum onga fragd,
og orsøkin er mátin sum kon
sertin reint tekniskt varð
víst. Her koma nøkur dømi.
Eitt hæddarpunkt var,
tá Ólavur Jacobsen spældi
guitar, men meðan hann
spældi
fantastiskt,
vísti
myndin einamest fylgispælið
hjá hørpuspælaranum. Vit
høvdu sjálvsagt ynskt at fok
us var á Ólavi.
Tað er kanska í lagi, at
unga vakra gentan, sum
spældi 2. violin, var at síggja
konstant, men vit saknaðu
at síggja orkesturleiðaran!
Hann er hóast alt ein av
høvuðspersónunum í fram
førsluni. Og nú vit eru við
høvuðspersónar, hvør er høv
uðspersónur, tá ið Radetzky
March verður spæld? Er tað
orkestrið ella áhoyrararnir?
Í sjónvarpinum varð hetta
óklárt – áhoyrararnir, sum
vóru bodnir at luttaka í
framførsluni, hoyrdist nógv
betri
enn
orkestrið!
Vit
halda, tað er í fínasta lagi, at
myndin vísir áhoyrarar, men
tað eigur at verða orkestrið,
sum hoyrist.
Er tað veruliga eingin
tónleikakønur, hvørs ábyrgd
tað er at hyggja ígjøgnum
sendingina, vera til staðar, tá
ljóðroyndir eru og vera við í
framleiðsluni av konsertini?
Tað hevði komið sjónvarps
hyggjarunum til gagns.
Vit vilja leggja áherðslu
á, at atfinningarnar ikki eru
ætlaðar listafólkum, kóri,
orkestrið og dirigenti.
Vit báðar gleddu okkum
til at síggja ta stórfingnu
Nýggjárskonsertina í sjón
varpinum, men sótu snópu
ligar og ilskaðist. Vit ynskja
tykkum betri eydnu til næstu
konsert.
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Bæði í teimum sosialu miðlunum og í teimum al
mennu miðlunum, hava fólk teir seinastu dagarnar
ilskast inn á, hvussu nógva løn ein stjóri í almenn
um starvi fær, tá hann sjálvur sigur seg úr starvi.
Almenna fráboðanin var, at stjórin segði seg
úr starvi, tí at hann ætlaði at søkja sær aðrar
avbjóðingar, og tað kom eisini fram, at hann ikki
hevði nakað ítøkiligt arbeiði at fara til, eftir at
hann fór frá sum stjóri í ALS.
Her byrjar so undranin og skjótt kemur fram,
at stjórin hevur fingið stóra upphædd við sær, nú
hann hevur sagt seg úr starvi fyri at leita sær eftir
øðrum avbjóðingum.
Síðan vísir tað seg, at í hesum máli býr nakað
annað. Skjótt kemur fram, at stýrið hevur mist
álitið á stjóranum í ALS, og fyri sum skjótast at fáa
hetta mál avgreitt, samráðast partarnir um eina
fráfaringaravtalu.
Vit sum almenningur kenna ikki allar smálutir
í hesum máli, men vit hava hoyrt frá stýrislimum,
bæði teimum sum standa við avtaluna og teimum
sum halda, at tey hava gjørt eitt mistak, og tískil
vita vit okkurt.
Tað sum undrar, ella sum tykist óskiljandi er, at
stýrið fyri ALS, tá tey gjørdu avtalu við fráfarandi
stjóran, ikki hugsaðu, at tað fóru at verða settir
spurningar við tað almennu fráboðanina, um
at stjórin fer sjálvboðin frá, og andsøgnina við
samsýningina, hann fekk. Stýrislimirnir siga seg
hava fingið at vita, at hendan fráfaringaravtala
er fevnd av almennum innliti, og tískil fór tað at
koma fram, hvat hendan avtala hevði kostað.
Tað tykist løgið, at eingin í ALS stýrinum hevur
hugsað, at tað síðan fór at verða grópað í málinum.
Talan er um eina lívsneyðuga skipan fyri nógvar
familjur, og tað hevur verið tosað nógv um, hvussu
týdningarmikil hon er fyri at tryggja nógvum
familjum mat í munnin, tá tey koma út fyri tí
ólukkuligu støðu, at fólk missa starv sítt, og við tí
møguleikan at syrgja fyri at fáa mat í munnin.
Tískil er tað óskiljandi, at EINGIN í stýrinum
setti hesa avtalu í hálsin, og ikki t.d. hava roknað
hana út í arbeiðsmannalønum, sum tað ofta hevur
verið gjørt í samband við onnur mál. Gud viti,
hvussu arbeiðsfólk í Føroyum kenna seg.
Tað er skiljandi, at stýrið ynskir eina avtalu við
stjóran, fyri at partarnir sum best koma burtur
úr samstarvinum, men at EINGIN í stýrinum
hevur sett spurnartekin við, um avtalan, sum tey
undirskriva ikki er órímilig. Tað er óskiljandi, at tey
ikki bróta siðvenjuna, har tað hevur verið vanligt,
at tey sum stýri eru samd, tá avgerðir verða tiknar.
Herfyri var tosað við stjóran í ALS í
kreppuárunum í 80unum. Hon greiddi frá, hvussu
hon og starvsfólk høvdu arbeitt heima við hús hjá
henni, tí at tey ikki høvdu høli. Eins órímiligt tað
var, kennist tað uttan iva fyri mong, at ein stjóri í
ALS fær so góða avtalu fyri, at stýrið missir álit á
honum. Álitið fer orsakað, at hann nýtir ov nógvan
pening. Lønin er nógvur peningur. Úrslitið er, at
flest fólk hava mist álit á stýrið fyri ALS.
Hevði tað ikki verið virðiligast fyri øll, at
sagt stjóranum úr starvi, um álitið var rokið, við
fráfaringaravtalu, sum er í starvssetanarbrævi
hansara, fyri síðan at varðveitt álitið á stýrið og
skipanina sum heild?
Eyðgerð
Mørkøre
Kruse
lesandi
EYGA
MÁLIÐ
Eg skilji heldur
ALS einki
Karen Heinesen & Dorete Bloch
Ógvusligur dansur
um gullkálvin
Løgmaður og landsstýris
menn standa í boði at fara
uml. 30% upp í løn. Løgmaður
upp í góðar 900.00 kr um
árið - ein vøkstur upp á uml.
210.000 kr - og landsstýris
menn upp í uml. 763.000 kr.
- ein vøkstur á 173.000 kr.
Taka vit bara vøksturin
í kr., so liggur hann - einsa
mallur - ikki langt frá mong
um árslønum hjá vanliga
arbeiðandi fólkinum, ið sam
stundis má noyðast við 1 - 3 %
í lønarhækkan yvir 2 ár.
Og hartil kemur, at tey
gullkálvadansandi harafturat
fáa flatskatt, sum í sjálvum
sær, gevur hesum útvaldu
meira í inntøku um árið, enn
tey mongu, sum t.d. fáa al
mannaveitingar:
Grundupphædd til fólka
pensión - støk kr. 50.028,- --
gift hvør kr. 39.756,- Viðbót
til fólkapensjón støk kr.
38.916,- -- gift hvør kr. 30.120,-
Grundupphædd
til
fyri
tíðarpensjón - støk kr. 71.748
,- -- gift hvør kr. 57.012,-
Viðbót til hægstu fyri
tíðarpensjón - støk kr. 71.316,-
- gift hvør kr. 64.392,-
Viðbót til lægstu fyritíðar
pensjón - støk kr. 21.852,- - gift
hvør kr. 17.544,-
Sjálvandi skulu tey, ið
arbeiða nógv og hava stóra
ábyrgd, eisini hava fíggjar
ligar samsýningar afturfyri.
Men tað má vera skil í gal
skapinum. Vit hava hoyrt
um svimlandi upphæddir, ið
menn hava fingið fyri bæði
eitt og annað, ella kanska
rættari sagt, bæði fyri líkt
og ólikt einamest innan tað
privata, og tað fáa vit lítið og
onki gjørt við.
Men innan tað almenna
eiga vit at traðka í karakter,
og steðga dansinum um
gullkálvin hvørja ferð, hann
fer ígongd, og áðrenn skaði
stendst av eini eftirfylgjandi
ekstasu, sum bert kann gera
ilt verri.
Dagfinnur
Danbjørg
– meðan samfelagsins smáu fara svong til songar